mikudagur 2. oktober 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 181 — 2. oktober 1991
Áheitan
kostaði
triggjar
milliónir
At býráðsformaðurin í Havn
heitti á Føroya Arbeiðarafelag
um at steðga við byggingini
kostar býráðnum nú tríggjar
milliónir
Tað kostar vidhvørt at siga
ov nógv. Hetta má í fyrsta
lagi Poul Michelsen, bý-
ráðsformaður og havnafólk
annars, sum nú fáa eina
eykarokning upp á tríggjar
milliónir, sannað.
Føroya Arbeiðarafelag,
sum í mong ár hevur hildið
til uppi við Tjarnadeild í
eysturbýnum, søkti býráð-
ið um byggiloyvi til at
byggja eini hús, sum um
summarið skuldu nýtast
sum gistingarhús, og um
veturin til fundar- og
annað virksemi hjá arbeið-
arafelagnum.
Talan var um at byggja
ein bygning í trimum
hæddum við 200 fer-
metrum í hvgrjari.
Føroya Arbeiðarafelag
fekk fyrst útgravingar-
loyvi, og fór so í gongd.
Húsini vóru upprunaliga
so mikið høg, at undan-
taksloyvi kravdist, og tí
sendi býráðið umsóknina
út til grannalagið til við-
merkingar. Grannar mót-
mæltu byggingini, men
eftir at byggideildin, í sam-
ráð við Føroya Arbeiðara-
felag, hevði broytt tekning-
arnar so mikið, at ikki var
neyðugt við undantaks-
loyvi, var einki til hindurs
fyri, at felagið fekk sítt
endaliga byggiloyvi, sum
tað eisini fekk.
Nú skuldi so alt verið í
lagi. Men grannarnir
góvust ikki so. Teir kærdu
byggimálið til landsstýrið,
tí teir hildu ikki eina tílíka
bygging hóskað í granna-
lagnum.
Nú kemur sjálvur býráð-
sformaðurin upp í málið.
Hann mælir arbeiðara-
felagnum til - hóast byggi-
loyvið var givið - at steðga
eitt sindur, tí hann vildi
royna at finna fram til eitt
annað og betri hóskandi
stað at byggja á. Bæði fyri
Føroya Arbeiðarafelag og
grannarnar.
Fekk ongantíð svar
Ingeborg Vinther, for
kvinna í Foroya Arbeiðara-
felag Sigur, ai felagið fekk
ongantíð svar frå býráð-
num, og ti hevur arbeidara
felagið nu stevnt býráðn-
um efur tumum milliónum
í endurgjaldi. Alt bendir á,
at rætturin fer at geva Før-
oya Arbeidarafelag við-
hald.
Forkvinnan i arbeidara-
felagnum sigur, at tey
høvdu triggjar fundir við
byrådsformannin i 1987.
Ein í april, ein í juni og ein
aftur í september. Á hesum
fundum var tað, at býráðs-
formaðurin bað tey um at
bíða við at byggja, tí hann
skuldi leita teimum eftir
ødrum grundøki, men Før-
oya Arbcidarafelag hevur
enn tann dag í dag, einki
svar fingið, og nú var so
tolið uppi, sigur Ingeborg
Vinther. Hon leggur aftrat,
at býráðsformaðurin á hes-
um fundum viðgekk, at
steðgurin í byggingini fór
ivaleyst at kosta býráðnum
eitt ávíst endurgjald til
arbeiðarrafelagið.
Dýr áheitan
Men spurningurin er so:
Hví bygdi Foroya Arbeið-
arafelag ikki, hóast felagið
hevði fingið endaligt
byggiloyvi.
Eingin kundi forða
felagnum í tí, men tey
valdu at ganga áheitanini
frá býráðsformanninum á
móti. Og hetta gjørdist ar-
tiðindablaðið
beiðarafelagnum dýrt, og
hendan kostnað skulu nú,
sum líkt er til, havnafólk
tór.-
Hóast Føroya
Arbeiðarafelag fekk
endaligt byggiloyvi, kom
felagið ongantíð longur
enn til jórðarbeiði.
Felagið fylgdi áheitanim
frá býráðsformanninum,
og nú kemur so rokningin.
Mynd: Kalmar
Býráðið vil flyta pengar
úr skulaverkinum til
sjalva byarumsitingina
Tórshavnar Kommuna
boðaði fyrst í hesum mán-
aðinum skúlastjórunum og
skrivarunum á kommunalu
skúlunum í Havn til fund-
ar. Tað býráðsformaðurin
skuldi boða skúlastjórun-
um og skrivarum frá á hes-
um fundi var, at nú vildi
býráðið ikki longur rinda
lønina til skrivararnar.
Býráðið vildi beinleiðis
niðurleggja størvini, tí tey
koma undir landsskúlafyri-
sitingina, varð sagt.
Men skrivararnir skuldu
tó ikki beinast út í ar-
beiðsloysi. Annað starv
skuldi standa teimum í
boði hjá kommununi, og ti
lýsti Líkningardeildin hjá
Tórshvanar Komuna í inn-
anhýsis lýsing eftir trimum
fólkum til deildina. Tvey
av hesum størvum vóru
fullan dag og eitt hálvtíð-
arstarv.
Vildu treyðugt av við
skrivararnar
Tríggir av teimum fýra
skúlastjórunum við komm-
unalu skúlunum í Havn,
Ottar Jacobsen á Kommu-
nuskúlanum, Bjarni Skaal-
um á Sankta Frans Skúla
og Svenning Tausen á
Eysturskúlanum vildu feg-
in tosa nærri um hesi
vidurskiftini áðrenn nøkur
endalig støda vard tikin.
f einum skrivi til byrådid
hava teir gjørt eina lýsing
av hvat skrivarin hevur at
gera. At passa telefonina,
sum ringir allan dagin,
inn- og útskriving av næm-
ingum, dagføra næminga-
kartotekið, til og frámeld-
ing, roknskap, reinskriving
av øllum brøvum, skriva
prévskjøl og annars vera
sambindingarlið úteftir.
Hesar eru nakrar av upp-
gávunum, siga skúlastjór-
arnir, sum leggja aftrat, at
missa teir skrivaran, merk-
ir hetta eitt veldugt
afturstig, sum teir taka til í
skrivinum til býráðið.
Lærararáðið
mótmælir
Nú hevur eisini lærara-
ráðið við Eysturskúlan
mótmælt ætlanunum hjá
býráðnum. Í einum skrivi
ul allar býráðslimirnar
sigur lærararráðið, at tað
kann valla hugsast, at
nakað arbeiðspláss í Før-
oyum av hesi stødd - 500
næmingar ganga á Eystur-
skúlanum - ikki hevur eitt
ella fleiri fólk, sum taka
sær av telefon, pappírs-
gongd, bókhaldi, samskifti
út og inn o.s.fr.
Lærararáðið sigur, at
skúlastjóri og varaskúla-
stjóri eru settir at taka sær
av pedagogisku- og rakst-
rarligu skyldu skúlans.
Hesir hava tí niðrusetta
undirvísingarskyldu, fyrst
og fremst at kunna skipa
soleiðis fyri, at skúlin
røkkur ti endamåli, ið vit
øll vænta av skúlanum,- at
hann megnar at menna
børnini til góðar medborg-
arar.
Eingin sparing
Lærarraráðið sigur seg
ivast í um nøkur sparing er
í hesum ætlanum býráð-
sins. Talan er heldur um at
flyta pening úr skúlaverk-
inum og til býarumsit-
ingina. Víst verður eisini á,
at í øllum framkomnum
londum leggja tey doyðin
á at hava ein góðan skúla.
Í fimtiárunum varð
Kommunuskúlin bygdur
hóast
tíðirnar vóru sera
ringar - eisini í Havn. Men
koruini hildu avvarandi
myndugleikar tá, at skúlin
skuldi hava sitt. Nú er
vend komin i, heldur lær-
araráðið og vónar, at bý-
ráðslimirnir eru so mikið
at sær komnir, at:teir ikki
lata so stór arbeiðspláss
sum Ld. Eystrurskúlan
vera umsitingini fyri uttan.
Fundast
Fyrsta dagin verður
fundur millum Lands-
skúlafyrisitingina, skúla-
stjórarnar og umboð fyri
býrðáðið.
Hensar Ellingsgaard,
landsskúlastjóri sigur, at
td hevur higartil verið
hildið rímiligt, at komm-
unan lønar skrivarunum á
kommunalu skúlaunum og
vísir á, at tad er k
unan, sum hevur sctt teir í
Um
kemur í soleiðis at
mm
starv.
broyung nú
landið
framyvir fer at rinda alla
ella cin part av skrivara
lønunum fer úrslitið av
hesum fund
tor.-