Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. oktober 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Frank Davidsen, tingamaður: Vágoyggin - ein gloymd ovggj! Våvoyggin er annað enn flogvøllurin. Hon hevur eitt sera fjøltåttad og ríkt ! sum orsakað av ringa sambandinum vid meginøkid, hevur knógvað undir ótolandi viðurskiftum. Hvat hevur so Vágoyggin fingið burtur úr teimum stóru ílógunum, ið gjórdar eru í skúla- og samferØsluøkid: jú null skjúlar og eina ferjulegu, sum varð gjórd miðskeiðis í trýssunum, og sum als ikki er nøktar davsins tørv. M.a. hetta segði tingamadur javnadarfloksins í Vágum, Frank Davidsen, tá hann hevði orðið undir viðgerðini av fíggjarlógini. Hann viðgekk, at figgjarliga er hetta kanska ikki rætta tíðin at gera stórar iløgur, men ásannaði samtíðis, at samfelagið nú er so væl útbygt á samferðslugkinum, at tað skuldi ikki verið neyðugt við óðrum stórum ílógum komandi árini. Hann mælti avgjørt til at fara undir gerð av tunnlinum. Tað er fíggjarlógin 1992, vit hava til viðgerð- ar í ag. Ymiskt er, sum fíggjarlógin verður við- gjørd her frá tingsins reðarapalli. Vanliga er tað ein bland- ingur av teimum ymsu postunum á sjålvari fíggj- arlógini eins og teimum viðmerkingum, ið fylgja við. Men hinvegin er tað ikki so sjáldan, at lokal mál í stóran mun verða drigin inn í hetta orðaskifti, sum mangan varar í fleiri dag- ar. At tey lokalu málini ser- liga tá tað hevur snúð seg um samferðsluna, harí- millum vegir, berghol eins og havnagerðir, til tíðir hava havt rættuliga stór- an leiklut í orðaskiftinum um —> figgjarlogina, er kanska ikki so legið. Serliga tá hugsað verð- ur um tær upphæddir, sum settar hava verið av til útbygging av okkara samferðslu. Misjavnt er hvussu iløg- uranr eru býttar út á tey ymsu økini í landinum. Og mangan hevur tað gingið hart á, fyri at fáa eina politiska semju, tá avgerð- irnar skuldu takast um hverji eki í landinum skuldu lívgast, men lukkutíð, altíð funnu politikararnir eina loysn, sjålvt um semjurnar mangan hava verið kostn- adarmiklar. Av sonnum kann sigast, at teir tingmenn, sum hava umbodad Vågarnar, hava verið stak beinasam- ir ímóti sínum samstarvs- feløgum á legtingi, ti óivað hevur teirra atkvøda talt við í nógvum av teim- um politisku avgerðunum, sum tiknar eru í sambandi við tær útbyggingar, sum framdar eru líka úr Sumba til Kunoyar. Nú er tað so fallið mær í lut at vera eitt av umboð- unum fyri Vágar á Feroya Legtingi. Við tí í huga, at tey umboð fyri Vágar, sum hava sitið undan mær, hava verið við til at samstarva við flestu flokkar á legtingi, men ikki í nóg stóran mun hava fingið egna valdem- inum tær semdir, sum onnur øki í landinum hava fingið, m.a. við hjálp frá teimu, sum hava umboðað okkum á legtingi, fari eg so vítt gjørligt at royna at grundgeva fyri ta meting, ið meginparturin av fólk- inum í Vágunum hevur um hesi viðurskifti. Upp undir viðgerðina av fíggjarlógini hevði eg ikki ætlað at lagt so stóran dent á tey lokalu viður- skiftini. Men vegna ta øsing, sum hevur tikið seg upp seinastu tíðina bæði ímill- um tingmenn, eins og fólk úti um landið, síggi eg meg noyddan at gera nakrar viðmerkingar til tað, sum er framborið. Her hugsi eg sjálvandi fyrst og fremst um ætlan- ina at fáa fast samband Nr. 183 — 4. oktober 1991 Frank Davidsen, tingmaður: -Meðan alt tað føroyska samfelagið innan samferðslugkið er vorðið útbygt er Vágoyggin partin av landinum um Vestmannasund, og sum fyrr sagt at gera nakrar viðmerkingar til tær reddir, sum als ikki vilja viðurkenna tann veruleika, at meðan alt tað føroyska samfelagið innan samferðslugkið er vorðið útbygt, er Vág- oyggin smokkað burtur ímillum í mun til hin part- in av landinum. Longu fyri 30—35 árum síðani var uppskot lagt fram á Feroya Legting um gerð av bergholi til Gásadals, helst tað fyrsta av sínum slag í sambandi við bergholsgerð. Síðani tá eru 15 berghol skotin igjøgnum, uttan at gásadalsfólk hava fingið teirra sjálvsagda rætt sum hini útjaðaragkini í landinum. Streymoyggin og Eyst- uroyggin eru saman- bundnar við brúgv, nýggj- ar ferjulegur við tíðar- hóskandi ferjum siglandi, sjálvt har sum gott vega- samband er frammanund- an. Samstundis sum sam- ferðsluviðurskiftini í mest sum øllum partinum av landinum eru útbygd til gagns fyri vinnulívið á staðnum, hava okkara politikarar samtykt at seta á stovn, byggja eins og raðfesta skúlar til víð- ari lesnað runt landið og skal tað vera teimum økj- um væl unt, bæði hvat samferðslu viðvíkur eins og skúlaverki, sum gevur teirra vinnulívi eins og teirra ungdómi maximalar meguleikar til at taka ímóti teimum stóru av- bjóðingum, sum liggja fyri framman. Her verður serliga hugs- að um at nú verður lagt upp til at tær fríu marknaðarkreftirnar smokkað burtur ímillum í mun til hin skulu mynda okkara selu- marknað bæði innanlands og úteftir í sambandi við viðurskiftini við EF. Fyrsta treytin fyri kapping, væl at merkja fríari kapping, er at sam- ferðsluviðurskiftini eru í lagi. Hetta ásannaðu framskygdir | vágamenn longu fyri 35 árum síðani, tá teir fingu sett á stovn hóast harða mótsteðu, regluligt flogsamband við útheim- in. Eingin sum helst ivi er um at hetta tiltak flutti tað foroyska samfelagið ártíggjur fram í tíðina, tí um loftvegis samband ikki var komið tá, hevdu vit ikki havt eitt so fram- komið samfelag sum vit veruliga hava í dag. Var ágangurin stórur, tá ið vágamenn legdu lunnar undir loftvegis samband við útheimin fyrst í trýssunum, so hevur ágangurin íikki verið minni seinastu árini, og einki er at ivast í, um tað var graslíki á flog- vellinum, sum so nógv verður tosað um í hesum degum, so var hetta gras- líki fyri langari tíð síðan rullað saman og flutt á eitt stað, sum einstakir persónar hava mett meira hóskandi. Í 1988 samtykti eitt nærum einmælt legting, at taka upp lán kr. 200 mill. kr. til gerð av tunnli undir Vestmannasund. Sjálvt um ein ávís út- skifting er farin fram í legtinginum síðani tå, meti eg at tann steðu- takan, sum fleiri av ting- monnunum nú leggja fyri dagin, er heilt marghát- -=