Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. oktober 1991síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 183 — 4 oktober 1991 ligt. Ein tinglimur sigur, at henda ætlan heilt kemur at beina fyri okkara kre- ditvirði. Í sama andadrátti ger hann seg til talsmann fyri at gera nýggjan flogvøll, sum kanska kemur at kosta millum eina og tvær milliardir. Taka vit so allan tann pening, sum er nýttur til at útbyggja flogvellin í Vágum, bygningar, inn- flúgvingartól 0.a., sum hevur tilknýti til flogvøll- in, so kann ein og hvør meta um hvar okkara so nógv umredda kreditvirði liggur, um hetta gerst veruleiki. Tær menniskjaligu van- lagnurnar orsakað av hes- um skal eg lata liggja hesaferð. Grundgevingarnar, sum fyrr vórðu brúktar til niðurlegging av flogvøll- inum, vóru vánalig ferða- viðurskifti til miðstaðar- økid. Nú tå ið tað nærkast eini loysn, hvar tað bert kemur at taka góðan hálvan tíma at koyra til og frá flogvellinum til megingki, er lagt á ein heilt annan bógv, tí nú skal alt, sum hevur við Vágar at gera, blokerast. Men Vágoyggin er ann- að enn flogvellurin. Vit hava eitt fjøltåttad vinnu- lív, m.a. tvey flakavirki, eitt rognavirki, eitt rækju- virki, sum byrjar at fram- leiða aftur um ikki so leingi. Vit hava vindeygavirki, snikkaravirki, skinnvirki og ikki at forgloyma J.K.J. maskinverkstaðin, sum nú eisini hevur skipa- smiðjuna Feroyar á Skála. Hver føroyingur kennir ikki hesa myndina, at standa á Oyragjógv aft- astur í eini rød av 30—40, ja, upp til 50 bilum. Hetta eru tey viður- skifti, sum vinnulívið í Vágum hevur fingið til- lutað og sum arbeitt hev- ur verið undir lika síðani Sam bv aði at sigla Jú, víst er tað takksamt hjá háttvirda tinglimir F. Arge í stórt uppsettari grein í Dimmalætting, og nú aftur frá tingsins reð- arapalli, at skíra ætlanina um fast samband um Vestmannasund fyri eitt prestisjuprojekt. Man F. Arge og annars tey, sum stuðla honum og hansara metingum, yvir- hevur geva sær far um, undir hverjum umsteðum vinnulívið í Vágum hevur knógvað fram til í dag vit skriva 1991. At stórir lastbilar við verum frá virkjum í Vágum eru noyddir at standa í tímar fyri at koma tvertur um Vest- mannasund, so sanniliga ikki bara ur Vågunum, men eisini tå somu bilar koma vestur aftur. Er hetta kapping å jøvnum føti við midstadarøkid. Tit liva jú í eini heilt aðrari verð í mun til okkum, ið búleikast í útjaðaraekin- um, allar almennar stovn- ar hava tit við hondina, tænastufyritøkur, sjúkra- hús, eins og tit so gott sum hava alt skúlaverkið til víðari lesnað í mið- stadarøkinum. Kunnu tit geva tykkum far um hverjar treytir ungdómurin í Vágum hev- ur til víðari lesnað í mun til tey ungu hjá tykkum. Ég ivist. Í tey 2—3 árini, tey les- andi í Vágum skulu út- búgva seg, skal gjaldast nógv um mánaðin fyri mat og tak yvir hevdið, eins og ferðaútreiðslur hverja viku. Afturat hesum er fe- lagslívið eins og ítróttar- virksemi nógv skert or- sakað av at hesin ung- dómur bert kemur heim í vikuskiftunum. So kunnu vit spyrja, hvat hevur Vágoyggin fingið burtur úr hesum ílegum innan skúla- og samferðslugkið. Null skúl- ar og eina ferjulegu, sum varð gjørd miðskeiðis i trýssunum, eins og vit AF f.. hava havt eina ferju sigl- andi, sum frå fyrsta túri av var ov lítil og sum so- statt als ikki hevur kunn- að nektað tann tørv, ið hevur verið á hesi rutu. Sum fyrr sagt, so sam tykti Føroya Legting tann 5. mai 1988 við 31 at- kveðum fyri og ongari í- móti at taka upp lán til gerð av tunnli undir Vest- mannasund. Neyðug am- boð vórðu fingin til vega og fyrireikingarnar vóru komnar so langt áleiðis, at klárt var at skjóta tað fyrsta skotið. Aftaná valið í 1988 av- gjørdi samgongan at steðga vid arbeiðnum til i byrjanina av 1992. Nu hevur so sitandi landsstyri samtykt, at um ársskiftið verður steða tikin til nær arbeiðið skal byrja aftur. Samstundis hevur landsstýrið heitt á felagið Fureholmen um at gera eina so neyva kostnaðar- meting, sum gjerligt er, av hesi ætlan, so at fyri tað fyrsta ein meting kann gerast, um tunnils- gerðin kann verða sjálv- fíggjað við bummpeningi, eins og hvenn týdning tað kemur at hava landsbú- skaparliga Eg skal vera tann fyrsti til at ásanna, at fíggjar- liga er hetta kanska ikki tann rætta tíðin at tosa um stórar ílegur. Men samstundis mega vit á- sanna, at innan sam- ferðslu, so er samfelagið nú so væl útbygt, at ikki skuldi verðið neyðugt við eðrum sterri ílegum tey komandi árini. Skal alternativið til tað fasta sambandið gerast ein ferja fyri einar 50—60 mill., so má eisini nýggj ferjulega gerast á Oyra- gjógv. Sostatt kemur henda í- lega at tátta út ímóti 100 mill. krónum. Nú eru vit vágafólk eitt sera tolið fólkaslag, so vit bíða fegin til tær kann- ingarnar, sum nú eru í umbúna, eru at enda komnar. Men í tí sambandinum vil eg heita á landsstýrið um at gera sítt til, at ein avgerð verður tikin, tá Síða 19 hesar kannignar eru lidn- ar. Hvat tað kostar at vera tolin, kunnu vit í hes- um sambandi vísa á prísin hjá gásadalsfólki og tann eyðmýkjandi vidferå, hesi fólk hava fingið frá okkara politikarum, er teimum, sum hava sitið á Feroya eg = Vágafólk vilja lutfalsliga hava tað sama fyri skattapengarnar, sum onnur øki í landinum legtingi til lítlan sóma. Nógv av teimum fólk- um, sum upp igjøgnum árini hava sett sín kross í tí trúgv, at bergholið bleiv veruleiki, liggja nú undir grenu torvu. Tað harmar meg, at hoyra samgongumenn bera hóttanir fram al- ment, bara tí at vágafólk lutfalsliga vilja hava tað sama fyri teir skattapeng- ar, tey lata, í mun til onn- ur eki í landinum. Tá ið tann tíð kemur, at støda av álvara skal tak- ast til fast samband um Vestmannasund, vóni eg at samgongan fer at taka steðu út frá teimum ótol- andi viðurskiftum, sum fyrst og fremst vinnulívið í Vágum hevur knógvað undir. Eisini vænti eg at end- stødan fer at vera positiv fyri at geva vinnulivinum eins og ungdóminum i Vágum eg vágafólki í síni heild líka góð kor at bú- leikast undir, sum rest:n av landinum.