Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 liðugur "Betur er ein bøtandi hond, enn ein spillandi tunga" sigur orðatakið og arbeiðsfólkið hjá lands- verkfrødinginum ger nógv burturúr at fríðka um fram við teim vegum teir gera. I løtuni verður arbeitt við at gera seinasta strekkið av vegnum frá Syðradali og ul Velbastað liðugt. Tá vegurin skuldi gerast niðan á Foss- dalsleitið manglaði lands- verkfrødingurin grót. Ti var eitt grótbrot gjørt í Fossdali. --Vit vórðu ikki serliga fegnir um hetta, tí grót- brotið misprýddi tað sera vøkru náttúruna í dalinum. Men nú hava vit roynt bøta um skadan. Har grótbrotið var er nú ein låg og vit hava sett vakrar Fríðka fram vid vegnum Vegurin til til Syðradals á Streymoynni verður gjórdur steinar upp, sigur Vilj- ormur Patursson, vegafor- maður hjá landsverk- frødinginum. Fyrst í åttatiårunum var koyrandi til Syðradals. Nústaðni verður vegurin gjørdur heilt liðugur. --Fyrst í sjeytiárunum gjørdu velbastaðmenn ein uppdyrkingarveg norður í Fossdal. Tað er hendan vegin, sum vit nú gera umaftur. Gamli vegurin lýkur ikki treytirnar fyri einum koyrivegi í dag og vit hava tikið meginpartin av honum uppaftur. Nú verður vegurin gjørdur niðri á føstum, sigur Vilj- ormur Patursson. Vegurin er asfalteraður frá Syðradali og suður í Fossdal. --Nógv hava hildið, at tað er býtt at byrja at asfaltera í Syðradali heldur enn frá Velbastað. Men ein ávísur taktikkur liggur í hesum tí nú eru vit noyddir at gera hann lid- nan, sigur Viljormur Pat- ursson. jústinus Svend Aage vil hava allan fiskin á uppbodssøluna Bankar og reiðarar fremja mótkollvelting Ellefsen, Svend Aage landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, tekur undir við sjónarmiðnum, at allur fiskur, sum fær almennan stuðul, eisini skal vera atkomuligur fyri øll. Í Dagblaðnum í gjár skrivar fólkafloksmaðurin grein um 'måtkollvelting- ina', sum bankar og reið- arar fyri ein part hava framt og eru í holt við at gjøgnum føra. Við hesum sipar hann til, at í teimum førum, har virki eru farin å húsagang, so eru skip og virki vorðin tengd at hvørjum ødrum, tá virkið hevur latið upp aftur. Hetta er stórt afturstig fyri friu kappingina og harvið fyri samfelagið alt, skrivar Svend Aage m.a. Í samrødu vísir fólka- floksmaðurin á, at avtalað er Í samgonguni, at minst 30 prosent skulu ígjógnum uppbodssøluna. - Í minari verð er hetta bert eitt stig á leiðini. Men endamálið skal vera, at al; skal bjóðast út á fríari solu. so vit sleppa undan pris- um, ið eru avtalaðir í for- hond, sigur Svend Aage. ówh - Tá bankar og reiðarar ikki sjálvboðnir vilja virka á fría marknaðinum við fiski, so má lóggevast til frama fyri hesum, sigur Svend Aage Ellefs2; Nr. 179 — 28. september 1997 Viljormur Patursson stendur fyri arbeidinum å Syðradalsvegnum. Mynd: Kalmar