Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 61 - 28. mars 2003 Nr. 61 - 28. mars 2003 17 Spælimenn í Lágargarði HUGNALØTA Jan Müller Týskvøldið var hugnakvøld fyri teimum gomlu á heimi- num í Lágargarði í Havn. Og sum vant var livandi tón- leikur á skránni. Hesaferð- ina fingu Spælimennininir høvi at spæla fyri teimum búfólki og avvarðandi. Og teir settu eisini sín serstaka dám á hugnakvøldið við sínum livandi spælimans- tónleiki. Tað er so heppið, at Spælimenninir eru savnaðar í hesum døgum fyri at spæla inn sína sættu fløgu. Tey, sum eru við í Spælimonnun- um, eru Krisjan Blak, Shar- on Weiss, Jan Danielson, Er- ling Olsen, Ívar Bærentsen og Charlie Pilzer. Spæli- menninir hava mong ár á baki. Tað byrjaðI við Spæli- monnunum í Hoydølum í 1974. Men hetta orkestrið hevur umleið 23 ár á baki. Tey skulu á konsertferð í Fraklandi í august og til USA í oktober. Spælimenninir spæla í Lágargarði. Myndir Jan Müller Hvørt arbeiðspláss á sjónum, gevur 4-5 á landi Sum árini eru liðin, er fiski-og útróðrar- vinnan í norður- londum vorðin nógv effektivari. Ein einsamallur maður megnar í dag at fiska eins nógv og ein heil bátsmanning megn- aði fyri bert hálvt- hundrað árum síðan FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í einum lítlum bóklingi, sum Norðurlendska Ráð- harraráðið hevur givið út um fiskivinnuna í norður- londum, verður sagt, at fiskiveiða og fiskivinna áttu lívið í okkara forfedr- um, sum fyri meira enn tíggju túsund árum síðan settu seg niður við norður- lendsku strendurnar. Sum frá leið, gjørdist fiskurin støðið undir teirri nógv størstu útflutningsvinnuni í norðurlondum. - Toskur var størsta út- flutningsvøran, og turkaður helt hann sær leingi. Tá ið tað gjørdist lættari at fáa fatur á salti, varð toskurin virkaður til saltfisk og klippfisk. Saltað sild var ein týdningarmikil útflutn- ingsvøra, eins og lýsið í fleiri hundrað ár eisini hev- ur verið ein av týdningar- mestu útflutningsvørunum. Lampurnar brendu lýsi, og lýsið varð eisini brúkt á skinnvirkjum og sum smyrjolja hjá gomlu hand- verksvinnuni. Uttan inn- tøkurnar frá fiskaútflutn- inginum, høvdu norður- londini ikki kunnað útveg- að sær korn og aðrar dýrar vørur, sum vórðu innfluttar úr evropeisku grannalond- unum, verður sagt. Nærum ótømandi… Tá ið fiski-og útróðrar- menninir í norðurlondum vóru flestir, vóru teir fleiri hundrað túsund í tali, og við fiskiførunum og veiði- tøknini, sum tá var, vóru fiskastovnarnir nærum ótømandi. - Øll, sum høvu hug, kundu taka lut, tá ið sildin, toskurin og onnur fiskasløg stóðu tætt í vertíðini. Sjógvurin var hagin, har pláss var fyri øllum, ið ikki vunnu til lívsins uppihald við at velta jørðina. Í bóklinginum verður sagt, at í dag er fiskivinnan munandi effektivari. Einsa- mallur maður megnar at fiska eins nógv og ein heil bátsmanning megnaði fyri bert hálvthundrað árum síðan. - Framvegis gevur fiski- vinnan arbeiði til nógv fleiri, enn flestu okkara geva sær far um. Hetta er galdandi bæði fyri tey, ið fiska og virka fiskin og øll tey, sum veita fiskivinnuni vørur og tænastur. 4-5 arbeiðspláss Í einum yvirliti í bókling- inum sæst, at talið av fiski- og útróðrarmonnum í norð- urlondum er 40.000, og av hesum hava einir 25.000 fiskiveiði sum høvuðsyrki. Talið av fiskiførum er 26.000. Víst verður eisini á, at samlaða fiskiveiðan í norð- urlondum (1996-1999) er 6-7,6 miljónir tons, og talið av arbeiðsplássum, sum beinleiðis og óbeinleiðis er knýtt at fiskivinnuni, er í minsta lagi 200.000 árs- verk. Serfrøðingar halda, at hvørt arbeiðspláss á sjón- um, gevur grundarlag fyri í minsta lagi 4-5 arbeiðs- plássum á landi. Sambært Norðurlendska Ráðharraráðnum eru 40.000 fiski-og útróðrarmenn í norðurlondum, og talið av fiskiførum er 26.000 Úr Eyrugøtu, har heimið ætlandi skal byggjast, er útsýni yvir Raktanga og Nólsoynna. Økið er sera stórt, og góðir møguleikar verða at útbyggja røktar-og ellisheimið eftir tørvi ELDRARØKT Vilmund Jacobsen Strendur: Sjóvar kommuna hevur í hyggju at byggja røktar-og ellisheim í Eyrugøtu á Strondum. Tekningar eru gjørdar, og sambært teim- um er ætlanin at byggja seks lonir, sum verða bundnar saman við millum- gongdum. Hvør lonin skal hava pláss fyri 9 búfólkum við einum tilhaldsrúmi, sum liggur miðskeiðis í húsinum. Hvørt búfólk fær sína egnu íbúð, ið verður umleið 37 fermetrar stór. Tað er felagið, E.M. Ráð- geving, sum hevur gjørt tekningarnar. Sosialurin hevur skilt, at heim av slíkum slagi eru bygd í Danmark við sera góðum royndum. Heimligt umhvørvi Formaðurin í Sjóvar kommunu, Eivind Jacob- sen, sigur, at hugskotið við hesi bygging er at geva brúkarunum eitt so heim- ligt umhvørvi sum gjørligt og at kunna seta íbúgvarnar saman eftir tørvi. Málið er at skipa so fyri, at sjálv- hjálpin búgva saman og at tey, sum eru meira ellisfar- in og óhjálpin, búgva sam- an. - Aftrat hesum verður møguleiki at brúka eini hús til eldrasambýli, sigur bygdaráðsformaðurin. Úr Eyrugøtu, har heimið ætlandi skal byggjast, er út- sýni yvir Raktanga og Nólsoynna. Økið er sera stórt, og góðir møguleikar verða at útbyggja røktar-og ellisheimið eftir tørvi. Eivind Jacobsen veit eis- ini at siga, at á kommustýr- isfundi fyrr í vikuni fekk Sjóvar kommuna 397 und- irskriftir frá fólki sum ynskja, at ellisheim verður bygt. Í morgun klokkan 9.15 verður tíðindafundur á kommunuskrivstovuni á Strondum um ætlaðu bygg- ingina. Broyta fíggjarætlanina Sosialurin hevur skilt, at Sjóvar kommuna hevur samtykt at broyta fíggjar- ætlanina fyri 2003, soleiðis at skjøtil kann setast á byggingina. Sum er, eigur kommunan ikki lendið, har røktar-og ellisheimið skal byggjast. Í sínari tíð áttu Skála kommuna og Sjóvar kommuna í felag læknahøl- ini í Skála kommunu, sum nú eru eldrasambýli, men Sjóvar kommuna er ikki við í hesi ætlan og eigur tí- skil einki í bygninginum longur. Strandingar ætla at byggja røktar-og ellisheim Sjóvar kommuna hevur sam- tykt at broyta fíggjarætlanina fyri 2003, soleiðis at skjøtil kann setast á byggingina av einum ellis-og røktarheimi í kommununi. C M Y K 17 16