Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 61 - 28. mars 2003 Nr. 61 - 28. mars 2003 5 Vit eiga ikki at góðtaka, at danska stjórnin setir eina hernaðarlóg gildi fyri Føroyar ímóti løgtingsins vilja. Tað heldur Bjørn á Heygum advokatur. Men føroyingar kunnu ikki gera tað stóra, um danska stjórnin hevur tikið avgerð. Tí talan er um eitt málsøki, sum hevur við sjálvan suverenitetin at gera HERNAÐARLÓG Ingi Rasmussen Formliga er tað í lagi. Moralskt og fólkaræðiliga er tað als ikki í lagi. Tað er skjóta niðurstøðan hjá Bjørn á Heygum, advokati, um málið, sum Sosialurin bar fram í gjár, har danska stjórnin setir eina lóg í gildi fyri Føroyar ímóti løgtingsins vilja. Løgtingið hevur samtykt, at gamla hernaðarliga revsilógin frá 1937 skal strikast og ongin setast í staðin. Danska stjórnin hevur svarað aftur við at lýsa nýggju donsku hernað- arligu revsi- og rættar- gangslógina frá 1973. Tað hevur skelkað lands- stýrismannin við lógarmál- um, Høgna Hoydal, sum ætlar at gera alt fyri at steðga málinum. Bjørn á Heygum, sum var ein av løgfrøðingunum, ið gjørdu stýrisskipanarlógina, hel- dur ikki, at føroyingar fáa gjørt stórvegis. – Tú ert noyddur at skilja hetta sundur. Frá einum før- oyskum sjónarmiði er tað ikki lagi, moralskt sæð, at stjórnin setir lógir í gildi ímóti okkara vilja. Men um vit halda okkum strangt til løgfrøðina, er tað púrasta í lagi. Tí hatta er eitt danskt málsøki burturav. Vit kunnu bara ummæla og geva okkara meining til kennar, men tað merkir ikki, at lóggávan sær út, sum vit vilja, sigur Bjørn á Heygum. Tørvur á broytingum Bjørn á Heygum heldur seg bara minnast einaferð áður, at ein lóg er sett í gildi, uttan at løgtingið er spurt eftir. Tað var í sambandi við bankamálið. – Vit eiga ikki at góðtaka tað, men soleiðis sum skip- Tað má bara vera í heilt serligum førum, at danskir myndug- leikar seta ríkislógir í gildi ímóti løgtings- ins vilja. Hernaðarliga revsi- lógin er eitt serligt føri, tí hon má vera eins fyri alt ríkið, sigur Birgit Kleis, sum vegna donsku stjórnina hevur lýst eina lóg í Føroyum, sum føroyingar ikki vilja kennast við HERNAÐARLÓG Ingi Rasmussen Danska stjórnin setir beint ímóti løgtingsins vilja donsku hernaðarlógina frá 1973 í gildi í Føroyum. Løgtingið hevur annars samtykt, at vit als onga her- naðarlóg skulu hava í Før- oyum. Í Føroyum umboðar Birgit Kleis, ríkisumboð, donsku stjórnina. Og hóast hon onga ávirkan hevur havt á avgerðina at lýsa eina ríkislóg fyri Føroyar, so má hon verja avgerðina. Tí danska ynskið er lóg. – Frá danskari síðu er ynskið, at tey hernaðarfólk- ini, sum eru í Mjørkadali, hava somu reglur at ganga eftir, sum tá tey eru í Danmark. Tað ber ikki til, at tað eru nøkur støð í danska kongaríkinum, at hernaðarligir persónar hava aðrar reglur at ganga eftir enn aðra staðni. So enda- málið við at lýsa hernaðar- ligu revsi- og rættargangs- lógina fyri Føroyar er, at talan er um eina lóggávu, sum má vera eins fyri alt ríkið, sigur Birgit Kleis. Tað er hon biðin um at syrgja fyri. Og tað førir hon út í lívið, tí hon hevur longu sent lógirnar til kunngerðar hjá Kunngerð- arblaðnum B, sum kemur út í næstum. Eina viku eftir, at blaðið er komið út, kemur lógin í gildi í Føroyum. Eitt undantak Løgtingið samtykti annars, at gamla lógin frá 1937, sum eitt nú loyvir deyða- revsing í krígstíð, skuldi takast av, og ongin lóg set- ast í staðin. Tað var hildið at vera óneyðugt við her- naðarlóg í Føroyum. Sostatt lýsa donsku myndugleikarnir eina ríkis- lóg beint ímóti einari løg- tingssamtykt, og tað halda løgfrøðingar vera fyrstu ferð, síðan heimastýrislóg- in kom í gildi. Enntá uttan at spyrja lóggevandi valdið í Føroyum eftir. Spurning- urin er, um hetta er serliga demokratiskt. – Hetta er ikki høvuðs- reglan, men avgjørt undan- takið. Tað má absolutt bara henda í heilt serligum førum. Tað er eisini vert at geva gætur, at hetta er ein lóg, sum bert er galdandi fyri hernaðarfólk í Føroy- um – ikki føroyska fólkið. Og hon er sett í verk við tí grundgeving, at tað í serlig- um førum má vera sama lóg galdandi fyri alt ríkið. Og verjan av ríkinum er eitt serligt føri, sigur Birgit Kleis. Føroyar hava klárað seg uttan lógina í 30 ár. Og før- oyska støðan er, at vit eisini høvdu klárað okkum uttan, tí viðurskiftini hjá hervald- inum kundu verið skipað eftir vanligum revsirættar- ligum reglum og serligum sáttmálum. – Tað dugi eg ikki at svara uppá. Eg kann bara siga, at verjumálaráðið hevur ynskt hetta soleiðis, og tey hava lagt stóran dent á, at hetta verður fingið í rættlag. Men eg veit ikki, hvørjar avleiðingar tað hevði fingið, um vit hildu fram uttan eina dagførda lóg, sigur Birgit Kleis. Danskur boðberi Ríkisumboðið er sostatt bert eitt víðkað postkontór, sum fylgir og ber boðini víðari, sum hon hevur fingið frá danska forsætis- málaráðnum. – Tað má eg viðganga. Mín ávirkan er ikki stór í hesum føri. Eg havi ikki verið ein partur av avgerð- ini, men eg havi noterað mær, at hetta er ikki væl sæð í løgtinginum, og tí havi eg eisini borið før- oysku sjónarmiðini víðari til forsætismálaráðið. Før- oysku sjónarmiðini eru kend í Danmark í hesum máli, sigur Birgit Kleis. Moralskt skeivt – juridiskt í lagi Ríkisumboðið verjir borg anin er í løtuni, kunnu vit ikki forða fyri tí. Hvat kunnu vit gera? Hetta vísir bara, at tørvur er á at gera í minsta lagi nakrar dagfør- ingar, sum hava ásetingar um, at ongin lóg kann setast í gildi í Føroyum, uttan at løgtingið hevur givið sítt tilmæli. Óansæð, um talan er um danskt málsøki, sigur Bjørn á Heygum. Løgtingið skuldi altso havt ein veto-rætt. Ongin lóg skuldi sloppið ígjøgn- um nálareygað, uttan eitt samtykki frá fólkavalda tinginum í Føroyum. Men spurningurin er, hvussu veruligt tað er í málum, har danir hava fullan myndug- leika. Her gongur markið Hernaðaliga revsilógin, sum talan er um, hoyrir undir verjumál. Tey eru knýtt at fullveldinum og ræðinum yvir Føroyum. Tí kann hugsast, at hetta málið hevur fingið serliga við- gerð í Danmark. – Hernaðarmál- og verju- mál hava nakað við suver- enitetin at gera. Her gongur markið. Her ráða danir. Hetta snýr seg um trygdina og verjuna av danska ríkin- um. Tað er møguligt, at danska stjórnin vil skera út í papp og gera púra greitt, at á hesum øki verða før- oysk ynski ikki gingin á møti, sum í øðrum málum, sigur Bjørn á Heygum. Í serligum førum má sama lóg vera galdandi fyri alt ríkið. Eisini sjálvt um føroyingar ikki ynskja tað, sigur Birgit Kleis, ríkisumboð Mynd: Jens K. Vang Danska ríkið skal verjast. Hetta snýr seg um trygdina hjá danska ríkinum. Tað er møguligt, at danir vilja skera út í papp og gera púra greitt, at á hesum øki verða føroysk ynski ikki gingin á møti, sigur Bjørn á Heygum, advokatur Stríðið um upplýsingar skal standa sína roynd Peningastovnarnir bardust hósdagin fyri sínum rætti til at flyta edv-skip- anir av landinum, tá Rættarnevndin viðgjørdi uppskot- ið um persóns- upplýsingar, sum er lagt fyri tingið UPPLÝSINGAR Ingi Rasmussen Tað leikaði hart á mill- um Høgna Hoydal landsstýrismann og før- oyska peningaheimin, tá landsstýrismaðurin ætl- aði at steðga nýggju Gjaldskipanini hjá pen- ingastovnunum við kunngerð. Gjaldskipanin, sum er ein føroysk útgáva av donsku Betalings Ser- vice hjá PBS, hevði við sær, at persónsupplýs- ingar vórðu fluttar av landinum, segði Høgni Hoydal, og tað var ikki í samsvari við tingsins vilja. Hetta fekk peninga- stovnarnar og Elektron við Jørn Astrup Hansen á odda at leggja harðliga eftir landsstýrismannin- um, eitt nú við heilsíðu- lýsingum í bløðunum. Høgni Hoydal stóð við sítt og royndi seg við einari kunngerð, sum hann sendi viðkomandi pørtum til hoyringar. Men mótstøðan var so stór, at hann slepti ætlanini. Í staðin roynir hann seg nú við einum lógar- uppskoti. Tað er ikki so víðgongt, sum kunn- gerðin var, men mein- ingin er tann sama. Pen- ingastovnarnir og Elek- tron mugu gjarna sam- skifta við útlendskar stovnar, sigur hann, men heilar edv-skipanir mugu ikki sendast av landinum. Peningastovnarnir eru líka harðliga ímóti, og tað kom fram á fundi í Rættarnevndini hjá løg- tinginum, sum viðgjørdi málið hósdagin. Pen- ingastovnarnir hava sjálvir biðið um at sleppa á fund at føra síni sjónarmið fram, áðrenn politikarar taka støðu. Elektron, KT-felagið, Dátueftirlitið og lands- stýrismaðurin við lógar- málum vórða eisini trá- spurd. Høgni Hoydal sigur seg bert gera eftir tings- ins vilja. Men samstun- dis er ivasamt, um hann hevur løgtingið aftan fyri seg. Tað fer tíðin at vísa. Politikarar øðrumegin og bankastjórar hinumegin fundaðust í gjár um lógina, sum skal forða persónsupplýsingum at verða fluttir av landinum. Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4