fríggjadagur 28. mars 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 61 - 28. mars 2003
Nr. 61 - 28. mars 2003
3
Í 1950 læt Jóannes á
Heygnum í Klaksvík
trøð sína á Myrkjan-
oyri, fyri lítið og lætt,
til bygging av ellis-
heimi. Nøkur ár
frammanundan, beint
fyri krígslok, høvdu
menn tikið stig til at
útvega gomlum í
Norðoyggjum eitt
heim. Men nógv ár
skuldu ganga, áðrenn
trøðin hjá Jóannesi
varð brúkt til tað, hon
varð ætlað til. Í sam-
band við at Sambýlið
á Heygnum herfyri
læt upp, er spennandi
søgan um áralanga
stríðið nú komin út í
bóklingi
BÓKAÚTGÁVA
Rúna Sivertsen
Tað er Freydis Poulsen í
Klaksvík, sum eftir áheitan
frá einum áhugabólki, hev-
ur skrivað søguna um ellis-
heimið, sum ikki mundi
komið.
Í samband við, at Sjálvs-
ognarstovnurin
undir
Kráarbrekku í Klaksvík
herfyri varð tikin í brúk,
hevur Áhugabólkurin fyri
eldri og gomul í Norð-
oyggjum givið út bókling,
sum lýsir ætlanina at
byggja ellisheim í Klaksvík
og gongdina í málinum frá
1945-2002. "Søgan um
Ellisheimið" telur 40 blað-
síður.
Í fororðinum sigur høv-
undurin, at munnligu keld-
urnar vóru fáar, nú so long
tíð er fráliðin, síðani ar-
beiðið fyri einum ellis-
heimi í Norðoyggjum var
størsta samrøðuevni mill-
um fólk her.
Skrivligt tilfar
Av tí, at minnið oftast er
svikaligt, gjørdi Freydis av
at nýta skrivligt tilfar aftrat
tí munnliga fyri at lýsa
málið, sum tað var, tá tað
var aktuelt.
Aftrat tí søguligi gongd-
ini, hevur høvundin lagt
størstan dentin á at vísa á
tað samanhald og bjart-
skygni, sum var millum
fólk í øllum heimunum í
Norðoyggjum. Hetta var
eitt mál, ið øll høvdu áhuga
fyri og løgdu alla orku í at
fáa framt.
Áhugavert er at síggja
nøvnini á øllum teimum, ið
sótu í nevndunum, sum
vóru við í arbeiðnum. Eis-
ini eru myndir av fleiri av
teimum, sum stóðu fremst í
stríðnum fyri at fáa savnað
pening til ellisheimið.
Men, sum høvundin sig-
ur, so er hetta bert ein lítil
partur av øllum teimum,
sum við vóru í arbeiðnum.
Bóklingurin, sum kostar
100 krónur, er at fáa í
Búnanum og hjá Eilif Arge.
Peningurin fer óskerdur til
tiltøk
fyri
eldri
í
Norðoyggjum.
Bóklingurin, sum er sera
áhugaverdur og væl úr
hondum greiddur, er ein
góð og bílig gáva, sum lýsir
ein part av bygdasøguni hjá
klakvíkingum.
Tað verður kunngjørt at kæra mamma, kona, systir
og omma okkara
Vilgerð Astridardóttir
Tórshavn
andaðist týsdagin 25. mars 63 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
leygardagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Andrias og Manijeh
Tey, ið vilja minnast Vilgerð, kunnu lata eina gávu til Spedalskheitsmissiónina,
konto í Føroya Sparikassi.
Í nýggjastu útgávuni
av "Ugeskrift for læg-
er", verður víst á eina
kanning, sum sigur, at
tess longri eitt barn
fær bróst frá mammu
sínari, hægri verður
intelligenskvotienturin
BØRN OG MENNING
Rúna Sivertsen
Kanningin byggir á eina in-
telligenstest, sum ein sálar-
frøðingur hevur gjørt av
nærum 1000 ungum kvinn-
um og monnum.
Eisini ein onnur kanning,
ein sokallað Sessións-in-
telligenskanning, gjørd av
2300 ungum monnum, peik-
ar á, at vitið hjá bróstabørn-
um verður betur ment.
- Jú longri børnini hava
fingið bróst, tess hægri
intelligenskvotient finna vit.
Tí er sannlíkt, at tað er sam-
band millum bróstageving
og vitið, sigur Kim Fleischer
Michaelsen, professari við
Institut for human ernæring
á Landboháskúlanum.
Sum eina møguliga orsøk,
vísir hann á eina serstaka
feittsýru í móðurmjólkini,
DHA. Hendan er ein stórur
partur av teimum feittsýrum,
sum sita í membranunum í
meginnervaskipanini - og
DHA hevur møguliga eina
gagnliga ávirkan á mem-
branurnar.
Fleiri orsøkir
Donsku granskararnir hava
roynt at tikið hædd fyri fyri
øðrum viðurskiftum, sum
kunnu ávirka intelligensin.
Teir tora ikki við vissu at
siga, at sambandið millum
longdina av bróstageving og
intelligensinum hjá barnin-
um, ikki eisini kann hava
aðrar orsøkir.
- Orsøkin kann eisini vera
tætta sambandið millum
mammuna og barnið, meðan
tað fær bróst, sigur sálar-
frøðingurin,
Erik
Lykke
Mortensen.
Tað er væl hugsandi, at
møður, sum hava orku at
geva bróst leingi, eisini hava
orku til at taka sær væl av
barninum og menna tað bet-
ur enn mammur, har orkan
skortar.
Sálafrøðingurin
mælir
mammum til at geva bróst í
einar 8 mánaðir, tá brósta-
geving eftir ta tíð neyvan
hevur somu gagnligu ávirkan.
Hóast kanningin greitt
vísir, at bróstabørn eru betur
fyri, tá tað snýr seg um in-
telligens, vísir Kim Fleischer
Michaelsen, professari á, at
máldi intelligensurin bara er
ein lítil partur av teimum
eginleikum, sum menniskjað
hevur.
Bróstabørn verða
gløggari sum vaksin
Kanningar vísa, at børn sum fáa bróst leingi, verða klókari enn
tey, sum ikki sluppu at súgva hjá mammu síni fyrstu mánaðirnar
Mynd Jens K. Vang
Ellisheimið sum ikki
mundi komið
Søgan um Ellisheimið er komin út í bóklingi. Bókin, sum telur 40 blaðsíður, kostar 100 krónur
og er ein fitt gáva, sum lýsir ein part av bygdasøguni hjá klakvíkingum. Freydis Poulsen hevur
skrivað og lagt til rættis. Peningurin fer óskerdur til tiltøk fyri eldri í Norðoyggjum.
Johannes Matras (á Heygnum) og konan Thomasia. Í 1950 læt hann trøð sína á Myrkjanoyri
til ellisheim. Fyri fáum døgum síðani, fleiri enn fimti ár seinni, kundu fyrstu búfólkini flyta inn
í sambýlið á Heygnum undir Kráarbrekku í Klaksvík
C
M
Y
K
3
2