týsdagur 1. oktober 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FM-dreymurin hjá B 36 hongur nú eini slintru
KI-B 36 3-0 (1-0)
1-0 Todi Jónsson (35.)
2-0 Harley Bertholdsen (52.)
3-0 Arnold Joensen (82.)
Skal dysturin millum KÍ
og B 36 takast sum eitt
slag av finalu og avgerandi
styrkiroynd millum teir
einastu FM-kandidatarnar,
so er nidurstødan greið.
KÍ sannførdi bæði B 36
og áskoðarar um, at teir
eru virðiligaru meistarar-
nir. Liðið vann ein uppi-
bornan 3-0 sigur ímóti
inum B 36-liði, 10 hevði
viljan, men ongantíð evn-
ini til at vísa nakað.
Varisligt
Liðini vistu, hvat stóð upp
á spæl, og tí var dyst-
arbyrjanin varislig og sera
eyðkend av følarii frá
báðum síðum. lreydugt
so, bæði vóru framvið; B
36 var næst við einum
langskoti frá Boga Jacob-
sen, og eini naskari roynd
eftir innkast, men í báðum
fórum stóðst bert horna av.
I hinum endanum bjargaði
Sofus Clementsen á strik-
uni, tå Kurt royndi seg við
høvdinum eftir horna.
Ikki ti, - nakað av ferð
var á spælinum, men viljin
at vága í gjøgnumbrotum
var sera lil. Krampakenda
dystarmyndin broyttist við
fyrstu skoringini, sum kom
stutt fyri hálvleiki. Todi
Jónsson við bóltinum
hevði tað rúmligt uttan fyri
B 36-brotsteigin, og tá B
36 ikki fær markerings-
uppteljingina at ganga upp,
tekur hann kjansin frá 20
metra fjarstødu. Egin
Høgnesen var ov seinur
niður, og bólturin fer undir
hann, á stongina og støkk-
ur út á málverjan og í
málið.
Meira lív í
Eftir hetta kom meira av
lívi í dystin. So mikið er
vist: Við leiðslumálinum
broyttust fortreytirnar so
tað forslóð til frama fyri
KÍ, og heimaliðið kundi
sinniliga leggja dent á, at
avgreiða verjupartin av
einslistum.
Og gjørdi tað eisini. Tað
er langt síðani, tú hevur
sæð eitt KÍ-lið við eini so
nærlagdari verju, - væl
fyriskipað av Kurt Mørk-
øre, ið vann hvønn luftbólt
og annars tók tað, ið leyp
av. So mikið meira rós vert
Nr. 180 — 1. oktober 1991
4
Klaksvíksingar eru nú meira spentir enn nakra
ntíð. Eftir 1-0 málið vórðu teir vónríku,
men stúrnu áskoðararnir forloystir og síggja av álvara fram til fyrsta meistaraheitið
síðani 1972
eru KÍ-bindindini, tá hugs-
að verður um, hvussu ungt
Kl-liðið er.
B 36 tvingað fram
Við teimum broyttu for-
treytunum noyddist B 36
fram á vøllin, og tann á-
neyðin var so mikið størri,
jú meira tíðin leið. Var tað
so, at B 36 veruliga megn-
aði at skapa vandastødur,
so kundi defensiva KÍ-
spælið komið aftur um
brekku, skuldi B 36 skora.
Men B 36 formáddi ongan-
tíð reiðiliga at hótta KÍ. Í
roynd og veru kom B 36
eina ferð aftur um Kl-
verjuna (Jákup Símun
Simonsen í seinna hálv-
leiki).
Kári Reynheim stríddist
fyri FM-møguleikanum,
men varð sera væl eftir-
ansaður av Sámal Eyð-
finni Poulsen, sum hann
her er í nærdysti við
Kári Reynheim royndi at
skapa ruðuleika í Kl-verj-
uni, men antin var ov tjúkt
rundan um ella vóru stuð-
ulsleikararnir ov fáir. Tá B
36 hevði valt at lata tann
seina Karl Arna Egholm
sita uttanfyri og at flyta
Jens Kristian Hansen inn á
miðvgllin, so kom heldur
ongantíð reiðilig breidd í B
36-spælið, sum tískil al-
oftast rendi seg í sterku
KÍ-miðverjuna. Við taldi
tað óivað eisini, at KI-
venjarin Petur Mohr klók-
liga hevði givið Allan
Mørkøre forboð fyri at fara
fram, meðan tann evna-
góði John Hansen hevði
frítt spæl í vinstru síðu.
Olag á verjuni
Petur Simonsen hevði
vóna, at Bogi Jacobsen
kundi temja Toda Jónsson,
men tað gekst striltið, og tí
varð B 36-verjan mangan
ov flákrandi ímóti kontra-
bylgjunum frá KÍ. M.a. tá
Harley Bertholdsen skor-
aði við einum hegnisligum