Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 61 - 28. mars 2003 Nr. 61 - 28. mars 2003 9 Løgmaður, Anfinn Kallsberg: Dúgvan verður ikki løgd Bæði løgmaður og norðoya tingmaður Fólkafloksins, Jákup Mikkelsen siga, at Dúgvan verður ikki løgd fyrst í apríl mánaði, sum liður í sparingunum hjá Strandferðsluni STRANDFERÐSLAN Solby A. Eliasen Báðir eru teir á einum máli um, at tað er eitt afturstig og ein lækking á tænastustøðinum um Leir- víksfjørð at Dúgvan verður løgd, og Ternan verður sett í sigling ístaðin. Jákup Mikkelsen vil ikki fara út í smálutirnar í málinum, men hann sigur við Sosialin, at hann er næstan 100 % vísur í, at Dúgvan ikki verður løgd. – Vit arbeiða við málin- um, og eg eri rímuliga vísur í, at hon verður ikki løgd, sigur Jákup Mikkelsen. Anfinn Kallsberg, løg- maður, sigur somuleiðis, at tað verður arbeitt við málinum, men hann vildi ikki siga nakað ítøkiligt um málið. Hann sigur eisini, at tað má vera eitt rímuligt og nøktandi tænastustøðið á Leirvíksfjarðarleiðini. Sostatt letur til, at tað verður arbeitt við málinum um Dúgvuna av øllum alvi, og at tað bæði frá landstýrisins síðu og løgtingsins síðu er eitt inniligt ynski um, at Dúgv- an heldur fram á Leirvíksfjarðarleiðini. ( Lesið annars reportasju frá Dúgvuni í blaðnum leygardagin.) Í Hirtshals búgva, sum flest øllum kunnugt, nógvir føroyingar. Hetta vikuskifti heldur samkoman á Malta ev- angeliska møtirøð á einari gamlar tokstøð í býnum. Poul Jóhan Djurhuus talar á hes- um fundum MALTA HIRTSHALS Tíðindaskriv Føroyingarnir eru nógvir, sum í mong ár hava hildið til her í býnum og í nærum- hvørvinum, bæði sum fast- búgvandi og sum sjómenn, ið koma og fara. Fyri at náa landsmenninar við tí góða boðskapinum á móðurmál- inum, so hevur missiónin á Malta í mong ár, regluliga hildið kristiligar fundir á salinum á Vinkelvej 2, sum liggur beint við gongugøt- una í býnum. Hesi møtir verða væl vitjaði av bæði yngri og eldri. Hvønn sunnumorgun kl. 11.00 er breyðbróting, eitt møti har vit við kaliki, breyði og takkargerð minn- ast deyða Kristusar. Aftaná breyðbrótingina er føroyskur sunnudagsskúli, har øll børn eru vælkomin. Fleiri foreldur koma við sínum børnum, og meðni sunnudagsskúlin fer fram, hava foreldrini møguleika at hugna sær saman við einum drekkamunni, og ofta er eisini høvið til bøn og eitt stutt orð til foreldrini. Hvørt sunnukvøld kl. 18.00 er evangeliskt møti, og tað gleðiliga er, at mangan er neyðugt at seta eykastólar upp. Nøkur av teimum, sum koma regluliga til møtini, hava danskan hjúnarfelaga, og tí verður fyrsta sunnu- kvøldsmøti í mánaðinum altíð hildið á donskum. Hvørt mikukvøld kl. 20.00 er bønar- og uppbyg- ingarmøti. Hetta er eitt møti, har orðið er frítt til øll at luttaka í bønini, og í seinna partin av møtinum er oftast ein tala til uppmuntring og undirvísing í Orði Guds. Øll vælkomin Í hesum sambandi skal einaferð enn verða heitt á okkara landsmenn í Hirts- hals og her rundan um, fast- búgvandi, ferðandi og skipsmenn, at tit eru altíð hjartaliga vælkomin inn á gólvið á Malta og til reglu- ligu møtini í húsinum. Okkara landsmenn eru so nógvir í Hirtshals at Malta burdi verið alt ov lítið. Virkið uttan fyri Malta Frá tíð til aðra, so hava eyka- møtir verið hildin aðrastaðni í býnum, sum t.d. í kantinuni á Cosmos Trawl, sum er eitt nóta- og trolvirki, ið liggur niðri á havnaøkinum. Har hevur Malta hildið evangel- iskar fundir í summarmán- aðunum í fleiri fylgjandi ár, og vónandi fara hesi "summ- armøtini" eisini at verða komandi summar og mong ár afturat. Tað er Levi Joen- sen sum hevur verið høvuðs- drívmegin aftan fyri hesi møtini á Cosnos Trawl. Ofta hava sangarar úr Føroyum luttikið á hesum fundum, t.d. úr Betesta í Klaksvík. Einaferð um mánaðin fara fólk av Malta suðureftir at hava møtir. Møtini liggja altíð eitt vikuskifti mið- skeiðis í mánaðinum, og tey verða hildin í hesi raðfylgju: Fríggjakvøld í einum hølum í Sæddingesølumiðstøðini í Esbjerg, leygarkvøld í einum hølum í handilsskúl- anum í Sønderborg, og sunnudag í Vejle, í hølunum hjá Frelsunarherinum, sum liggur í miðbýnum. Ein annar partur av virk- inum út frá Malta er vitjun- artænastan. Vitjað verður umborð á skipini við før- oyskum manningum bæði í Hirtshals og í Skagen. Eis- ini fáa føroyingar, sum lig- gja á sjúkrahúsi í Hjørring ella í Ålborg eina vitjan. Tí kemur tað væl við at fólk heima í Føroyum, sum vita um føroyingar, ið eru inn- lagdir á nevndu sjúkrahús, siga teimum á Malta frá. Komandi vikuskifti Komandi vikuskifti fer Malta at royna nakað nýtt, og tað er at halda evangel- iskar fundir í eini niður- lagdari togstøð her í býnum, Den Gamle Station. Ein sjarmerandi gamal bygn- ingur, sum tekur seg væl út fram við Peder Rimm- ersgade í Hirtshals. Tað var í 1928, at støðin var nið- urløgd, og hevur hon síðan verið brúkt til ymisk almenn endamál. Í dag verður hon brúkt til veitslur av ymiskum slagi. "Hirtshals Radio" heldur til á aðru hædd. Á gólvhæddini er ein stórur salur, sum er tann gamla móttøkuhøllin í Hirtshals, tá fólk í gomlum døgum ferð- aðust í toki til býin. Tað verður í hesari "móttøkuhøl- lini". at møtini verða hildin. Har er rúm fyri nógvum fólki, og vit ynskja, komandi vikuskifti, at fylla gomlu móttøkuhøllina í Hirtshals við fólki, saman við góðum sangi, talu og vitnisburði. Sangkreftir av Malta koma eisini at luttaka. Tíðirnar Møtini verða fríggjakvøld- ið 28. mars kl. 20.00 og leygarkvøldið 29. mars kl. 20.00 bæði kvøldini í Den Gamle Station. Sunnu- kvøldið 30. mars kl. 18.00 verður møti flutt inn á Malta. Tað verður boðið til drekka aftaná hvørt møti, so høvið verður eisini til hugnaliga samveru. Sí annars kunngerð undir innanoyggja. Vit fara tí at heita á fólk í Føroyum og í Danmark um at siga skyldfólki og vinum frá hesum møtum, so møt- ini verða so víða kunngjørd sum møguligt. Poul Jóhan Djurhuus talar á møtunum. Hjúnini, Else og Poul Jóhan Djurhuus, búsitandi á Glyvrum, búgva nú á Malta. Tey fluttu inn 8. mars og verða í húsunum til beint eftir páskir, tá tey fara til Keypmannahavnar og koma so aftur til Føroyar fyrst í mai. Tey koma hesa tíðina at hjálpa til í arbeiðinum á og út frá Malta á sama støði sum hjúnini Ella og Virgar Jacobsen gjørdu tað, tey árini tey búðu á Malta. Tey fluttu í egna íbúð á nýggjár- inum, og eru framvegis tætt knýtt til arbeiði her. Páskalegan Í nøkur ár hevur Malta skipað fyri páskalegu á Himmerlandsgården, sum liggur út til strondina við norðara munnan av Mariag- erfjørðinum við Ålborg víkina. Hesar páskalegur hava verið væl vitjaðar av bæði eldri og yngri, og hava verið sera væl dámdar og eisini til signing. Dentur verður lagdur á bíbliuundir- vísing, men eisini eru stundir til at hugna sær og hava tað stuttligt saman við øðrum á leguni. Á seinastu páskalegu var tað Zacharias Zachariasen, sum hevði bíbliutímarnar. Í ár kemur Poul Jóhan Djurhuus at hava bíbliutímarnar. Evnini verða úr fjallaprædikuni. Um onkur vil vita meira um møtini komandi viku- skifti og um páskaleguna, so ber til at seta seg í samband við Malta, tlf. 98944370 / 40347394 ella føroyska fartelefon: 228314. Møtirøð á gamlari tokstøð í Hirtshals Poul Jóhan Djurhuus talar á fundunum í vikuskift-unum NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Knút Olsen 60 ár Í dag, 28. mars, fyllir Knút Olsen í Klaksvík 60 ár. Knút hevur verið klaksvík- ingur mestsum alla sína tíð, hóast røturnar koma av Eiði. Bæði foreldrini, Mo- rentza, f. Johannesen, og Jørgen Olsen, vóru ættað av Eiði, men búðu í Klaks- vík. Morentza og Jørgen fingu trý børn: synirnar Erik og Knút, sum búgva í Klaksvík, og dóttrina Finn- gerð, sum býr í Danmark. Knút var føddur á Eiði, men tá hann var útivið tvey ára gamal, fluttu foreldrini til Klaksvíkar. Í átta ár búði Knút hjá ommuni og abb- anum, Jóhonnu og Jóhann- es á Kósini. Hugurin stóð til sjógvin, og tá Knút hevði tikið millumskúlaprógv í 1959, fór hann til skips. Hann fór við Nakki á sildafiskiskap á Norðhavinum. Um vetur- in róði hann út við Tindi, sum mikladals- og nes- menn áttu og drivu. Hann var eisini á ísfiskaveiðu við Polarfarinum undir Íslandi. Í 1960 fór Knút á sjó- mansskúla í Svendborg, og heimafturkomin sigldi hann við Polli. Hann sigldi eisini við farmaskipinum Karin K hjá Kjølbro. Ann- ars tók hann handilsskúla- prógv í 1963, heimaskip- araprógv í 1974, og har- aftrat hevur hann merko- nomprógv. Síðani hevði Knút mangt og hvat fyri: lærdi til tele- grafist, men bleiv ikki liðugur, tí oyruni fórust, var síðani á bedingini og skriv- stovuni hjá Kjølbro, í eina tíð í bókhandlinum, á Klaksvíkar Byggivirki, Heilsøluni hjá Kjølbro, deildarleiðari hjá Skipa- felagnum í Klaksvík og á Norðoya Fruktsølu. Umframt alt hetta hevur Knút Olsen havt fleiri álitisstørv: í líkningar- nevndini í 16 ár, harav 9 ár sum formaður, nevndar- limur í Føroya Handils- skúla í 18 ár og nevndar- limur í Tekniska Skúla í 14 ár. Í 1965 giftist Knút við Sáru, dóttir Simonu og Jákup Frederik Isaksen úr Klaksvík. Sára og Knút fingu tríggjar døtur: Maik- en 1967, sum er gift við Óla Skarðenni. Jonni 1969, gift á Fyn, og Káru 1972. Knút og aðrir keyptu fyri einum 10 árum síðani gamla doktarabátin í Norð- oyggjum, Medicus, og hava brúkt hann at sigla við ferðafólki á sumri. Tað hevur ligið til Knút at hava áhuga fyri politikki, og hann hevur verið valevni fyri Sjálvstýrisflokkin í Norðoyggjum. Hann hevur kent nógv fólk, og mong hava kent hann - sum ein sera skemtingarsaman mann. Maja Larsen 50 Í dag verður Maja Larsen á Argjum fimti ár. Hon er bóndadóttir frá St. Faurby við Fakse Ladeplads, dóttir Helge og Inger Larsen og er triðja av fýra systkjum. Maja er útbúgvin innan Andveikraverndina í Dan- mark og hevur havt megin- partin av sínum arbeiðslivi í Føroyum, hagar hon kom 1974 at arbeiða á tí, íð tá varð kallað Deild 5 á Statshospitalinum. Maja hevur havt álitisstørv í fak- felagshøpi og verið leiðari á Bústovni (Pensionatið og á Mýrini 4-6) í nógv ár, til hon í 1999 segði seg úr starvi fyri at flyta við familjuni til Nepal til nýggjar avbjóðingar. Har vóru tey í trý ár. Maja er gift við Tommy Petersen og tey hava 3 børn, Janus, Lív og Gyðja. Tey, sum kenna Maju, vita, at hon er sera fryntlig og fyrikomandi og kennur tú teg altíð hjartaliga væl- komnan í heimi hennara á Argjahøvda. Maja er prakt- isk og kreativ og hetta sæst eisini aftur, har hon er. Hennara gestablídni kennir eingi mørk. Fleiri ferðir hevur hon verið fost- urmammu at AFS- næm- ingum úr øðrum londum. Esbern Joensen 25 ára starvsdag Fríggjadagin 28. mars hevur Esbern Joensen í Sørvági verið í starvi hjá Vága Floghavn í 25 ár. Esbern er 61 ára gamal, føddur og uppvaksin í Sørvági. Hann lærdi til maskinsmið hjá Hans hjá Lutheriusi í Havn og til maskinmeistara í Keyp- mannahavn. Hann hevur róð út í Grønlandi, siglt sum assistentur hjá Maersk, og sum útbúgvin maskinmeistari sigldi hann sum 1. meistari hjá Maersk til 1970, tá hann bleiv pápi og gjørdist heimamaður. Hann hevur verið formaður á flakavirkinum í Sørvági, seldi og setti innbúgv sam- an fyri Vága Design. Hann var formaður hjá byggi- felagnum Kanjon, tá havnalagið á Hulki á Strondum bleiv bygt. Tann 28. mars 1978 byrjaði hann sum maskinmeistari og brandmaður hjá Statens Luftfartvæsen á flogvøll- inum í Vágum. Esbern giftist í 1969 við Jónvør, f. Joensen, úr Havn, og eiga tey trý børn, ein son og tvær døtur. Abbabørnini eru 5 í tali, ein drongur og fýra gentur. Av frítíðar- ítrivum kunnu vit nevna, at Esbern hevur stóran áhuga fyri gomlum motorsúkkl- um. Hann hevur eina BSA frá 1951, sum hann hevur havt frá ungum árum av, eina Nimbus frá 1937, ið hann hevur gjørt í stand eftir at hava funnið hana á einum ruskplássi. Í løtuni stendur ein Ariel motor- súkkla í kjallaranum, sum hann av og á gongur og putlast við. Hann hevur eisini stóran áhuga í fótbólti og spældi við SÍ, har hann eisini var for- maður. Meðan hann lærdi í Havn, spældi hann við HB og náddi at bliva føroya- meistari við teimum. Hann gavst at spæla fótbólt sum 37 ára gamal, men er hann sera áhugaður í at hyggja eftir og fylgja við í fótbólti. Esbern er eisini laksa- fiskari og hevur hann í mong ár fiska laks við flugutráðu. Hann hevur m.a. verið í Íslandi, Skot- landi og í Norra og fiska í onkrari av teimum góðu laksaáunum. Dagurin 28. mars. Eustachius, deyður umleið 625. Abbati í kleystrinum Luxeuil í Fraklandi. Victor Danielsen føddur 1894. Marjun Jespersen 50 ár Í gjár, 27. mars, fylti Marj- un Jespersen í Havn 50 ár. Hon er ættað av Toftum, dóttir Marnu Johannesen úr Tøðuni á Toftum og Michael Andreasen av Gaddinum í Rituvík. Navn- ið á Gaddi flutti við ættini av Nesi til Rituvíkar. Marjun er elst av sjey systkjum. Hini eru: Anna Maria, sum býr í Danmark. Ása, sum býr í Runavík. Tvíburarnir Sigrid og Andreas. Sigrid býr í Dan- mark. Andreas er prest- lærdur, men er nú sjómaður og býr á Toftum. Tvíburarnir Maiken, sum býr í Danmark, og Eyð- bjørn, sum býr í Havn. Marjun gekk í skúla á Toftum og fór so til Havnar at ganga í skúla, fyrst á studentaskúla og síðani handilsskúla. Hon tók hægri handilsskúlaprógv miðskeiðis í sjeytiárunum. Marjun giftist í 1977 við Jógvan Jespersen, sum nú er útvarpsstjóri. Tey fóru til Danmarkar, har Jógvan lærdi til journalist. Heim- afturkomin fór Marjun at arbeiða á Fiskasøluni, og 12 tey seinastu árini hevur hon starvast í Norðurlanda- húsinum. Marjun og Jógvan eiga tvær døtur, Katrin og Annu Kristinu. 85 ár Í dag, 28. mars, verður Elsa Olsen, Klaksvík, 85 ár. Dagurin verður hildin saman við børnum og barna- børnum. Maja saman við døtrunum, Lív og Gyðju C M Y K 9 8