Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 1991síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 182 — 3. oktober 1991 Svenskt-foroyska vinafelagið Millum teir hundraðtals básarnar og tey túsundtals fólk- int á Bókastevnuni í Gøteborg, er serliga ein, id loypur úti- setanum i eyguni. — Básurin hjá Svensktb-Føroyska Vinafelagnum Vinafelagid var stovnad i 1973 og virkar fyri at menna samstarvid millum Svøriki og Føroyar, og fyri at spreida kunnleika um Føroyar i Svøriki. Birgit Hylin minnist vid glogvandi eygum, hvussu hugskotid til stovnanina kom, og bedyrar, at hon ongantið fyrr hevur fingið spurningin so beinleiðis settan: - Eg búði hjá Martini Holm, rektara á Lærara- skúlanum tá og var sum gandað av øllum, ið før- oyskt var. Meg minnist tå Martin segði vid meg: Tú kanst banna uppå, hi” kemur heim, so stoy ú Svenskt—Feroyskt Vina- felag! — Ikki banna, Martin, breyt so Kirstin, kona Martin, hann av, og látur- tár trilla eftir kjálkunum hjá Birgit nú so nógv ár aftaná, tá hon hugsar um hendingina. — Hann var ein ógvu- liga skemtingarsamur maður, flennir hon, stovn- arin av Vinafelagnum. Fastan bás síðan 86 — Tað byrjaði, tá Rói Patursson fekk Norður- landa Virðislonina fyri fagrar bókmentir, sigur Lena Sewall, núverandi formaður, tá spurningurin um hvussu leingi føroysk- ur básur hevur verið við á stevnuni, verður settur. — Fyrireikararnir hevdu als ikki hugsað um at gjørt nakað burtur úr Feroyum, og gjerdust fegnir um hugskotið. So fegnir, at Vinafelagið fekk ein ókeypis bás fyrsta ár- ið, og Rói varð boðin við á stevnuna. Nú lá tað soleiðis fyri, at Halldór Killjan Laxness, ið skuldi reða, gjerdist sjúkur, so Rói varð biðið um at traðka í hansara stað, og tað eydnaðist stak væl. — So væl eydnaðist tað, sigur Lena Sewall, at Rói aftur í ár er biðin um at luttaka. Virkin felagsskapur Vinafelagið skipar fyri nógvum tiltøkum kring um i Svøriki, m.a. verdur ein tónleika framførsla i Bispagardinum i Karlstad 20. oktober, har Hans Iversen og Marit More- dahl saman við pianistin- um Helen Birath skulu framføra verk eftir Kingo og Peter Dass, saman vid ymiskum føroyskum tén- leiki, m.a. eftir Jógvan W aagstein. — Í november vísa vit Gásadalsfilmin í Folkets Bio í Stockholmi, greiddi Lena Sewall frá, og leggur afturat, at har varð eisini Atlantic Rhapsody vístur í desember í fjør. Áður hava tey havt vitj- anir úr Feroyum. M.a. varð dansifelag her í 78, og menn sum Oskar Her- mansson og aðrir hava eis- ini vitjað felagsskapin, ið eisini tekst við bókaút- gávu. Kostnaður hins kenda — Heitið er komiskt, helt Rói Patursson fyri, tá orðaski{ft- munn ið um skaldskap og virðislonargeving byrjaði á middegi hósdagin. — Orðaskiftið, sum skuldi viðgera heiðurslon Norðurlanda Ráðsins. Um virðislonin hevur mennandi ella oyðandi árin á norðurlendskan skaldskap Tá tú kemur úr einum litl- um samfelag, legði Rói Patursson út, — ger virð- islenin, at tú, sum fært hana, gerst eitt umboð fyri tína mentan. Og har- við fært tú eina rúgvu av avbjóðingum, sum tú als ikki hevði ímyndað tær, tá tú skapaði verk títt. — Heiðurslenin fast- læsir ein, júst sum tú held- ur at nú kanst tú endiliga leggja bókina frá tær, og siga »Hatta var tað!< I- staðin verður tú noyddur at mala í klingur um eitt verk, tú hevur arbeitt uppá í kanska trý—fýra ' ar: Endurtøka av skrånni Orðaskiftið sum so læsist skjótt fast í einari endur- teku av tí, ið stóð at lesa í skránni. — Hverjum enda- máli styðjar ein virdisløn av hesum slag, uttan at panelið kom inn á nakað beinleiðis uppskot. Leingi varð tosað aftur og fram um at dagurin, innlating av tilfari til normeringina (15. nov.), mátti flytast; men umboð fyri Norður- landa Ráðið segdu seg vilja umhugsa tað, tó mátti ikki gloymast, at bøkur útkomnar eftir hendan dagin kundu koma upp á tal árið eftir. Umseting neyðug! Útgevarin, Thomas von Vegesack, tosaði nógv um at fáa marknaðin inn í myndina, og vildi hann gjarna hava pengar frá Norðurlandaráðnum; men heiðurin skulu útgevarar- nir sjálvir hava. — Royni at sleppa und- an øllum, ið angar av mentan og norður-bóka- virðislen, tí tað er bein- leiðis skaðiligt fyri seluna. — Virdislønin má ikki ger- ast til eitt slag av diplo- matii, so sum tað hendi við Róa, segði Vegesack víðari. — Nei, tað er bókin, ið skal í focus, og tí mugu vit syrgja fyri, at bekur- nar, tá heiðurslenin verð- ur givin, eru umsettar til tey sterstu norðurlendsku málini. Her legði finski bók- mentaprofessarin, Claus Zilliacus, uppí, og segði, at norskar bókmentir í Finnlandi, ella svenskar í Feroyum, ikki automat- iskt vórðu áhugaverdar uttanfyri tann málbólk tær upprunaliga vóru ætl- Herfyri var stór békastevna í Gøteborg í Svøriki. Svensk-Føroyska Vinafelagið hevði ein bás á framsýningini og varð hann sera væl vitjaður. Fleiri føroy- ingar vóru við á stevnuni eitt nú Rói Patursson, rithøvundi og Jan Kløvstad, stjóri í Norðurlandahúsinum. Vit hava fingið hesa fråsøgnina frá Bókastevn- uni frá Bergi Rasmussen i Gøteborg. aðar, so »tvangsumseting verður als ikki vælmóttik- in!« Baltikum óviðkomandi Vegesack helt tó fast við sítt, og tók upp í saman at Baltikum mátti koma við í norðurlenskt samstarv, tí so víðkaðust norðurlond frá fimm til átta málbólk- ar, og tað er ein avbjóðing í sjálvum sær fyri ein út- gevara. Tað vóru fleiri, ið vildu vera við at tað kom ikki hesum kjaki við; men eingin kom inn á skeiv- leikan við umreðu Vege- sacks av málbólkunum, fyrr enn Jan Klevstad setti fram uppskot um stuðul til smærru mål- bólkarnar. — Føroyskt, grønlendskt og samiskt, ti hann metti at ov nógvur góður skaldskapur ikki hevdi møguleika at koma til sin rætt, vegna geo- grafisku umstødurnar. — Ti nordurlond gerast ikki fátækari av at hjálpa smáu málbólkunum. Heldur tverturímóti! Lógvabrestir Eftir hetta varð kjakast aftur og fram um stuðulin, hvussu hann skuldi gev- ast, men tíðin var um at renna út, og læt orðstýrar- in, Finn Jor, blaðstjóran- um á norska Aftenposten, Róa Patursson fáa síðsta orðið. — Við allari virðing fyri Norðurlanda Ráðnum og virdisløn tess, vil eg visa á, at eingin rithevundur er meira áhugaður í prísinum enn í tí hann skrivar! Og takkaði hann av við einari stuttari yrking, ið kódnaði í lógvabrestum. Í matematikk tímunum skrivaði eg yrkingar Í bókmentum hugsaði eg um sex Og í fríkorterunum fann eg útav at samansetingin er fullkomiliga kkamikin. av hesum