týsdagur 1. oktober 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
=
Nr. 180 — 1. oktober 1991
+
Annika Holm:
— Eg vil geva børnum *
hug at dystast
Annika Holm er rithøv-
undurin hjá teimum við-
kvæmu, óvardu, eitt sind-
ur serligu børnunum.
— Eg haldi tað ikki vera
so áhugavert at gera so
nógv burtur úr teimum
»væl eydnaðu< børnunum,
sigur hon.
— Men mær dåmar
børn, sum fåa okkurt at
henda vid livi sinum! Sum
ikki góðtaka tað, sum er
torfert, men syrgja fyri, at
mangt og hvat verður
broytt.
Tú, sum hevur lisið bók-
ina Amanda! Amanda!,
sum kom út á føroyskum
fyrr í ár, tú veitst kanska,
hvat hon hugsar um. Hon
hevur skrivað tvær aðrar
bøkur um Olla og
Amandu. Olli er ein lítil og
veikur drongur, sum ikki
dugir at skoyta. Men ein
dagin setur hann sær fyri,
at hann skal læra seg at
skoyta. Tí sníkir hann seg
hvenn dag í loyndum inn á
eina breyt at læra seg at
skoyta. Til hann ein dagin
verður valdur inn á eitt
hockey-lið í skúlanum og
stendur seg væl.
Sovorðin lesnaður gevur
børnum vón. Og vón er
tað, sum Amanda vil geva
bernunum. Tað eru alt ov
nógv menniskju, sum
standa fest við varhugan-
um av, at tey eru mis-
eydnað, tí tey hava ongan-
tíð rakt við, at tað ber til
at broyta mangt og hvat.
Í veruleikanum snúgva
allar bøkurnar hjá Anniku
seg um vónríkt stríð.
ÍMÓTI ti, sum ger okkum
minni, fær okkum at hopa
undan, stjelur lívsgleðina,
ger okkum ótrygg og
loypir ræðslu á okkum —
og FYRI tí, sum er fjálgt
og loysir okkum úr hafti
og styrkir lívsvón okkara.
Í Sveríki kenna tey
flestu Anniku Holm frá
bókunum um menningar-
tarnaðu dóttrina Vanna.
Qg tær bekurnar eru júst
eitt slag av stríðsritum:
Ímóti steinrunnum skriv-
stovufólkum, sum halda,
at nenningartarnað
menniskju kunnu bara
flytast runt og verða við-
farn sum lívleysar byggi-
klássur. Og fyri tey, sum
hava skilt tað sjálvsagda,
at øll menniskju hava tørv
å sama tilfari og somu
evnum i livi sinum fyri at
trívast: hjartagóðsku, ein
um heimi, felagsskapi og
ressingtilboðum.
Men vandin fyri at
verða hundsaður og fáa
lívskensluna spilta —
hann lúrir allastaðni. Í
bókini Olles nya cykel
meta vit einum dreingi við
einum pápa, sum kúgar
alt umhvervið rundan um
seg við steðugt at vera
ÓÐUR. Hvussu skal eitt
barn bera seg at ímóti
einum pápa, sum verður í
eðini, bara barnið hevur
sina egnu áskoðan?
Hvussu skal nakar kunna
standa seg ímóti einum
steðugt óðum menniskja,
sum kevir allar royndir
hjá barninum at finna síni
egnu bein at standa á?
Amanda! Amanda!
Í kærleiksseguni Amanda!
Amanda! er tað lívið
sjálvt, sum hóttir við at
fáa Olla at missa mótið. Tí
Olli er fyrstu ferð í lívin-
um púra burtur í einari
gentu. Men best sum
hann er mest eydnuríkur,
má Amanda flyta, fara
heim til sítt egna land,
Chile. — Lívið er ikki til at
líta á. Als ikki, sigur Olli
erkymlaður við mammu
sína. Men sum frá líður,
skilir = hann: Sovorðið
kemst eisini igjøgnum,
tað kemst igjøgnum tey
undarligastu bregd, sum
lívið ger á seg — hóast tú
ikki vil trúgva tí í fyrst-
uni.
Trúgvin á eina
broyting
Og tað hendir seg meira
enn so, at kúgararnir
kunnu skilja teg — um tú
bara ikki gevst á hendur,
men berjist nóg týðuliga
fyri tí, sum tú trýrt á. Í
nýggjastu bókini hjá
Anniku, Sidan och
Ságspán, meta vit einari
sirkusgentu, sum stríðist
fyri at sleppa undan ráða-
ríka pápa sínum. Og tað
eydnast henni! Tá ið
Siden veruliga hevur víst
pápanum, hvat ið hon vil
og hvat ið hon heldur og
kennir á sær, tá vísir tað
seg, at pápin skilir hana
Eg meti Ann
húsum hennar:
Stockholm. Her
fimm bern vaksið upp,
Annika hevur í nógv ár
livað mitt í veruleikanum
hjá bernum. Og hetta
skilst týðuliga í bókum
hennara. Tað er, sum
skrivar hon inni frá bern-
unum sjálvum, hon veit
fullvæl, hvussu tað er at
vera barn, hon veit,
hvussu bern málbera seg í
dag, hvat ið tey spæla við,
hvat ið tey hugsa mest
um. Bekurnar hjá Anniku
snúgva seg ofta um tað,
sum er torfert í lívinum
hjá børnum: um angist,
kensluna av at vera uttan-
fyri, ræðsluna fyri ikki at
duga. Kortini kennast
bekurnar ongantíð myrk-
ar. Ivaleyst júst ti, at tær
eru so livandi, hjartagóðar
og fjålgar.
1989 fekk Annika
Holm Astrid Lindgren-
virdislønina. M.a. ti, at
»hennes psykologiska
skildringar år levande och
trovårdiga«.
— Ja..., hevði eg ikki
havt tey fimm bernini,
hevði eg ikki kunnað
skrivað bekurnar, sigur
hon. Men um somu tíð
skrivi eg bara um tað,
sum eg kenni aftur, tað,
sum eg sjálv havi kent, tá
ið eg var lítil. Eg kann
meta einum barni her,
lurta eftir tí — og við eitt
er tað, sum ekkóar tað
onkustaðni innanborða.
Eitt gamalt minni kemur
fram, ein kensla. Tað er al-
tíð soleiðis, eg verði ressað
til at skriva bøkur mínar.
Samtalur sum
innblástur
Annika tekur sostatt alt
tilfar úr veruleikanum.
Men ikki bara úr lívinum
saman við sínum egnu
børnum og vinfólkum
teirra. Hon hevur eisini
gjørt frásagnabekur. Hon
hevur havt samtalur við
børn og ungdóm um,
hvussu tey síggja sítt
egna lív, lívið hjá teimum
vaksnu, framtíðina.
— Tá ið eg gjerdi hesar
bekurnar, undraðist eg á,
hvussu kedd og sorgar-
bundin nógv bern eru.
Hvussu einsamall tey eru,
hvussu lítið samband tey
hava við vaksin. Tey
vaksnu tosa ongantíð við
okkum um álvarsamar
spurningar, segði ein
genta til demis. Tey tosa
bara um ítróttin í sjón-
varpinum. Og ein ungur
drongur, sum var so óvan-
ur við at práta, at hann
bara segði ja og nei undir
allari samtaluni, segði
aftaná: Takk! Tað var
stuttligt at hava onkran
at práta við.
— Hesar samtalurnar
hava verið mín stóra kelda
til at fáa tilfar og innblást-
ur. Men um somu tíð
hugsaði eg, tá ið eg hevði
skrivað tær: Er hetta keði-
liga og sorgarbundna eitt
vælferðarfyribrigdi?
Hava vit í ríku londunum
mist nakað virðismikið?
Hvussu er í londum, har
bern hava heilt aðrar
trupulleikar at dragast
við? Krígsherjaðum, fá-
tækum menningarlond-
um? Eru tey bernini enn
keddari?
Felagsskapurin
týdningarmikil
Tað var hetta, sum
gjørdi, at Annika fór til
Nicaragua. Og rakti vid,
at børnini tvertur ímóti
vóru glaðari, sterkari í
trúnni har.
— Nicaragua var beint
fram mín stóri kærleiki,
sigur hon. Og eg man ong-
antíð hava stuttleikað
mær so nógv, sum tá ið eg
skrivaði bókina Drakbarn-
en. Eg havi ongantíð fyrr
kent meg so nógv sum rit-
hevundur. Tí her hug-
leiddi eg veruliga, tað var
eg, sum skapti hesi bern-
ini, gjørdi tey til vinfólk
míni.
Og tað kennist á bókini,
sum spurdist burturúr.
Drakbarnen er ein hugtak-
andi, syrgilig, men eisini
sólskygd, fjálg lýsing av
nekrum fátækum nicara-
guanskum bernum, sum
berjast fyri tilveru síni.
— Í veruleikanum haldi
eg, at alt, sum eg skrivi,
Amanda hevur lagt seg á ryggin, hevur hennara liggur
i - £8
tætt við armin á honum. Rørir hann armin bara eitt lítið
sindur, nertur hann við hárið á henni
Annika Holm
snýr seg um felagsskap,
sigur Annika. Eg havi
varnast, at tá ið eg t.d.
síggi filmar úr aírikonsk-
um bygdum, tá havi eg
kent: SOLEIÐIS skal tað
vera! Har menniskju
búgva tætt, tætt, har øll
hava okkurt at týða fyri
heildina, har menniskju
eru eitt bundið plagg, har
tann eini er eitt rætt eyga,
ein annar eitt rangt. Har
ell hava týdning. 7
— I fåtæka landinum
Nicaragua sært tú altíð
børn og vaksin saman, har
er eingin serligur barna-
heimur, og fólk verða ikki
býtt upp í aldursbólkar.
Men so eru tað eisini nogv
bern, sum eingi barnaár
hava havt, tí at tey hava
verið við foreldrum sínum
í tí harða arbeiðinum.
-Summi bern eru ongantíð
sloppin at spæla, og
tí duga tey ikki so væl at
vera saman við eðrum, tá
Lesnaður
til alla
ið tvídráttur tekur seg
upp, sigur Annika Holm,
og hon endar við hesum
orðum:
— Menniskjuni í Nicara-
gua kenna eina sjáldsama
gleði og eina styrki, og tað
var so stuttligt at síggja,
hvussu hjartalig ættar-
liðini vóru hvert ímóti
eðrum. Tað sakni eg nógv
í Sveríki í dag. Men vit
mugu læra okkum at elska
letuna, skulu vit tora at
seta álitið á framtíðina!
Enn er bara ein av ból-
unum hjá Anniku Holm
komin út á feroyskum.
Tað er kærleikssegan
Amanda! Amanda!, sum
hon fekk viðurkendu
Astrid Lindgren-virðislen-
ina fyri í 1989.
Amanda! Amanda! fæst
í ellum bókabúðum fyri
110 krónur.
Kerstin Ljunggren