Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 179 — 28. september 1991 Guttorm Djurhuus og Jákup Joensen umborð á nýggja bátinum. Mynd: Kalmar Marineplast í útlandinum Hevur fingið bileggingar Marineplast sýndi ein nýggjan bát fram á fiskivinnustevnuni, Vigo í Spania Básurin hjá Marineplast á fiskivinnuframsýningini, Vigo í Spania var sera væl vitjaður og bátasmiðjan hevur fingið bíleggingar. --Hóast vit hava fingið bíleggingar, eitt nú úr Angola, so er ein handil ikki ein handil fyrr enn vit hava fingið pengarnar. Men møguleikamnir aftaná hesa framsýningina eru betri hjá okkum, enn teir vóru áðrenn, sigur Gutt- orm Djurhuus, stjóri á Marineplast í Kalbak. -Serliga stérur var åhugin fyri båtinum i menningarlondunum. Eitt nú í Suduramerika. Men eisini var áhugi í íd- naðarlondunum, sigur Guttorm Djurhuus. --Vit skuldu havt møguleika at selt bátar í Spania. Eitt nú høvdu útróðrarmenn á Mallorca stóran áhuga. Í Spania eru somu reglur galdandi sum í Føroyum, skal tú hava eitt nýtt far inn í flotan, so skal sama tonsatal út, sigur Guttorm Djurhuus. A framsýningini vórðu tey latínsku londini sera væl umboðaði. Og . tað eru tey altíð tå framsýning er í Spania. Umboð úr nógvum fyrrverandi hjálondum hjá Spania og Portugál vóru á stevnuni. vóru einir Ur Føroyum 10 manns å Íramsýningini. Báturin sum Marine- plast sýndi fram er væl ulg jørdt Ir. I oysk: ar snel sokallað lann hevur før- lur og er ein pakkaloysn. Hann er klårur til fiski- skap. jústinus Svend Thulesen, stjóri Síða 3 P/F J.F. Kjølbro Olaf Olsen onki starvsheiti hjå okkum --Tað er beinleiðis lygn sum Norðlýsið skrivar, at Føroya Banki hevur sett nýggjan stjóra hjá okkum. Olaf Olsen kemur ikki at taka tær neyðugu avgerðirnar hjá Kjólbro, sigur hann Í gjár fylti Svend Thule- sen 63 ár. Og hann gjørdist sera bilsin yvir fødingardagsheilsanina hann fekk frå lokal- blaðnum fyri Norðoyggj- ar, Norðlýsið. Norðlýsið ber stór- tíðindini um, at Svend Thulesen í dag, bert reint formelt, er stóri. Men at tað nú er Olaf Olsen, sum nevndarlimur í Føroya Banka, sum tekur allar avgerdir. Stutt sagt, P/F J.F. Kjølbro er sett undir administratión av Føroya Banka. --Tað einasta sum er satt í greinini er, at John Høj hevur sagt seg úr starvi. Hann hevur starvast 44 ár hjá okkum, og ynskti at lata yngri kreftir koma til. John er 62 ára gamal. sigur Svend Thulesen. -Eg havi kent Olaf Olsen seinastu 20 árini og í vár havi eg biðið hann sum ráðgeva, konsulent, kannað um vit fáa nóg mikið burturúr á Kósa- virkinum og hjá skip- unum. Hetta hevur einki við Føroya Banka at gera Stjóraskifti --Eitt generatiónsskifti í leiðsluni hjá Kjølbro verður um ikki so langa tíð. Men hetta er ikki eftir boðum frá Føroya Banka. Sjálvur fylli eg 63 í dag og eg havi ikki ætlanir um at verða borin av skrivstovuni av elli, sigur Svend Thulesen. --Fyri trimum árum sidan gjørdu vit broytingar i bygnadinum i fyritøkuni. Millum annad vórðu tær ymisku deildirnar skipaðar í sjålvstødug feløg. I dag hava vit litid aftur um bak og gjørt status yvir um broytingarnar i bygnadinum hava riggad. Og vit- arbeiða við nýggjum broytingum, sigur Svend Thulesen. Í Kjølbro fyritøkurnar eru ikki settar undir administ- ratión. Og Thulesen er ikki settur uttanfyri dyrnar Fyribils stjóri Ein av broytingunum er, at P/F Kósavirkið og P/F Kósaskip fáa ein felagsstjóra. At eg eftir 1. oktober, tá John Hgj hevur lagt frá sær, siti sum stjóri á Kósavirk- inum er bert fyribils. Eg eri nevndarformaður í P/F Kósavirkinum og ul lýst er eftir einum nýggjum stjóra og hann er settur sitið eg sum stjóri. Tað er als ikki talan um at leggja Kósavirkið og Kósaskip saman. --Vit eru eisini í ferð við at gera eina ætlan, har yngri krefur skulu sleppa framat í leiðsluni. Vit koma fram við einum uppleggi um tvær vikur um hetta, sigur Svend Thulesen. -Eg haldi, at tað er ógvuliga hugstoytt, at okkara lokalblað kemur við so niðursetandi stór- tíðindum um okkum, utt- an so mikið sum at ómaka sær at seta seg í samband við okkum ella Føroya Banka, áðrenn greinin varð prentað, sigur Svend Thulesen. jústinus "Hatta er ein skrena" Hans Jørgen Laursen, forstjóri i Føroya Banka sigur, at tidindini i Nordloysinum um at fyritøkurnar hjå Kjølbro eru settar undir adminis- tratión eru fullkomiliga buriurvid. -Det er 100 prosent en skrøne, som intet har med virkeligheden at gøre, sigur Hans Jørgen Laursen. Hann sigur, at Før- oya Banki er ikki komin vid nøkrum harrabodum um broytingar i leidsluna i feløgunum hjå Kjølbro. jústinus