Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-09-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 179 — 28. september 1991 Ternu-manningin RN S0Slalurin Strandferðslustjóri sintur um ákærur ímóti »Ternuni« er væl útbúgvin - Menninir umborð á >Ternuni< duga ikki at bera seg rætt at, um eldur kemur í, tí bert “onkur av teimum' hevur verið á roykkavaraskeiði. Soleiðis skrivaði Dimmalætting í fyrra- dagin. Páll Heinesen, starvs- fólkastjóri á strandferðsl- uni, er í ødini um hesa skriving. Missa álitið - Tað endar við, at eingin torir at sigla við Ternuni, sum í týsdagsdimmuni varð rópt “ein deyðsfella', sigur Páll Heinesen. Starvsfólkastjórin sigur, at upplýsingarnar sum Dimmalætting ber, eru heilt burturvið. Strand- ferðslan hevur síðani september í fjør havt fimm skeið norðuri við Áir, sum hava snúð seg um eldsbruna. 60 mans hava verið á nesum skeiðum. Orsakað av aldri og heilsu eru tað nakrir heilt fáir, sum ikki hava verið ígjógnum praktisku royndirnar, men teir hava tikið bókliga partin. Ternan væl fyri - Teir allarflestu, sum sigla við Ternuni hava verið á skeiðunum, sigur Páll Heinesen. - Tríggir á hvgrjari av teimum vaktunum hava fulla útbúgving sum royk- kavarar, og mánamorg- unin høvdu fýra av teim- um seks umborð fulla roykkavaraútbúgving, sigur Páll Heinesen. Hann sigur, at á skriv- ingini í Dimmalætting kann skiljast, at fólk ikki altíð er í maskinrúminum, og at tað tí verður sum á ber, um manningin varn- ast møguligan eldsbruna harniðri. Altíð stand by - Hetta er heilt burturvið í mun til veruleikan. Annar meistarin var í maskin- rúminum og varnaðist beinanvegin ljósfráboð- anina, og hin var á brúnni og fekk boð beinanvegin, sigur Páll Heinesen, ið leggur eina við, at talan var um lítlan eldsbruna, sum manningin hevði tamarhald á frá fyrst til sidst. - Yvirhøvir royna vit at hava útbúna fólkið so javnt býtt út á skipini, og hartil eru øll neyðug útgerð umborð á skip- unum, sum sjálvandi eru undir eftirlitið, sigur Páll Heinesen, ið leggur afirat, at síðsta orðið er ikki sagt í hesum málinum. ówh Studningstrætan í Tinganesi Í seinasta lagi 20. sept- ember skuldu upphædd- irnar í kilostudninginum verið lýstur. Tað er hann ikki enn, tí politisk ósemja millum samgonguflokk- arnar hevur forðað fyri hesum. - Ósemjan í samgonguni um studningin til fiski- vinnuna verður loyst um vikuskiftið, sigur Tummas Undulatur ynskist til keyps. Tlf. 11820, lokal 17 Arabo. Strekkir ikki til So bjartskygdur var Tummas Arabo, tå vit hittu hann å måli i gjår. So lítið er eftir av jått- anini til prisiskoyti og manningarstudning, at tey mugu setast niður yvir ein kamb við umleið einum tridingi komandi skeið, t.e. til 1. apríl. Hetta eru samgongu- flokkarnir samdir um, men spurningurin um studn- ingin í framtíðini er vorðin heftur upp í málið. Spurn- ingurin er, hvør skipan skal verða galdandi á øk- inum frá 1. januar. Bytast javnt ella...? Fólkaflokkurin hellir til sjónarmiðið, sum Oddfríð- Verður loyst ur Gregersen hevur borið fram her í blaðnum. T.v.s., at ávís upphædd skal setast fyri kilo á hvort fiskaslagið sær. Síðani mugu felggini, ið umboða teir ymisku manningarbólkarnar sam- ráða seg til, hvussu stóran part, hvør skal hava. Í hesum liggur vandi fyri, at studningurin verður misjavnt býttur. Og tað vil Javnaðarflokkurin ikki ganga við til. Hansara sjónarmið er, at øll mann- ingin skal hava eins stóran Sinnisbati part av hvgrji studnings- krónu, sama um hann er yvirmaður ella dekkari. Einki problem - Hatta er einki problem. Vit koma til eina loysn, og so verður uppskot lagt fyri tingid mánadagin, sigur Tummas Arabo, ið er í samráðingarbólkinum saman við Atla Dam, John Petersen og Svend Aage Ellefsen. ówh Frítíðarhelið í Krossgøtu 15 er opið mikukvøld kl. 19—22. -z. Síða 5 Allir fiskimenn eiga at fáa eins stóran part av studn- inginum, sama um teir eru yvirmenn ella dekkarar, sigur Javnaðarflokkurin. Fólkaflokkurin heldur, at fiskimenn sjálvir eiga at samráða seg til, hvussu býtið skal vera. Føroya Fiskimannafelag heldur líuð um sitandi landsstyrissamgongu, tå tad kemur til fiskivinnu- mål. Í brævi til landsstýrið í gjár, sigur felagið, at ábyrgdin fyri, at studn- ingsjáttanin ikki røkkur árið út, liggur í Tinga- nesi, har tey snøgt sagt ikki duga at rokna. - Hetta kunnu fiski- menn ikki svíða fyri, sig- ur felagið. Føroya Fiskimanna- felag sigur, at tad er åtaluvert, at landsstyrid ikki heldur ta lógarásettu fyriskipan, sum sigur, at studningarnir skuldu ver- álvari ið lýstir í seinasta lagi 20. í hesum. - Uppaftur meira á- taluvert er tað, at partur av landsstýrinum nýtir tað tíðarneyð, sum lands- stýrið er í, at trýsta í- gjøgnum skerjinhgar i inntøkutrygdini hjå fiski- monnum skrivar felagid og leggur aftrat: - Hetta sigur nakad um tað manglandi álvarssemi í viðgerðini av hesum málum. Felagið heitir á lands- stýrið, um at finna aðrar útvegir enn at minka studningin við 30 pro- sentum. ówh