týsdagur 1. oktober 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
fr. 180 — 1. oktober 1991
BN sosial
Endiliga fingu teir hol á
B68 staðfesti seg sum 1. deildarlið, tá tað eydnaðist at fáa mál burt-
r úr greiðari leikligari yvirvág á Svangaskarði sunnudagin móti VB
1. deild
B68—VB 3—0 (0—0)
1—0: Aksel Højgaard
2—0: Aksel Højgaard
3—0: Jógvan Martin
Olsen (brtsp.)
Alt tos um niðurflyting
hjå toftamonnum og um
FM heiti til VB bråtagn-
aði á Svangaskarði. Tað
syrgdi heimaliðið fyri í
frálíkum líkindum (stóri
UEFA dúkurin hekk púra
deyður), tá fantastiska
nærlagni tvinna við leik-
ligum hugflogi í 2. hálv-
leiki bar í sær málmegu-
leikar, sum vóru nýttir,
soleiðis sum teir eiga. Tað
hava teir ikki verið aðrar
ferðir á heimavelli.
At yvirvágin gjørdist so
greið skyldast fleiri lutir:
Teir báðir ungu vongverj-
arnir, Jan Petersen og
Jákup Eli Olsen, leiktu
frágera væl í álopspartin-
um samstundis sum teir
rektu verjuskyldurnar
(burtursæð frá letu í 1.
hálvleiki, tá tað gjerdist
tómt í hegru verjusíðu).
Og miðvellurin var greitt
sterkari.
Bert letu fram móti
steðginum vóru Rúni, Búi
og Magni við at mynda
leikin og at senda Jan All-
an og Egil avstað. Teir
fingu einki burtúr, tí
ávikavist Stanislaw og Jó-
hannes ongantíð sleptu
teimum, og Eyðfinn var
frágera tryggur aftasti
skansi, bæði í uppbakk-
ingarpartinum, og sum
ígongdsetari av uppspæli.
Annars var tað B68
miðvellurin — Ingemar,
Ingolf og Øssur — sum
slerdu tónan ann. Serliga
seinast nevndi tykist leik-
liga vera í stórari menning
eftir heldur dovisliga
fyrru kappingarhálvu:
Evnini hava altíð verið
har, men nú er týdning-
urin fyri liðið uppaftur
sterri, tá hann dregur
skjótt fram við fleiri mót-
steðumonnum og leggur
langar neyvar avlevering-
ar ella knallar eitt av frá-
Jógvan Martin Olsen, ið ikki hevur verið við
síðstu dystirnar, skjeyt triðja málið hjá B68 við
brotssparki. Mynd: Hilmar Jan
gera langskotunum móti
málinum.
Jógvan Martin var við
frá byrjan fyri fyrstu ferð
í langa tíð, og tað gjørdi
álopið hópin hvassari.
Aksel varð settur við síð-
una av honum eftir hálv-
leik, og tá tað vísti seg, at
hansara kanón var neyvt
innstillað, beyð ikki í
betur hjá vágbingum.
Ikki tí at verjan leikti
vánaliga, men heldur tí at
hoyknaði miðvellurin bar í
sær, at Jens Sivard, Eyð-
un og Jóannes komu í
minniluta og noyddust at
sleppa sínum steðum og
fara í síðurnar, og hevði
Bjarni ikki staðið so av-
gera væl, kundu fleiri mál
spurst burturúr.
Góð mál
Innanfyri átta min. korter
inn í 2. hálvleik bleiv alt
avgjert. Aksel stútaði hitt
fyrsta eftir horna, heil-
fluktaði hitt næsta úr 16
metra fjarsteðu (evni til
ársins mál!), og Jógvan
Martin nýtti brotsspark á
rættan hátt.
Uppspælið var í fleiri
ferum myndað í borðun-
um, har Jákup Eli og Jan
dugdu væl at koma leysir
eftir eitt tvey samanspæl,
sum gjerdist vandamikið,
tá neyvu og longu inn-
leggini vórðu send móti
handara málteigar saman-
koming.
VB hevði ongan opnan
meguleika. Nærmast við
vóru teir, tá Ingolf eftir
horna á mállinjuni vardi
skjetisleyst stút frá parta-
manni. Var VB komið á
odda, hevði talan verið um
annan leik, har uppaftur
sterri dentur kundi verðið
lagdur á hvassa kontra-
vápnið.
Men soleiðis skuldi ikki
ganga hjá FM kandidat-
unum, sum fingu Eyðun
Kjærbo riknan av velli eft-
ir tvinnu gul kort. At Jan
Allan móti dystarenda, tá
alt var tapt, sá gult eftir
at hava roynt at sligið ov
hegan stútbólt móti mál-
inum, átti ikki at komið
fyri hjá so royndum leik-
ara.
nn-
—
urter
AC