hósdagur 26. september 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 177 — 26. september 1991
NÓGV FYRI. Kollfirðingur í springaramálinum
Fekk bót fyri
Visti ikki, at tað var revsivert at hjálpa óðrum
Í gjár kom springaramálið
í Kollafirði fyri í Føroya
Rætti. Upprunaliga fingu
fjúrtan mans bót; fýra
teirra hava longu goldið
tær 1000 krónurnar. Fýra
av teirmum ákærdu vóru
til skips, meðan tríggir
ikki møttu.
Tíggju mans vóru á-
kærdir fyri at hava dripið
sjey springarar á Signabø
89. august í fjør. Hetta er í
stríð við reglugerð lands-
stýrisins, segði ákæru-
valdið, ið vísti til, at
Kollafjørður er ikki góð-
kend hvalvág.
Als ikki í drápinum
Ein av teimum trimum
ákærdu, sum vóru møttir,
segði seg als ikki hava
verið við í drápinum.
Hann greiddi frá, at hann
lá á báti við einum silda-
garni, tá bátar komu við
einum springaraflokki.
- Eg lá fyri og flutti
meg, og royndi annars at
ansa eftir garninum,
greiddi maðurin frá.
Hjálpti til
Síðani róði hann til lands.
Á landi hevði hann av
sínum eintingum hjálpt
onkrum við at lyfta tveir
springarar upp í ein
lastbil. Tað hevði hann
gjørt.
- Har kom ein og spurdi
um navnið á mær, segði
tann ákærdi, ið segði, at
tað væl kundi vera, at
hann var >vád og nærmest
oversmurt i blod<, sum
tað stóð í politifrágreið-
ingini.
ikki hvalvåg!
Finn Ougaard, vara-fúti,
spurdi, um hann ikki var
greiður yvir, at Kollafjørð-
ur ikki var góðkend
hvalvág. Maðurin svaraði,
at hann hevði als íkki
hugsað soleiðis.
- Frá barni av eri eg
lærdur, at man skal hjálpa,
og tað var tí eg gjørdi tað,
greiddi tann ákærdi frá.
- Tá visti eg ikki, at tað
var ein fadesa, at hjálpa, tí
tað letur til, at tað fær man
bót fyri, segði maðurin, ið
helt tað vera órímiligt at
skula gjalda bót fyri slíkan
bagatell.
Fadesa at hjálpa?
- Men ein verður helst
noyddur at boyggja seg
fyri teirri stóru yvirmakt-
ini, sum hann tók til.
Til hetta svaraði Ou-
gaard, at eingin orsøk var
fyri at boyggja seg, fyrr-
enn rætturin hevði tikið
stóðu til, um tað var
ólógligt, sum maðurin
hevði gjørt.
Vit hava meira um
springaramálið í blaðnum
morgin.
ówh
- Eg hevði hvorki við
rakstur ella dráp at gera,
men hjálpti bert til við at
lyfta tveir deyðar spring-
arar upp í ein lastbil,
segði maðurin, ið var á-
kærdur fyri at hava verið
við í drápið á hvalvág, ið
ikki er góðkend
PERESTROJKA. Oddfríður Gregersen, reiðari:
Nú má ruddast upp í
studnings-jungluni
Allur studningur skal vera kilostudningur, og hann skal liggja i veidulid-
num við føstum prosentbytid millum skip og manningabólkar
Oddfridur Gregersen,
reidari å Saturn og Olavi
1
Er peran
| |
fyribyrgist
. skaði!
LYKTAKANNING
=. 1991
| ff |
|FERDSLUTRYGD
Hvita, heldur, at tad er upp
å tidina, at vit fåa rudda
upp í “studnings-jungluni',
sum hann tekur til.
Hann heldur, at tað mest
ynskiliga hevði verið, at
eingin studningur var
neyðugur. Men vit mugu
viðurkenna, at vit fara at
hava meir ella minni
studning til fiskivinnuna
fyri neyðini.
Bara kilostudningur
- Men studningurin skal
leggjast um, sigur Oddd-
fríður Gregersen.
I staðin fyri at lata
studning bæði til skip,
virkir og manning, heldur
Oddfríður Gregersen, at
allaur kilostudningur skal
latast sum kilostudningur.
- Og studningur skal
allur liggja í veiðuliðnum,
t.v.s. í sambandi við av-
reiðingina, sigur Gøtu-
reiðarin.
Oddfríður Gregersen
vísir tó á, at tað er ikki nóg
mikið, at almennu studn-
ingsskipaninar verða lagd-
ar um eftir hesum.
Sáttmálbroytingar
- Allir lønarsåttmålar hava
jú lagað seg eftir studn-
ingsskipanini, og tí mugu
teir eisini broytast, sigur
Oddfríður Gregersen, ið
mælir politisku myndug-
leikunum og sjóvinnu-
pørtunum á arbeiðsmarkn-
aðinum at fara undir at
samskipa eina slíka broyt-
ing ongantíð ov skjótt.
- Soleiðis kunnu vit fáa
eina greiða skipan við
kilostudningi í veiðuliðn-
um, har tað í forhond er
greitt gjøgnum sáttmálar-
nar, hvussu stórur pro-
sentpartur av hvgrjari
studningskrónu fer til
hvønn partin: skip og teir
ymisku manningarbólk-
arnar umborð, sigur Odd-
fríður Gregersen.
ówh
- Vit mugu leggja alla
studningsskipanina um,
sigur Oddfríður Greger-
sen. Í hesum viðfangi er
eisini neyðugt at broyta
manningarsáttmálarnar