Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. oktober 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 180 — 1. oktober 1991 -——eniwew" x > Figgjarstyringin á Posthúsinum so sum so: Bokhaldarin vard frystur Ut - og eingin settur i hansara stad. Hetta hendi um sama mundi tå eitt av starvsfólkunum gjørdi sær dælt av giro-kassanum. Figgjar- undardrátturin varð framdur frá 1986 til 88, men ikki fyrr enn nú er málið komið til politiið Ein kvinna, sum hevur arbeitt á postverkinum í mong ár, framdi fíggjar- undandrátt frá 1986 til 88. Men hóast so long tíð er liðin síðani hetta hendi, varð málið ikki latið politinum fyrr enn nú fyri stuttum. Hvussu hetta ber til tykist at vera ein long og fløkt søga, sum eingin rættiliga vil kennast við. Vit hava tó roynt at seta teir upplýsingar, vit hava fingið úr ymsum herðas- hornum, saman í eini roynd at lýsa hvussu leikur er farin fram. Kvinnan arbeiddi fyrst á Girostovuni, men fór seinri at starvast á Frímerkja- deildini. Tá hon arbeiddi á Frímerkjadeildini kom fram, at hon hevði fram fíggjarundardrátt fyri um- leið 300.000 krónur. Vit spurdu leiðaran á Frímerkjadeildini, Knud Wacher, hvussu tað ber til, at kvinnan kundi halda fram at arbeiða á hansara deild eftir at svikið varð komið fram. -Eg fekk bod um at hon skuldi halda fram. Hver gav boðini? -Tað er bert ein parsónur, sum kann loysa fólk úr starvi. Hesin persónur, Knud Wacher sipar til, er postverkstjórin, Esbern Midjord. Avtalan Tá fíggjarundandrátturin verður avdúkaður ger postverkstjórin eina avtalu við kvinnuna um hvussu hon skal rinda peningin aftur. Nú gongur drúgv tíð, og kvinnan heldur fram í sín- um starvi innan postverk- ið. Men so kemur hendan meira ella minni løgna avtalan millum kvinnuna og postverkstjóran fyri oyruni á løgtingsgrann- skoðarunum, sum tala at mótvegis landsstýrinum. Tá var lítð at gera hjá landsstýrinum enn at geva postverkstjóranum boð um at melda málið til politiið. Hettan hendi fyri heilt Stuttari tíð síðani. Eingin bókhaldari Í 1976 varð Heðin Niel- sen settur sum bókhaldari hjá postverkinum. Hann sat í hesum starvi til hann segði seg úr tí tíggju ár seinri,- í 1986. Eingin bók- haldari varð kortini settur í hansara stað. Hetta hava mong undrast á. Millum onnur Postfelag- ið, sum fleiri ferðir, bæði munnligt og skrivligt, hev- ur vist landsstyrinum å vandan við, at ein so stórur stovnur, ongan bókhaldara hevur. Men sum skilst er einki komið burtur úr hes- um áheitanum. Sv. Aage Ellefsen, lands- stýrismaður í postmálum vil ikki gera viðmerkingar til málið. Han sigur seg einki kenna til nakrar á- heitanir frá Postfelagnum i so máta. Hvi postverksleidslan ikki vil hava bókhaldara í starv er okkum ikki kunn- ugt, men alt bendir á, at fyrrverandi bókhaldarin varð beinleiðis frystur út av leiðsluni. Tað heldur hann í hvussu er sjálvur. Heðin Nielsen sigur, at hann merkti tað so tíðiligt hvussu leiðslan vildi sleppa av við hann. Ar- beiðsuppgávur vóru uknar frá honum sum tíðin leið, og tá hann fór úr starvi, svaraði hansara arbeiðs- uppgáva ikki til meira enn eitt hálvdagsstarv. Ilt er at siga, um svikið, sum hendi, hevði verið uppklárað fyrr, um ein vakin bókhaldari sat á postverkinum, men bók- haldskøn fólk, sum vit hava tosað við, eru ikki eina løtu í iva um, at tað svíkur álvarsliga við in- ternu revisiónini hjá Post- verki Føroya. Eingin figgjarstyring Annars er fyrr komið fram, at fíggjarstýringin á postverkinum er so sum so. Sokallaða UPS-kanning- in, sum postverkið sjálvt Fremstur Bíligast Bestur og klárt bað um í fjør, kom við eim frágreiðing. Har verður beinleiðis sagt, at als eingin fíggjarstýring er í postverkinum. -"Der styres ikke pá økonomien internt i Post- verket. Der er alene tale om at man konstaterer et regnskabsresultat, ikke at der styres i årets løb”, stendur millum annad i frågreidingini. Hetta er so ein mynd av ti stovni, sum kostar skatt- gjaldaranum einar 15 milliónir um árið. tór.- á odda vid 5 blødum um vikuna. Fåid tad i lag NU — fáið henda trúgva vinin við postinum allár gerandisdagar uttan mánadag og verið við í og fáið lut í øllum tí nógva, Tíðinda- blaðið Sosialurin tekur til viðgerðar. Eg Haldaragjaldið er Navn: Bustadur Bygd/byur — gerist so haldarar av Føroya mest endurgivna og lisna blad og fåid fjøl- broyttastu føroysku tidindini tysdag, mikudag, hésdag, friggjadag og leygardag fyri BERT 200,-/årsfj - Sosialurin - sosialurin - sosialurin - blaðnum Sosialinum og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Haldarar uttanlands gjalda kr. 235, Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enn tey, ið eru eftir at koma í einum ársfjórðingi Sparitidir... ferdir um vikuna % leysasølupris gerist haldari av Tidinda kr. 200,- fyri ársfj ársfj 110 Tórshavn