fríggjadagur 28. mars 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 61 - 28. mars 2003
Nr. 61 - 28. mars 2003
7
Stjórin fyri Føroya
Tele sigur seg kunna
staðfesta, at vøksturin
hjá fyritøkuni er
steðgaður í ár. Sam-
anlagt stendur væl til
hjá fyritøkuni, men
ansast skal væl eftir í
framtíðini, heldur
Andras Róin
FJARSKIFTI
Heri á Rógvi
Føroya Tele almannakunn-
gjørdi herfyri roknskapin
hjá ársfrágreiðingina hjá
fyritøkuni.
À føroyska fjarskiftis-
marknaðinum er Føroya
Tele framvegis ein risi, hó-
ast kappingin hevur sett
síni spor.
Føroya Tele eigur í dag
gott áttati prosent av fastnet-
kundunum í Føroyum, og
Føroya Tele situr eisini á ein
stórum
parti
av
GSM
marknaðinum, sum hevur
kastað serstakliga nógv av
sær.
Føroya Tele er harum-
framt virkið á øðrum økj-
um, eitt nú hevur fyritøkan
góðar áttatúsund internet-
felagar og í desember í fjør
byrjaði
dóttirfyritøkan
Televarpið sítt virksemi.
Og stjórin letur væl at
støðuni.
– Vit eru væl fyri í dag.
Síðstu árini hava givið eitt
gott úrslit. Solideturin hjá
okkum er betri enn flestu
fjarskiftisfyritøkur í okkara
grannalondum, sigur Andr-
as Róin.
2002 gav Føroya Tele eft-
ir skatt 53,5 mió. í yvir-
skoti. Hetta er tað besta árið
hjá fyritøkuni nakrantíð.
Andras nevnir eina av
høvuðsorsøkunum til, at
tað hevur gingið so mikið
væl, at teir eru slopnir
undan skeivum íløgum í
nýggja tøknifrøði, eitt nú í
sambandi við fartelefoni.
Umframt størri uttanlands
ævintýr, sum fleiri fjarskift-
isfyritøkur uttanlands hava
mist nógv uppá.
– Politikkurin hjá okkum
er tann, at vit fylgja væl við
fyri at finna útav, hvussu
tann nýggja tøknifrøðin
klárar seg, heldur enn at
loypa út í tað. Tá so taka
støðu til at gera íløgur í
nýggja tøknifrøði royna vit
virka skjótt, sigur Andras
Róin.
Gongdin higartil í ár
hevur tó ikki verið eins góð
sum í fjør, og í ársfrágreið-
ingini hjá fyritøkuni verður
sagt, at roknað verður ikki
við einum eins góðum úr-
sliti fyri 2003 sum fyri
2002.
– Teir síðstu mánaðirnar í
fjør og teir fyrstu mánaðir-
nar í ár hava vit merkt, at
vøksturin er steðgaður upp,
sigur Andras Róin.
Hann metir, at hetta
skyldast deils kappingini
og tað, at ikki so nógv ferð
er á búskapinum í Føroyum
longur.
Kapping
Tann sokallaða frælsisgerð-
ingin av fjarskiftismarkn-
aðinum í Føroyum hevur
merkt Føroya Tele nógv.
Fyriuttan smærri fyritøkur
á ávísum økjum, so er tað
serliga Kall, ið bjóðar Før-
oya Tele av.
Við góða úrsltinum hjá
Føroya Tele í huga er tað so
ikki pláss fyri tveimum
fyritøkum á marknaðinum í
Føroyum?
– Mín persónliga hugsan
er tann, at vit mugu ansa
sera væl eftir. Vit síggja í
Danmark, at tað bara eru
tvær fyritøkur, ið klára seg,
og hinar nógvar pengar,
sigur Andras Róin.
Stjórin í Føroya Tele
heldur, at tað kann skjótt
gerast vandamikið, um
kappast verður ov nógv um
prísir – heldur enn tænastur
og annað.
– Fer kappingin at snúgva
seg bert um prísir, so verður
tað ein spurningur um, hvør
eigur flest pengar á bók.
Vit mugu eisini hugsa
um, hvat er best fyri sam-
felagsbúskapin. Vit hava
gjørt eina avtalu við Kall,
um at teir nýta okkara GSM
net, har teirra ikki røkkur,
og tað meta vit eisini vera
neyðugt, tí vit høvdu í
síðsta enda kunna sitið eftir
við rokningini, um tað ikki
hevði borið við tveimum
kervum, sigur Andras Róin.
Men Andras Róin er langt
frá nøgdur við tey boð,
Føroya Tele fær frá Fjar-
skiftiseftirlitnum.
– Vit fáa at vita, at vit
skulu tapa marknaðarpartar
– at vit eru ov góðir, og tískil
mugu vit finna nýggj virk-
isøki, har vit eisini ætla okk-
um at miðja ímóti útfluttn-
ingi, sigur Andras Róin.
Privatisera
Aftur í ársfrágreðingini
verður mælt til, at Føroya
Tele verður privatiserað, og
hetta hevur leiðslan í Før-
oya Tele eisini hildið upp á
í longri tíð.
Men hví er tað so týdn-
ingarmikið, at Føroya Tele
verður einskilt, tá tað jú
gongur frálíka væl sum er?
– Tú hevur rætt í, at vit í
prinsippinum klára okkum
væl sum er, men vit halda,
at Føroya Tele eigur at
verða privatiserað. Tað eru
fleiri orsøkir til, at Føroya
Tele eigur at verða privatis-
erað. Ein av orsøkunum er,
at tað er ikki greiður skiln-
aður millum eigara og
myndugleika. Tað er tann
sami landsstýrismaður, sum
umboðar eigaran av Føroya
Tele og sum skal hava eftir-
lit við okkum, sigur Andras
Róin.
Hann nevnir hesa orsøk-
ina sum eitt dømi, og hann
heldur, at tað eru fleiri or-
søkir til, at einskiljing eigur
at fara fram.
– Samanlagt er støðan
óhaldbar sum hon er. Sum
støðan er nú kappast vit
sum almenn fyritøka við
eina aðra fyritøka, har
Framtaksgrunnurin er høv-
uðspartaeigari, og tað halda
vit ikki gongur í longdini,
sigur Andras Róin.
Sambært Andras Róin er
Føroya Tele til reiðar at
verða einskilt. Hansara
áskoðan er tann, at einskilj-
ingin skal fara fram í
stigum, har tey fyrstu tjúgu
prosentini verða seld til
starvsfólk og føroyskar
íleggjarar. Bíðað eigur at
verða nøkur ár, áðrenn
meirlutin av fyritøkuni
verður seldur.
Virðið á Føroya Tele er
torført at staðfesta, og
Andras Róin metir, at virð-
ið er á leið millum eina
hálva og hálvaaðru milli-
ard.
Kervi
Kunngjørt varð herfyri, at
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, hevur sett ein
arbeiðsbólk at finna útav,
um og hvussu Føroya Tele
kann skipast eftir eina ein-
skiljing.
Tað er serliga spurning-
urin um kervi, sum Føroya
Tele umsitur – hvørt hetta
skal skipast í eitt felag fyri
seg.
Andras Róin hevur áður
greitt meldað út, at hann
ikki heldur hetta vera nakra
góða loysn.
Sum er hevur Føroya Tele
eina veitingarskyldu, og
Andras Róin hevur torført
við at síggja, hvussu ein
kervispartur,
sum
ikki
vinnur pening, kann røkja
uppgávurnar til fulnar.
– Vit vóna, at mann ikki
finnur alt ov heimabundnar
føroyskar loysnir, har nak-
að verður sett í verk, sum
eingin annar nakrantíð hev-
ur gjørt, sigur Andras Róin.
Hann leggur afturat, at
teir hava einki ímóti, at
kervisparturin verður lagd-
ur í eina dóttirfyritøku und-
ir einari konsern.
Men Føroya Tele vinnur
langt frá pening upp á
smærru økinum í Føroyum.
– Vit hava aksepterað
okkara støðu við veitingar-
skyldu, og tað haldi eg ikki,
at politikararnir skulu vera
bangnir fyri. Men vit vinna
bara pening av teimum
stóru økjunum í Føroyum,
sigur Andras Róin.
Økið
sum
Mykines,
Fugloy og eisini størri øki
eru ein beinleiðis útreiðsla
hjá Føroya Tele, men hetta
er partur av veitingarskyld-
uni í loyvinum hjá Føroya
Tele.
Vøksturin er steðgaður upp
–Teir síðstu mánaðirnar í
fjør og teir fyrstu mánaðirnar
í ár hava vit merkt, at
vøksturin er steðgaður upp,
sigur Andras Róin.
Televarpið:
Einki DR í bræði – men Viasat
Televarpið hevur um-
skipað sínar pro-
grampakkar fyri at
gera pláss til TV3. DR
er tikið heilt av
skránni
SJÒNVARP
Heri á Rógvi
Televarpið hevur nú al-
mannakunngjørt
teirra
nýggju pakkar og prísir.
Televarpið bjóðar nú
fýra grundpakkar og ein
Canal+ pakka.
Grundpakkarnar eru ym-
iskir í prísi og tali av rás-
um. Tann bíligasti kostar
129 kr. um mánaðin og hin
dýrasti fæst fyri 269 kr. um
mánaðin. Canal+ pakkin
kostar 209 kr. afturat
grundpakkanum.
Ein munur er serliga
fleiri Viasat rásir eru tiknar
við. Her er talan um TV3,
3+, Viasat Sport, Viasat
Action, Viasat Nature og
Viasat Explorer.
Hesar rásir eru umfataðar
í tveimum av grundpakk-
unum.
Tann heilt stóri grund-
pakkin við 24 rásum –
íroknað SvF –kostar 269
kr. um mánaðin.
DR1 og DR2 og Rás1
eru tiknar av skránni sam-
an við Eurosport News og
VH1 Classic.
Nevndarformaðurin fyri
Televarpið, Andras Róin,
sigur, at orsøkin til, at Tele-
varpið ikki kann bjóða DR
skyldast ógreiðum viður-
skiftum internt hjá DR.
– Vit hava ikki megnað
at forhandla eina avtalu
upp á pláss við Danmarks
Radio. Teir eru ikki klárir
til at gera eina tílíka avtalu,
og vit sostatt ikki gjørt
nakað, sigur Andras Róin.
Dario Fo í Sjónleikarahúsinum
Leygarkvøldið klokk-
an 19 verður sjónleik-
urin »Einki er sum
mammusa gras«
frumsýndur í Sjón-
leikarahúsinum í
Havn. Leikurin er
skrivaður av italiu-
manninum Dario Fo
SJÓNLEIKUR
Ingrid Bjarnastein
Havnar
Sjónleikarafelag
hevur síðani fyrst í februar
mánaði vant leikin »Einki
er sum mammusa gras«
eftir italiumanninum Dario
Fo. Og nú er klárt. Í annað-
kvøld, leygarkvøldið, verð-
ur leikurin frumframførdur.
– Leikurin er ein politisk-
ur skemtileikur. Eitt sindur
av eini satiru, men tú kanst
ikki kalla tað fyri eina
farsu, og er tað tað, sum ger
hann sermerktan, sigur
leikstjórin, Jákup Veyhe.
Sjey leikarar spæla við,
og teir flestu eru royndir
sjónleikarar. Ein teirra fer á
sjónleikaraskúla í næstum,
so onkur av teimum er væl
á veg til at gerast yrkissjón-
leikari.
– Vit byrjaðu fyrst í
februar mánaði við einum
skeiði um Dario Fo, sum
Marita Dalsgaard helt. Vit
hava eisini fingið hjálp frá
einum italiumanni, Gian-
franco, sum býr her í
Føroyum, at hjálpa okkum
við teimum italiensku við-
urskiftunum, greiðir leik-
stjórin frá.
Søgugongdin
Leikurin gongur fyri seg í
Milano í Italia. Í eini íbúð
býr ein familja – abbi,
mamma og ein sonur.
Ein dagin tá sonurin
kemur
heim,
uppdagar
hann, at abbin og mamman
hava roykt hash, og seinni
finnur hann útav, at tey ikki
bara roykja hash, men tey
selja eisini hash. Tey hava
eina hashplantasju í íbúð-
ini.
Sonurin leggur ikki so
nógv í, um hann og vinirnir
roykja, men hann vil ikki
hava, at abbin og mamman
roykja hash.
Eitt systkinabarn, sum er
politistur, kemur ein dagin
at vitja. Hann arbeiðir við
rúsevnismálum, og skal
finna seljarar.
Tey klára at sannføra
systkinabarnið
um,
at
hashið er kryddurtir og kál,
og fáa hann at eta av tí.
Harafturat fáa tey sannført
hann um, at tey eru hægri í
tign enn hann innanfyri
politiheimin.
– Leikurin er ógvuliga
politiskur. Allir leiklutirnir
eru politiskir, og hevur
hetta verið ógvuliga stutt-
ligt at arbeiða við. Leikurin
gongur fyri seg í 70 árunum
í Italia, og samfelagið
spenti so vítt tá. Á aðru síð-
uni hevði tú kommunistar
og á hinari fasistar. Høv-
undurin er heilt vinstra-
vendur, og tað leggur hann
ikki lok á í leikinum, sigur
Jákup Veyhe.
Leikstjórin sigur, at tað
hevur gingið væl at vant.
Nógv er altíð at halda skil á
uppundir ein sjónleik, men
síðani sunnudagin er leik-
urin vorðin sældur ígjøgn-
um.
– Fólk kunnu bara koma
at síggja. Eg vænti tey fara
at hugna sær og flenna
nógv, tí tað er tað lagt upp
til. Men tey kunnu bara
døma sjálvi.
Leikurin er góðan hálvan
annan tíma til longdar, og
verður frumframførdur í
Sjónleikarahúsinum í Havn
leygardagin klokkan 19.00.
Leikurin er ein politiskur
skemtileikur, sum ikki dylir,
at leiklutirnir eru ógvuliga
politiskt tilvitaðir
Mynd: Jens Kr. Vang
Havnar Sjónleikarafelag
frumframførir leygardagin
leikin »Einki er sum
mammusa gras« eftir
italiumanninum Dario Fo
Mynd: Jens Kr. Vang
UNGDÓMSMØTI
Samkoman í Ebenezer
Í fleiri ár hevur verið skip-
að fyri ungdómssamfelags-
møtum í Ebenezer í Tórs-
havn. Hesi møtir hava ver-
ið væl vitjað av ungum úr
øllum landinum. Í fjør
vóru umleið 500 ungfólk
við til møtini.
Í ár verða møtini í døg-
unum 27.- 30. mars. Á
skránni fyri møtirøðina er
talur, felagssangur, ung-
dómskór, solosangur o.a.
Møtini verða:
Hóskvøldið og fríggja-
kvøldið kl. 20.00, leygar-
kvøldið
kl.
21.00
og
sunnukvøldið kl. 17.00.
Fríggjakvøldið kl. 22.00
og leygarkvøldið kl. 21.00
verður møti og opið hús.
Leygardagin kl. 15.00 og
kl. 16.30 verður bíbliusem-
inar.
Temaði á møtunum er
Trúgv.
»Trúgv er full vissa um
tað, sum vónað verður,
sannføring um tað, sum
ikki sæst.« Hebr. 11,1.
Øll eru hjartaliga væl-
komin til hesi møtir, sigur
Samkoman í Ebenezer í
tíðindaskrivi. Meira er at
lesa
um
Ebenezer
á
www.ebenezer.fo
Ungdómssamfelags-
møtir í Ebenezer
C
M
Y
K
7
6