Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. oktober 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 181 — 2. oktober 1991 Síða 7 Birgit Højgaard — triðvakrasta sprund í rikinum: >Ég eri øgiliga glad fyri hatta urslitig« Í Miss Danmark- kappingini, sum sunnudagin og mánadagin fór fram stóru DFDS-ferjuni >Queen of Scandinavi ia«, fingu báðar umborð á tær fóroysku genturnar góð úrslit: Birgit Højgaard úr Havn gjørdist triðbest og hóast Mildrid Jakobsen úr Klaksvík ikki fekk at vita, hvat nummar hon bleiv, ljóðar, at hon lá ovarlaga — helst á fjórða plássi Mánakvgldið varð Miss Danmark-kappingini av- gjørd, og hendi her tað, at føroyskar gentur, ið fyri fyrstu ferð vóru við, fingu sera góð úrslit. Føroyar høvdu tvey um- boð við í donsku finaluni, og gjørdust tær triðfremst og helst eisini fjórðfremst. Tá ngvnini á vinnar- unum vórðu lisin upp, varð fyrst nevnt, hvor hevði vakrast setta hárið, hvgr var vakrast smurd og so framvegis, áðrenn kom- ið var til sjálvan vinnaran av kappingini. Kundi ikki fata tað Fyri at gera tað meira spennandi, vórðu triðbesta og næstbesta í kappingini nevndar fyrst, og teirra millum vár onnur av før- oysku gentunum, nevni- liga Birgit Højgaard úr Havn: >Tað var jú fullkomuliga óvæntað, at eg skuldi fáa eitt so gott pláss í hesi fin- aluni,< sigur Birgit fyri Sosialinum. >Tá eg hoyrdi mítt egna navn verða nevnt har, varð eg púra fyri ongum og kundi ikki beinanvegin fatað, at tað kundi passa.< Miss Danmark-fyrireikarin Lise Haavik: Birgit og Mildrid minir favorittar >Persónliga hevði eg Bir- git og Mildrid millum tær, eg roknaði við fóru at gera seg galdandi í finaluni,< sigur Miss Danmark-fyri- reikarin Lise Haavik, ið er úr Noregi, men hevur búð i Danmark í fleiri år. »So eg gjørdist ikki so bilsin, tå tad visti seg, at Birgit varð tridbest, m£å avtornadi.« Lise Haavik metir eisini, at vid hesum er leidin fyri ein stóran part løgd fyri serstøkum kappingum av hesum slagi í Føroyum. Avbera nógv vekur konufólk í Fsroyum >Tá eg var har uppi í sambandi vid føroysku kappingina, så eg, hvussu avbera nógv vøkur konu- fólk eru i Føroyum. Gent- urnar har uppi hjá tykkum eru sera søtar, og nógvar eru til av teimum,< sigur Lise Haavik við Sosialin. Hon ivast tí sjálvsagt ikki í, at tað var rætt at geva føroyingum kjansin, nú hon saman við manni sínum Bo Andersen fóru undir at fyrireika Miss Danmark-kappiningina. Vælgerandi arbeiði »Ikki má gloymast, at eitt av endamálunum eisini er at savna saman pening til vælgerandi endamál, og undir hesi kappingini hava vit savnað saman einar 20.000 krónur, ið óskerdar fara til arbeiði hjá barnagrunni ST's, UNICEF,< sigur hon. Lise Haavik sigur seg annars ikki ivast í, at lut- tøkan í donsku finaluni kann koma at hava við sær nýggjar uppgávur fyri bæði Birgit og Mildrid á eitt nú modellgkinum. >Harnæst skal Birgit jú vera klár, um teimum báð- um fremru í finaluni berst frá, so enn er ein pinkulitil møguleiki fyri, at hon kann koma í finaluna, um hinar ikki kunnu fara,< sigur Haavik. »Men tað er ikki væntandi, at vit fáa avboð, tí Miss World-fin- alan er neyvan nakað, nøk- ur genta vil forsøma, hevur hon møguleikan at koma í hana.< hj. Áðrenn Birgit fór úr Før- oyum, sá hon soleiðis upp- á tað, at hon bert fór við til stuttleika og skuldi liva »fint« í eitt vikuskift. »Og fint var tað eisini. Alt var fyrsta floks, og tað virkaði, sum vóru tey sera professionell, ið fingust við hetta, og tað var eisini Stuttligt at síggja, hvussu væl tey dugdu at arbeiða, sum fingust við hárið, sminkuna og sovorðið,< sigur Birgit. >Vit, sum skuldu vera við í finaluni, skuldu eisini læra, hvussu vit áttu at ganga og standa, so hetta var nærmast sum ein heil seria, vit skuldu framføra har.« Umborð i tveir dagar Tær fóru umborð seinnapartin sunnudagin og komu ikki í land aftur í Keypmannahavn fyrrenn í gjáramorgunin. Vinnari í kappingini var 17 ára gamla Sharon Giv- skov úr Randers og næst- fremst gjørdist tann 19 ára gamla Anne-Mette Ehren- reich úr Vejle. A triðja plássinum kom so sum sagt 20 ára gamla Birgit úr Havn, so við hesi síni frá- líku plasering hevur givið føroyskum vakurleika- 20 ára gamla Birgit Højgaard úr Har n, sum månakvøldid gjørdist tridbest i finaluni um vakrasta sprund í rík- inum, hevur áður royni seg sum modell. Her sæst hon, sum mynda- maðurin Per á Hædd hevur avmyndað hana til bókina >Vit binda.« ; kappingum og føroyskari luttøku i ødrum slikum kappingum eitt gott klapp i ryggin. Men hvat hevur so eitt slíkt widjaplåss at siga fyrr Birgit? >Tað havi eg ikki hugsa um enn, tí eg eri júst kom- in aftur, men eg rokni ikki við, at tað fer at ávirka meg og mítt lív nakað serligt,< sigur hon. >Hetta hevur í hvussu er verið eitt stórt upplivilsi, og tað hevur verið sera stuttligt at vera við.< Longu heimaftur Umborð við á >Queen of Scandinavia< hevði Birgit drongin hjá sær, umframt tvær mostrar og tvey systkinabørn, ið búgva niðri »Vit sum vóru við í fin- aluni, høvdu nógv at gera alla tíðina, tí vit skuldu lat- ast í, gerast til og so venja, hvussu vit skuldu bera okkum at, so tað var strævið frá tíðliga á morgni til einaferð eftir miðnátt hvert kvøld,« sig- ur hon. >Onkur av teimum donsku gentunum hevði áður roynt seg á palli sum mannequin og onkur var dansari, so tað høvdu tær sjálvsagt ein ávísan fyri- mun av, tá sjálv finalan var, men annars skuldu vit allar igjøgnum tað sama.< Hin føroyski luttakarin, 21 åra gamla Mildrid Ja- kobsen úr Klaksvík, fekk eisini eitt gott årslit. Hon fekk tó ikki beinleiðis at vita, hvar í røðin: hon kom, men tað ljóðar niðri, at varð eitt fj kosið í finaluni, hevði hon fingið tað. Mildrid kom heim í gjár meðan Birgit kemur heir í dag. Sosialurin ynså teimum báðum ullut við tí frálíka úrslitinum 4 roa piass % 2. - Miss Danmark-fyrireikarin Lise Haavik, saman við Mil- drid Jakobsen úr Klaksvík, ið var í donsku finaluni.