leygardagur 28. september 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 179 — 28. september 1991
1. deild:
V E | ir
Fyri heiðursmerki og niður
flyting eru dystirnir á
Svangaskarði og Sevmýri
mest spennandi
Vágbingar fara norður á
Svangaskarð væl vitandi,
at B36 skal snáva í Klaks-
vík, um meguleiki skal
vera at fáa fyrsta FM-
heitið nakrantíð suður til
Vágs. Vinnur B36, eru teir
meistarar, og javnleikur
rekkur eisini langt. Men
vinnur KÍ, er VB við, um
teir vinna á Svangaskarði.
Men tað verður ikki
sum at siga tað. B68 berj-
ist fyri at sleppa undan
niðurflyting. Ein sigur
móti VB ber varðveiting
av sessinum í 1. deild í
sær, um MB ikki vinnur
nógv á Sevmýri.
— Tað er ikki verri fyri
okkum, at tað er eitt odda-
lið, sum kemur á vitjan.
Taka vit saman um tað, ið
er farið av kappingarárin-
um, so síggja vit, at móti
teimum trimum oddalið-
unum hava vit bert tapt
Gamli leikarin:
móti B36 í Gundadali. Vit
vunnu 1—0 í Vági,
greiddu javnleik í Klaks-
vík og javnleik móti B36
og KÍ á Svangaskarði.
Í hesum báðum seinast
nevndu dystunum kom
týðuliga til sjóndar, at
okkara hevuðstrupulleiki
er, at vit ikki megna at
umseta leikliga yvirvág í
mál. Báðar dystirnar hava
vit leikt góðan fótbólt,
sigur Jan Kazcynski, B68-
venjarin.
Miðverjarnir Eyåfinn
Olsen og Stanislaw sótu
leikbannadir uttanfyri i
Gøtu. Teir eru bådir tøkir
aftur. Jégvan Martin
Olsen hevur verið skaddur
fleiri umfør, men hann
kom inn seinastu løtuna i
Gøtu, og uttan iva verður
hann við frá fyrsta bríksli
í morgin.
VB hevur allar menn
tøkar, og B68 er vitandi
um teirra stóru styrki.
Ikki minst sást miku-
kveldið hverji venjing Jan
Allan Miller er í.
Mugu vinna
Miðvingar noyðast at
vinna á Tveroyri, um
plássið í deildini skal varð-
veitast til komandi ár. All-
ar kreftir verða tiknar upp
úr Danmark fyri at náa
neyðuga úrslitinum.
Fyri TB, sum hevur alt
fólkið tekt, kennist dyst-
urin ikki so týdningarmik-
il. Men teir taka uppgáv-
una í fullum álvara.
Getumenn fara við ful-
ari styrki til Sumbiar at
varðveita meguleikan at
spæla fyri heiðursmerkj-
um í síðsta umfarinum
móti KÍ.
Alla virðing fyri HB,
Altíð trupult móti B36
Men eg havi stórt álit á ungu evnaríku monnunum. Hogi
moralurin fer at bera teir langt, metir KÍ veteranurin
Jóannes Jacobsen.
— B36 hevur altíð verið
eitt tað torferasta mót-
steðuliðið hjá KÍ í Klaks-
vík. Eg minnist aftur á
nógvar dystir, tá vit
høvdu mest sum alt spæl-
ið, uttan at fáa mål
burturúr.
Tað er Jóannes Jacob-
sen, vit hava í telefonini.
Hann var við á tiltikna 66
liðnum hjá KÍ og gavst
ikki við 1. deildarfótbólti
fyrrenn seinnapartin av
sjeytiárunum. Hann
mundi vera millum teir
allarbestu, tá tað ráddi
um teknikk, spælskilið
var gott og ítróttarandin
var í topp.
Tá vit tosa um farnar
dagar, eru tað serliga tveir
dystir á heimavelli móti
B36, sum renna fram í
huganum, báðu ferðirnar
kring 1970. Aðru ferðina
varð trýst og trýst og
evarska lítla letu fyri leik-
lok eydnaðist Magnusi
Kjelnæs at fáa mál. Hina
ferðina bleiv brotsspark
dømt til KÍ, tá tað restaðu
fýra minuttir. Eingin
inni á vellinum vildi taka
uppgåvuna á seg, og so
var Steinbjern Jacobsen,
sum sat uttanfyri, skiftur
inn. Hann skoraði til 1—0,
og bæði stigini vóru bjarg-
að.
Liðavrik og Todi
— Gott samstarv millum
leikararnar, tað er lykla-
orðið fyri viðrákinum, KÍ
hevur havt í ár. Tú leggur
ikki merki til einsteku
leikararnar, men teir eru
tilsaman eitt gott lið. Mill-
um aðrar kunnu vit nevna
Petur Ova Ellingsgaard.
Ein leikari, sum ikki sigur
so nógv, og sum ikki ger
nógv um seg í spælistíli.
Men tað er álitisfult og
reint verjuspæl, hann vís-
ir. Verður hann settur at
ansa Kára Reynheim, ger
hann tað heilt víst til lítar,
heldur gamli Klarin.
— Hóast liðavrikið so
má eg taka ein leikara
fram um. Tað er Todi
Jónsson. Hann dámar
mær serliga væl: hevur
góðan teknikk, gott yvir-
lit um allan vellin, og so
hevur hann eina fantast-
iska framdrift, tá hann
dregur og sneiðir mót-
steðumenninar av. Tað er
ikki,s um tá eg og aðrir
royndu at krúlla og fyri
tað mesta mólu kring okk-
um sjálvar, heldur Jóann-
es lítillátin.
— Trupulleikin er bara,
men tað stendur ikki ann-
að enn heiðurin upp á
spæl, tá teir taka ímóti
NSÍ í Gundadali. Hevi
verður hjá havnarmonn-
um at vísa, at meistara-
spælið, sum ikki hevur
verið at sæð í ár, ikki er
heilt gloymt.
Undir ellum umsteðum
kann Jens Martin Knud-
sen ikki forða HB í at
skjóta. Eftir tvinni gul
at tað verður ofta farið so
illa við leikarum av tí slag-
num, sum Todi er. Dómar-
arnir verja ikki nóg væl
slíkar leikarar, sum heilt
víst gera fótbóltin meira
áhugaverdan. Fyri KÍ er
tað av alstórum týdningi,
at Todi verður klárur.
Men vinnur KÍ ikki, so
vil eg siga, at bæði B36 og
VB eru heiðurlig meist-
aralið. Vágbingar hava
altíð leikt positivan fót-
bólt, og B36 hevur síðstu
árini verið á rættari leið.
Tummas Eli Hansen var
besti føroyingurin i
Landskrona mikukveldið,
metir sidiligi klaksviking-
urin, sum er so ómetaliga
spentur til sunnudagin kl.
15.
-nn-
Síða 17
Ítróttur
kort situr hann leikbann-
aður uttanfyri. Trúgvi
Mortensen skal verja mál-
ið.
| lit í rygginum
lit í lendunum
ischias
Beinkrampa
Diskusprolaps
Kennir tu aftur onkrar av
hesum trupulleikunum
SUPRAMED HITA- &
MASSASJUPUTAN
- vælroyndtysk dygdar-
framleidsla
10 ára framleiðsiu-
trygd
orkusparandi
30 daga royndartíð
- gev so tær sjálvum
2 tíma um dagin
.—
S. C. SKIPAN
Box 1297
110 Tórshavn - Tlf. 18659
Sinnisbati
Fritidarhølid í Krossgetu 15 er opið mikukveld
kl. 19—22.