fríggjadagur 27. september 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Landsstýrið vil keypa
fyrisitingarhús í Klaksvík
Skilagott
húsakeyn
-sigur landsstýrið. -Man talan
vera um at fjálga onkran
partamann, spyrja aðrir ting-
menn sum halda, at tað átti at
staðið øllum klaksvikingum í
boði at bjóða fram hús til ta
almenna
Landsstýrið er sinnað at
keypa húsini hjá Jákupi Eli
Steffensen í Klaksvík, sum
landsstýrið hevur leigað
partar av seinastu fimm
árini. Í húsunum heldur
Líningarráðið og Vaktar
og Bjargingartænastan til í.
Nú hevur eigarin uppsagt
leigumálið, tí hann er
ónggdur við leiguprísin.
Landsstýrið sigur, at
Líkningarráðið veit sær
onga aðrastaðni at fara, og
haraftrat kostar tað nógv,
at flyta teknisku útgerðina
hjá ráðnum úr húsinum.
Í samband við møguligu
momsskipanina hevur
verið talað um at leggja
toll- og skattadeildir sam-
an. Sum er eru hølisvid-
urskiftini hjá Tollstovuni í
Klaksvík vánalig, og tí
hevur verið upp á tal, at
flyta Tollstovuna inn í
húsini hjá Jákupi Eli Steff-
ensen .
Flytur eisini Tollstovan
inn í husini, skal lands-
stýrið rinda 400.000 krón-
ur í árligari leigu. Húsini
eru í timum hæddum, sum
hvør er 220 fermetrar.
Tingast hevur verið um
prísin, og eru partarnir
komnir ásamt um fýra
milliónir. Hetta heldur
landsstýrið vera rímiligt -
eisini í mun til tað lands-
stýrið annars skal rinda í
leigu.
Fjálga um politisk
partafólk
Tingmenn nýttu nógva
tíð at viðgera hetta upp-
skot.
Finnbogi Ísakson helt
fyri, at tað tóktist at vera
eitt prinsipp hjá landsstýri-
num at keypa umsitingar-
hús á tann hátt, at keypari
og seljari komu ásamt um
prisin, uttan at bjóða tørvin
út Tingmaðurin helt, at
hetta minti ikki sért um
eitt ávíst húsakeyp í Havn.
At hann sipaði til SEV-
bygningin var eingin í iva
um. Tingmaður tjóðveldis-
floksins mælti til, at lands-
stýrið gjørdi eina heildar-
ætlan yvir tørvin á um-
sitingarhølum so ein og
hvør hevur møguleikan at
bjóða hús fram. Hann helt,
at mannagongdin hjá
landsstýrinum kundi geva
orsøk til illgitingar um at
landsstyrid helst vildi
keypa hus frå politiskum
Nr. 178 — 27. september 7997
partafólkum.
Endurtakið .kki SEV-
keynið
Edmund Joensen mælti
tinginum til at senda málið
aftur í landsstýrið soleiðis
at almenn licitatión kundi
fara fram, við møguleika
bæði fyri keypi og leigu.
Hann segði, at vit hava
áður upplivað greflig dómi
um húsakeyp, so sum
SEV-keypið, og tað helt
hann ikki skuldi endur-
takast.
Hvønn politiskan flokk
Jákup Eli Steffensen velur,
hevði hvat skiltist, stóran
áhuga millum tingmenn.
Onkur helt, at hann helst
var fólkafloksmaður, og
fekk tí framihjårætt at
sleppa av við húsini.
Annar helt myguleika vera
fyri, at hann valdi hvørgan
av landsstýrisflokkunum,
og var tí trýstur til at selja
fyri ein ov lágan prís. Men
so vóru eisini aðrir ting-
menn sum hildu, at sum
onnur hevur eisini Jákup
Eli Steffensen ivaleyst
verið einsamallur tá hann
setti sín kross, og tí var ilt
at prógva hvar hesin varð
settur.
Ikki partapolitiskt
Atli Dam, løgmaður
segði, at hann kendi hvorki
mannin ella húsini, og visti
einki um, at málið var
partapolitiskt á nakran
hátt. Hann helt, at á papp-
írinum sá húsakeypið
rímiligt út. Hann legði
mm ————|————m—=—8——8—$—D
Tingmenn nýttu
hálvanannan tíma at
tosa um eitt møguligt
húsakeyp í Klaksvík, og
ikki minni um hvønn
politiskan lit, seljarin
man hava.
Mynd: Kalmar
aftrat, at landsstýrið hevði
allan rættin til sjálvt at
keypa húsini uttan at málið
fyrst varð lagt fyri tingið.
At landsstýrið kortini legði
málið fyri tingið var júst
fyri at sleppa undan ill-
gitingum, segði løgmaður.
Hetta tingmál, sum var
tað einasta, tingid hevði til
viðgerðar mikudagin, varð
eftir drúgva viðgerð beint í
Fíggjarnevndina.
tór.-
Eykaaðalfundur
— Landsfundur —
Kristiligi Fólkaflokkurin Føroya Fram-
burðs- og Fiskivinnuflokkur hevur eyka-
aðalfund/landsfund á
Hotel Borg
leygardagin 28. sept. 1991, kl. 10.00
Skrá:
1. Stødan í flokkinum og virksemið
framyvir
2. Norðurlendskt samstarv og lima-
skapur í europeiska felagsskapinum
hjá kristnu demokratunum í Europa.
3. Ymist
Starvs- og landsnevndin
Ráðgeving
er í Kvinnuhúsinum hvønn hósdag kl. 19—21.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1,
Tórshavn, afholdes
Torsdag den 24. oktober 1991 kl. 11.10
tvangsauktion (AS 350/91) over matr.
nr. 122 Glyvrar, tilhørende Johan Han-
sen.
Auktionen er begæret af advokat Petur
Even Djurhuus Advokatfelagið 100
Tórshavn tlf. 1.1260 på vegne en pant-
og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus, det
bebyggede areal er 101,76 m? i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale med
ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 25.09.97
Alex Elisiussen
dfm.
Røktar- og umlættingarheimið
sjukrasystir
at avloysa í barnsburðarfarloyvi i tidini
frå 14. oktober 1991 og i 24 vikur tilsam-
ans.
Arbeiðstíðin er 56 tímar aðru hverja viku
í kvøldvakt.
Áhugaðir umsøkjarar kunnu fáa meira
at vita um starvið við at ringja tlf.
1.6788.
Umsókn og avrit av prógvum og møgu-
lig viðmæli skulu sendast leiðaranum á
Lágargarði
Stoffalág 84
Box 1188 - 110 Tórshavn