mikudagur 2. oktober 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 181 — 2. oktober 1991
Listaskálin
Í Dagblaðnum 20. sep-
tember á 3. síðu stóð grein
ella samreða við Poul
Michelsen um hansara á-
skoðan á sonvenda lista-
skálamálið.
Óansæð hver, ið er pápi
at greinini, antin Poul,
ÓJR ella advokaturin í
serklassa — og tað verður
hon ikki verri av — so er
»substansurin« ikki so
galin.
Hon regnar við argu-
mentum, kenslum, morali
og etikki, og tað sum betri
er: eitt miniskeið í
ósmædnum seluteknikki.
Fyrst kemur eitt lítið
»innrømmilsi« (hetta
fremur eitt vist forståilsi
vid kundan). Síðani nøkur
argumentir, tey eru nú
lættara lagi, og verða tey
tí endurtikin við áherðslu
(skrallan fer í gongd). Og
er lesarin/kundin nú nóg
moyrur, so er ein hóskandi
hóttan ikki av leið, (frum-
skógarjerðildi hevur tann
fyrimun, at tað er so lætt
skiljandi).
Arbeiðið í býnum
Áðrenn eg fari víðari við
hesi greinini er vert at
sláa hetta fast, at eingin í
býráðnum — hverki meiri-
lutin ella minnilutin —
hevur gjørt annað enn
roynt eftir førimuni at út-
vegað arbeiði til allar
hendur í býnum, at gera
býin so vakran og væl-
virkandi sum gjerligt, og
at veita hóskandi tilboð til
einstaklingar og vinnulív-
ið við byggiøkjum, vegum
o.t. so í ta krubbuna er &
neyðugt at fara niður at
keglast í hesum máli. So
er tað sagt.
Avgerð
nevndarinnar
Poul er negdur við avgerð
meirlutans i listaskála-
nevndini — at taka tann
næstlægsta (Bgf. Waag-
stein) istadin fyri tann
lægsta (Fa. Kanjon) — av
eitt nú hesi orsøk, at
kommunan hevur lænt
pengar frá Havnar Ar-
beiðsmannafelag.
Hetta er jú kenslulødd
tala, sum øll skilja. Og
skamm og last í annað. Og
henda sannroynd ferir tað
við sær, at fyri okkara inn-
ara oyra rekur ljódliga ein
sorgblíður farri úr vísuni
um >Kalla Katt<. Hetta
neyðardýrið, sum í dag-
setri strevast á keiini í
slavnum havgjóstri, og
hvers forpínda limagjald
nú verður, sum seinasti
kransur, tveitt til bjarg-
ingar fyri ráðvillar býráðs-
limir og — so mótsigandi
tað ljóðar — til ein emi-
nentan býráðsformann.
Ein mann, sum ongantíð
gevur nakað upp fyri bad
job; men sum nú stingur í
sekkin (sambært Sosialin-
um), fyri at taka á seg
uppaftur sterri avbjóðing-
ar — antin í landsins stýri
ella á eðrum hóskandi
feitilendi (gjarna við bíði-
pengum).
Hetta skilja vit øll, og
mong gråta ivaleyst sini
mødigu tår um Kalla og
býráðið og hesa óndu
verð.
Havnar Arbeiðs-
mannafelag
Men, er stødan nú so
syndarlig við arbeiðs-
mannafelagnum. Nei,
kanska ikki heilt! Karl Jo-
hansen og hinir, ið manna
nevnd felagsins, eru
intelligentir menn, sum
bæði land og kommuna
kundu lært nakað av. Teir
hava sett felagsins pengar
í fastar ognir, sum hverki
rustur ella inflatión forter-
ir. T.d. fáa teir o.u. eina
hálva mió. úr landskass-
anum um árið í leiguinn-
teku, sum teir so kunnu
læna út aftur við hóskandi
rentu (12%) til solidar
kundar.
Teir duga. Hava egna
eftirlønarskipan. Og hótta
ikki býráðið til at geva
summum óheiðurligar
fyrimunir. (Eg síggi í
nýggja 75 ára minnisriti
Arbeiðsmannafelagsins —
tað er meir enn býráðið
klárar at fáa út — at Hans
David í Bø — (abbabeiggi)
— var nevndarlimur og
ein av stovnarum felag-
sins. Var maður millum
menn. Og tað var gott!)
Listaskálin
Segan um listaskálan er í
stuttum, at nevndin, ið tá
sat, sá, at tey virðismikl-
astu listaverkini fórust so
illa hverja ferð perma-
nenta framsýningin mátti
víkja fyri onkrari serstak-
ari. Og eingi goymsluheli
vóru til at taka.
Táverandi formaður
nevndarinnar (Arne
Nerrevang) fór tí ein dag-
in inn á gólvið hjá
Augustinusfondinum.
Hesin grunnur, sum í
mong ár hevur stuðlað
mentunarlig tiltøk við
dastinum av avlopi virki-
sins (cigarir, ceruttir o.t.).
Eitt nú veitt munandi
stuðul til Lousiana í
Humlebæk, ið er kent um
alt Europa.
Jú, væl bar til. Áðrenn
hálvtalað varð orð, fingu
vit lyfti um 4 mió. kr. í
stuðli (uttan nakrar treyt-
ir um, at vit afturfyri
skuldu stuðla framleiðslu
teirra við at guva teirra
sigarir av grimd).
Síðani varð færið í lands-
stýrið, ið millum ár og dag
hevur stuðlað listaskálan
við milliónum til bygging,
endurbygging, listakeyp
og til rakstur. (Eg síggi
nú, at Bárður Jákupsson
ger vart við í Sosialinum,
at landið rindar bert o.u.
!14 av nýggja skálanum.
Bárður átti at vitað, at tað
er eitt, at byggja eitt hús
ella skála; men at reka
húsið — og harundir við-
líkahald, ljós og hita, veita
løn til umsjón og til lista-
keyp, tað er ikki hvers
mans føri. Tað hevur
landsstýrið gjørt higartil).
Hetta landsstýrið hevur
játtað til uppíbygging av
skálanum 1,5 mió. kr. um
árið í 3 ár. (Eisini uttan
nakrar ólíkligar treytir).
Lisitatiónin
Munurin millum almenna
og bundna lisitatión er, at
byggiharrin við almennari
útbjóðing kann gera, sum
hann vil: antin taka tann
hægsta ella tann lægsta
ella, sum ofta hendir, tann
sum liggur næst hansara
egnu sambæriligu kostn-
aðarmetan.
Við bundnari lisitatión
er byggiharrin bundin til
at taka tann lægsta. Hann
hevur jú sjálvur valt tey
byggifeløg út, sum hann
hevur treytaleyst álit á.
Soleiðis er praksis i øll-
um framkomnum londum.
Soleidis er praksis i Dan-
mark. Og alt gott um okk-
ara lóggávu; men er hon
ikki í flestu førum ein
meira og minni væleydnað
týðing úr donskum. Og
tann danska er greið.
Nú verður víst til eitt
skriv, sum sigur, at byggi-
harrin skilar sær rætt at
velja millum teir bjóðandi.
Onkur heldur, at betri var,
um hetta skrivið ikki varð
skrivað. Til hetta er at
siga, at tað ger kanska
ikki so nógv, um so er. Tí
byggiharrin veit — um
hann er rættskaffin og
rættsiktaður — at tað
skulu tungtvigandi
grundir til, at hann kann
víkja frá hevuðsmegin-
regluni um, at hann er
bundin til tann lægsta.
Tungtvigandi
grundir
Tungtvigandi grundir
kunnu t.d. vera um nú ein
av teimum, ið bjóðar, í
millumbilinum er vorðin
óður í hevdinum, og bjóð-
ar sær til at gera allan
Skálan fyri hálvaaðru
krónu og fjøruti. Hetta til
undirgang fyri hann, sorg
fyri familjuna, og kanska
seinni sterri tap fyri
byggiharran. Tá er í lagi
at hava eina tílíka undan-
taksreglu at vísa til, at
sum eitt undantak ber
ikki til at taka hetta
lægsta tilboðið fyri fult.
Til tungtvigandi grund-
ir eru væl eisini, um ar-
beiðstakarin ikki kann út-
vega neyðugu trygd. Tá
ber ikki til. Ella tá eigur
ikki at bera til. Vit minn-
ast og merkja enn royndir-
nar hjá býráðnum á Berja-
brekku í so máta.
Men soleiðis er ikki í
hesum feri við listaskálan-
um. Tað lægsta tilboðið er
kannað væl og virðiliga og
er framvegis lægst, og
harafturat samsvarar tað
væl við kostnaðarmeting-
ina, og teir ráðgevandi
hava einmælt tilmælt, at
Fa. Kanjon fær tilboðið.
Og soleiðis átti hetta mál-
ið at verðið avgjørt.
Tann lægsti
eigur tilboðið
Tá ið tú hevur bjóðað inn
til nakað uppá líkar treyt-
ir, so er longu tá avgjert
hver verður vinnarin. Og
Ug er nú einaferð betri
enn Ug-minus!
Eingin — heldur ikki
himself — bjóðar í veitslu,
og tá ið tey innbodnu
komandi stríðandi, upp-
snollað og í góðum lagi til
hallar, tá stendur húsharr-
in ikki á gáttini og >servi-
cerar< karatusleg á hálsin
á summum og varpar tey
út av trappuni. Tað ger
eingin, ið hvussu so er ikki
um hann annars er við síni
fullu fimm (!).
Og serliga riddarligt
hevði tað heldur ikki ver-
ið.
Hvør fær fyrimun
av hesum måli?
Augustinusfondurin og
hinir útlendsku grunnar-
nir, sum tilsamans lata 5
mió. kr. fáa ongan fyri-
mun. Landsstýrið sum let-
ur 4,5 mió. kr., fær heldur
ongan. Tverturímóti. Tað
átekur sær helst bara
meiri rakstur av Skálan-
um í framtíðini. Kommun-
an letur 3,75 mió. kr. og
fær allan fyrimunin: ein
stásiligan bygning, sum
prýði fyri viðarlundina og
býin. Hevuðsstaðurin fær
eitt tignarligt tjóðarlista-
savn. Har eisini bygda-
fólkini: J. S. Mikines,
Ruth Smith, Hans
Hansen, Steffan Daniel-
sen o.a. vónandi fáa inni-
vist. Og hverja ferð onkur
einstaklingur ella okkurt
ferðalag kemur til býggj-
ar, so dryppar á dekn og
klokkara, og restina av
handilslívinum í Havn.
Bæði uppá stytri og longri
sikt.
Leggjast kann afturat,
eg havi skilt, at undir-
leveranderarnir hjá Fa.
Kanjon eru úr Havn (eitt
nú Leif Mohr og Demich),
og at alt tilfarið verður út-
vegað úr Havn (Havnar
Timburhandil). Hetta er
vituliga ein partur av
kappingini.
Havnin tapir
Fyrst er hetta, sum hent
er, stór skomm fyri lista-
skálanevndina, og síðani
kann tað væl koma aftur
um brekku fyri Havnina í
keðiligan máta.
Hetta at fáast við poli-
tikk minnir ofta um at
telva — at konsekvens-
berokna. Gert tú ein vána-
ligan leik, sum ferir tað
við sær, at mótsteðumað-
urin kann skáka ella tekur
frúnna, ja, so er leikurin
betri 6gjørdur.
Í hesum degum, nú
keypiorkan er fallandi í
Havn, meðan hon er
kanska heldur betri á
bygd — har fiskurin er
álitið — er tað óklókt at
proklamera frá hegum
steði: >Her skal eingin
bygdamaður koma og
vænta sær nakað. Vit í
Havn vilja hava bæði ar-
beiði og tænastuvirksemi,
smá- og heilselur, byggi-
og ráðgevandi feløg fyri
okkum sjálvi. Tit á bygd
kunnu bara hoppa og
renna!«,
Eingin eigur at gloyma,
at hevuðsstaðurin í land-
inum er hevuðsstaður fyri
alt landið. Her húsast eitt
nú fólkaræðisins — tri-
strenta — lóggevandi, út-
innandi og demandi vald-
ið. Umframt alt annað
sum bert er lands. Og tað
átti at verið ein heiður.
Eisini at allir landsins
borgarar kendu seg væl í
hevuðsstaðnum.
Nú verður sagt í grein-
ini, at kommunurnar á
bygd skikka sær illa; men
Havnar kommuna neldur
seg til reglurnar. Til hetta
er at siga, at eitt verri
dømi kann ongantíð rætt-
vísgera nakað, sum eisini
er skeivt, tað kann bert
nýtast til undanferslu, og
tá er líka vítt sum sítt.
Nei, bygdirnar hava
ikki altíð verið smáligar. Í
minnisritum Bgf.
Waagstein (25 år og 40 år)
verður greitt frá hvussu
felagið hevur framt er-
grynnu av. vælaverkum
kring alt landið: skúlar,
havnir o.m.a. Bert í Klaks-
vík hevur byggifelagid
bygt og/ella projekterað
kirkju, banka, sparikassa,
bygt út fleiri flakavirki
umframt stórar havna-
byggingar.
Hetta hava teir avrikað
í heiðurligari og liberalari
kapping millum teir
bestu. Og alt gott um tað.
Hevur baklandið
ávirkað?
Aftan á hesa legnu avgerð
nevndarinnar verður av
fleiri spurt. Eru nevndar-
limirnir ávirkaðir uttan-
ífrá? Ávirkaðir av einum
baklandi — sum tað verð-
ur rópt á politiskum máli?
Her kundi so Poul —
fyri sín part — sagt frá
(hann plagar nú ikki at
hava so lætt við at tiga)
um hann hevur roynt at á-
virkað nevndarlimirnar í
hesum máli, áðrenn steðu-
takanin fór fram.
Um hann upp á sín eyð-
kenda smædna, lítillætna
og eymliga máta mildis-
liga hevur lýtt onkrum í
oyra, hvat ið er hansara
høga hugsan í hesum
máli?
Ikki tað, at eg insinueri,
at her er talan um nakra
hóttan ella tílíkt (á nei, á
nei — bevaris, bevaris);
men bert eitt lítið fínligt
prei millum vinir?
Hetta hevði ivaleyst
havt sterri almennan á-
huga, enn alt tað merk-
verdiga, sum stendur í
áðurnevndu margháttligu
greinin frá 20.09.91 í Dag-
blaðnum.
Aftur á blóðið?
Øllum er greitt, at vanliga
hugsanin millum manna í
Framhald á síðu 12
AA ke