leygardagur 5. oktober 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
i
É
F
H
Er
Nr. 184 —
5. oktober 1991 |
Halcion
Soviheilivagur
ið ger folk vitleys
Hósdagin var soviheilivågurin halcion bannaður í Svøriki, tí
illgruni er at, at hann kann gera fólk ør í høvdinum. Eisini verð-
ur hann bannaður í Noregi.
vágurin, sum vit geva, siga tveir kommunulæknar
Soviheilivágurin Halcion,
við tí virkna evninum
triamzolam, er komin
undir illgruna í fleiri
londum fyri at hava
óhugnalig hjáárin. Hesin
heilivágur verður eisini
seldur undir gðrunn
nøvnum eitt nú Dumo-
zolam, Rilamir og Tria-
zoral.
-Eg gevið eisini
mínum sjúklingum Hal-
cion, men hetta er ikki
tann vanligasti sovi-
heilivágurin, eg skrivi
resept uppá. Eg havi ikki
hoyrt um hjáárin hjá
mínum sjúklingum. Tó
upplýsir framleiðarin, at
"paradoksar reaktiónir"
kunnu koma fyri. Mínar
royndir eru, at Halcion er
ein góður heilivágur.
Fyrimunurin er, at evnid
fer skjótt úr bl6dinum, og
heilivågurin virkar væl,
sigur Andor Ellefsen,
kommunulækni i Havn.
-Eg gevid av prinsipp
so lítið at soviheilivági
sum møguligt. Men
nakrir fáir av mínum
sjúklingum hava fingið
Hacion. Eg havi heldur
ikki hoyrt um óheppin
hjáárin frá mínum
sjúklingum. Fyrimunurin
við heilivágnum er, at
hann virkar bert tá fólk
skulu sova. Eldri fólk við
svøvntrupuleikum, sum
nýta eitt nú mogadon,
hava ilt við at vera vakin
um dagin, so leingi virkar
heilivágurin, sigur Elisa-
beth Thorsteinson, kom-
unulækni í Vágunum.
Gjørdist ørur
Ein 50 åra gomul
kvinna greidir i Ekstra
Blaðnum frå, at maður
hennara knappliga broyttis
fullkomiliga. Hetta hendi
aftaná at hann hevði
fingið soviheilivág,
Halcion, frá læknanum.
Hann hevði ilt við at
minnast, gjørdist serur og
kendi seg forfylgdan av
øllum. Hann segði fyri
konuni, at hann kendi seg
vandamiklan bæði fyri
sær sjálvum og fyri
konuni.
--Eyguni á honum
broyttust og hann gjørdist
hardligur, segdi konan.
I juni månad i år
doydi madurin fyri egnari
hond. Hann varð funnin í
baðikarinum. hann hevði
skorið pulsædrina á arm-
inum. Maðurin hevði
ongantíð fyrr havt trupu-
leikar.
Ein kvinna í USA
drap móður sína aftaná at
hava nýtt Halcion. Hon
varð fríkend, tí rætturin
metti, at hon ikki var
rættsiktað orsakað av
Halcion. Hon fekk
millióna endurgjald frá
heilivågsfyritøkuni.
Mest seldi i Danmark
Halcion er mest seldi
heilivågur i Danmark. I
Danmark verdur sovi-
heilivågur fyri 70 miliónir
seldur årliga og harav
verdur selt fyri 11,7
milliónir krónur av Hal-
cion.
I april i år vidgjørdi
Sundhedsstyrelsen Hal-
cion. Hetta hendi aftanå at
eina grein í læknatidar-
"Hetta er ikki vanligasti soviheili-
í Føroyum
ritinum The Lancet um
óhepnu hjáárinini. Men
Halcion verður framvegis
selt.
Sundhedsstyrelsen
hevði fingið 94 klagur frá
læknum um 149 hjáárin.
Hjáárinini fevna frá
harðskapi til hallusina-
tiónir, tunglyndi og
svøvntrupuleikar.
Tå heilivågurin kom
fram i 1979 kom ein
hålendskur sålarlækni
fram vid, at heilivågurin
kundi gera fólk ørlig og
enntá kriminell. Eisini
kundu sjálvmorðstankar
økjast og fólk mintust
verri.
Okkum hevur ikki
eydnast at fáa at vita
hvussu nógv Halcion ella
heilivági við tí virkna
evninum triamzolam
verður seldur i Føroyum.
Jonna Hansen, apotekari á
Tjaldurs Apotek var
burturstødd og landslækn-
in var ikki at hitta.
jústinus
Roykivirkið undir hamaran
Sjóvinnubankin hevur kravt tvingsilssølu av roykivirkinum í
Havn
17. oktober verður Tórs-
havnar Roykivirkið selt á
tvingsilssølu í Føroya
Rætti. Tað er Sjóvinnu-
bankin, sum stórsti kre-
ditor, ið hevur kravt
virkið undir hamaran.
Sjóvinnubankin eigur
14 milliónir í virkinum
og virkið verður í løtuni
rikið av bankanum.
Fyrsta veðrætt í
Hypotekbankin við 1,17
mió, næsta veðrætt hevur
Idnaðargrunnurin við 2,72
mió og trida veðrætt
hevur Menningargrunn-
urin 1,11 og síðan kemur
Sjóvinnubankin.
Tórshavnar Roykivir-
kið liggur í Alagerði.
Virkið æt fyrr Sammfisk
og er ein av pionerunum
at roykja hýsu og aldan
fisk.
jústinus
Síða 3
Økja ikki um
matstovuloyvini
Komandi broytingarnar
i
rúsdrekkalógini hava ikki
ókt um umsóknir
stovuloyvi
Tað kundi roknast við, at
komandi broytingarnar í
rúsdrekkalógini, har mill-
um annað verður skotið
upp, at loyvi skal verða at
skonkja vín á matstovun,
fekk onkran at lukta
pengar, men so er ikki
enn.
--Vit hava fingið fleiri
umsóknir enn vanligt,
sigur Magnus Møller,
varafuti.
Hann leggur eisini
til mat-
afturat, at loyvir verða
ikki bert skrivaði uttan
víðari.
--Tú fært ikki bert eitt
loyvi. Fyrst skal tú hava
eitt høli og sidan skal
hetta verða góðkent av
Brunaumsjónini og
Heilsufrødiligu Stravs-
stovuni. Sidan vidgerda
vit umsóknina eftir
lógini, sigur Magnus
Møller.
jústinus
Grenlendingar
Í Norðsjógvin
Hetta ljóðar næstan
sum at fara yvir um
ánna eftir vatni. Men
grønlendingar hava æt-
lanir um at fara at fiska
tosk, upsa og hýsu í
Norðsjónum.
Fiskivinnusamráðin
garn ar millum Noreg
og Grønland endaðu
vid, at grønlendingar
fåa eina kvotu uppå
3000 tons i norska
partinum av
Norðsjónum.
Í Grønlandi hevur
toskaveiðan svikið í ár.
Tí eru grønlendskir trol-
arar farnir at fiska við
Svalbard og stríð hevur
tikið seg upp millum
Noreg og Grønland um
hetta. Men um kvotuna
í Norðsjónum er semja
og ein av fyrstu
døgunum fer Sisimiut,
ein trolari hjå Royal
Greenland í Norð-
sjógvin.
jústinus
Óli Breckmann
verður í Feroyum
Søgurnar um at Óli
Breckmann hevur æt-
lanir um at flyta til
Namibia at búgva passa
ikki.
--Nei, eg havi ongar.
ætlanir um at flyta. Í
Føroyum er gott at vera
og tað er í okkara
heimliga politiska lívi,
at eg havi mítt arbeiði,
sigur Óli Breckmann í
eini stuttari viðmerking
av skrivstovu síni á
Christiansborg.
--Men tað er rætt, at
eg havi havt nógv sam-
band við Namibia
seinasta árið. Hetta
kemst av at eg havi
hjálpt føroyingum at
byggja sær eina framtíð
har. Eg havi míni
forbindilsir og føroy-
ingarnir hava notið
gott av mínum mál-
kunnleika, sigur Óli
Breckmann.
jústinus
Ongin viðtala
verður frá 7. oktober til 24. oktober.
Sølvi W. Olsen,
kommunulækni,
tif. 166 11