týsdagur 1. oktober 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 180 — 1. oktober 1991
-
ubirdsbladi Sosialurin}
( Lesarabrøv | ; =
SØS
Navnagåvan og Íslands-sjúkan
Mær fór kalt niður eftir
bakinum, tá ið eg las ógv-
orðaða „mótmælið< hjá
Martini Reinert í Dimmu
ar. 110. Tað minti um orð-
ini >The devil can cite
scripture for his purposes,
sum tikin verða til í leiki
hjá Shakespeare. Tiltikið
er at lesa, sum hin versti
lesur Bíbliuna!
Illa er lisið hjá Martini
— ella hevur hann bara
lurtað eftir munnfitta
upplestrinum hjá illa-
manni?
Sum bern lærdu vit í
skúlanum nógv uttanat —
á donskum rímiligt. Ein
setningurin var tann, sum
stendur í 2. Mósebók.
Eisini nevnt 8. boðið.
Lesið tað sjálvi — á tí
máli, tykkum best líkar. Í
lærubókini stóð við smáu
niðriundir »Det er: »at vit
åttu ikki at ligva uppå
næsta okkara, ikki svikja
hann, baktala hann ella
spilla hann út; men eiga at
umbera hann, tala gott um
hann og taka alt væl upp
og leggja tað besta í alt«.
Tað er rætt og mangan
neyðugt í demokratiskum
samfelagi sakliga at finn-
ast at og fáa málini lýst
frá ymiskum sjónarmið-
um. Men lítið sømiligt at
illgita og við vilja »mis-
skilja“ og brongla eitt so
viðkvæmt mál, sum hetta
viðvíkjandi navnalógini.
Tí tað stendur t.d. onga-
stðani í uppskotinum ella í
viðmerkingunum:
at vit skulu hava eina
íslendska lóg
at føroyingar skulu
hava íslendsk eftir-
nevn
at eftirnevn við -sen
ella nekur sum helst
onnur eftirnevn skulu
broytast til -son ella
-dóttir
Við hesum uppskoti eru
vit heldur ikki >í vanda at
missa navnafrælsiø«.
Tvertur ímóti, uppskotið
mælir til nógv sterri frælsi
enn tað, vit hava á hesum
eki eftir avoldaðu donsku
lógini frá 1904. Er tað ikki
eisini upp á tíðina at taka
umsitingina av navna-
gávuni í egnar hendur og
laga hana eftir viðurskift-
unu í okkara landi heldur
enn í einum fremmand-
um?
So er tað gamla Íslands-
kompleksið! Spanska
sjúka var ring, men einki
aftur ímóti smittsomu
íslendsku sjúkuni. Fólk
við hesi sjúkuni hava tað
við at síggja íslendskt fyri
sær í øllum, sum ikki er
danskt. Ein málslig ó-
megd fær tey at síggja ís-
lendskt — sum tey ikki
duga — í mongum, sum er
teimum óvant í føroysk-
um, sum vit flest øll held-
ur ikki duga meira enn til
húsbrúk og nóg illa tað.
„Íslenskt“ hevur altíð
verið brúkt sum ræðu-
mynd, men nú ber av.
Man maðurin ikki eisini
síggja trell, tá ið hann
skrivar, at tað »sær fer-
oyskt út, men ljóðar ís-
lenskt beinan vegin!«, tí
tað í uppskotinum stend-
ur, at landsstýrið skal
seta málfreðing í navna-
nevndina eftir tilmæli frá
Feroyamálsdeildini á
Fróðskaparsetrinum???
Og hann heldur seg
»vita, at Føroyar eru
søguliga eldri enn fsland.
Tað vil siga, at Ísland er
litlibeiggi og Føroyar
stóribeiggi, sjålvt um lítli-
beiggi er trellvaksin!< Tað
er eyðsæð, at maðurin
hevur ilt í kompleksinum.
Bestu og einastu ráðini
móti hesi deyðiligu sjúku
eru framvegis: at vita til
sín tjóðskaparliga og har-
við málsliga. Tann sjúki
má sjálvur vita, hvat ið
bagir, og vilja verða frísk-
ur.
Vit eiga ein ágrýtnan
hjálpara og málverja, sum
roynir alt hann kann, at
sleppa okkum undan
óneyðugum málsligum
árini — úr Íslandi sum
aðrastaðni. Við sáttligum
orðum í talu og skrivt
roynir Jóhan Hendrik so
trúliga at vísa okkum á
tað málsliga ríkidemi, vit
sjálvi eiga frammanund-
an, uttan at nýtast at fara
út um aliringarnar at
herma eftir eðrum, sum eg
og fleiri hava ov lætt við
at gera. Men ótakksamt
starv er, vælsigna! Hesin
hampamaður verður út-
spiltur og álopin hvenn
dag og dagliga fyri sítt
ósjálvsekna arbeiði. Held-
ur áttu vit ell eftir feri-
muni at hjálpt og stuðla,
tí tað er ikki einmansferi
at berjast móti fleirhevd-
aðum trøllum, sum ikki
unna tær arbeiðsfrið.
Eg fari at ynskja Mart-
ini skjótan og góðan bata.
Og takki navnanevndini
fyri væl úr hondum greitt
arbeiði. Vit, sum halda, at
útlendingar hava rátt nóg
leingi fyri navnagåvuni
við gamlari »forbodslog«,
vit taka fult undir við
teimum fríu valmeguleik-
unum í lógaruppskoti
tykkara! Gerið tingmenn
tað sama!!
Sverri Egholm
Reingerðin við Fuglafjarðar skúla
Ein rættleiðing til ta
nógvu og órættvísu skriv-
ing, ið er farin fram í eina
tíð viðvíkjandi tí nýggju
reingerðingsskipan fyri
Fuglafjarðar skúla. Hetta
hevur bert verið til miklan
bága fyri allar partar.
Lat tað verða sagt bein-
anvegin, at undirritaði
ikki hevur givið nakað til-
boð uppá hetta arbeiði og
tað hevur heldur ongantíð
verið upp á tal.
Ein partur av mínum
starvi hevur verið at hava
umsjón við hesum arbeiði
og umsitið ta konto, ið var
avsett til hetta endamál.
Arbeiðið hevur verið uppá
tímalen og í hesum spari-
tíðum hevur hetta verið
BINGO
verður í
Kantinuni á Kósavirkinum
sunnudagin 13. okt., kl. 16
til frama fyri
mammografitólið
Lutir verða við tøkk móttiknir hósdagin
10. og fríggjadagin 11. okt. í hølunum
hjá Klaksvíkar Arbeidskvinnufelag. Opið
verður allan dagin báðar dagarnar.
Heilsan Stuðulsbólkurin
ein trupul uppgáva, bæði
fyri meg og bygdaráðið,
og sigi eg teir ikki ringar
fyri,at vilja royna eina
aðra skipan, og var hetta
so gjørt.
Sofus Baldvinsson var
ein teirra, ið bjóðaði uppá
arbeiðið og var hansara
tilboð tað lægsta av inn-
komnum tilboðum, og var
hetta samtíðis
lægri enn tann tillutaði
peningurin fyri árið 1991.
Sofus Baldvinsson byrj-
aði fyri einari góðari viku
síðani og hevur hetta ar-
beidi verið gjørt til lítar.
nakað
Fyri mín part vil eg bert
siga, at eg eri glaður fyri
at verða loystur frá hesi á-
byrgd, tí sum eg áður havi
sagt, havi eg ivaleyst at
takast við í starvi mínum
umframt hetta.
Fyri tveimum árum síð-
ani var eg, vegna sjúku,
frá arbeiði í eitt ár, og fekk
eg fulla løn alla hesa tíð.
Frá mær hevur bygdaráð-
ið stóra tekk uppiborna.
Men at tað eru taparar í
hesum máli, er ein onnår
sek.
Finnur Olsen
skúlatænari
V4-tølini
| dråtti nr. 910 tann 28. sept. 1991
Telini: 91 — 46 — 39 — 68 — 31 — 75 — 11 — 96
— 26 — 69 — 64 — 66 3 — 4 — 49 — 89.
Vinningur: 29.275,- kr.
Vinnarar: Fimm vinnarar, ein í Fuglafirði, tveir í
Klaksvík, ein í Tórshavn og ein í Vági.
POSAGJALDIÐ
ein frammaná hjá
pensionistum og
vørum lågløntum
Nytslugjøld raka tey lægst-
lontu meinast. Er tað nak-
að, sum skal krevjast inn
við skattinum, er tað re-
novatiónin
Tær breiðastu herðarnar
skulu bera tyngstu byrðar-
nar. Við hesum vakra
stavnhaldi í huga skulu
samfelagsborgarar lata sín
part til samfelagið, alt eftir
førimuni.
Ti fingu vit eina skatta-
skipan, sum ber å sama
borð. Fólk við teimum
hægru inntøkunum komu
ikki bert at rinda sterri
krónutal enn smærru inn-
tøkurnar, men eisini meir í
prosentum. Hetta hevur
verið hildið rætt og rími-
ligt.
Mótvegis heinleiðis
skattinum raka sokallaðu
nýtslugjeldini smæstu inn-
tekurnar eins hart sum tær
hægstu, og tí venda tílík
gjøld tunga endan niður-
eftir, sum tikið verður til.
Soleiðis er eisini við
posagjaldinum, sum Tórs-
havnar kommuna hevur
lagt á hvert húsarhaldið í
Havn. Ein eykaskattur
eins stórur á smæstu inn-
tøkurnar sum á tær
sterstu.
10,75 fyri posan. Hvar er
tað, man býráðið/brenni-
steðin halda. Kanska ikki
so nógv fyri tey, sum hava
eina fræga innteku, men
fyri eitt nú fólkapension-
istin, sum nóg illa fær sína
neyðars pensión at rekka
til at svara hverjum sítt,
merkir tað ikki so lítið.
Millum 5 og 600 krónur
um árið.
Landið letur
— býráðið tekur
Seta vit nú hesar 5—600
krónur í mun til tað ein fer-
oyskur pensionistur fær í
viðbótum ella »avslåttri«
frá tí almenna, er talan um,
at býráðið tekur ein góðan
part aftur av tí pensionist-
urin annars fær.
Í grannalondum okkara
er ikki óvanligt, at pen-
sionistar fáa ávísar lættar.
Millum annað í sambandi
við útvarps- og sjónvarps-
gjald. Harafturat brenni-
studning og annað.
Legtingið fer nú fyrsta
dagin at samtykkja — sum
tað hevur gjert hesi sein-
astu tíggju árini — at lata
pensionistum 1943,00
krónur i brennistudningi
og iskoyti til útvarps- og
sjónvarpsgjald.
Hinvegin verður heilsan-
in frá býráðnum, at tað
tekur millum 5 og 600
krónur aftur frá hesum
somu pensionistum, og
annars hverjum einasta
húsarhaldi í Havn.
Ein bjarnatænasta
Tað gjald, Tórshavnar
Kommuna hevur álagt
ruskposanum, mían vera
eitt hitt mest fjákuta nak-
að býarstýri í sokallaða
siviliseraða partinum av
heiminum nakrantíð hevur
gjert.
Er tað nekur almenn
tænasta, sum natúrliga
kemur undir vanliga skatt-
in, er tað renovatiónin.
Hesa hava vit ell brúk fyri
í nærum eins stóran mun.
Svíkur hendan, liggur allur
býurin sum ein stórur
kestur.
Eg óttist fyri, at hendan
gerð fer at koma okkum
aftur um brekku. Umframt
eykaskattin verður skipan-
in ein bjarnatænasta mót-
vegis brennisteðini og ikki
>