Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. oktober 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Scansat/TV3 Friggjadagin kl. 20.03: Return Engagement Am. sjónvarpsfilmur frå 1978. Ein kvinnulig fyrrverandi »stjørna« er vorðin professari í segu við eitt lítið universitet. Men ein dagin fer maður hennara frá henni, og tá broytist tilvera hennara. Ein av næmingunum hjá henni fær hana at melda seg til eitt amatør »show«, sum universitetið skipar fyri, og tå verður alt uppaftur fløktari. Hon og hesin næming- urin verða væl, men aldursmunurin er stórur og lívsáskoðanir teirra eru sera ymiskar. Leikarar: Elizabeth Taylor, Joseph Hardy, Allyn Ann McLerie, Peter Donat, James Ray. Leygardagin kl. 19.00: 4. partur 5; Centennial — mg McKeag og Lerkorg eru bangin um tann syrgjandi Zendt og gera av at senda ta vøkru Lucindu at ugga hann. Indiånararnir verða alsamt meira óðir um teir túsundtals nýbyggjararnar, sum koma. Teir hugsa um landið og siðirnar, teir hava. Leygardagin kl. 22.00: Last Tango In Paris Am. filmur frá 1972 við Marlon Brando í hevuðsleiklutinum. Amerikanarin Paul er einkjumaður, sum hevur búð leingi í París. Hann fer at hyggja at eini íbúð, hann ætlar sær at leiga, og tá hittir hann Jeanne, sum er í somu erindum. Tey kenna seg drignan at hverjum eðrum beinanvegin, Paul heldur at tey kunnu ganga saman, men ikki tosa um hvussu tey eita, ella hvat tey gera. Hetta heldur Jeanne vera í lagi — men bara í fyrstani Sunnudagin kl. 19.00: Dr. No Enskur filmur frá 1962. Ein bretskur a- gentur verður myrdur á Jamaica, og tað verður agent 007, sum skal kanna málið. Ursula Andress og Sean Connery Komin til Jamaica verður morðroynd framd móti honum, men hann sleppur við lívinum. Bond frættir, at ein Dr. No, ein vísindamaður, ger undarligar royndir á eini oyggj nærhendis. Á strondini á oynni metir Bond eini vakrari gentu, men so kemur ein dreki eftir teimum. Filmurin byggir á skaldseguna hjá Ian Fleming »Døden pá Jamaica«. Sunnudagin kl. 21.00: Jeannette Starion Í 1984 varð tann 20 ára gamla Jeannetta Starion vald til »Miss pet of the Year« og vann tá tíggju milliónir krónur. Filmurin vísir, hvat síðani hendi Mánadagin kl. 21.00: In The Heat of The Night Orsakað av einum álvarsligum mistaki, hevur Dorothy Haber ov seint fingið staðfest, at hon hevði krabbamein, og er tí deyð nú. Maður hennara, Amos, er sorgarbundin, men vil hevna seg eisini. Hann hóttir við at drepa læknan Turnby fyri ikki at hava uppdagað sjúkuna. Amos eigur tvey abbabern og serliga er tað abbasonurin Rollie, sum er keddur um at omman er deyð. Dagin hon verður grivin, skjýtur onkur eftir Turnby Mánadagin kl. 22.30: Married with Children Steve verður óður og skelkaður, tá ið hann sær, at hann missir hárið so við og við. Steve hugsar bert um alt, sum er á marknaðinum fyri hármiss og hann keypir alt Týsdagin kl. 19.00: The Westerner Amerikanskur filmur frá 1940 við Gary Cooper og Walter Brennan í hevuðsleik- lutunum. Viljasterkir menn hava altíð havt ein stóran leiklut í slagnum um »Western«, men eingir eru vorðnir so kendir sum Cole Harder (Cooper) og tann ókendi Judge Roy Bean (Brennan). Mikudagin kl. 20.03: Beverly Hills Madam Am. filmur frá 1986 við Faye Dunaway í hevuðsleiklutinum. Lil Hutton er rík og fín. Og hon rekur eitt »imperium« við teimum dýrastu »call-girls« í Beverly Hills. Teir menn, sum koma har, eru sera ríkir. Mottoið hjá henni er „Bert tað besta er nóg gott<, og hon víkir ikki frá »Beverly Hills Madam« ti. Um ein genta ikki livir upp til krøvini, verður hon koyrd beinanvegin. Tá ið Claudia, sum henni dámar væl, sigur at hon fer tí hon skal giftast, verður Lil skekk. Hesum hevði hon ikki roknað við. Men Claudia kemur aftur. . Leikarar: Faye Dunaway, Melody Anderson, Marshall Colt, Louis Jordan, Robin Givens. Sunnudagin kl. 13.00: pi Á fjalli í Høvdanum Br Útvarpið var við kirkjubøingum í Trgll- hevda í síðstu viku Trellhevdi liggur til Kirkjube og í send- ingini sunnudagin greiðir Páll Patursson, bóndi, frá, at tað kemst helst av tí, at kirkjubøingar høvdu skjúts báðar vegir, tí Skopun var ikki bygd tá. Utvarpið var á fjalli við kirkjubeingum í síðstu viku og íalt vórðu 37 lomb tikin. Eisini høvdu teir nakrar veðrar har úti í summar. Vanliga hava teir 39 ær í Hevd- anum. Tað er sama tal, sum markatalið á kirkjubegarði, áðrenn hann varð býttur í tjúgunum. Hevdin var gott fuglapláss við bæði lomviga og lunda og hevði tí stóran týdn- ing. Hesum greiðir m.a. Sverri Patursson frá í Frítíð og Náttúru. Jóhann Mortensen var við í Trøllhøvda og leggur til rættis. Hósdagin kl. 19.00: Samskipan er neyðug 2. sending um oljuvinnu — Eg ivist ikki í, at feroyingar kunnu koma upp í »off-shore«-vinnu, men tað Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif. 156 16 Mikudagin kl. 22.03: Rockford Files Gentan hjá Rockford, Karen, hvervur beint sum hon og Rockford eru komin heim av eini útferð. Og uppaftur legnari tykist tað, at grannin hjá Karin er myrd- ur. Hósdagin kl. 22.03: Crazy Lika A Fox Familjan Fox er ovurfegin tá ið eitt við- skiftafólk hjá Harry bjóðar teimum at halda feriu á einari ranch. Alt sær út til at fara at verða ein frálík feria til eitt kveld, Harrison og Cindy hoyra onkran kjakast, og tey hoyra eitt skot í stallin- um. Tey fara inn og síggja, at Jim Reno er deyður. Tey skunda sær burtur eftir hjálp, men tá ið tey koma aftur, er líkið horvið. verður helst í smáum, sigur John Groat. Hann er leiðari fyri eitt hetlendskt ídn- aðarsamtak innan oljuvinnu. Sune Poulsen, verkfreðingur á Menn- ingarstovuni, heldur, at skulu føroyingar hava ein meguleika at koma upp í olju- vinnu, er neyðugt við samskipan. Jóhann Mortensen leggur til rættis. Morgunlestrar í Útvarp Føroya 7.—12. okt. Hesa vikuna lesur Magnus Høg- enni í Hvannasundi Sálmar og bíbliuorð: Mánadagur 7. oktober nr. 54 Tú fylgdi mær fyrst, tá í veggu eg lá Matt. 10,29 Týsdagur 8. oktober nr. 37 Hvar Guð vil, glaður fari eg Matt. 10,29 nr. 165 Í Jesu navni aftur verð Mikudagur 9. oktober nr. 52 Eydnan er ei at líta á Matt, 10,31 nr. 163 Tá Kristus vár Guð Hósdagur 10. oktober nr. 53 Ongum er so trygt at fara Matt. 10,30 Fríggjadagur 11. oktober nr. 33 Ævinnar faðir, við góðsku tú valdar Matt. 10,24 Leygardagur 12. oktober nr. 217 Drag, Jesus meg Matt. 10,26 nr. 345 Alt í feðurhendi er