Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. oktober 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

siða: fyri ein brúktan bil 9. maí fór harra NN inn í Sjóvinnubankan og bað læna sær 12.000 krónur til útgjalding av einum bili fyri 30.000 krónur. >Vit skulu hugsa um tað. Spyr aftur ein av døg- unum<, segði bankamað- - Hevdi eg kunna fingið lánið út straks, spurdi harra NN, sum tá bert var 17 ára gamal. Tað var gamaní, segði tann fyrikomandi bankamaðurin (ulvildarlig savnsmynd) urin, sum hevdi skrivad nidur tad, sum hann helt vera viðkomandi í målin- um. Peningin straks! 11. maí skrivaðu partarnir undir lánið. Men harra NN skuldi brúka peningin skjótast, og 14. maí spurdi hann, um hann kundi fáa lánið út straks. »So skjótt gongur tað ikki avgreiða pappirini, men tað er í lagi. Far tú niður í kassan og sig frá mær, at tú hevur fingið eitt lán, og at tú kanst taka 12.000 krónur út, sjálvt um tú yvirtrekkir lønarkonto- ina«, segði tann fyrikom- andi bankamadurin. Soleidis fekk harra NN ein nýggjan, brúktan bil, sum hann skuldi brúka til at koyra til og frá arbeiði. Hann hevði skrivað undir uppá, at hann skuldi gjalda lánið, sum var formliga stovnað 22. mai, aftur við fastari flyting av lønar- konto'ini. Stokkut gleði Bilurin koyrdi bara í tveir dagar, so brendi motorurin saman og bilurin mátti á verkstað. Síðani koyrdi hann í ein mánaða, men brann so saman aftur, so motorurin mátti skiftast út. Nú var harra NN vorðin troyttur av hesum bilinum, og hartil var NN farin í læru, so tað gekk striltið at gjalda avdráttirnar til bankan og til sjálvan bil- sáttmálan, og hvaðna verri allar tær óvæntaðu umvæl- ingarnar. Tað endaði við, at harra NN setti bilin frá sær uppi á bilasgluni, sum hevði verið millummaður í keyp- inum og eisini hevði skift motorin fyri harra NN. - Seljið hann bara so dýrt, út kunna, segði harra NN, ið vónaði at sleppa burturúr verkstaðsrokning- ini á hendan hátt. Endiliga leysur! Men... >Tað gekk akkurát<, pá- stóð bilasølan. Bilurin var seldur og alt millumver- andi millum harra NN, bilasølu og fyrrverandi eigaran var úti av verðini; eftir stóð harra NN við ongum bili og ongum oyra. Men eisini uttan kvøl. Helt hann! Sjóvinnubankin hevði kortini ikki fingið sítt! Og hóast bankar eru large og til fyri okkara skyld eftir íðuligu lýsingar-herferð- unum at dóma, so lata teir ikki 12.000 krónur fara afturvið borðinum fyri tað um harra NN hevur for- fummað seg og í ungdóms- ins lættsinni keypt ein bil, sum var til lítla gleði, men bert til kvøl og stórar útreiðslur. Peningin, takk! Eins og harra NN varð troyttur av bilinum, so GJØRD GERÐ... Søgan um eitt lån, sum harra NN hevur fingið, men ongantíð tikið, tí hann bert var 17 ár, tá bankin gav honum 12.000 krónur til útgjalding varð Sjóvinnubankin eisini vorðin troyttur av harra NN. Harra NN, sum nú var farin í læru, átti heldur ikki so frægt á lønarkonto'ini, at nakað var at taka av. Og fyri alt tað, so hevði hann flutt lønina til annan pen- ingastovn. Hóast bankin sendi bæði hvítar og gular brævbjálvar - bæði við rúti og ongum - so hendi einki uttan at harra NN tvær ferðir ringdi í bankan og segði, at tað lá eitt sindur tungt, men hann skuldi royna... Nú eru fleiri ár liðin, síðani tann spenu, kom- andi bileigarin harra NN var inni í Sjóvinnubank- anum og fekk hansara 'ja' til stóra bilynskid; men lánið hevur hann ikki goldið aftur. Tí er bankin I vorðin so troyttur, at hann slabbar harra NN i rættin. »Vit vilja hava handan peningin aftur, sum tú lænti frá okkum“, sigur advokaturin vegna bankan. Ómyndingur »Sørry, men harra NN Nr. 181 — 2. oktober 1991 hongur ikki upp á lánið, tí hann var ómyndingur, tá hann tók tað<, svarar advokturin hjá harra NN. »Harra NN var bara 17 ár, tá tit góvu honum lánið. Hann fylu átjan 18. maí og tit guldu honum peningin 14. mai!<, vísti advokat- urin á. Og rætt er tað: tað ber ikki til at gera bindandi avtalur við ómyndingar. >Jú, men lánið var ikki stovnað fyrrenn 22. mai, og tá var hann 18<, vildi bankaadvokaturin vera við. »Den går ikke«, segði dómarafulltrúin. Og hann hevdi gott um at halda. Ti bankamadurin, sum vitnadi í rætunum svaraði *ja', tá hann varð spurdur, um út- gjaldingin 14. maí skuldi roknast sum útgjalding av láninum í forhond og íkki bara sum loyvi til eitt yv- irtrekk. Hartil kom, at tá tann fyrikomandi banka- maðurin á sinni fylti um- sóknina út fyri harra NN, skrivaði hann einki í teiginum “fyðingardagur hjá umsøkjaranum'. vig ødrum orðum: bankin hevði sjálvur verið úti um tað... af Hann hevur ratihaberað! - Tá fólk koma í bankan at læna pening til bilkeyp, so taka vit sum givið, at tey eru 18, segði bankamað- urin, sum vitnaði í rættin- um. So mátti advokaturin fyri bankan royna aðrar vegir >Harra NN hevur rati- haberað<, segði bankaad- vokaturin. »Ratiha- hvat?«, aði harra NN visti seg ikki nakað slíkt. NN, ið ikki kundi vita, at ratihabera merkir, at hann eftirsíðan hevði viðurkent tað. ið hann hevði avtalað sum Omyndingur, gjørdist mun- in klókari og eitt orð ríkari, tá banakadvokaturin fór at útleggja lógartekstin. >Harra NN hevur brúkt bilin og havt hann um hendi annars, eftir at hann fylti 18 ár, og hartil hevur hann flutt nakrar avdráttir til bankan fyri lánið. Í tí liggur, at hann eftirsíðan hugs- Við sæi sjålvum og } hava gjørt Men harra 8 „# 8“ „# viðurkennir ta avtalu, hann gjørdi sum 17 ára gamal. Roknar hann seg fyri at hanga upp á bilin eftir at hann fylti 18, so má hann eisini roknast fyri og eisini sjálvur rokna seg fyri at hanga upp á lánið!<, segði bankaadvokaturin, ið eisini vísti á, at harra NN heldur ikki hevði mótmælt rykkj- arunum, sum vóru komnir frá bankanum. Bankin flytir peningin Advokaturin hjá harra NN var ikki fullsamdur. Ág »Fyri at ratihabera er ikki nóg mikið, at harra NN ikki hevur mótmælt í bankanum. Og viðvíkjandi avdráttunum fyri lánið, so er tað ikki nakað, sum harra NN beinleiðis hevur tikið stig til eftir at hann fylti 18. Talan er um pening, sum bankin og ikki NN flytir sambart eini avtalu, ið varð gjørd, tå harra NN var 17! Og gagn hevur harra NN einki havt av bilinum: hann koyrdi ein mánað ella so, so tað kann bankin kanska fáa eitt slóð fyri, - meira kann talan ikki verða um<. Og har sat dómara- fulltrúin so og kláaði sær í nakkanum. Heim at lesa uppá >Tað er eingin ivi um, at lánið er tikid, meðan harra NN var ómyndingurs, segði dómarafulltrúin og legði aftrat: >Spurningurin er bara, um hann hevur ratihabera ella ikki, og fyri at avgera tann spurningin má eg fara heim og lesa uppá<. Og ú skili gongur harra NN og bíðar. Óvitandi um hann hevur ratihaberað ella ikki... ówh