Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. oktober 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 181 — 2. oktober 1991 | Meirlutin av busseigarunum góðtekur ikki sein- asta eykaaðalfund hjá Bufssfelag Føroya Aftaná minni væleydnaða verkfallið hjá Bussfelag Føroya, tá fleiri busseigarar koyrdu, varð kallað inn til eykaaðalfundar í felagnum. Nevndarval var á skránni, og tá vórðu tveir nevndar- limir skiftir út. Men harfyri vóru ikki allar súðir syftar. Fleiri limir vóru misnøgdir við fundin, tí tað var ikki lýst við nevndarvali. Nú hava 19 av teimum 36 busseigarunum kravt nýggjan aðalfund. Sunnu- dagin var umboð fyri hesar 19 á fundi við nevndina, ið nú situr, og setti fram krøv frá meirlutanum. Kravið er nýggjur aðalfundur. Nevndin hevur fingið freist til í dag kl. 17 at kalla inn til nýggjan aðalfund. Verður tað ikki gjørt, ætla teir 19 busseigararnir at takasúg til at stovna nýtt bussfelag. A aðalfundinum, tá teir tveir nevndarlimirnir vórðu koyrdir úr nevndini, segði formaðurin, Essa Petersen í Norðdepli, seg frå sum for- maður. Men tá nevndin skipaði seg, tók hann kor- tini aftur við formanssess- inum. Næstformaður er Jákup Martin Joensen, og hinir nevndarlimimir eru Signar Hansen við Ljósá og Nein- bjørn Nattestad í Miðvági. John Ellendersen í Fámjin varð eisini valdur í nevnd, men hann hevði framman- undan boðað frá, at hann ikki tók við vali. Tí vantar nevndini ein lim. randi Latin leysur Tann 17 åra gamli mad- urin, sum eftir grundlóg- aravhoyring í Føroya Rætti fríggjadagin, varð varðhaldsfongslaður í eina viku, slapp mánadagin longu út aftur. Tann 17 ára gamli hevði saman við einum 21 ára gomlum manni tikið eina smágentu upp í bilin í Havn, og menninir vórðu báðir seinni sama dag tiknir, skuldsettir fyri at hava verið ónæriligir móti gentuni. Mánadagin varð smá- gentan avhoyrd, og so kundi tann 17 ára gamli latast leysur. Avgreitt Politiið í Havn væntaði í gjár at kunna avgreiða málið um sovjetisku sjó- menninar, sum sunnu- dagin vóru og vitjaðu nakrar bilverkstaðir, har teir tóku ymsar lutir við Uni Vestureið, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at politiið hevur havt fund við skipararnr á teimum báðum skipunum, um- røddu sjómenninir vóru við. Skipararnir vóru sera harmir um tað, ið hent var. Skip teirra skuldu fara heim, so skjótt politiið hevði avgreitt málið. Sjó- menninir fáa bót. Uni Vestureið heldur, at flestu lutirnir, sjómenninir tóku, eru komnir afturí aftur. Tað kann tó verða, at bilverkstaðirnir koma við endurgjaldi fyri skað- ar, ið hendir eru á bilar, tá lutir eru tiknir av bilunum. randi Føroyska Kiosk- og Sólubúðarfel- agið dámar lítið, at danska kiosk- felagið hevur verið í Føroyum og roynt at fingið kioskir og små- handlar til limir Í seinastu viku vóru lýsingar í útvarpinum frá danska kioskfelag- num, sum hevði fundir í Klaksvík, í Havn og í Øravik. Sambært "Danske Kioskers Centralforen- ing" høvdu føroyskar sølubådir bidid um hes- ar fundir. Felagið sigur í tíðindaskrivi, at fund- irnir vístu, at áhugi var í Føroyum fyri at fara uppí DKC. Nøkur tekn- aðu eisini beinanvegin limaskap, og felagið sig- ur, at føroyska felagið ætlar at halda fund fyri limum sínum og mæla ul at gerast limir í danska felagnum. Danska felagið man hava misskilt okkurt, heldur Torgerð Suður- oy, formaður í Kiosk- og Sølubudarfelagnum i Føroyum. Føroyska fel- agið hevur bara spurt seg fyri um møguleikan, at føroyskafelagid sum felag kundi fara uppi danska felagið, ikki lim- irnir sum einstaklingar. Onkrar sólubúðir vóru longu limir í danska felagnum, fyri fundar- rødini í seinastu viku. Tórgerð Suðuroy sig- ar, at føroyska felagið sjálvsagt ikki kann ella ætlar sær at nokta nøkr- um at gerast limir í danska felagnum. Hon ivast eitt sindur í, at kioskirnar og sølubúðir- nar í Føroyum fáa meira burturúr at vera limir í danska felagnum heldur enn føroyska. Lima- gjaldid i danska felag- num er annars fyra ferdir so stórt sum hjá før- oyska felagnum. Føroyska felagið er farid til verka aftur eftir summarfritidina. I løt- uni arbeida tey vid at fåa ein fund vid umbods- mann fyri tað danska DCA, sum stendur fyri søluniav donskum blød- um, vikublødini undan- tikin. randi Tad er kann vera hættisligt at ferðast í ferðsluni, hvussu væl tú enn dugir at ansa sær Ein dagin herfyri ætlaði ein gásarmamma sær yvir um Oyggjarvegin við ungum sínum Men ikki mundi hon hava eyguni við sær. Á ungarnir eftirá. Hjá bilfórarunum er ikki altíð líka lætt at skáka sær undan, tá gæs og annað tví- el ferfótt, knappliga stíga út á vegin. Síða 9 på Tosadu um býtið av uppgåvum Starvsneyndin hjá kommunufelagnum hevði fund í gjár við landsstýrismannin í kommunu- málum Á middegi í gjár hittust starvsnevdin i Føroya Kommunufelag og Jógvan Sundstein, landsstyrismad- ur i kommunumålum, å fundiå Hotel Hafnia i Havn. Hesin fundur kom i lag sum úrslit av, at Jógvan Sundstein fyri stuttum mælu ul at leggja komm- unur saman, so vit fáa færri komunur, ið so verða stórri. Fundurin í gjár var kortini ikki beinleiðis um saman- legging. Høvudsevnid var uppgåvubyti og åbyrgdar- byt millum land og komm- unur. Fundurin skuldi eisini vera um roknskaparførslu hjå kommununum við tí fyri eyga at fáa allar kommunur at hava somu mannagongd Tað fer at lætta um eftirlitið, og lættari verður eisini at samanbera støduna hjá teimum ymsu kommunun- um. Føroya Kommunufel- ag hevur saman vid um- boðum fyri landsstýrið og virkandi grannskoðarafel- øgum gjørt eitt uppskot til roknskaparskipan KOMmunurnar fyri randi ðrenn hon visti av, lógu bæði hon og allir seks {ia