týsdagur 1. oktober 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| tíðindablaðið
Síðað
Nr.
180 — 1. oktober 1991
Eg havi nú verið aftur í
Føroyum - fyri sjeyndu ferð
síðan 1981. Hesu ferð hevdi
eg sett mær at vitja nakrar
av teimum minstu skúl-
unum á bygd fyri at hitta
lærarar, børn og foreldur.
Just hetta hevði mín áhuga,
ti eg var lærari í Svøriki í
næstan 40 ár. Og nú eg eri
farin frá havi eg møgu-
leikan at ferðast og líta meg
um. Í nakrar dagar var eg í
Mykinesi, men her fari eg at
siga frá Stóru Dímun.
Oyggin, sum er so torfør at
koma til, vid einum einsa-
møllum garði og grønu
fløtu. Høgu grétgardamir,
En boning
ytterst i havet
Dimun sæd
vid svenskum
eygum. Arne
Antonsson sum eru laðaðir vestanfyri,
. 2 norðanfyri og eystanfyri
SIgu r frá garðin geva oynni ein dra-
matiskan dám. Sum um bíð-
að verður eftir krígsálopi.
Men "fíggindin" er í hes-
um førinum stormarnir um
heystid og um veturin.
Atta fólk búgva á Dímun.
Eldru bóndahjúnini Janus,
føddur á Dímun, og konan
Kinna, ættað úr Sandvík,
bæði farin um tey seksti,
sonur teirra Óla Jákup,
bóndi, kona Hansara Sunn-
eva úr Klaksvík og so børn
teirra við eftirnavninum
Dímun, Eva, 13 ára gomul,
Kinna, 11 ára gomul, Janus,
sjey ára gamal og Ása,
fimm ára gomul.
Í sjeyti-árunum búðu
familjumar í Havn um vet-
urin, men tá tyrlutænastan
byrjaði í 1983, valdu tey at
búgva á Dímun alt árið.
- Av tí at tað er so høgt
niðurfyri, fara vit ikki ofta
útvið báti, sigur Sunneva.
Tað er ikki so lætt at koma
upp og niður. Tað tekur ein
tíma at ganga upp frá
lendingini.
Seyður og fuglur
Sjålvsagt liva tey í høvuds-
vitjan síni á
Dímun 20
minuttir í
summar
Bóndahjúnini Óla
Jákup og Sunneva
saman við børnunum,
Janusi, Asu, Eva,
Kinnu og so lærari-
nnuni Jonfríð Heine-
sen
Tyrlan lendir í Stóru
Dímun
Lærarinnan Jónfríð
saman næmingunum
3 Á :7 heitum av seyðinum.
Evu, 13 ár, me Oyggin ber 450 åseydir.
år og K innu 11 år Hvørt år verda umleid 300
skorin, mest gimbrar. Kjøt-
ið verður vid tyrlu flutt til
handlar í Havn.
Fuglurin gevur teimum
eisini nakað. Lundi og hav-
hestur verður fleygaður.
Tað mesta er til egna nýtslu,
men vinfólk og skyldfólk
fáa eisini burturav.
Garðurin hevur sítt egna
diesel-elverk, so eingir
trupulleikar eru við at fáa
fryst kjøtið.
- Hetta hevur verið eitt
gott summar, sigur bóndin
Óla Jákup. Hoyggið kom í
hús, og tað var óvanliga
nógv í ár. Lembingin í vár
gekk eisini væl, og seyðurin
er góður.
SS
Nú í oktober verður farið
at fletta. Nakað verður
turkað, og sjálvt útlending-
ar fella fyri skerpikjøti.
Dímunarfólkini hava
mjólkkúgv fyri at fáa fríska
mjólk. Annars havatey fýra
ungneyt.
Livandi bygd
Sum lærari haldi eg tað vera
sera gott, at sjálvt tær
minstu bygdimar í Før-
oyum hava skúla. Vónandi
verður hildið fram vid ti
politikkinum.
A Dímun eru trý skúla-
børn. Skúlastovan er eitt
lítið kamar á bóndagarð-
mum. "
I ár er Jónfríð Heinesen úr
Leirvík lærari á Dímun.
Hon tók studentsprógv við
Getugjógv í summar. Vit
fáa eitt prát á veg yvir til
tyrluna og umborð á tyrluni
til Dímunar. Jónfríð dámar
væl at undirvísa børnunum
á Dímun og kundi væl
hugsað sær einaferð at farið
á læraraskúla. Hon er tvær
vikur á Dímun og so eina
viku í Gásadali, har bara ein
næmingur er. Soleiðis er
tímaætlanin alt skúlaárið.
Eg havi bara tjúgu minuttir
til at taka myndir og práta
við børini, tí eg skal avstað
aftur við tyrluni, tá hon
kemur aftur úr Suðroynni.
Hver sítt ross
Tá eg komi út úr tyrluni,
síggi eg 13 ára gomlu Evu,
sum er viðat stíga av sinum
rossi, sjey ára gamla Strípa.
Dímunarfólkini hava fýra
ross, eitt til hvort barnið.
Vit ganga gjøgnum kønin
inn í skúlastovuna, eitt
kamar, ið er 5-6 fermetrar til
støddar. Eg eri bilsin av, at
børnini gkilja so væl
svenskt.
- Matematikk dámar mær
best, sigur Eva.
- Hvat gera tit, tátit hava
frí?
- Lesa, skriva og ríða, er
svarið.
Sunneva, mamma at
børnunum, sigur, at familj-
an fer til Havnar eitt viku-
skifti um mánaðin.
- Hava tey vaksnu nakað
itriv?
- Ja, eg vevi klædi fyri at
selja, sigur Sunneva. Eg
havi eisini myndavev, men
eg haviikki selt nakað av ti -
ikki enn i hvussu er, leggur
hon aftrat.
Arne Antonsson
Våstfårnebo
Svøriki
Tad rætta
parkett-
gólvið
finnur
fu hjá
okkum
Fliigger måling
Torshavn, Klaksvik,
Leirvik og Sørvågur