leygardagur 28. september 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
“ -
Nr. 179 — 28. september 1991
B36-venjarin:
Royndirnar eru okkum
til fyrimunar
B36 venjarin heldur tað vera óheppið, at bestu leikararnir
skulu hugsa um stórar landsliðsuppgávur samstundis sum av-
gerandi landskappingardystirnir verða leiktir
— Tað ber ikki til hjá okk-
um at fara til Klaksvíkar
at spæla upp á javnleik.
Fyri tað fyrsta, so tykist
vera trupult hjá feroysk-
um liðum at megna slíkan
taktikk, og fyri tað næsta,
so eru vit ikki harrar yvir,
hvussu tað gongst VB á
Svangaskarði. Leika vit
javnt, og teir vinna, so eru
teir fyri seinasta leikum-
far álvarsom hóttan, tí
teir hava í seinasta leik-
umfari munandi lættari
uppgávu enn vit hava, sig-
ur Petur Simonsen, B36-
venjarin.
Hann metir uppgávuna
í Klaksvík vera ógvuliga
torfera, men ikki ómegu-
liga.
— Tað verður sagt og
skrivað nógv um, at B36
plagar at klára seg væl í
Klaksvík. Tað kunnu vit
ikki brúka til nakað í
morgin. Men tann veru-
leikin, at okkara leikarar
hava sterri royndir enn
KÍ-ararnir, og at B36-
menninir bæði í fjør og í
1988 hava verið við í
fremstu reð kann hava
týdning.
Royndinrnar gera sann-
líki sterri fyri stúttum ar-
beiði í slíkum nervadysti.
Hjá óroyndum monnum
kann tað fara meira hvønn
vegin. Gongur væl so
kann tað gerast ógvuliga
gott, men gongur minni
væl, so kann spælið dovna
rættuliga burtur, um ikki
royndir leikarar eru at
lyfta tað uppaftur. Roynd-
irnar gera, at tú betur
kennir tínar avmarkingar.
Og so skulu vit ikki
gloyma, at B36 ikki hevur
tapt á útivelli í ár, meðan
tríggir dystir eru taptir á
heimavelli. Í so máta er
tað eingin bági at leika í
Klaksvík í staðin fyri í
Kl-venjarin:
Gundadali.
Ov négv um oyruni
Petur Simonsen heldur
tað vera óheppið, at avger-
andi landskappingardyst-
irnir verða leiktir um
sama mundið sum lands-
liðið spælir.
— Leikararnir eru nógv
upphongdir, sannlíki fyri
skaðum økist, og tað
skuldi ikki undrað, at tað
gongur út yvir orkuna teir
leggja í. Bæði KÍ, B36,
VB og MB eru í slíkari
steðu, at landsliðsleikar-
arnir saman við sínum lið-
feløgum hevdu nógv at
hugsa um heima á landi,
tá teir leiktu mikukveldið.
Í altjóða dystum er sann-
líki stórt fyri skaðum, og
tað gongur aftur út yvir
feløgini.
B36 slapp í so máta
snikkaleyst í landsdystin-
um. Allir menn eru tekir,
eisini Jákup Símun
Simonsen, sum sat leik-
bannaður uttanfyri móti
NSÍ.
— Fyri summarsteðgin
hevdu vit nógvar menn
skaddar, men síðani hava
vit verið hepnir í so máta.
Bergur hevur drigist við
skaða, men annars hevur
talan bert verið um smá-
lutir, sum ikki hava forðað
monnunum í at spælt. Á tí
økinum er í hvussu so er
einki at bera í betuflaka
við, um FM heitið ikki
verður vunnið. Tað verður
fantastiska spennandi!
-nn-
Tad rætta
parkett-
gólvið
finnur
tú hjá
okkum
Fløgger máling
Tórshavn, Klaksvík,
Leirvik og Sørvågur
Óvist við trumfinum
Todi Jónsson meiddi knæið so illa í Landskrona, at tað er
ógvuliga óvist, um hann verður við. Tí kann verða neyðugt
sum so ofta fyrr Í ár, at broyta liðuppstillingina
Petur Mohr, Kl-venjarin,
kennir ikki til annað, enn
at neyðugt er at seta ein,
tveir og onkuntíð tríggjar
nýggjar menn á liðið í
mun til undanfarna dyst.
Dysturin í morgin verður
einki undantak í so máta:
Kurt var leikbannaður
seinast. Hann verður við
aftur. Harley var leik-
bannaður seinast og var í
fyrstu atløgu dømdur til
at verða leikbannaður i
morgin eisini. Kappingar-
nevndin fundaðist í meira
enn tveir tímar í gjár.
Klagan hjá KÍ varð við-
gjørd, og avgjørdi kapp-
ingarnevndin at halda
fast við leikbannið í tveir
dagar.
Todi skaddur
Todi Jónsson, leikarin
sum hevur skarað fram
um hinar á liðnum, ið hev-
ur verið eyðkent av kollek-
tiva arbeiðnum, er so
skaddur, at tað er ógvu-
liga évist, um hann verður
við.
— Tað var eitt sindur
inn í 2. hálvleik, at knæið
fekk ein smeit í saman-
bresti við Kim Vilfort. Eg
leikti víðari, men pínan
vaks, og so mátti eg fara
út. Samanstoyturin var
eitt hendigt óhapp, men
tað var bara so óheppið, at
smeiturin kom akkurát
har, eg fyri fáum vikum
síðani hevði ein annan
skaða.
Í gjáramorgunin stað-
festi læknin, at skaðin í
sær sjálvum ikki tykist so
álvarsligur, men umframt
blóðsavning, so kennist
eitt ella annað í knænum,
tíverri, sigur ein fáligur
Todi Jónsson, sum tískil
heldur ikki kundi meta til
avråddu venjingina í
Brendby.
— Sjálvur havi eg ong-
antíð tosað við Brendby.
Tað er landsliðsvenjarin,
sum hevur havt samband
við teir, og hann hevur av-
talað, at venjingin skal
vera eftir Jugoslavia-
dystin. Tá hava vit eisini
heystfrí úr skúlanum.
Tilvildin kann
avgera
Petur Mohr skuldi í sam-
bandi við venjingina í
gjárkveldið avgera, hvat
nú skal gerast. Góð tíðindi
eru, at Trúgvi Poulsen
hevur vant nú í 14 dagar,
men hann er neyvan í
venjing til 1. deildardyst
undir slíkum trýsti. Kurt
Merkere og Beinur Poul-
sen koma báðir heim úr
Danmark.
— Eg rokni við, at dyst-
urin verður avgjerdur við
smáum marginalum. Tað
kann væl vera, at onkur
tilvildin ger alt av. Sjálv-
adni fara vit at gera alt,
sum ber til, fyri at náa so
góðum endaúrsliti sum
meguligt, men tað skal
ikki vera nekur loyna, at
vit eru negdir og fegnir
um tað, vit hava nátt við
hesum liðnum, sum fram-
vegis ikki er komið í fulia
styrki.
13 til 43 ár. Í
dagligu
Ætlanin er innan stutta tíð at seta á
stovn ein bústovn aftrat við plássi til 5
fólk, sum verður ein partur av verandi
Bústovnurin er við í einari
heildarætlan fyri bú- og dagtilboð í Eyst-
uroynni, og tí má tann, ið settur verður,
duga at samstarva.
bústovni.
Tann, ið settur verður, skal hava peda-
gogiska útbúgving.
tlf. 1.4822.
Fyristgðufólk
Starvid sum fyristoðufólk á Bústovnin-
um við Rúnarvegin í Runavík, verður við
hesum lýst leyst at seta pr. 1.11.91.
Á Bústovninum búgva 5 fólk í aldrinum
løtuni
normeringin 7,75 størv
Arbeiðsuppgávurnar hjá fyristødufolk-
inum eru fyrst og fremst at standa fyri
pedagogisku /fyrisitingarligu
leiðsluni av bústovninum.
Løn sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og Føroya Pedagogfelag.
Umsóknarfreistin er 15.10.91.
Nærri fæst at vita á Andveikraverndini
Umsóknin verður at stíla til:
Aimannastovuna
Postboks 196 |
FR-110 Tórshavn
og sendast til:
Andveikraverndina
Postboks 2020
FR-165 Argjum
er starvsfólka-