Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 61 - 28. mars 2003 Nr. 61 - 28. mars 2003 11 Tað er royndur lutur, at okkurt er um at gerast galið við fólkaheilsuni. Føroyingar viga ov nógv, og er hetta kanska serliga galdandi fyri yngri fólk. Tað skal ikki nógvur serkunnleiki til at sláa fast, at henda gongd er vandmikil fyri fólkaheilsuna. Lagt kann verða afturat, at henda gongd ikki bara kann staðfestast í Føroyum, men er eitt eyðkenni fyri allan tann framkomna heimin. Tað, vit nevna lívsstílssjúkur gerast alt meira vanligar í hesum parti av heiminum. Strongd, vánaligur matur og ov lítil likamlig rørsla eru ivaleyst aðalatvoldirnar til henda ringa stand. Tað er tí í tøkum tíma, at rópt verður eitt var- skóð, so gongdin kann vendast, meðan enn er vendandi. Spurningurin er so hvør, ið hevur ábyrgdina av, at nakað verður gjørt til tess at venda gongdini. Tað er so einfalt at svara: ítróttin og skúlarnir. Sjálvandi hava ítróttin og skúlarnir eina sera stóra ábyrgd, og í hesum sambandi kann ábyrgdin so eisini bendast til teir myndugleikar, ið hava politisku ábyrgdina av hesum. Tað kann skjótt sláast fast, at alt ov lítið verður gjørt frá myndugleikanna síðu í hesum høpi. Rørsla eigur at gerast ein nógv meira sjónligur og fastur táttur í øllum skúlum. Stuðulin til ítróttina eigur at verða nógv øktur, samstundis sum ÍSF eigur at leggja seg eftir at bøta um fólkaheilsuna. Í hesum sambandi eigur at vera mint á, at ÍSF og tess limafeløg gera eitt stórt og ómetaliga týdningarmikið arbeiði, ið hevur uppiborið allan hugsandi politiskan og moralskan stuðul. Vit hava eisini fyrr á hesum stað nevnt, at okkara fótbóltslandslið í so máta kundi verið ein ambassadørur fyri føroysku fólkaheilsuni eisini. Men spurningurin um ábyrgdina av fólkaheils- uni snýr seg um annað og meira. Tað ber ikki til at leggja alla ábyrgd á politkkarar, skúla og ítrótt. Tann einstaki hevur ábyrgd av egnari heilsu, og framum alt so hava foreldur eina stóra ábyrgd áv heilsuni hjá teirra børnum. Tað er umráðandi at vekja áhugan hjá børnum og ungum fyri ítrótti og at fáa tey at skilja týdningin av rørslu fyri heilsuna. Ein stórur vandi fyri fólkaheilsuna er royking hjá teimum ungu. Á hesum øki eiga foreldur og samfelag at samstarva. Her hevur skúlin eina sera stóra ábyrgd, men politikkararnir hava ikki minni ábyrgd. Tað verður gjørt alt ov lítið frá almennari síðu til tess at upplýsa og fyribyrgja. Her má vend koma í. DAGSINS MEINING Sosialurin Rørsla og fólkaheilsa VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Katrin Purkhús Klkaksvík Tað er ótrúligt um SL sleppur at leggja Dúgvuna, tað verður enn einaferð sagt, at dúgvan er ov dýr í rakstri samanborið við Ternuna, um tit taka eitt á hjá báðum skipunum. Hvar Ternan ongar serligar útreiðslur hevði, so Dúgvan við øllum sínum óhappum og skaðum, kunnu tit skjótt gera eina skeiva mynd av útreiðslunum hjá báðum skipunum. Tað kann ikki passa, at Dúgvan ikki siglir nógvan pening inn til SL. Eg haldi, at tit áttu at hugt at, hvussu í veruleik- anum øll skipuni hjá SL verða rikin, og ikki bert latið tilfeldiheitinar rátt á nógvum økjum. Eg eri vís í, at tað eru partar í skip- anini í kundu givið nógv meira av sær. Um leiðin um Leivíks- fjørð varð rikin av privatum felag, var hon møguliga ein gullgruppa. At Strandfaraskip Land- sins hevur størri íløgur enn rokna varð við á onnur skip enn Dúgvuna, kunna tey, ið ferðast um Leiviksfjørð ikki svíða fyri. Hvar eru okkara politikk- arar?? Teir hava vit nokk av her norðuri, men hvar eru teir, ein hoyrir hvørki orð ella eið frá teimun, Gud viti hvat teir halda seg verða valdar til? Klaksvíksingar hava ikki havt nógvan ágóða av at hava hesar politikkarar, tað er bert tá ið val er, at ein hoyrir málið í teimun (illa nokk), ótrú- liga vanaligt. Nú haldi eg, at tað er upp á tíðina, at teir koma á banan, ella munnu teir veruliga halda, at tað er eina æra hjá okkum, at sleppa at velja akkurat teir. Símun á Høvdanum Nógv hevur verið hoyrt í seinastuni um Dúgvuna. Norðoyingar vilja hava, at Dúgvan skal halda áfram at sigla, ímeðan Strandferðsl- an og Bjarni Djurholm vilja, at Dúgvan verður tikin úr sigling ímillum Klaksvík - Leirkvík og at Ternan og Sam vera sett inn ístaðin, tí sum teir siga, hevur Strandferðslan ikki ráð at hava Dúgvuna. Eg havi eina enn bíligari loysn, vit niðurleggja rut- una og gera á sama hátt sum á Skálafjarðaleiðini. Leita okkum eftir einum nýggjum skipi og byrja at sigla sjálvir. Her kundi verið talan um stórar spar- ingar: Vit sleppa frá risa umsit- ingini suðuri í Havn. Vit fáa eitt tíðarhóskandi skip fyri ein bíligan penga. Vit laga siglingina eftir tørvinum her í Norðoyggj- um. Vit behalda yvirskotið av farleiðini í Norðoyggjum og ikki sum nú, alt endar aðrastaðni. Her eru nakrir fyrimunir, um norðoyingar yvirtóku leiðini ímillum Klaksvík og Leirvík, men tað krevur at fyrireikingar vera gjørdar, ongantíð ov skjótt. Ein loysn kundi verið, at vinnan og einstaklingar tikið seg saman og bjóðaði seg fram at yvirtaka leiðina ímillum Klaksvík og Leirvík. Øll vita vit, at tað hava bert verið tvær farleiðir, sum hava givið yvirskot hjá Strandferðsluni, og tað var leiðin um Vestmannasund og leiðin ímillum Leirvík og Klaksvík. Gevur leiðin ímillum Leirvík og Klaksvík undir- skot, so er laga manni, at vit norðoyingar sleppa at royna okkum, um vit kunnu megna, at fáa hana at geva yvirskot. Eg ivist onga løtu í, at vit høvdu fingið tað at borið til. Dúgvan enn einaferð Latið norðingar yvirtaka Lorvíksleiðina 50 ÁRA DAGUR Tíðindaskriv Í mars mánaði fer Bahá’í- samfelagið undir eitt ár við minningartiltøkum fyri at hátíðarhalda síni 50 ár í Føroyum. Hetta árið er ognað minn- inum um Eskil Ljungberg (1886-1985), tí fyrsta Bahá’ianum í Føroyum. Ein framsýning, ið ber heit- ið »Heilsanir og lukku- ynskjanir frá ymsastaðni í heiminum«, ið er opin fyri øllum, varð partur av móttøku, ið var á Bahá’í- Miðstøðini í Gundadali seinasta leygardag. Vístur verður fram ein hópur av postkortum og boðskrivum, ið eru send úr øllum heiminum til Bahá’í- arnar í Føroyum við hetta høvið á framsýningini. Framsýningin verður opin hvønn týsdag (kl. 20.00-21.00) og sunnudag (kl. 14.00-16.00) til og við tann 15. april. Tiltøk ígjøgnum árið fara at fevna um ymiskar fram- sýningar og útgávuna av einum bóklingi um lívið hjá Eskil Ljungberg. Bahá’í 50 ár í Føroyum Standa eftir við einum hjóli sum ikki kann mala Politikarar gera alt sum teir kunnu fyri at seigpína peninga- stovnarnar, sigur Føroya Banki í óvan- liga hørðum atfinn- inginum at Lands- stýrinum ATFINNINGAR Áki Bertholdsen – Tað kann tykjast, sum tað er vorðið ein vani hjá polit- ikarunum at fara illa við peningastovnunum, við øll hugsandi høvi. So bersøgin var nevndin í Føroya Banka á aðalfund- inum seinnapartin miku- dagin. Á aðalfundinum seinna- partin mikudagin leyp nevndin í Føroya Banka beint á landsstýrið og fanst í óvanliga hørðum atfinn- ingum at framferðini hjá politikarunum ímóti pen- ingastovnunum. Fleiri ferðir sigur nevnd- in í ársfrágreiðingini hjá Føroya Banka, at framferð- in hjá politikarunum ímóti peningastovnunum er óskiljandi. – Tað tykist sum lands- stýrið als ikki hevur áhuga fyri, at rímiligar treytir galda fyri peningastovns- vinnuna í Føroyum. Tað átti landsstýrið at havt, sigur Føroya Banki í ársfrágreið- ingini. Eitt stríðsmál ímillum landsstýrið og peninga- stovnarnar er spurningurin um at seta fiskiloyvi í veð. – Føroya Banki vann í 2002 eitt sera prinsipielt sakarmál móti Fiskimála- ráðnum. Har var talan um, at Fiskimálaráðið tók aftur fiskiloyvini hjá skipum, sum bankin hevði kravt seld á tvingsilssølu. – Bankin stevndi tí Fiski- málaráðnum við kravi um, at fiskiloyvini mugu fylgja við, tá skip verða seld á tvingsilssølu. akkurát sum tá ið skip verða seld í fríari sølu. – Uttan tílíkar reglur, hevði tað verið óðamanna- verk at fíggja skip, sigur Føroya banki og soleiðis er eisini fyrisitingarrætturin og konkurslógin orðað. Bankin fekk viðhald í rættinum men hann sigur, at tað er torført at skilja, at tað skuldi vera neyðugt at við einum drúgvum og slít- andi sakarmáli móti Fiski- málaráðnum, fyri at fáa staðfest eina rættarstøðu, sum átti at verið sjálvsøgd. – Við hesum greiða dómi er hinvegin staðfest, at ogn- ararnir kunnu ganga inn í fiskiloyvini, um reiðarin ikki klárar sínar skyldur. Hinvegin kann Fiskimála- ráðið ikki leggja stein oman á byrðu við at taka fiski- loyvið aftur, bert tí reiðarin er komin í fíggjarligt óføri. Bankin sigur, at ein náttúr- lig avleiðing av hesum dómi hevði verið, at mynd- ugleikarnir góvu loyvi til, at fiskirættindini kunnu veðsetast. – Um so varð, høvdu tað verið pantiognarnir, ið høvdu veitt skipinum lán, sum gingu inn í fiskirætt- indini, og ikki trotabúgvið. Margháttligt Eitt annað dømi er sakar- málið, sum Elektron hevur reist móti Toll- og Skatt- stovu Føroya, um í hvønn mun Elektron hevur skyldu at gjalda mvgt. Eftir lógini eru veitingar- nar hjá peningastovnunum mvg fríar. Soleiðis er tað eisini í grannalondum okk- ara. Í Danmark og í øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, merkir hetta, at veitingar, sum peningastovnarnir bjóða sínum viðskiftafólk- um gjøgnum eitt felags EDV-virki, eisini eru mvg fríar. – Tað er óskiljandi skal vera neyðugt at stevna myndugleikunum í einum máli, sum í øðrum londum ikki hevur elvt til sakarmál. Og tað verður ikki minni margháttligt, tá ið hugsað verður um, at óbeinleiðis er eigur landsstýrið meirilutan av partapengunum í Elektr- on. Tó fegnast bankin um, at í síðstuni hevur landsstýrið víst ein størri vilja til at tosa um hesi viðurskifti Eitt hjól sum ikki kann mala Men størstiu tvídrátturin ímillum peningastovnarnar og landsstýrið er samstarv- ið hjá peningastovnunum og Elektron við Pengein- stitutternes BetalingsSer- vice, vanliga nevnt PBS. Og eisini tað er torført hjá Føroya banka at skilja . – PBS kann best lýsast sum eitt felags EDV-virki hjá EDV-virkjunum hjá peningastovnunum. Sostatt hevur PBS avgerandi týdn- ing fyri samskiftið millum peningastovnarnar. Eitt nú rekur PBS DAN-kortið, ella FR-kortið, sum vit nevna tað í Føroyum. PBS ger tað eisini gjørligt hjá okkum at brúka VISA- kortið í útlondum. – Uttan PBS høvdu pen- ingastovnarnir og Elektron staðið eftir við einum hjóli, sum ikki kann mala, sigur Føroya Banki. Bankin sigur, at orsøkin til hesa syrgiligu støðu, er lógin um viðgerð av per- sónsupplýsingum, sum varð sett í gildi 1. januar 2002. Bankin hevur sum so ongar viðmerkingar til sjálva lógina . – Hon víkir helst ikki munandi frá samsvarandi lógum í øðrum londum. Men ásetingin um, at per- sónsupplýsingar sum meg- inregla skulu goymast og viðgerast í Føroyum, fer uttan iva at elva til trupul- leikar, og tað ikki bert hjá peningastovnunum. – Tað er heilt einfalt neyðugt at gera frávik frá hesu reglu. Tá lógin serliga gevur peningastovnunum og Elektron trupulleikar, so er orsøkin álitið, sum rætt- arnevndin skrivaði, tá lóg- aruppskotið varð viðgjørt í løgtinginum. Álitið viðger einvíst peningastovnarnar, og tað tykist, sum nevndin ikki hevur hugsað um mál- ið út í æsir. Bankin sigur, at álitið og kunngerðin, sum landsstýr- ismaðurin í lógarmálum síðan staðfesti, er eitt tekin um ein hugburð millum politikarar, sum vekir stúr- an hjá peningatovnunum. – Tað kann tykjast, sum tað er vorðið ein vani hjá politikarunum at fara illa við peningastovnunum, við øll hugsandi høvi, sigur Føroya Banki. Føroya Banki sigur, at Landsstýrismaðurin (Høgni Hoydal blm.) hevur sett sær fyri at steðga samstarvið ímillum føroysku peninga- stovnarnar og PBS um eina gjaldsskipan. – Landsstýrismaðurin hevur tó umsíðir viðurkent, at neyðugt er við eini lógar- broyting fyri at steðga Gjaldskipanini. Heldur ikki hetta skilir bankin eitt petti av. – Er tað veruliga so, at mannagongdin sum verður brúkt, tá vit gjalda okkara rokningar frá SEV ella Før- oya Tele, er av grundleggj- andi týdningi fyri persón- ligu datatrygdina í Føroy- um? spyr Føroya Banki. Hann heldur, at kanska er allur hesin hávin eitt tek- in um eina serliga umsorg- an fyri Elektron. – Er tað so, eru politikar- arnir av berum eldhuga við at kvala Elektron í vælvild. Umsorganin er vorðin eitt haft, tí Elektron hevur ikki brúk fyri serlóggávu. Kveistraðir til viks Føroya Banki sigur, at í øllum hesum málunum hava myndugleikarnir bara kveistrað øll sjónarmið hjá peningastovnunum burtur. – Tað tykist sum lands- stýrið als ikki hevur áhuga fyri, at rímiligar treytir galda fyri peningastovns- vinnuna í Føroyum. Tað átti landsstýrið at havt. Bankin spyr eisini um undanførslan hjá myndug- leikunum fyri at seta fót fyri peningastovnarnar er, at bankalógin og banka- eftirlitið er danskt. – Er tað so, er tað ikki rímiligt, Tí tað er ikki bankalógin og bankaeftir- litið, sum eru trupulleikin. Peningastovnarnir hava trupulleikar av lógum, sum Føroya Løgtingi hevur samtyktar og av avgerðum, sum landsstýrið hevur tik- ið, sigur Føroya Banki. Sí viðmerking frá Løg- manni á síðu 26. Á aðalfundinum mikudagin leyp Føroya Banki Føroya Banki á Landsstýrið í vendingum, sum vóru óvanliga harðar C M Y K 11 10