leygardagur 5. oktober 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
S io a 4
Nr. 184 — 5. oktober 1991
Alivinnan må ikki
gerast stuðulsvinna
Hvussu kann alivinnan stuðlast uttan at hendan vinnan gerst
stuðulsvinna? Skal landsstýrið stuðla alivinnuni í
ílógum? - ella haldar fingrarnar heilt burtur?
Hesir eru nakrir av spur-
ningunum, sum komu fram
undir viðgerðini í tinginum
hósdagin, tá eitt uppskot
frá Kristiliga Fólkaflokk-
inum, um stuðul til ali-
vinnuna, var ul viðgerðar.
Flokkurin hevur skotið
upp, at landsstýrið lænir
200 milliónir úr útheim-
inum, fyri aftur at lata ali-
vinnuni sum lagaligt lán.
Flokkurin vísir á, at
alivinnan er í fíggjarligum
trupulleikum, og må ti
hjålpast å ein tilikan hått,
at hon kortini ikki fram-
yvir gerst studulsvinna.
Skotið verður upp, at seta
á stovn ein lánigrunn, sum
kann veita alivinnuna
lagalig lán móti fyrsta
veðrætti.
liggustudningur
Tingmenn vóru allir
samdir um, at alivinnan
má ikki detta niðurfyri, og
má fáa stuðul, men hvussu,
vóru menn ójavnir á máli
um.
Finnbogi Ísakson helt, at
eingin meining var í at lata
alivinnuni rakstrarstuðul.
Letur landsstýrið alivinn-
uni t.d. 200 milliónir í
rakstrarláni, verður lánið
frá bankunum bert so
mikið minni, helt hann.
-Vit mugu vera sera
varin at vit ikki loypa á
leistum og reka alivinnuna
inn á somu leið, sum
fiskivinnan varð beind inn
á, segði Finnbogi Ísakson
sum helt, at ein iløgustudul
helst mundi vera tað
frægasta.
Krevur ongan
innflutning
Jørgin Thomsen ivadist í
um 200 milliónir muna
nakað sum helst . .li-
vinnuni, og helt tað møgu-
liga var betur, um lands-
stýrið fann eitt åvist
fíggingarmynstur fyri alla
alivinnuna. Hann heitti á
landsstýrið, um at finna
onkra loysn, soleiðis at
alivinnan kundi fáa bíligari
pengar at arbeiða við.
Jørgin Thomsen minti á,
hvussu stóran tydning ali-
vinnan hevur og legði
aftrat, at hendan vinnan
krevur so at siga ongan
innflutning av ráevni.
Fekk íkki undirtsku
Olaf Olsen helt, at skuldi
alivinnan hjálpast sum tað
munar, má hjálp veitast
bæði til iløgu og rakstur.
Hann segði, at hann sum
landsstýrismaður arbeiddi
við einum fíggingar-
mynstri, sum hann kortini
ikki fekk undirtøku fyri
millum teir táverandi
landsstýrisflokkarnar.
Kanska kundi hetta upp-
skotið verið tikid fram-
aftur, helt hann. Hetta var í
høvudsheitum, at lands-
stýrið kom inn i figgingina
vid 15 prosentum sum
sidustilladur 2. vedrættur.
Gevið alivinnuni eina
veruliga viðgerð
-Alivinnan er einasta
vinna í Føroyum, sum ikki
fær almennan studning, og
vónandi endan hendan
vinnan ikki sum stuðuls-
vinna. Men henni tørvar
eina ávísa hjálp nú, segði
Helena Dam á Neystabø
sum segði seg taka undir
við hugsanini í uppskot-
inum frá Kristiliga Fólka-
flokkinum og mælti ting-
inum til, at nýta hetta høvi
til at seta alivinnuna á
skránna til veruliga við-
gerð, sum hon tók til. Hon
mælti til, at nakað varð
gjørt fyri at hjálpa vinnuni
undan ti alt ov høgu rentu,
vinnan í dag hevur at
dragast við.
Ein stórur trupulleiki
hjá alivinnuni er tann
høga rentan. Nú
arbeiðir landsstýrið við
at finna ein
fíggingarkarm.
Gera fíggingarkarm
Jógvan Sundstein, lands-
stsýrismaður í fíggjarmál-
um upplýsti, at landsstýrið
hevur heitt á búskapar-
nevndina um at gera upp-
skot til ein fíggingarkarm
fyri alivinnuna. Fíggjar-
málaráðharrin segði seg
vera sannførdan um, at
eitthvørt má gerast við
fíggingarspurningin við-
víkjandi alivinnuni, men
hann ivadist i, um upp-
skotið frá Kristiliga
Fólkaflokkinum bar á
rætta borðið.
tór.-
rakstri? I
Eyðolv Dimon tók í vikuni sæti á
tingi. Mynd:Kalmar
Nýggjur maður á tingi
Tað kemur meira enn so fyri, at tingmenn eru
burturstaddir og eykamenn taka sæti á tingi á
teirra stað.
I síðstu vita var aftur ein nýggjur maður á tingið.
Hesaferð fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoy.
Bæði Marita Petersen, landsstýriskvinna, sum
eisini hevur sæti á tingi, og Jóannes Dalsgaard
vóru burturstødd. Næstur á listanum var Sommer
Winther, men hann var sjúkur, og tí vóro boð eftir
Eyðolvi Dimon, sum var næstur maður hansara.
Steðgurin hjá Eyðolvi á tingi hesaferð verður tó
neyvan so drúgvur. Í næstu viku kann roknast við,
at bæði Marita og Jóannes eru aftur.
z
tor.-
Landsstýrið keypir
lyrisitingarbygning
i Klaksvik
Líkt til at , at landsstýrið
fer at keypa húsini hjá
Jákupi Eli Steffensen í
Klaksvík til fyrisitingar-
bygning.
Sum er, heldur Líkning-
arráðið ul í bygnginum, og
haraftrat leigar Vaktar og
Bjargingartænastan kjall-
aran. Nú landsstýrið fer at
keypa bygningin, fer Toll-
stovan helst at flyta inn
eisini. Keypsprísurin, fýra
milliónir, er avtalaður.
Haraftrat skal ein millión
nýtast til umbygging.
Landsstýrið legði málið
um keyp av bygninginum
fyri ungið herfyri, og nú
málið hevur verið til við-
gerðar í fíggjarne /ndini,
sum hevur latið tinginum
álit, er líkt til, at bygning-
urin verður keyptur. Fíggj-
arnevndin hevur býtt seg í
ein meiriliuta og ein
minniluta. Umboðini fyri
landsstýrisflokkarmar
mæla til at keypa. Umboð-
ini fyri minnilutan siga seg
vilja taka stóðu í tinginum
tá málið kemur hagar aftur
til endaliga avgerð.
tór.-
Húsini hjá Jákupi Eli Steffensen eru í trimum hæddum,
fermetrar. Mynd: Kalmar
sum hver er stivliga 200