Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 182 — 3. oktober 1991 A ED DT INNER. 2 EITT FELAGSLIÐ Í VÁGUM: KANSKA — MEN IKKI NÚ! Meðan donsk feløg leggja saman fyri at fáa eitt so sterkt felagslið sum gjørligt, eru tankar frammi í Vágum um eitt líknandi prosjekt við einum sterkum liði í 1. deild og kanska trimum rímiliga góðum liðum í 2. deild, um tilgongd og evni vera til tað. Men ivasamt tykist tó vera, nær hetta verður. Enn eru forðingarnar eftir øllum at dóma ov nógvar og ov stórar Tað, sum á hesum sinni hevur sett gongd í prátið um eitt felagslið í Vágum, er nakað, Albert Ari Thomassen úr SIF førdi fram i sjónvarpinum herfyri, har hann segði, at tað uttan iva hevði gagnað fótbóltinum í Vágum, at eitt sterkt felagslið frá oynni er í 1. deild: >Tað hevði eisini verið nógv stuttligari at spælt, tí so hevði talan ikki bert verið um at hildið seg frá botninum,< førdi Al- bert Ari millum annað fram í ítróttarsend- ingini. Hesi orð hansara tykjast hava sett síni spor, tí nú verður ikki so lítið prátað um eitt slíkt lið vesturi í Vágum. MB, ið hevur spælt í 1. deild tvey tey síðstu árini, er annað av liðunum, ið nú noyðist at fara niður í 2. deild, meðan SÍF flytir upp. Í fjør var einasta árið, at Vágar høvdu tvinni 1. deildarlið. Ein føroyameistara-kandidatur At nakað heilt avgjørt er í tí, ungi sanda- vágsmaðurin hevur lagt upp til, er eingin ivi um, tí verður hugsað um spælaratilfar- ið í Vágum, skal ikki so nóv til fyri at seta eitt so mikið gott Vága-lið, at tað avgjørt hevði verið eitt gott boð uppá eitt føroya- meistaraheiti. Hugsið tykkum, hvat hetta liðið kundi fingið av skafti, um hópurin eitt nú sá so- leiðis út: Úr SI: Heini Davidsen, Eyðfinn David- sen, Hilmar Hansen og Petur Ritter. Ur MB: Mikkjal Danielsen, Birgir Jørgensen, Jens Erik Rasmussen, Suni Ja- cobsen og Valbjørn Jacobsen. Ur SIF: Albert Ari Thomassen, Torkil Nielsen, Jonhard Joensen og Jóan Hendrik (Hegga) Samuelsen. »Lokalu« fordingarnar tær størstu Umframt hesar kundu Givad eisini eitt nú fleiri av yngru spælarunum komið inn í myndina, tá talan skuldi verið um eitt sterkt Vága-lið. Kanska eisini ein hepnari samanseting av spælarum hevði givið eitt sterkari lið, men í hvussu er er her talan um fleiri góðar spælarar. Tað, sum óivað er størsta hóttanin móti, at eitt slíkt lið skal gerast veruleiki, eru tær >lokalu< forðingarnar, ið millum ann- að eru lokalpatriotisman, ið t.d. forbjóðar einum miðvingi at spæla á sandavågslidi og øvugt. Onkur vísir eisini á, at talan er um ein peningaligan spurning, og at feløgini ikki minst eru bundin fíggjarliga hvørt sær, nú graslíkisvgllur finst í hvgrjari av teimum trimum størru bygdunum í Vágum. Fólkagrundarlagið ov lítið Men spurningurin er framvegis, um tað í longdini ikki bert er eitt felagslið, ið kann loysa seg, millum annað um hugsað verð- ur um fólkatalið í bygdunum. Ein bygd við 6-700 íbúgvum er neyvan nóg sterkt grundarlag undir framhaldandi tilveru í 1. deild, ið krevur ein nógv stórri innsats og betri evni til fótbólt, enn eitt nú 2. deild. Hinvegin má eisini havast í huga, at Vágarnar eru sera væl umboðaðar á lands- liðnum. Í løtuni eru fimm spælarar úr øll- um trimum feløgum við í landsliðshóp- inum — tað vil siga helvtin av einum møguligum Våga-lidi. Unglinga-royndin oyðilegd av FSF Í Vágum eru teir ikki heilt sørir, tá talan er um fordømi til samstarv tvørturum tey trý feløgini. Eitt unglingalið hevur í ngkur ár verið í Vágum við spælarum úr teimum trimum feløgunum. Flestu spælararnir hava verið úr MB, so tí hevur liðið á pappírinum ver- ið heimahoyrandi í Miðvági. Men FSF-reglurnar um, at gul og reyð kort í unglingadeildini skuldu fylgja spæl- arunum í 1. og 2. deild hevur nú oyðilagt hetta unglingasamstarvið. Hóast sørvingurin Eyðfinn Davidsen í fyrru kappingahelvt spældi við MB, so mótprógvar tað tó ikki, at størsti trupul- leikin fyri einum Vága-liði sum sagt í dag helst bert er tann eini: Lokalpatriousman! hj. Egin Simonsen, formaður í SÍ: Sjálvandi saman »Frå okkara og minari síðu er eingin ivi: Tað sigur seg sjálvt, at vit í Vágum eiga at hava eitt felagslið, sum kann umboða oynn aí bestu deildini.« j So stóran tekur formaðurin í SI til. Egin Simon- sen heldur alt annað tos botna í lokalum áhugamálum, ið hvgrki gagna plássinum hagani tey stava ella oynni sum heild. »Vit eru triggjar bygdir, ið allar hava feløg. Og í løtuni er stødan nokk tann, at feløgini uppliva eina rímiliga stóra tilgongd av spælarum í yngru deild- unum, so framtíðini haldi eg ikki, at vit eiga at iv- ast í,< sigur Egin Simonsen við Sosialin. Samstundis viðurkennir SI-formadurin, at í Sør- vági eru tey greið yvir, at tilfarið á staðnum helst ikki er nóg stórt og gott til eitt støðugt 1. deildar- lið. „Her vesturi hevur tað bara altíð verið soleiðis, at bygdirnar meira enn nakað annað vilja kappast hvør móti aðrari, og við tí hugsunarhåttinum ber bara ikki til at vænta sær nakað av einum góðum og sterkum lidi,« sigur hann. >Loklapatriotisman er størsta forðingin fyri, at vit her vesturi fylgja fornuftini og seta eitt sterkt felagslið við spælarum úr øllum trimum feløgunum.« So sannførdur er SI-formadurin, at hann enntá sær fyri sær, at oyggin so í bsta føri kundi havt eitt lið í 1. deild, og so trý lið í 2. deild, heldur enn sum nú at hava eitt uppá skift í 1. deild, meðan hini bæði so eru í 2. deild. hj. Torben Prior, formaður í MB: Snýr seg um pengar >Tá hetta kappingaárið byrjaði, og tað vísti seg, at vit vóru í 1. deild og SÍF í 2. deild, bjóðaðu vit teimum at spæla við okkum,< sigur formaðurin í MB, Torben Prior. >Har var tó als eingin áhugi tá, meðan vit hinvegin høvdu Eyðfinn Davidsen við á liðnum alla fyrru helvt, til hann fór niður á skúla og ikki longur so væl fekk spælt dyst sunnudag.< Torben Prior vil við hesum vísa á, at MB í roynd og veru er við uppá hugskotið um eitt gott og sterkt felagslið fyri alla Vágoynna. »Men hóast hetta hevði havt við sær, at fótbólt- urin her kom upp á eitt heilt annað stødi, dugi eg ikki sum er at síggja nakrar serligar møguleikar fyri, at eitt slíkt lið gerst veruleiki í nærmastu framtíð,< sigur hann. >Til tað eru ov nógvir spurn- ingar at loysa. Ikki minst, tá tað snýr seg um pengar.< Sum nevnt í greini omanfyri, hava liðini tó roynt seg við einum felagslidi í unglingadeildini, og gekk tað samstarvið avbera gott. >Men so leingi, sum reglurnar um, at gul og reyð kort skulu fylgja unglingunum, tá teir spæla í 1. og 2. deild, eru galdandi, er eingin higsingur um at hetta samstarv heldur fram. Tað steðgaði jú upp av hesum.< Torben Prior trýr uppá eitt slíkt samarbeiði, um- enn ikki beinanvegin: >Málið er heldur ikki úkið upp millum felggini enn, so fyrrenn tað er hent, ber ikki til at siga nakað um, hvgrja lagnu tað fær.“ hj. Jóannes Nielsen, formaður i SÍF: Tankin er góður »Skulu vit gera okkum nakran sum helst hugsing um eitt lið í 1. deild her í oynni, má tað vera eitt felagslið,< sigur formaður í SÍF, Jóannes Nielsen. >Talan er um tríggjar bygdir, ið eingin hevur nóg stórt grundarlag í fólkatalinum fyri einum liðið, ið kann stødast í 1. deild longur enn eitt ella tvey ár, fyri síðani at fara aftur í 2. deild.< SIF-formadurin er tó ikki so heitur fyri tankanum um at skipa alt í eindir, sum hann heldur vera so nógv frammi í Føroyum í dag. »Hetta er sum vid kommununum. Verða tær lagdar saman í nakrar fáar eindir, verða tað millum annað smáplássini, ið koma at detta burtur ímillum, meðan bert tey størstu yvirliva, so samstundis sum eg haldi, at tankin um eitt felagslið er góður, haldi eg, at vit mugu vera varin, tí tað kann koma at ganga útyvir onkran,< sigur Jóannes Nielsen. Hann leggur dent á, at styrkin í føroyska ítrótt- inum — og ikki minst fótbóltinum — er kappingin, sum er millum tær ymsu bygdirnar. Var hon ikki, er heldur ikki so vist, at feløgini vóru til. »Men eg haldi, at vit altíð kunnu tosa um tað, tí ein kann heldur ikki bara sleppa tankanum, uttan at hann er vidgjørdur til lítar,< sigur Jóannes. Fer SÍF sum einasta 1. deildarlið úr Vágunum komandi kappingarár at biðja spælarar úr MB og SI um at koma at spæla vid SIF? >Tað dugi eg ikki at siga nú, um vit fara at gera, men teir eru altid vælkomnir, um áhugi er fyri ti.« hj. 7 A