týsdagur 1. oktober 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
S íða 4
Skikka sær
væl í Eyst-
uroy
Sýslumaðurin í Eyst-
uroy, Frimodt Poulsen
sigur, at kriminal-
iteturin í Eysturoynni
hevur verid sera litil
tad sum farid er av
hesum årinum. Hann
bankar tó undir
borðið, tí enn eru
triggir mánaðir eftir.
Seinasta vikuskifti
hendi nærum einki av
týdningi. Ongin var
tíkin fyri at koyra við
kenning, ein lítil
bardagin í Glyvra Bio
undir dansinum, tað
var alt.
Frimodt Poulsen
sigur, at rúsdrekka-
koyringin kemur í
bylgjum, tað er eins
og bilførararnir avtala,
at hetta vikuskiftid
skulu teir koyra fullir.
Sandoyingar
berjast
Friggjakvøldid fóru
nakrir ungligar upp at
berjast i einum húsum
heima á Sandi.
Politud varð tilkallað
kláraði at tosa
mennirnar ul sættis.
Verri gekst í Dali.
Dalbingar høvdu verið
og rikið í Dalsskorð
og um kvgldið kom
ilt í. Ein drukkin
maður, sum var
komin uppá táttast við
ein annan, rendi í
ødini nevna út
igjøgnum ein rút,
sigur vakthavandi á
sýsluskrivstovuni
Heima á Sandi.
Maðurin varð
fluttur til lækna, sum
bant hann til. Maðurin
slapp síðan til hús
aftur.
og
jústinus
IS LOFTH
79tabl.
Terocitin
nydrochlor
Nr. 180 — 1. oktober 1991
FOMLHIAS BV 7IDEWÆUuGg EA
25 mg
tit. etcolor (E 171) Q
Førvaras oåtkomiligt før barn.
Oppbevares utilgjengelig for barn.
Ei lasten ulottuville.
Deyðsheilivágur
Eisini seldur
I Førovum
s
Vnr07 7370
Ein svii og sjey bretar eru deyðir av ålvarsligum hjartatilburði
aftan á at hava nýtt heilivágin Mitcrol. Heilivágsfyritókan Kabi
Pharmacia hevur nú steðgað søluni. Men á Tjaldurs Apotek
hava tey ikki fingið boð og í gjáramorgunin var framvegis
møguleiki at keypa Mitcrol í Føroyum -
17. september skrivar
norska blaðið
"Dagbladet", at hjáárinið
av heilivågnum Mictrol,
er so ålvarsligt, at
heilivågsfyritøkan Kabi
Pharmacia hevur avgjørt
Johanna rymdi
frå grind
Hvalbingar vórðu ikki
serliga blíðir inná
manningina á sluppini
Jóhonnu sunnudagin.
Jóhanna var sunnu-
morgunin á veg norður
á Toftir til fótbóltsdyst,
tá teir komu fram á
eina grind út fyri Lítlu
Dímun. Boðað var frá
beinanvegin. Men áð-
renn bátar komu til
grindina, helt Jóhanna
leiðina fram. Hval-
biarbåtarnir funnu ong
antíð grindina.
Politiið á Tveroyri
Sigur, at talan var um
springarar og tað er jú
sum kunnugt ikki
loyvi at halda teimum
til. jústinus
Haldið SoSialin
at steðga framleiðsluni.
Funnið er fram til, at
hesin heilivágur órógvar
hjartasláttrin.
Av Tjaldurs Apoteki
verður sagt, at hesin
heilivágur fæst í Føroyum
og apotekið er ikki kunn-
að um vandamikil hjáárin.
Mictrol verður nýtt
serliga av eldri fólki, sum
hevur trupuleikar við at
halda vatninum. Og hesin
heilivágur verður sera lítið
nýttur í Føroyum.
Deildarleiðari við Stat-
ens Legemiddelkontroll í
Noregi, Liv Endresen
sigur við Dagbladet, at
teimum vitandi er enn
ongin deyður av hesum
heilivágnum í Noregi. Og
tey vita heldur ikki um
álvarslig hjáárin hjá
norskum sjúklingum.
Farið til lækna
--Tað er altíð álvar-
sligt, at heilivágur verður
steðgaður orsakað av hjá-
árini. Men sjúklingar,
sum nýta Mictrol, eiga
Ikki av sínum eintingum
at gevast at nýta heili-
vágin. Teir eiga heldur at
fara til lækna at søkja sær
ráð, sigur Liv Endresen.
Heilivágurin hevur
verið á marknaðinum
síðan 1986.
Seinastu tíðina eru
komnar fleiri frágreið-
ingar, millum annað frá
altjóða læknatíðarritum
um álvarslig hjáárin av
Mictrol. Sambært Endre-
sen er á heimsplani boðað
frá 36 álvarsligum dómum
um álvarsligar hjarta-
sjúkur.
Átta deyð
Læknar eru komnir
fram til, at átta eru deyð
av hjáárini.
--Seinastu tíðina hava
vit fingið eina rúgvu av
fráboðanum um hjáárin og
tí avgjørdu vit fyrst í
september at boða lækn-
um og heilsumynduleik-
unum frá hesum, sigur
hon.
Síðan hava vit fingið
at vita úr Svøriki at
triggir sjúklingar gjørdust
hjartasjúkir av
heilivágnum og ein teirra
er deyður. Nú hevur so
heilivágsfyritgkan sjálv
avgjørt at seta bann fyri
víðari sólu og hesa avgerð
taka vit undir við, sigur
Liv Endresen.
Greiðu á
Hvussu Mictrol virkar
og hvørji hjáárin tað
hevur hetta skal nú
kannast av
framleiðaranum saman við
heilsumynduleikunum i
fleiri londum.
Í Stórabretlandi hava
440.000 sjúklingar nýtt
Mictrol, í Noregi liggur
talið undir túsund.
jústinus
Ongin
dansur
Vikuskiftið i Vágun-
um var fridaligt. Ong-
in dansur var í oynni
og politiið hevði ikki
nógv at gera. Eitt lítið
ferðsluóhapp var í
Sørvågi fríggjadagin.
Ongin mannsskaði
hendi og bilførarin var
ikki ávirkaður av
rúsdrekka.
Leygarkvgldið
gjørdi politiið grein
13 kanningar, men
bilarnir vórðu í lagi.
Politiið í Vágunum
fer nú undir lyktakann-
ingar.
Um vikuskiftid varð
politiið á Tvgroyri
boðsent, tí ófriður var
í einum húsum har á
staðnum. Hesuferð var
tað ikki maður og
kona sum bardust,
men ófriður millum
húsfólkið annars.
Politiio fekk teir
stridandi partarnar at
binda frið.
Ohapp
i Vågi
Eitt lítið ferðsluóhapp
hendsá Vági um viku-
skiftið. Tveir bilar
rendu saman á par-
keringsøkinum uttan-
fyri húsini hjá Karl
Olsen. Bert smávegis
skaði hendi.
Doyði av
skaða
Ein syndarlig vann-
lukka hendi í Haldórs-
vík um vikuskifti.
Ein 35 åra gomul
kvinna av Eiði, ættað
úr Grønlandi, rendi i
ein garð. Hon doyði
ikki á staðnum, men
seinni av løstunum
hon fekk. Hon varð
flutt við sjúkrabili til
landsjúkrahúsið.
Vakthavandi á
politistødini í Havn
sigur, at kvinna hevði
bert koyrt hálvt-
hundrað metur, tá hon
rendi á grótgarðin.
jústinus
——m220007)22772277277—72—27727777272
Klandur i Havn -
Í tveimum førum var
politiið i Havn boðsent
hetta vikuskiftið, ti
hjún vórðu farin at
tåttast. Í báðum før-
unum eydnaðist at
mekla. Politiið sigur,
at tað tíðum eru somu
fólkini, sum teir verða
boðsendir til ferð eftir
ferð.
jústinus