Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eingin lofting JAVNAÐARFLOKKURIN var tann, sum legði lunnar undir nýggju vinnuna í Føroyum — alivinnuna. Hetta varð gjørt tí vit trongdu hart til vinnulig al- ternativ og alt bendi á, at ali- vinnan í so máta var ein vinna, ið verd var at fáa í gongd. Roynt var við ymisk- um tiltøkum at fáa gongd á alingina og gongd kom eisini á. Alingin mentist við stórari ferð, men ikki var ansað nóg væl eftir umhvørvi og heilsu- frødiligu vidurskiftunum. Hetta mugu vit nå bøta dyrt fyri. MEN alingin er eisini viðbrek- in vinna. Hon hevur sjånligar veikleikar. Hon er eitt nu kapitalkrevjandi og lítið skal til at broyta javnvågina. Små- ar broytingar i heilsufrødiligu umstødunum, náttúruni ella á Jústínus Eidesgaard marknaðinum kunnu fáa skaðiligar fylgjur fyri ta ein- støku alifyritøkuna. Fleiri fyri- tøkur eru longu farnar undir hamaran og aðrar eru á leið móti somu lagnu. AV hesum umstødum eru i heilum sett fram krøv um, at landið skal fara inn i alivinn- una við trygdarnetinum. Hetta kravið var frammi undir undanfarnu samgongu. Tá helt Tjóðveldisflokkurin tørn og var hetta nakað av tí skila- besta hesin flokkur hevur gjørt leingi. Alt bendir á, at trýst nú verður sett á aftur og spurningurin er so hverja støðu Javnaðarflokkurin skal taka. Higartil hevur flokkurin havt ta stóðu, at nóg mikið var við, at alarar verða hjálptir í gongd við lánum frá almenn- um grunnum. Í aðrar mátar eigur henda vinna at verða verandi leys av landskassan- Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgevari: P/ Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: Pit Pressan 1981 um. SPORINI frå fiskivinnuni eru rædandi. Bankar og reidarar dugdu sær ikki hógv, men runnu undan ábyrgdini. Tað er tí ikki logið, at Javnaðar- flokkurin er sera ivasamur, hvort tað er rætt, at tað al- menna á nakran hátt fer inn í alivinnuna at stuðla til rakst- ur. Loysunarorðið hjá øllum nú tykist at vera fríar markn- aðarkreftir. Javnaðarflokkur- in hevur ikki vald til at broyta hesi viðurskifti. Fríar markn- aðarkreftir merkja, at vinnan má klára seg sjálv. Tað, sum ikki kann standa, má falla og bankarnir noyðast nú at taka ta ábyrgd, sum summir vilja skúgva yvir á landskassan. Tað tykist, so lagið tað ljóðar, sum um teir, sum mest rópa upp um júst fríar marknaðar- kreftir, ikki eru menn at taka fylgjurnar av eini fríari markn- = Telefon: Postadresss: Postsmoge 76 110 Tórshavn 14720 Telefax: aðarskipan. Ella teir hugsa sum so: »Tær vanlukkur, sum altíð fylgja av eini púra fríari marknaðarskipan, skulu helst raka hinar, ikki meg!« VIT hava í meira enn hálva øld mælt til eina skilagóða blanding av marknaðarbú- skapi og planbúskapi og ávar- að móti heilt at sleppa markn- aðarkreftunum fríum. Vit hava mint á, at hetta at sleppa hesum marknaðar- kreftunum heilt leysum, er sum at sleppa einum vargi úr bandi. Men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás og tí må nú svíða sum svøllur. Nú er av góðum grundum ov seint at koma alivinnuni til hjálpar og tí verður eingin lofting. mm sosigaley 7 Friu Føroyar og reyp Friu Føroyar skriva um góðsking og hava við- merking til skrivingina í Sosialinum í seinastuni um hetta málið. Blaðið LY El-trukkar 1-4 tons Diesel trukkar El-ståplarar Lyftivognar Utgerð, eykalutir og tænasta „Kaj Andreasen | Akranesgeta 5 Tif. 15600 | Atias Copco Kompressarar Borivognar Borimaskinur Brexkarar Borir Meitiar Slangur 0.3. Eykalutir og tænasta >. Kaj Andreasen í Q D 8 hr RS - > skrivar: »Tad er kanska einki nytt ella óvanligt i ti, at samgongufolk stundum låta betur at, enn rætt- vordid er. Hetta er til at stimbra minkandi álitið, ikki einans á politikk samgongunnar sjálva, heldur á skipanina og á búskaparligu og polit- isku mannagongdina í síni heild. Soleiðis skal reypið á forsíðu | SOSIALSINS fyrr í vikuni helst skilj- ast. Fyrstagrein blað- sins fyrradagin visti at siga lesarum sínum frá fundi í Suðurstreymoyar Javnaðarfelagi, at útlit vóru fyri miklum vøkstri á arbeiðsplássum heilt skjótt. Hesi gleðiboð í eini annars daprari tíð vórðu grundað á væl eydnaðar royndir, sum fiskavirkið Bacalao í Havn hevur gjørt í sambandi við áleiðis góðsking av fiski. Neunt verður, at »tad kom fram« á fundinum, at Bacalao í fjør flutti út fyri 100 miljónir krónur, og at útlit vóru fyri eini øking til 250 miljónir næsta ár. >Tvífalt virði úr somu nøgd!« — Tað er at siga, LS MW N at burtur úr somu nøgd av fiski kann fáast tvr- falt virði sum tað, ið higar til er fingið. Men hví í guds garði hava menn ikki áður funnið fram til hesa eyðsýnligu loysn á ellum trupulleik- um landsins? — Sokall- aðir vinnulivsmenn og politisku klæðseks- dreingir teirra? Og straks kunnger landsstýrismaðurin Í vinnukvsmálum, úrmæl- ingurin Tummas Arabo, at hetta týðir 60 til 100 prosent fleiri arbeiðs- pláss innan fiskidnaðin. Vit á FRÍU FOROYUM kunnu ein- ans siga: gævi, tað varð so! — Men so sum staðan er, loyva vit okk- um at mæla til spakferi og hógu, tá ið rett verður um framtíðarvánir fiski- vinnunnar. TY í fyrsta lagi er ivasamt um nøkur bráðfeingis úrslit hjá einum tí størsta og peningasterkasta virkin- um í landinum kunnu nýtast sum ábending um gongdina í síni heild. Og í ødrum lagi må hin fjøl- tåttada studulsskipanin og krøv marknaðarins havast í huga. So statt noyðast vit at v spyrja, um ikki nidur- stødur stjørnarbladsins mest bera dåm av at vera óhóskiligt reyp — helst ætlad at kåma veruleikan. a Útleigu- amboð Cobra motor- borimaskinur Kompressarar Borihamarar Brekkarar Borir/meitlar Vibratorar Hátrýstreinsarar =. Kaj Andreasen Akranesgøta 5 " Tlf. 15600 , 4 Nú leikar hart á Ikki eiti á sum fólka- floksmenn eru vorðnir ídnir við penninum hesa seinastu tíðina. Síðani Dagblaðið »skifti« leiðslu hevur blaðið eisini fingið nýtt andlit úteftir. Tingmenn skiftast at skriva oddagreinir, og alt oftari eru odda- greinarnar í blaðnum eisini forsíðustoff. Sum eitt nú í gjár, tá Svend Áge Ellefsen kemur við eini toru- talu og hesaferð, ja mín sann, eisini til innihalds eru hendar broytingar. Nú eru tað bráddliga bankarnir, sum eru hevuðsfígg- indar fólkafloksins. Við stórari yvirskrift á forsíðu stendur, at bankarnir boykotta Hjartað politisku royndirnar. Margháttlig skriving og vend má sigast, tí higartil hevur javnað- arflokkurin verið lagd- ur undir at vera úti eftir bankunum, bara hann loyvdi sær at vera kritiskur mót- vegis teirra disposi- tiónum. Nú tað passar inn í krammið hjá Svend Ága Ellefsen á Co. at venda kanónini móti bankunum, so er tað í lagi. Tá aðrir gera hetta, verður tað av somu monnum út- lagt sum forfylging og undirgraving av bank- unum. Var tað nakar sum segði opportun- isma! Tað næsta verður helst, at somu menn fara at leggja eftir Føroya Fiskasølu ella! Eitt hjarta bankar dag og nått, tað steðgar ei eitt bil. Tað er so trúfast, hjartað, tað vil, tað vil, tað vil. Tað bankar trútt, og ofta eg undrist, lýði á. Og spyrji eg, so svarar tað: Eg má, eg má, eg má. úr donskum