fríggjadagur 27. september 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 178 — 27. september 1991
Føroyingar á rådstevnu í Íslandi um
betri arbeiðsumstóður á fiskavirkjum
Nykur á Toftum
er fyrimynd hjá
norðurlondum
Í dag sita eini hundrað norðurlendsk umboð
fyri fakfeløg, arbeiðsgevarar, arbeiðseftirlit og
aðrar tilikar stovna á rådstevnu í Reykjavik og
tosa um flakavirkið Nyk á Toftum.
Í løtuni er noðrurlendsk
ráðstevna um arbeiðsum-
hvørvi í fiskivinnuni i
Reykjavik vid umbodum
frå øllum nordurlondum.
Ur Føroyum eru m.o. um-
bod fyri fakfelagsrørsluna,
arbeidsgevararnar og År-
beiðseftirlitið.
Fýra dagar eru avsettir til
ráðstevnuna, sum byrjaði
mikumorgunin. Í dag sita
tey umleið hundrað um-
boðini og tosa um flaka-
virkið Nyk á Toftum.
Í tvey ár hava Arbeiðs-
eftirlitið og Arbeiðsmedi-
sinska deildin gjørt kann-
ingar inni á Nyki. Kann-
ingarnar eru eitt lið í
granskingarætlan, sum nú
er til viðgerðar í Reykja-
vík.
Kanningin fevnir um
likamlig og sálarlig árin av
at arbeida å einum flaka-
virki, og hvussu hetta
arbeidi åvirkar gerdandis-
dagin hjá hesum fólkum.
A Nyki hava tey gjørt mát-
ingar av hitaviðurskiftum,
kannað, hvussu gjóstur
darvar arbeiðinum, og ikki
minst av óljóði. Í kann-
ingini eru einar 20 kvinn-
ur, sum fjúrtanda hvønn
dag hava útfylt eitt spur-
narblað.
Viðvíkjandi óljóðsmát-
ingunum hava royndir ver-
ið gjørdar í reinskerihøll-
ini, fyri at vita hvaðani
óljóðið kemur, og hvat
kann gerast fyri at bóta um
viðurskiftini.
Síða 3
Kanningin er nú liðug,
og fer Hanna á Reyna-
túgvu, ergoterapeutur á
Arbeidseftirlitinum, í dag
at leggja kanningarúrslitið
fram.
Nógv eftir at læra
Millum føroysku umboð-
ini á rådstevnuni er Inge-
borg Vinther, forkvinna í
Føroya Arbeiðarafelag. Vit
høvdu hana í telefonini í
gjár seinrapartin.
Hon sigur, at tað tey við-
gjørdu fyrsta dagin á ráð-
stevnuni, var at gera eina
niðurstøðu um hvgrji fram-
stig innan umhvørvi á
flakavirkjum er hend síð-
ani seinastu rådstevnu.
-Nakað er hent, -tíbetur,
men enn hava vit sera
nógv at læra. Á nøkrum
gkjum eru vit eftirbátur,
sigur Ingeborg Vinther,
men hon fegnast um tær
kanningar, sum gjørdar eru
á Nyki, og at eitt føroysk
flakavirki verður nýtt sum
fyrimynd fyri norðurlond.
Hon heldur annars ráð-
stevnuna vera áhugaverda,
men heldur tað vera spell,
at ikki fleiri flakafólk eru
við.
Góðar royndir av
felagsakordum
Trupulleikarnir innan
flakavirkini í teimum ymsu
norðurlondunum eru ógvu-
liga líkir, heldur Ingeborg
Vinther, men ógvuliga
misjavnt er hvussu langt
ella stutt er komið, tá tað
snýr seg um arbeiðsum-
hvørvi á hesum virkjum.
Hon sigur, at nógv hevur
verið talað um upplæring
innan fiskiidnadin, og her
eru vit ógvuliga langt
aftanfyri hini. Í hesum
sambandi skuldu nøkur av
føroysku umboðunum tosa
við ymisk islendsk feløg
um hendan spurning.
Eitt annað mál, sum
eisini hevur verið nógv
umrøtt á rådstevnuni, eru
lønarskipanir.
Ingeborg Vinther sigur,
at norðmenn hava góðar
royndir av felagsakordum
til fólk í fiskivinnuidnad-
inum. Sagt verður, at
hendan skipan gevur
hvørjum einstøkum stórri
ábyrgd, og meira kemur
burturúr.
Rådstevnan um arbeiðs-
umhvørvi innan fiskiidnad
in endar i kvøld, og før-
oysku umboðini koma
heimaftur leygardagin.
tor.-
vanlukkan er
hend. men ikki minni fyr
at fyribyrgja tilikum, og
annars at bøta um
arbeidsumhvørvid i sini
heild. Mynd: Kalmar
pr 2 .% ; På
Nýggja reingerðingsskipanin vid Fuglafjarðar Skúla
riggar væl. Mynd: Kalmar
Lægsta boð slapp at gera reint
Nýggja reingerðings-
skipanin riggar væl
Finnur Olsen, sum er skúlatænari við Fuglafjarðar
skúla er ikki fegin um skrivingina og illgitingarnar
um reingerðina á skúlanum, sum hevur verið
seinastu tíðina.
Oyggjatíðindi hava skrivað um Fuglafjarðar
Kommunu, sum, sambært blaðið, ikki hevur reina
samvitsku. Haraftrat hevur blaðið drigið ávís
familjuvidurskifti uppí málið.
Fuglafjarðar Kommuna, sum áður hevur latið
reingarðararbeiði gjørt fyri timaløn, beyð hetta
arbeiði út herfyri. Nøkur tilboð komu inn, og
sambært Oyggjatíðindum fekk Sofus Baldvinsson
arbeiði, hóast tilboðið hjá skúlatænaranum, Finni
Olsen, lá lægri.
Finnur Olsen sigur, at tað hevur ongantíð verið
upp á tal hjá sær at lata kommununi nakað tilboð
upp á reingerðingsarbeiðið, og tað gjørdi hann
heldur ikki.
-Ein partur av mínum arbeiði hevur verið at hava
umsjón við reingerðingsarbeiðinum og umsitið ta
konto, sum var avsett til endamálið. Reingerðings-
arbeiðið hevur verið gjørt fyri timaløn, og í hesum
sparitíðum hevur hetta verið ein trupul uppgáva,
bæði fyri meg og bygdarráðið, og tí eigur bygdar-
ráðið ikki at fáa nakra ábreiðslu fyri at royna eina
aðra skipan, sigur Finnur Olsen
Hann sigur, at Sofus Baldvinsson var ein teirra,
sum bjóðaði upp á arbeiði, og var hansara tilboð
lægst, og hann fekk ti arbeiðið. Tilboð hansara var
enntá nakað lægri enn kommunan hevði avsett fyri í
Finnur Olsen leggur aftrat, at hann er sjálvur fegin
um um at vera loystur frá hesi ábyrgd, ti hann hevur
ivaleyst við at vera umsjónarmaður.
tor.-