fríggjadagur 27. september 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
x
tðindaslaði Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
|- Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Lokal- og
EITT av málunum, sum rættiliga hevur
loypt ødi í fólk hesa seinastu tíðina, er
spurningurin um fast samband um
Vestmannasund. Tað var landsstýris-
maðurin í Samferðslumálum, sum festi í
fjusid, tá hann í útvarpinum kunngjørdi
fyri øllum Føroya fólki, at nú var undir-
sjóvartunnilin aftur frammi í Tinganesi
og at kanning varð sett í gongd av
kostnaðinum.
HETTA var sum at rætta hundi brand og
fóru tingmenn bæði í fólkaflokkinum
og javnaðarflokkinum upp á bakbeinini.
Ein av tingmonnum fólkafloksins fór so
mikið langt, at hann bart út tók stuðul
sín til samgonguna aftur, um farið varð
undir slíka tunnilsgerð. Undir viðgerðini
av fíggjarlógini var málið eisini nógv
frammi. Onkur helt, at betur var at gera
eina byrging enn tunnil, og onkur annar
helt eina hangibrúgv vera bestu loysn-
ina. Við øðrum orðum verður tosað um
at gera undirsjóvartunnil, byrging ella
hangibrúgv. Tað tykist sum tingmenn
eru fyri, at tað skal blíva til okkurt av
hesum trimum.
TÓ eru langt frá allir tingmenn fyri at
gera fast samband um Sundið. Tað eru
teir, sum halda tað vera nóg mikið, nú
vit hava fingið góða ferjulegu í Vest-
manna. Og so eru tað teir, sum meina,
at alt prátið um fast samband um Sund-
ið er burturvið, tí fyrr ella seinni verða
vit noydd til at byggja nýggjan flogvøll
á Glyvursnesi. Og tá er umsonst við ein-
mede
| KK
landspolitikkur
Q
> Á
„S
av É
Jústinus Eidesgaard
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Utgevari P/f Sosialurin Bústaður
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent Pit Pressan 1981 Telefon
um undirsjóvartunnli til flogvøllin í Våg-
um. Hesum øllum tykir samferðslu-
málaráðharrin ikki at taka sær tykni av.
Hann hevur sett sær fyri at fáa handa
tunnilin, ja, næstan kosta hvat tað
kosta vil.
MÁLIÐ um undirsjóvartunnil er sum so
rættiliga áhugavert, tí úr tí fáa vit nógv-
ar sannleikar um føroyskan politikk.
Málið lýsir, hvat føroyskur politikkur er
fyri nakad. Her hevur tå eitt mål, sum
bædi er lokal- og landsmål. Tå hevur
eitt mål, sum gongur uppå tvørs av
floksmarki. Fyri tingmenninar i Våg-
oynni er tad ein spurningur um at bliva
afturvaldir. Fyri flokkarnar at fåa sin
mann afturvaldan. Ganga teir ikki inn
fyri tunnlinum, fremja teir politiskt
sjálvmorð. Tað ræður ti um at rópa sum
harðast og vísa andlit, soleiðis at veljar-
in í oynni til komandi val veit, hver tað
var, sum gekk mest inn fyri tunnlinum.
TÍ hevur samferðslumálaráðharrin, sum
er valdur í Vágoynni, lagt hart út og
gjørt tunnilin til sitt hjartamál. At hann
strongir so hart á í hesum máli skyldast
uttan iva somu orsøk: tað skal tryggja
honum afturval um trý ár.
FYRI ikki at detta burturímillum er javn-
aðartingmaðurin í oynni tískil tvingaður
til at bekenna kulør, og tað gjørdi hann
undir viðgerðini av fíggjarlógini. Undir-
sjóvartunnilin var annars eitt av hans-
ara hjartamálum undan síðsta vali og
helst gav tað eisini atkvødur. Næsti
maður fólkafloksins, sum situr á tingi
fyri S.Á. Ellefsen, hevur eisini gjørt vart
við seg í málinum. Hann er eisini heitur
talsmaður fyri tunnilin. So er tað sam-
bandsflokkurin, sum altíð hevur átt
tingmann í oynni, men sum misti hann
við síðsta vál. Flokkurin fer at gera alt
fyri at fáa vágatingmannin afturvaldan
við næsta val. Men her kemur flokkurin
í eitt dilemma. Tí gongur hann ov hart i-
móti tunnilssambandinum nú, og tað er
hann noyddur til landspolitiskt, so fer
tað at koma honum aftur um brekku
lokalpolitiskt, tá val verður aftur í Vág-
oynni. Og soleiðis kundi verðið hildið
fram. Hetta er føroyskur lokal- og lands-
politikkur í einum nøtuhylki.
ORÐASKIFTIð um hetta mál vísir okk-
um, hvussu torført tað er at reka veru-
ligan landspolitikk í hesum landi. Alt ov
nógvar avgerðir verða tiknar út frá
lokalpolitiskum áhugamálum, ja, rætt
og slætt av óttanum fyri at missa ein
tingmann til eitt komandi val. Dømini
um hetta eru mong. Eitt teirra er kjakið
um sjúkrahúsútbygging. Tað skulu vit
venda aftur til í eini komandi oddagrein.
UM undirsjóvartunnilin kemur ella ikki,
vita vit ikki. Men kanningar verða nú
gjørdar, soleiðis at tingmenn betur
verða førir fyri at meta um álvaran í
málinum. Nú kann ein siga, at nóg mik-
ið er kjakast um hetta stóra málið. Tað
er at taka eina avgerð — fyri ella ímóti.
Vit halda ikki hetta vera rætt, tí í veru-
leikanum hava vit ikki havt nakað veru-
liga kvalifiserað orðaskifti um tað alt
hetta málið snýr seg um, nevniliga um
flogvøllurin í Vágum verður okkara
framtíðar flogvøllur langt inn í 20. old,
ella um neyðugt verður fyrr ella seinni
at gera nýggjan flogvøll á Glyvursnesi.
Spurningurin um undirsjóvartunnil er
nær tengdur at tí málinum.
Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Telefax: 14720
|
eee
ER tað breið semja um, at vit klára okk-
um við flogvøllinum í Vágum, so mugu
vit meta um tørvin á einum festum
sambandi um Vestmannasund og
hvussu hetta sambandið skal vera. Vit
eiga so eisini at meta um, nær hetta ar-
beiði skal byrja. Skal tað í gongd — er
tað so rætt at byrja nú! Verður byrjað
nú, hver er tá grundgevingin! Er tað tå
fyri at fáa gongd á virksemið í landin-
um, er tað fyri at fáa eitt bíligari og betri
samband enn ferjurutan ella er tað í
veruleikanum fyri at tvinga igjøgnum
eitt lokalpolitiskt mål, sum skal tryggja
ávísum flokkum sínar tingmenn i val-
døminum til næsta val eisini! Hetta eru
relevantir spurningar at seta. Vénandi
verða teir allir vidgjørdir i orðaskiftinum
komandi.
VIT hava øll ábyrgdina av útbyggingini
av hesum landi. Vit hava ynskt gott
samband millum oyggjarnar og bygdir
og vit hava ynskt arbeiðspláss kring
landið. Bygdamenning. Hetta hevur
skapt virði — bæði peningalig og menn-
iskjanslig. Men spurningurin er um vit
ikki hava tíkið munnin ov fullan! Tørv-
andi langtíðar- og landsplanlegging er
orsøkin til, at vit hava forbygt okkum.
Vit hava bygt meira enn vit hava ráð til.
Ein av orsøkunum til hetta eru lokal-
politisku áhugamálini. Flokkar, og her
er eingin undantikin, hava kent seg
tvingaðar at ganga lokalpolitiskum
áhugamálum á meti, hóast hesi í einum
landspolitiskum samanhangi ikki vóru
tey skilabestu. Ein máti at broyta hetta,
vil onkur vera við, er at gera alt landið
til eitt valdømi. Tað orðaskiftið áttu vit
at fingið her og nú.
Dimmalætting og
sjålvstyri
Dimmalætting skrivar i
oddagrein i gjår um sjålv-
stýrisómegd. Blaðið held-
ur tað vera sera vánaligt,
at føroyskir politikarar
ikki eru mentir at halda al-
menna húsarhaldið ruddu-
ligt fíggjarliga, men hava
latið tað komið haðar til,
at feroyska samfelagið er
endað sum methavari í
uttanlandsskuld. Blaðið
nevnir í hesum sambandi
milliardina, vit fáa úr
ríkiskassanum, sum vit
ikki hava dugað at húsast
við. Blaðið skrivar víðari:
»I teimum landsstyrum,
sum teir ið skulu eitast
at vera sjálustýris- ella
loysingarflokkar = hava
skipað, antin einsamallir
ella saman við Javnadar-
flokkinum, ið hesi sein-
astu armi ikki hevur ver-
ið teimum so ókkur. er
samfelagið vorðið meira
og meira skuldbundið,
av tí at so illa er húsað.
Um hesir soneundu
sjá jargnisflokkar
vildu vist, hvussu teir
skulu husast, tå ið teir
hava fingið sítt sjålv-
stýri, so hava teir havt
góðar meguleikar til
hetta síðani miðskeiðis í
sjeytiárunum, tá ið
Javnaðarflokkurin meir
og minni kvittaði við
skynsemið og tengdist
upp í sjålvstyris- og
loysingarvongin. Teir
kundu t.d. havt víst, at
til bar hjá teimum at
húsast einans við tí pen-
ingi, sum feroyska sam-
felagið gav av sær, og
kundu so sett sær rikis-
kassastuðulin til síðis at
renta Hvussu tað so
heuði verið at liva í Før
oyum hesi árini, skal
ikki gitast um her, men
so kundu teir víst á eina
ogn hjá føroyska samfe-
lagnum, sum í dagsins
peningi heuði verið um-
leið tvífalt tað, ið før-
oyingar nú hava av utt-
anlandsskuld. Hetta
hava teir kortini ikki
megnað.
Hinvegin er lítið huga-
ligt at hugsa
hvussu — hevdi
sær,
verið
vorðið, um hesir somu
flokkar høvdu fingið
Føroyar loystar úr rikis-
felagsskapinum, og teir
so noyddust at húsast
við ongum nkisstudn-
ingi. Við undantak av tí
— tíverri aumarkaðu —
virðismiklu fiskaveru,
vit flyta út, er tað ktid
ella einki, vit hava at
selja ødrum, ið hvussu er
ikki rættindi av týdningi
á fiskigrunnunum, har
vit sjálvir hava trároynt
fiskastovnarnar at låg-
markinum; og heldur
ikki í undirgrundini let-
ur til, at nakað stórvegis
er at vænta, eftir at stór-
fyritøkur í oljuvinnu
hava latið skína igjøgn-
um, at ktil og eingin
áhugi er at gera peninga-
krevjandi kanningar her,
við tað at foroyski land-
grunnurin kemur undir
tey ivasomu eki hvat
viðvíkur at finna olju í
undirgrundini.
Dimman kemur við á-
hugaverdum spariráðum
um at vit áttu at havt
spart upp stuðulin frá
ríkiskassanum i teimum
góðu tíðunum. Hetta ljóð-
ar væl, men meginpartur-
in av hesum pengum er jú
oyramerktur til ávís eki so
sum til almanna- og
heilsuverkið og alt pen-
siónsumráðið. Skuldu vit
tikið tilsvarandi upphædd
av fíggjarlógini frá egnu
inntøkum, so hevði hetta
aftur havt minkað um
annað virksemi í landin-
um. Eingin ivi er um, at
vit hevdu kunnað verið
nógvar útbyggingar fyri-
uttan, men hetta er so tað,
sum ikki bert javnaðar-
flokkurin, men so sanni-
liga eisini sambandið hev-
ur ynskt. Vil Dimma nú
bráddliga pástanda, at
sambandsmenn hava ver-
ið móti at gera tær mongu
iløgurnar, sum gjørdar eru
i samfelagnum! Nei, so
lætt sleppa tit ikki. At
javnaðarflokkurin er
vorðin alt meira ein sjálv-
bjargnisflokkur er rætt.
Fyri tað um landið er kom-
ið illa fyri fer flokkurin
ikki bráddliga at skifta
politisku kós sína. Leiðin
má og skal vera sterri
sjálvbjargni. Eitt stig á
Av misgáum er
eitt ónavngivið
lesarabræv
komið í blaðið í
gjár, har sera
grovar skuld-
setingar verða
settar fram
móti fótbólts-
felagnum HB.
Rithevundin
skrivar, at HB
igjøgnum fleiri
ár hevur íðkað
ítrótt uppá svik
og aftur svik.
Henda skuld-
setingin er
hesi leið eru ætlanirnar
við eini nýggjari sjálv-
stýrislóg. Henni sleppur
sambandið ikki at forða,
Losjan í Havn
Í dag kl. 15.00 hittast til-
komin og eldri til hugna.
grundleys og
púra uttan hald
í veruleikanum
og vilja vit
tískil koma við
eini umbering
til HB. Hetta
lesarabrævið
átti ikki at
verið komið
upp á prent.
Blaðstjórin
Undulatur
ynskist til keyps.
Tlf. 11820, lokal 17