Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. oktober 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 183 — 4. oktober 1991 Síða 9 Fríggjadagin kl. 22.00: Óhapp Tann 19. oktober kom gambianarin Barbading Fatty til Danmarkar at ferð- ast. Hann varð beinanvegin tikin og sat tvær vikur í fongsli. Barbading Fatty hevur klagað um, at hann varð harðliga viðfarin á politigarðinum í Keypmanna- havn, og Amnesty International hevur fylgt sakini. Leygardagin kl. 18.10: Georg Poulsen, sterki smiðurin Í Formaðurin í Dansk Metalarbejderfor- bund Í sambandi við sendingina um Georg Poulsen, slapp sjónvarpsliðið við í »Naverhulen«, staðið har handverkarar, sum hava ferðast nógv, savnast. Leygardagin kl. 22.30: Morgan kemur heim Nicholas Pryor og Jon Cryer Unglingin Morgan Stewart hevur verið á kostskúla at læra seg eitt sindur av fólkaligheit. Hetta hildu í hvussu so er foreldrini, hann trongdi til. Nú kemur hann heim aftur og fer undir at royna at broyta meiningarnar hjá „teimum gomlu<. Filmurin er frá 1987, og Lynn Redgrave spælir mamma Morgan. Sunnudagin kl. 14.50: Svartir og hvítir litir Oscarlentur franskur filmur frá 1976. Í 1915 komu tíðindini um at fyrra heims- kríggið er brostið á til hjálandið Fransk Vestefrika. Fraklendingarnir gera sær eitt herlið! Randi Stene ; Sunnudagin kl. 17.30: Sangkapping í Cardiff Á eðrum hverjum ári verður hildin stór sangkapping í Wales, Cardiff „Singer of the World«. Og sangarar koma allastaðni frá. Randi Stene kom úr Danmark, og sendingin fylgir henni saman við oðrum sangarum til finaluna. Sunnudagin kl. 20.10: Manna millum Nakrir klaksvíkingar keyptu í 1948 fyrstu og einastu føroysku útgerðina til uppteku og framleiðslu av grammofon- plátum. Vit skera og framleiða seinastu lakk- plátuna, áðrenn útgerðin fer á Forn- minnissavnið. Jógvan Gerðalíð sigur frá, og vit hoyra gamlar upptekur av sangum, sálmum og frásagnum — eitt nú Robert Joensen sum reportara á svenskum filmi undir kongsvitjanini í 1949. Porkeningar sprongdu Robbinshellu burtur i 1929 — hesin stóri steinur gjørdi vart við seg, tá hann hvarv. Hevur Landsverkfrødingurin virðing fyri fornminnum, íbygdum steinum og plássum, sum sangir siga frá. Hvat fer at henda við stóra heygnum í Hósvík nú í vetur? Vit hitta Dáva Reinert Hansen frá Landsverkfreðinginum. Sunnudagin kl. 20.55: Roxette Tad er sjåldan, at skandinaviskur popp- tónleikur slær igjøgnum á »heimsplani«. Men tað eydnaðist hjá Roxette, eins og Marie Fredriksson og Per Gessle tað í sínari tíð eydnaðist hjá Abba. Síðani tå hava tey gjørt filmstónleik (til Pretty Woman). Sunnudagin kl. 22.15: Drotning AFrika p 2 = FÁ 32 Katherine Hepburn og Humphrey Bogart Amerikanskur filmur frá 1951. Fyrri heimsbardagi er júst byrjaður, og ein canadiskur skipari, Charlie Allnutt (Humphrey Bogart) er á veg oman eftir Ulanga ánni í Týsk Vestafrika. Á veg- num fær hann eina kvinnu við umborð, Rose Sayer (Katharine Hepburn), og at vera tey bæði í einum báti, tað er ikki so lætt. Tysdagin kl. 20.35: Tann deiliga havn Sendingin »Tann deiliga havn« er fyrsta av trimum sendingum, sum fara djúpri, enn vanliga er meguleiki fyri. Fyrsta sendingin snýr seg um havna- útbyggingarnar í Havn. Í 80-unum fekk Tórshavnar Kommuna tvær nýggjar havnir. Grótbáturin Selma førdi í fleiri ár grót frá Glyvursnesi inn eystanfyri molan. Arbeiðið er nú um at vera liðugt, og prísurin higartil er oman- fyri 100 milliónir krónur. Í fyrstani var ætlanin bert at gera eitt pláss at seta pakkhús á. Seinni avgjerdi býráðið at víðka ekið og gera eina atløgu- bryggju. Í dag liggur atløgubryggjan stórt sæð tóm og óbrúkt. Okkurt hendinga skip hevur ligið við bryggjuna. Mitt í 80-unum kunngjerdi Hans Mort- ensen sína ætlan um ein ídnaðardepil á Sundi. 1500 fólk skuldu arbeiða á meira enn 50 virkjum. Ætlanin fór gjøgnum býráðsmaskin- una, og fyrsta stigið var at byggja eina stóra havn á Sundi. Havnin liggur ídag manntóm. Havnin á Sundi hevur kostað Tórshavnar Býráð umleið 50 milliónir - SE : me krónur. Ídnaðardepilin ella Sundsdepilin er ikki veruleiki, men havnin er liðug. Í sendingini »Tann deiliga havn« verð- ur hugt eftir, hvussu Havnin í 80-unum fekk tvær nýggjar havnir, sum lítið og onki verða brúktar. Dagmar Joensen-Næs og Øssur Winth- ereig standa fyri journalistiska arbeiðin- um. Mikkjal H. Øster, Svend-Bergur Jensen og Jógvan Eli Dam hava gjørt tekniska arbeiðið. Tysdagin kl. 21.15: Juanita (Holly Aird) Søgan er úr Kenya 1940. Juanita er bert 16 ár, tá ið hon kemur upp í eina gølu: Lord Errol verður myrdur orsakað av ev- undsjúku. Denholm Elliott spælir hev- uðsleiklutin sum maðurin í hesum filmin- um frá 1986 Hósdagin kl. 21.15: Arkitektar í Europa Hesu ferð er sendingin um italska arki- tektin Renzo Piano, kendur fyri m.a. Pompidou-centrið i Paris. Hósdagin kl. 22.00: Blinda eyga lógarinnar Tvey mál um makt í fregnartænastuni fáa advokatin Catherina Hughes at halda, at í Onglandi hava tey gloymt meiningina við frælsinum