leygardagur 28. september 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Vilhelm Johannesen, tingmaður:
Heldur byrging
enn tunnil um
Vestmannasund
-Vit eiga at kanna møguleikan at gera byrging
við siglingarrennu um Vestmannasund, sum
eitt nú kann skapa møguleikar fyri fiskaaling í
Sundinum segði Vilhelm Johannesen undir við-
gerdini av fíggjarlógini herfyri. Um undirsjóv-
artunnilin segði hann:
Harra formaður!
Orðaskiftið um undir-
sjóvartunnil undir Vest-
mannasund spekir nú aft-
ur. Tað er ofta rætt at
gera nágreiniligar kann-
ingar áðrenn ein steða
verður tikin. Hesum taki
eg vanliga undir við. Men
í hesum spurninginum eri
eg sera ivasamur. Fyri tað
fyrsta er tað vorðið greitt,
at talan verður um eina
sera stóra ílegu, og fyri
tað næsta sýna royndir,
sum eru gjerdar í Noreg,
at talan eisini kann verða
um ovurhonds stórar
rakstrarútreiðslur.
Eitt er vanligi raskturin
av tunnlinum. Eitt annað
= eru rakstrarútreiðslur, ið
vilja standast av at halda
tunnilin tóman fyri sjógv,
og oman á alt hetta er tað
eisini eitt ivamál, um ver-
andi ferjusambandið um
Nr. 179 — 28. september 1991
sundið við hesum verður
spart burtur í fult mát. Og
eisini eiga vit at hugsa um
aðrar avleiðingar. Her
hugsi eg um hin væl
kenda feroyska kavabólt-
in, sum fer á rull. Um
lavinuna sum rullar og
ikki fær afturhald.
Bergholskavabólturin
fór á rull fyri 40 árum
síðani. Her hugsi eg um
tey vanligu bergholini og
teimum havi eg onki
ímóti. Vit minnast farma-
skipakavabóltin, sum á
sinni fór á rull. Vit minn-
ast eisini graslíkiskava-
bóltin osfr. Ja, eg kundi
eisini nevnt revagarðar-
nar og mong onnur dømi.
Skuldi tað hent, at vit við
góðum úrslitum fáa ein
undirsjóvartunnil, so
skulu vit gera okkum full-
komuliga greitt, at kava-
bólturin enn eina ferð rull-
ar í føroyska samfelag-
num. Tá sleppa vit ikki
vid at gera ein undir-
sjóvartunnil. Talan verður
um einar tríggjar, megu-
liga fýra, fimm ella fleiri.
Annars eri eg fullkomu-
liga samdur í tí, sum Olaf
Olsen, háttvirdi løgtings-
maður segði tá hann hevði
orðið í gjár og millum
annað umreddi spurning-
in um Vestmannasund.
Vilhelm Johannesen,
tingmaður: Kortanei
til undirsjóvartunnil,
men byrging eigur at
verða kannað
Vit eiga at kanna megu-
leikan fyri at gera byrging
við siglingarrennu um
Vestmannasund. Í hesum
sambandi eiga vit eisini at
kanna, um ein byrging
kann skapa møguleikar
fyri fiskaaling í Sundin-
um, og um talan kann
verða um elframleiðslu
burtur úr streyminum.
Um hetta letur seg gera,
kunnu vit fáa ferðasam-
band, alimeguleikar og
orkuframleiðslu burtur úr
somu ílegu. Mær tykir, at
tað eru fleiri og sterri per-
spektivir í hesum, enn í
einum kostnaðarmiklum
myrkum holi undir hav-
botninum, ið einans hevur
til endamáls at skapa eitt
ferðasamband.
maður í Havn á fundi í
arbeiðsmannafelagnum og
greiddi frá sínum ætlanum,
at seta á stovn eina fiska-
sólu, sum millum annað
skuldi góðska fisk ul
útflutnings. Hann hevði
verið á fundi hjá FDB -
donsku keypssamtøkuni -
og til tess at fara i gongd
fekk hann 1000 krónur i
láni frå arbeiðsmannafel-
agnum.
Partafelag varð stovnað,
og fleiri feløg settu pengar
í ultakid, sum koruni, av
ymiskum orsøkum, varð
av ongum.
Arbeiðsmannafelagið
- hevur síðani verið uppi í
mongum vinnylivsroynd
um Wiliam annað í rl
arakeypi. Beint eftir seinra
heimsbardaga var arbeids-
mannafelagið vid sum
stovnari av P/F Sælinga-
hellu sum hevði til upp-
gávu, at keypa trolara. Ar-
beiðsmannafelagið hevði
heldur ikki langa stund at
umráða seg í tá ráddi um at
seta partapening í Tórs-
havnar Skipasmiðju, eins í
so mangt annað vinnu-
skapandi í býnum. Spur-
ningurin um at savna
pengar at byggja eina
sleipdistød i Havn var
annars nevndur á einum
nevndarfundi í arbeiðs-
mannafelagnum longu
seks ár frammanundan.
Hevdi egna kolasslu
Havnar Arbeiðsnanna
felag he ss egna kol alu
frá seinri heimsbardagi
byrjaði og til miðskeiðis í
fimtiårunum.
Å Tvøroyri høvdu menn
stovnað Arbeiðsmanna
Kolavirki, sum høgdi kol í
Rangabotni. Føroyska kol-
ið var betri enn hitt enska,
og arbeiðsmannafelagið
hevði leingi havt ætlanir
um at seta á stovn eina
kolasglu. Farið varð til
Suðuroyar at samráðast, og
úrslitið varð, at Havnar
Arbeismannafelag fekk
einkarætt at selja hetta
kolið í Havn. Goymslan
var fyrst í kjallaranum í
Evensens pakkhúsi. Seinri
fóru teir at keypa kol frá
hvalbingum.
Stutt eftir, at kolasølan
varð stovnað, fór arbeiðs
mannafelagið cvan undu
klædnasglu, men hendan
seinra gekk ikki so væl.
Kolasølan helt fram til
arbeiðsmannafelagið í
1954 gjørdi av at siga hana
frá sær.
I øðrum parti av brotum
úr søgu Havnar Ar-
beiðsmannafelags, skal
verða sagt eitt sindur frá
hvønn politiska leiklut
arbeidsmannafelagid hevdi
i samband vid byrådsval.
Um viðurskifti millum
felagið og Javnaðarflokkin
og um sambandið við
donsku fakfelagsrørsluna.
Eisini skal verða greitt eitt
sindur frá, tá danski
forsætisráðharrin Stauning
vitjaði Havnar Arbeiðs-
mannafelag.
VEDRAKJØT
Íslendskt vedrakjøt verður at fáa um
hálvan okt. fyri kr. 37,-/kilo.
Krovini viga um 20—24 kilo.
Kjøtid verdur koyrt til dyrnar.
Eisini eru lundar at fåa fyri kr. 15,-/stk.
Suduroyar
Kjøtsøla
v/ Rudolf Tausen - Tlf. 73247 - 900 Vågur