Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 61 - 28. mars 2003 Nr. 61 - 28. mars 2003 13 UTTAN ÚR HEIMI Amerikanarar skutu eftir hvør øðrum Tað er fleiri ferðir hent í krígnum í Irak, at amerik- anskir og bretskir hermenn hava skotið eftir sínum egnu, og soleiðis var eisini fyrradagin. Tá vórðu næstan 40 amerikanskir herflotamenn særdir, tá amerikanskir hermenn fóru at skjóta eftir hvør øðrum í einum bardaga uttan fyri býinm Nassiriya har suðuri í Irak. Ein tíðindamaður hjá fronsku tíðindastovuni AFP, sum var í fylgi við amerikansku hermonnunum, sigur, at nakrir hermenn brádliga fóru at skjóta við granatum og bumbuvarparum eftir einari aðrari amerikanskari deild. Minst 37 hermenn vórðu særdir, og sjey hernaðarakfør vórðu oyðiløgd. Ein talsmaður hjá amerikansku herleiðsluni í Qatar segði í gjár, at tilburðurin sunnan fyri Nassiriya verður kannaður. Fyri nøkrum døgum síðani skutu bretskir hermenn eftir hvør øðrum, og tá lótu tveir hermenn lív. Breti bardist við irakum Ein breti, sum bardist saman við irakum ímóti bretsku hermonnunum við býin Basra har suðuri í Irak, situr nú í bretskari fangalegu. Hann varð tikin fangi í einum samanbresti fyrr í vikuni. Bretska herleiðslan váttar, at hon er vitandi um, at ein av fangunum sigur seg vera bretskan ríkisborgara. Sambært fjølmiðlunum á staðnum er maðurin, sum er mitt í tjúgunum, føddur í Irak, men hann skal hava búð í Manchester, og hann skal hava greitt fangavørðunum frá, at hann hevur bretskan ríkisborgararætt. Ein talsmaður hjá bretsku herleiðsluni í Irak sigur, at maðurin hevur greitt frá, at hann fór til Irak at berjast ímóti bretum og amerikanarum, tí hann er ímóti álopinum á Irak. Í USA var alt á gosi, tá amerikanarin Jogn Walker Lindh varð tikin fangi undir krígnum í Afghanistan. Tann 21 ára gamli maðurin kom seinni fyri rættin í USA og varð dømdur 20 ára fongsul. Skipar fyri stuðulsgongum Amerikanskir fjølmiðlar vilja vera við, at fjølmiðlafyritøkan Clear Channel Communications hevur skipað fyri fleiri tiltøkum, har fólk í amerikanskum býum hava gingið stuðulsgongu til frama fyri amerikansku avgerðina at leypa á Irak. New York Times skrivar, at Clear Channel Communications hevur nýtt fleiri av sínum útvarpsstøðum til at eggja fólki til at ganga stuðulsgongu til frama fyri amerikanska átakið í Irak. Leiðslan í fyritøkuni hevur sambært New York Times sýtt fyri at gera viðmerkingar til tíðindini hjá blaðnum. Sambært New York Times hevur Clear Channel Communications gott samband við George W. Bush, forseta. Sagt verður, at varastjórin í fyritøkuni, Tom Hicks, var stjóri í University of Texas Investment Management Company, tá Bush var guvernørur í Texas. New York Times skrivar, at bæði Bush og Hicks eru settir í samband við eina gølu, sum snýr seg um, at fyritøkur hjá Bush-ættini fingu nakrar serliga góðar vinnusáttmálar. ES leggur trýst á Turkaland ES leggur seg nú óbeinleiðis upp í kríggið í Irak. Tað hendi, tá ES-nevndin fyrradagin boðaði turkisku stjórnini frá, at ein ella onnur turkisk innrás í Irak fer at fáa álvarssamar avleiðingar fyri viðurskiftini millum Bruxelles og Ankara. Eygleiðarar tulka hetta sum eina beinleiðis hóttan um, at tyrkiska stjórnin kann gloyma alt um limaskap í ES í bræði, leggur hon seg út í kríggið í Irak. Turkaland hevur fleiri túsund hermenn við irakska markið og hevur hótt við at lata teir fara um markið. Turkar bera ótta fyri, at kurdar fara at skipa sítt egna ríki í norðara parti av Irak, og at tað fer at elva til ófriði í tí kurdiska landspartinum har eysturi í Turkalandi. Ein fyrrverandi irakskur herovasti væntar, at gøtubar- dagar í Bagdad kunnu enda í einum sonnum ragnaroki KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: - Málið hjá Saddam Hussein er at fáa teir amer- ikansku og teir bretsku her- menninar inn í Bagdad at berjast úr gøtu til gøtu, sigur Abd al-Amir Abais. Hann var fyrr generalur í irakska herinum og var ein av teimum, sum stóðu á odda fyri uppreistrinum ímóti Saddam Hussein har suðuri í Irak í 1991. Hann ávarar amerik- ansku og bretsku hermenn- inar ímóti at fara inn í sjálv- an Bagdad, fyrr enn irakski leiðarin er fallin, tí tað verður ein vanlukka, sigur hann, samstundis sum hann ávarar um, at verður Saddam Hussein kroystur upp í ein krók, kann hann finna uppá at nýta evna- frøðilig vápn. - Bygnaðurin í iraksku hermegini er skipaður við tí endamáli at varðveita Saddam Hussein við vald- ið. Í hesum krígnum hevur hann gjørt av at taka seg aftur úr tí syðra og tí norðara partinum av land- inum, meðan alt verður gjørt fyri at verja Bagdad, skrivar Abais í einari frá- greiðing, sum viðurkendi stovnurin Institute for War & Peace Reporting í London hevur almanna- kunngjørt. Sambært fyrrverandi generalinum er irakska verjan skipað soleiðis, at hermenn hjá Baath-flokk- inum og Jerusalem-herurin, sum tilsamans eru umleið ein millión í tali, hjálpa tí vanliga herinum at verja teir stóru býirnar. Herurin hjálpir síðani Tjóðarhirðini, sum telur umleið 70.000 mans. Hesir stuðla so aftur teirri Serligu Tjóðarhirðini, sum hevur umleið 30.000 mans, og sum hevur til upp- gávu at verja Saddam Hussein í og kring Bagdad. Kann nýta hópoyðingarvápn Abais sigur, at hesaferð hevur Saddam Hussein gjørt av at troytta teir amer- ikansku og bretsku her- menninar við at lata teir møta smáum irakskum deildum, so fíggindin vikn- ar á leiðini til Bagdad. Hann heldur, at tað hava verið fleiri dømi um hetta seinastu dagarnar. Men fyrrverandi generalurin heldur, at tað fer at eydnast teimum sameindu at fella Saddam Hussein, um teir kringseta Bagdad og halda á við at bumba býin. - Eydnast tað amerikan- arunum at kringseta Bag- dad, kann tað henda, at fólk fara at gera uppreistur ímóti stýrinum. Men fyrr verður tað ikki. Men treytin er eisini, at irakar fáa vissu fyri, at USA ikki fer at svíkja teir, eins og landið gjørdi fyri tólv árum síðani, sigur Abais. Hann heldur eisini, at Saddam Hussein er til reið- ar at tingast við amerikan- arar, verður Bagdad kring- settur. - Sýta amerikanarar fyri at tingast við hann, eri eg bangin fyri, at hann fer at nýta hópoyðingarvápn, kanska evnafrøðilig vápn. Saddam hevur altíð sagt, at tann, sum roynir at taka Irak frá sær, skal møta einum tómum landi, sigur fyrrverandi irakski general- urin. Væntar ragnarok í Bagdad Bardagin um irakska høvuðsstaðin kann enda sum eitt satt ragnarok, sigur ein fyrrverandi irakskur generalur. Saddam Hussein er til reiðar at gera alt fyri at varðveita valdið, sigur hann. -Var nakað veruligt alternativ til kríggið í Irak? Tað spyr norski søguprofessarin Olav Riste, sum heldur, at hjá amerikanarum stóð valið millum pest og kolera KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: - Spurningurin er, um tað var nakað alternativ til kríggj. Trygdarráðið var samt um samtykt nummar 1441, og í henni stóð, at tað fór at fáa álvarssamar av- leiðingar, gjørdi Irak ikki eftir samtyktini. Tað sigur tann 69 ára gamli norski søguprofess- arin Olav Riste, sum er granskingarleiðari á norska verjustovninum. - Tá amerikanarar hugs- aðu um »álvarssamar avleiðingar«, hugsaðu teir um kríggj, men trupulleikin var, at hini londini og ser- stakliga Frakland høvdu ongantíð nakað alternativ til eitt kríggj, gjørdi Irak ikki eftir samtyktini. Tá trygdarráðið gjørdi eina slíka samtykt, var tað greitt, at hetta kundi enda við kríggi, sigur Olav Riste við norska útvarpið. Hann heldur ikki, at longd kanningartíð hjá vápnaeftirlitsmonnunum hevði verið eitt alternativ til kríggj. - Irak er eitt stórt land, og sjálvt um fleiri eftirlits- menn høvdu verið sendir hagar, hevði tað ikki loyst trupulleikan. Samtyktin hjá ST sigur, at Irak skal sjálvt sleppa sær av við tey ólógligu vápnini. Eftirlits- menninir skuldu bert taka stakroyndir fyri at vita, um irakar veruliga gjørdu tað, sum teimum var álagt, sigur norski professarin. Ein møguleiki kundi eftir hansara tykki verið at víðka tiltøkini ímóti Irak. Eitt nú kundi flogeftirlitið yvir norðara og syðra parti av Irak verið broytt, so tað umfataði alt landið, fleiri vápnaeftirlitsmenn kundu verið sendir hagar, og so kundu ST-hermenn staðið á varðhaldi á teimum ymsu støðunum, so hvørt sum eftirlitsmenninir høvdu kannað tey. - Men einki av teimum londunum, sum týðiliga vóru ímóti kríggi, legði nakað tílíkt uppskot fram. Ein kann spyrja, hvat teir fronsku myndugleikarnir veruliga hugsaðu, sigur Olav Riste. Spurdur, hvat hann heldur, at fransmenn hugsaðu, svarar professar- in, at ivaleyst hildu frans- menn, at hetta bart var enn ein samtykt, sum kortini ikki fór at geva nakað úrslit. Heldur byggja brýr Spurdur, um tað var rætt at fara í kríggj við Irak, svarar Olav Riste, at tað var eitt val millum pest og kolera. - Varð kríggið ikki sett í verk, hevði tað verið neyð- ugt at linka tað hernaðar- liga trýstið og harvið ásannað, at ST stóð púra máttleyst í hesari støðuni. Og vit vita av royndum, at tiltøkini ímóti Irak høvdu verið skerd fyrr ella seinni, og so hevði Saddam Huss- ein fingið leysar teymar at halda fram eins og framm- anundan, sigur Olav Riste. Hann ávarar norsku myndugleikarnar ímóti at fordøma USA. Heldur eig- ur stjórnin í Oslo at varð- veita sambandið við Was- hington. - Fordøma vit USA, koma vit ongan veg, tí so fer USA at gera tað, sum tað heldur vera rætt. Tað ber sjálvandi til at siga sína hugsan, men samstundis er tað umráðandi at byggja brýr, sigur norski søgu- professarin. Formaðurin hjá ST- vápnaeftirlitsmonnun um í Irak, Hans Blix, sigur, at amerikan- arar vóru týðiliga argir um arbeiðið hjá eftirlitsmonnunum. KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen: Svenski formaðurin hjá ST- vápnaeftirlitsmonnunum er sjáldsama opinskáraður í einari samrøðu, sum eysturríkska tíðarritið News hevur havt við hann, og sum tíðarritið prentaði í gjár. - Vit fingu hurðina í høvdið. Hálvur fjórði mán- aði var ikki nóg mikið, og eg haldi heldur ikki, at tað var ætlanin við samtykt nummar 1441, sigur Hans Blix við News. Hann sigur, at hann kendi tað, sum at USA arbeiddi ímóti sær. - Eg hevði kensluna av, at amerikanararnir vóru argir um arbeiði okkara, sigur Hans Blix. Hann sigur, at amerikanska stjórnin vildi hava eftirlitsmenninar at koma til niðurstøður, sum passaðu til amerikanska politikkin. - Gjørdu vit ikki tað, funnust teir at okkum, sigur sviin. Hans Blix væntar ikki, at Saddam Hussein fer at nýta hópoyðingarvápn ímóti amerikansku og bretsku hermonnunum. UTTAN ÚR HEIMI Kríggið var eitt val millum pest og kolera USA legði trýst á okkum Hans Blix: - Amerikanararnir royndu at fáa okkum at gera niðurstøður, sum passaðu til teirra politikk C M Y K 13 12