Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 28. mars 2003 15 14 Nr. 61 - 28. mars 2003 – At fyrigykla sær at alt skal gerast í Føroy- um, at oljufeløgini skulu brúka føroyskar vørur og tænastur og at vit ikki skulu hava útlendska arbeiðs- megi er eitt óveruligt krav yvirfyri okkum sjálvum, tá vit sam- tíðis skulu varðveita fiskivinnuna. Hatta er ein dreymaverð, og hon fungerar ikki sigur Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum OLJUTING Jan Müller Hann var ein av luttakarun- um í pallborði, sum Olju- tingið skipaði fyri í Lista- skálanum herfyri. Evnið var týdningurin, sum kravið til kaikant hevur havt fyri føroyska vinnu, síðani oljuleiting tók seg upp her á landi. Vit spurdu Hermann Oskarsson, um tað ikki ov tíðliga at taka tjakið upp longu nú, um vit skulu verja føroyskar vørur og tænastur, tá vit als ikki vita, hvussu verður við eini oljuvinnu. Er tað ikki best at lata standa til sum er, til vit finna og fara at fram- leiða olju? Tað ganga kanska 10 ár til hetta hend- ur. Og er tað ikki í lagi, at tað eru reglur, sum gera, at oljufeløgini eru noydd til at hyggja henda vegin eisini? - Tað er púra líkamikið, hvørjar reglur og krøv eru í løtuni, tí tað hevur onga ella sera lítla ávirkan. Tað eru nakrir fáir, sum fara inn um. Høvdu teir ikki farið inn um kortini? Eg skal næstan “banna” uppá, at oljufeløgini vóru komin við sínum tænastum kortini, uttan mun til kaikant. Tað hevði verið nógv størri og meira spennandi hjá okkum føroyingum at sagt eitt nú: lat okkum royna ikki at at seta serstøk krøv og síðani vita, um tað ikki riggar kortini. Eg eri so keddur av, at vit fingu kaikantin inn í oljuvinnuna mest av politiskum ávum. Eg floyti á hvønn týdning tað hevur havt í veruleikanum, tí tað hevur so lítlan týdning enn. Tað hevði verið nógv meira spennandi at sæð, um vit nú einaferð skyld megnaðu at gera eina vinnu í Føroyum, sum ikki hevur nakra eyka luft í seglunum av politik- um ávum. Avtakið krav um kaikant nú Formaðurin í Búskaparráð- num, sum ikki plagar at vera bangin koma við oftani kontroversiellum meiningum sigur, at høvdu vit ikki sett umrøddu krøv og reglur í sambandi við oljuvinnuna, tá høvdu vit eisini havt tikið við læru av fiskivinnuni. - Lat okkum tí avtaka kravið um kaikant beinan- vegin. Lat okkum prøva at gera eitt eksperiment, har ein vinna í Føroyum fer í gongd uttan at fáa vind í seglini frá tí almenna. Hann heldur fram: - Vit eru 45.000 fólk. Ein brunnur, tveir ella tríggir í framleiðslu. Tað fer at kosta nógv fólk. So mugu vit eisini velja, um vit skulu hava fiskivinnuna ella ikki. Tað er nevniliga kolasvørt lygn, tá vit stíga fram við øllum hesum føgru orðun- um um, at vit skulu hava fiskivinnu og oljuvinnu lið um lið. Tað fáa vit ikki. Tað steindoyr annað av teimum skulu hesar vinnurnar til at kappast um ta framman- undan avmarkaðu arbeiðs- megina. - Tú vil hava, at markn- aðarkreftirnar skulu ráða? - Tað er betri, at tær ráða, enn at politikararnir velja. Í dag eru umleið 3000 før- oyskir fiskimenn, sum skaffa alla rávøruna og onnur 3000 á landi, sum fáa hana til útflutnings. Tvs. eini 6000 fólk. Skulu vit taka eini 2000 av teimum til onkra oljutænastuvinnu, so er tað í fínasta lagi fyri mær. Men so skulu politik- ararnir ikki blíva við at siga, at vit skulu hava bæði. Tí vit fáa ikki bæði. Skulu vit taka 2000 fólk frá fiskivinnuni yvir til at gera oljutænastur, so eri eg himmalsfegin. Men vit mugu ikki billa fólki inn, at vit fáa bæði. Mugu velja - Meinar tú harvið, at skulu vit bæði hava eina fiski- vinnu og eina oljuvinnu, so er avleiðingin tann, at vit mugu innflyta útlendska arbeiðsmegi? - Saktans. Og so skal man velja. Vilja vit tað? Vit hava tvey val. Antin at stýra alt út um ella seta vit kinesarar til hetta og hatta. Men vilja vit tað? Vit mugu gera valini fyrst. At fyrigykla sær at alt skal gerast í Føroyum, olju- feløgini skulu brúka før- oyskar vørur og tænastur og at vit ikki skulu hava út- lendska arbeiðsmegi í landinum er eitt óveruligt krav yvirfyri okkum sjálv- um, tá vit samtíðis skulu varðveita fiskivinnuna. Hatta er ein dreymaverð, og hon fungerar ikki sigur Hermann Oskarsson og heldur fram: - Vit vilja hava bæði olju og fisk at standa á. Og siga vit at tað er eitt gott val. Men so skulu vit eisini siga tað. So mugu vit hava nakrar útlendingar til landið at ansa teimum gomlu. Bæði Ísland og Ír- land innflyta útlendingar til at gera skitið arbeiði. Hermann Oskarsson keypir ikki sjónarmiðið um, at tað um nøkur ár ikki verður brúk fyri so nógvum fólkum í fiskivinnuni, tí tøknin fer at taka yvir. - Sjálvt um man mennir tøknina, so verður brúk fyri fólki. - Man noyðist at inn- síggja, at vit eru 45.000. Eg havi einki ímóti, at vit blíva 50.000 ella 60.000. Men vit fáa framvegis ein trupulleika at skaffa fólki nakað at búgva í. Vit fáa júst teir somu trupulleik- arnar um 10 ár, sum vit hava nú. Vit mugu bara innsíggja tað og sláa kalt vatn í blóðið. - Hvat hevði Hermann Oskarsson gjørt var hann landsstýrismaður? - Fyrst og fremst mælt til eitt skeið uttan almennan vind í seglini. Bara fyri at kunna siga, at hetta kom ígjøgnum av sær sjálvum. Síðani vildi eg tikið av allan studningin til fiski- vinnuna, sum framvegis er stórur, eitt nú 15% avdrátt- ur fyri fiskimenn. Tað er nógvar tíggjutals milliónir. Síðani er tað flutnings- studningurin. Síðani Als. So tað er eitt stórt mistak, um fólk halda, at fiski- vinnnan er studningsfrí. Formaðurin í Búskapar- ráðnum sær fyri sær, at virkuliga truplar tíðir eru fyri framman, tí tú kanst ikki taka eitt fólk frá, sum røkir heimamarknaðin. Vit hava ikki ein gang bústaðir til fólk sum er ella kunnu veita tær neyðugu vælferð- artænasturnar. Tú skal taka tey úr fiskivinnuni. Tað er ein trupulleiki at umstilla fólkini. Vit vilja so fegin vera ein fiskivinnutjóð, men eg eri vísur í, at kemur eitt stórt oljuvirksemi, so hvørvur fiskivinnan. Hermann Oskarsson heldur, at skulu vit hava oljuvinnu, so eiga vit ikki at satsa uppá virksemi her. -Lat okkum koyra alt út um og lova okkum sjálvum, at vit ikki taka tað inn tvs. bæði oljuna og tey mongu arbeiðini, sum eru knýtt at henni. Ístaðin skulu vit fáa oljupengar gjøgnum skatt og avgjøld. Oljupengar til komandi ættarlið Hermann Oskarsson er ikki ein teirra, sum heldur, at vit eiga at leggja lok á oljuna. Hann heldur tað er sera gott, um vit finna olju. Tað er eitt ríkidømi, sum vit í minsta lagi kunnu geva víðari til komandi ættarlið. Man kann næstan ikki vera so heppin, sum vit eru. Vit eiga eina bankabók, sum nú er fiskur. Vit fáa so eina aftrat, sum er olja. Tað er gott. Um ikki annað kunnu vit geva tað vekk. - Tað verður oftani sagt, at vit fyrireika okkum ov lítið og tosa ov lítið um hetta nýggja og um avleið- ingarnar av eini oljuvinnu! - Vit snakka ikki ov lítið. Men vit krevja ov lítið av hvørjum øðrum at taka konsekventar avgerðir – og vit eiga at krevja av po- litikarunum, at teir ikki siga, at vit skulu hava bæði. Annars heldur formað- urin í Búskaparráðnum, at seinasta Oljutingið var ein fínur debatfundur og sær hann fegin fleiri av slíkum slag, soleiðis at eisini alt Føroya fólk kann dragast inn í eitt týðandi kjak um framtíðina – hjá ikki minst okkara eftirkomarum – og sum hann heldur skal byggja á so fá krøv um almenna uppíblanding sum tilber. ∆ Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum: – Sleppið kaikantinum – Var einki krav um føroyskan kaikant, tá oljufeløgini fóru und- ir at gera íløgur í leiting við Føroyar, so hevði alt virksemið verið stýrt úr Aber- deen og Stavanger, og ikki ein føroyingur hevði verið í hesi vinnu. So avgjørdur er Magni Arge, for- maður í Oljuvinnu- felagnum OLJUTING UM KAIKANTUR Jan Müller - Ein keikantsregul er í míni verð ikki neyðturvi- liga eitt protektionistiskt átak, tí tú hevur reglur í øllum londum um, hvussu tú flytur vørur og fólk inn, at vørur skulu tollast og fólk skulu gjøgnum eftirlit. Tí dugi eg ikki at síggja nakað skeivt í at hava ta áseting her sum aðrastaðni. Magni Arge vísir til grein 10, har tað stendur, at oljufeløgini verða eggjað til at medvirka til at førleika- menna føroyska vinnu og til at geva føroyskari vinnu ein fair møguleika at bjóða uppá tey arbeiði, sum út- førast her – og at tey hava atlit til at fáa føroyska vinnu og arbeiðsmegi upp í arbeiðið. Hann vísir tó á, at hetta er longu modererað nógv, tí tað verður jú eisini sagt, at hetta skal vera uppá kapp- ingarførar treytir. - Tí haldi eg ásetingarnar eru sera bleytar í dag og dugi tí heldur ikki at síggja, at oljufeløgini hava so stórar trupulleikar av teimum ella skilja tað sum ein trupulleika. Eg meti heldur ikki, at hetta er við til at leggja nakra føroyska vinnu í kuvøsu, men tað at oljufeløgini átaka sær av medvirka til at førleika- menna eina føroyska vinnu kann bara vera føroyskari vinnu og oljuvinnuni til góðar uppá longri sikt. Tí tað ger okkum førar fyri at taka við avbjóðingini, um talan verður um viðvarandi og vaksandi ídnað, sum vil vera náttúrligur hjá føroy- ingum at takast við, tí hann liggur inni á okkara øki. Tað ger eisini, at oljuvinn- an hevur ein mentan sparr- ingspartnara í Føroyum, sum kann veita teimum tær tænastur, ið feløgini vilja hava. Magni Arge dámar sera væl eitt orðaskifti sum tað, ið var í Oljutinginum, men hann heldur tó, at Hermann Oskarsson hevur misskilt, hvat ásetingarnar í sam- bandi við oljuleiting hava til endamáls. Og endamálið er ikki protektiónismu heldur formaðurin í Olju- vinnufelagnum fyri. Má vera við frá fyrsta degi Hann vísir annars á, at tað í øðrum lagi er sera um- ráðandi, at vit eru við frá fyrsta degi av, tá ið man tekur upp oljuvinnu í Før- oyum, og tað hevur man eisini tíbetur gjørt. Er tú ikki við frá fyrsta degi, so kann tað vera sera trupult at sleppa inn aftur seinni. Men er tú við frá fyrsta degi fær tú eisini lært teg og plaserað teg hjá olju- feløgunum. - Eingin sigur, at vit skulu halda fram at eggja so kraftiga til at brúka føroyska vinnu og ar- beiðsfólk, tá tú kemur víðari við oljutilgongdini har tú t.d. mennir eitt felt. Tað er nakað, sum kann vera sera sera arbeiðs- krevjandi, og sum tá kann gera, at tú avlagar alt tað arbeiðsmynsturið, sum vit annars kenna tað í Før- oyum í dag. Tað heldur hann vit mugu vit taka upp til met- ingar, tá vit koma hartil. Men sum er dugir hann ikki at síggja, at tað hevur havt so stóra ávirkan á føroyska búskapin. Tað eru relativt fá fólk, sum hava verið vrkin í oljuvinnu til í dag. Magni Arge heldur tað vera skeivt skilt, um man heldur vit við ásetingunum (tvs. grein 10 og 11, blaðm.) eru farin at stuðla vinnuni og seta órímulig og avlagandi krøv. Lógin krevur bara, at man skal geva føroyskum fyritøkum ein ærligan møguleika at bjóða uppá arbeiðini og eru tey kappingarfør so at kunna vinna tey. At tú eisini gevur føroyskari arbeiðs- megi møguleika at koma í arbeiði, um hon annars er kvalifiserað til tað. Tað merkir ikki, at vit skulu forfordeilast í mun til onnur heldur hann. Avgerðin liggur í framtíðini Uppá fyrispurning um vit eiga at taka oljuna í land í Føroyum og harvið skulu innflyta arbeiðsmegi ella als ikki taka oljuna til lands her, heldur Magni Arge, at tað góð tíð at taka støðu til tað. - Tá vit skulu taka støðu til menning av einum felti er eisini rætt at tosa um, hvat hetta krevur og hvussu fiskivinnan sær út til ta tíð. Hevur verið fiska- loysi í nógv ár, so vil man fegin hava eina stóra olju- vinnu. Men hevur tað hepnast væl at røkja okkara grunnar, og vit hava eina vælrikna fiskivinnu, so kunnu vit siga, at vit hava bert áhuga í at fáa olju- vinnu í minni mun. Og hann heldur fram: - Men tess meira førleika vit hava á økinum, tá vit skulu taka støðu, tess betri møgu- leikar hava vit at meta um, antin vit skulu fara til høgru ella vinstru tá. Men standa vit tá á berum og við ongum førleika, tá hava vit ikki nógv at velja í. Magni Arge heldur tí, at vit ganga ta avgjørt skila- bestu leiðina man kann hugsa sær og tað skulu vit halda fram við. Hann er so avgjørdur at siga, at var einki krav um føroyskan keikant so var alt stýrt úr Aberdeen og Sta- vanger, og ikki ein føroy- ingur hevði verið í hesi vinnu. - Tað er munur á at diskutera tingini út frá einum teoretiskum búskap- arligum sjónarmiði og so út frá einum praktiskum vinnuligum royndargrund- arlagi. Tað eru tvey heilt ymisk grundstøði sigur oljuvinnustjórin og flog- felagsstjórin við greiðari adressu til formannin í Búskaparráðnum, Her- mann Oskarsson. Ikki protektionismu men rímulig krøv: – Vóru eingi krøv endaði alt aðrastaðni Oljuting í Listaskálanum “Hava vit fingið gagn av grein 10 og 11 í kol- vetnislógini, sum heimilar protektionistiskar ásetingar í leitingarloyvum um • brúk av føroyskari arbeiðsmegi v.m. • at allur flutningur skal um føroyska bryggju og flogvøll? Eiga vit at halda fast um slíkar ásetingar fram- eftir?” Hetta var heitið á tjakevninum á Oljutinginum í farnu viku í Listaskálanum. Við pallborðið sótu: • Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráð- num og stjóri á Hagstovu Føroya • Rúna Hilduberg, stjóri á Granskingarráðnum • Magni Arge, formaður í oljuvinnufelagnum og stjóri á Atlantic Airways • Ben Arabo, formaður í FOÍB (Føroya Oljuídn- aðarbólki) og stjóri á Føroya-deildini hjá Ame- rada Hess Orðstýrari var Malan Johansen, samskipari í Vinnuhúsinum. Fakta Løgtingslóg um kolvetnisvirksemi Grein 10. Í loyvum eftir grein 6 (Tá avgjørt verður at lata loyvi, skal landstýrið leggja dent á, í hvønn mun tað almenna fær innlit í og gagn av loynvda virksmeinum) verða reglur ásettar um brúk av føroyskari arbeiðsmegi, veitingar og tænastur frá føroyskum fyritøkum, um útbúgvingar við meira umframt hvaðan loyvishavari rekur virksemi sítt , herundir m.a. við útgerðarstøðum. Grein 11. Í loyvum eftir grein 6, skal verða ásett, at allur flutningur av útgerð og fólki til og frá føroyskum øki skal fara um føroyska bryggjukant ella føroyskan flogvøll. Aftrat hesum stendur at landsstýrið kann í ser- ligum førum gera undantak frá ásetingini í stk. 1. Fakta OLJUTING Jan Müller - Tað er eingin ivi um, at krøvini hava havt við sær ein hægri aktivitet í Før- oyum - serliga tá tað kemur til flutningstænastur, men føroyskir veitarar høvdu framvegis kunnað komið uppí part m.a. tí, at tað er eitt krav, at boringarnar skulu umsitast úr Føroyum sigur Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess í Føroyum. Hann var eisini við á Oljutinginum herfyri. Hann heldur, at tað kann gagna føroysku vinnuni at verða veitari til oljuvinnuna í Føroyum, tí hetta kann geva referansur til víðari marknaðarføring úti í heiminum, eftirsum olju- vinnan er ein alheims- marknaður. Hvat viðvíkur keikants- krøvunum annars sigur Ben Arabo, slík keikantskrøv gera aktivitetin eitt sindur dýrari, men hetta er eitt krav oljufeløgini vistu av, áðrenn tey søktu um loyvi, og hetta krav hevur minni at týða økonomiskt, enn eitt nú skattaviðurskifti. Krøv skapa meiri virksemi í Føroyum Rúna HIlduberg, stjóri í Granskingarráðnum, og Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum Hermann Oskarsson var rættiliga avgjørdur í Oljutinginum Framhald á síðu 15 Framhald av síðu 14 C M Y K 14