Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 184 — 5. oktober 1991 Lesarabrøv Russiskir tjóvar? Eg hoyrdi i »Degi og viku«, at løgreglumadur segði, at teir russar, ið høvdu skrúvað lutir úr bil- um, fóru ikki at verða lóg- sektir, men tá teir hevdu játtað seg sekar, fóru teir at fáa stóra bót til tess at ræða aðrar russar frá at bera seg soleiðis at (helst hava teir ikki nógvan pen- ing at gjalda bót fyri). Nú veit eg ikki, hvussu blá- oygdir russar eru, men tað er hugsandi, at teir hava ikki hildið, at tað, ið teir gjørdu, var brotsverk. 3ara tað, at ikki minni enn 27 mans fara í land, bróta upp um armar og fara so hugagóðir undir at skrúva lutir av bilum, kundi bent á tað borðið, at teimum ikki var greitt, at soleiðis gera vit ikki í Fer- oyum — ikki en masse, ið hvussu er. Seinni frætta vit so, at tað eru 16 ella 17 mans, »åkærdir«. Hvat gjørdu hinir so á politi- steðini? Ég veit væl, at tað hev- ur verið graml um, at russ- ar hava gingið í havnar- getum við beriposum, og tað sigst eisini, at teir onkuntíð hava smoygt okkurt niður í hesar ólukkuposar, sum teir ikki hava goldið fyri. Um slíkt er hent — og tað er tað helst — so er tað stuldur, men eg haldi, at vit áttu at hildið okkum ov góð til at demt i russar yvir ein kamb, um onkur teirra verður freistaður yvir evni. Sæddir við russisk- um eygum liva vit feroy- ingar í slíkum yvirflóðar- samfelagi, at hjá teimum er tað helst ringt at skilja, at vit skulu taka tað illa upp, um teir fáa sær eitt lítið sindur av tí, ið okkum stendur í boði at keypa. Her koma vit til næsta vandamálið í hesum máli, sum er, at teir fáa lítið og onki av til dømis føroysk- um gjaldoyra at keypa tær vørur fyri, id teir brell- Nordoya Javnadarfelag Gott bingo verður i Skålanum friggjakvøldid kl. 19.30 Høvuådsvinningur: parabolantenna. Norðoya Javnadarfelag Dagstovnurin ” = á Argjum Vegna barnsburðarfarloyvi søkja vit eftir einum pedagogi ella einum hjálparfólki at arbeiða í tidarskeidinum 1/11-1991 til 1/6-1992. Starvið er 20 tímar um vikuna á hálv- dagsstovu, seinnapart. Stovan er nor- merað til 16 børn í aldrinum 3—6 år. Løn smabært såttmåla millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Landsstyri. Umsókn vid møguligum prógvum verð- ur at senda áðrenn 20. oktober. Dagstovnurin á Argjum Tradagøta 55 160 Argir ast so illa eftir. Her fer helst onkur at siga, at sjålvt um teir ongar peng- ar hava, so hava teir ikki loyvi at stjala, gamani, men vit eiga at royna at skilja hetta, og eg, id hvussu er, føli, at hesin stuldartilburðurin er bæði láturligur og grátuligur. Sjálvur haldi eg, at tað hevði sømt eg betur fyri okkum, um legreglan kravdi hesar billutirnar aftur og segði við hesar menn, at slík manna- gongd fór ikki at verða góðtikin, um hon hendi aftur. Skipararnir á russ- isku skipunum vita sjálv- andi um tilburðin, og tað hevði sjálvandi onki gjørt, um teir frá løgregluni fingu at vita, at teir skuldu upplýsa manning- arnar um, hvat er loyvt og hvat ikki er loyvt í Feroy- um, og hverja avleiðing tað í framtíðini fer at fáa. Tað hevði onki forgjørt verið í tí, um blaðfólk hevdu skilt, at arbeiði teirra er ábyrgdararbeiði, at tey tóku starv sítt í álv- ara og hevdu lýst tilburð- in betur, t.d. við at spurt løgregluna, hvussu álvar- samt hon metti henda til- burðin og spurt russar, hví teir bóru seg soleiðis at, so hevdu vit kanska fingið aðra og betri mynd av hesum syndarliga til- burði. Eitt av blødunum skrivaði, at meginparturin av ti, ið russar høvdu tik- ið, var lítið vert, var ikki annað enn rusk. Burtur úr hesum kunnu vit lesa tvey ting, í fyrra lagi at stuld- urin var ikki so álvarsam- ur, sum bleðini fingu les- ararnar at halda, við eðr- um orðum viel Geschrei und wenig Wolle, og í eðrum lagi at blaðið kanska heldur, at russar eru so býttir, at teir duga ikki so frægt sum at stjala. Skal greinapettið skiljast soleiðis, so er tað meira ódámligt. Eg kundi hugsað mær at nortið eitt sindur við eitt, ið vit kunnu rópa russar í Feroyum. Stutt eftir kríggið komu russisk fiskiskip í stórum tali at royna eftir sild á havleið- ini kring Feroyar. Eg minnist væl hesar russ- isku sjómenninar. Tá vóru teir eisini blóðfátækir. Teir høvdu ståltenn, vatt- klæði og leðurstyvlar (hvussu skjótt torna leðurstyvlar?). Fittir og bangnir vóru teir. Teir sluppu ikki í land, men tað var helst ikki okkara skuld, teir sluppu ikki i land fyri yvirmonnunum. Stutt fyri hetta høvdu teir í fýra ár barst við týsku krígsmaskinuna. Alt Sov- jetsamveldið vestan fyri linjuna Leningrad - Mosk- va - Stalingrad (Volgo- grad) lá í sori. Einar 25 milliónir russar doyðu beinleiðis og óbeinleiðis av krígsávum. Russiska fólkið hevur takk uppibor- ið fyri, at Hitlertýskland varð fyribeint, og tað eiga vit at vera tí takksom fyri. Vóru vit tað? Tá ið týskar- ar eftir kríggið aftur fóru at royna í Grenlandi við trolarum, vóru teir illa fyri. Tá vóru tað hampa- fólk í Feroyum, ið góvu hesum neyðardýrum heit klæði og gummistyvlar. Fingu russar nakað frá okkum, ella var tað kanska so galið, at nasist- iska heimsáskoðanin um slaviska undirmenniskjað hevði fest retur her? Fer- oyingar hava sent hjálp til Rumenia og til Pollands. Er tað hugsandi, at henda hjálp meira var vend ímóti kommunismuni enn tann, at hjálpa neyðsteddum fólkum? Tá ið útlendingar koma higar, t.d. tá ið bretar vóru her í fyrraárið, tá er gestablídni ófert, ja, tað er ikki tann ting, vit ikki vilja gera. Hava vit nakrantíð gjørt nakað fyri russar? Hava russar nakr- antíð gjørt okkum nakað? Fleiri feroyskar bygdir hava av ellum alvi roynt at vissa russar um, at júst teirra havnarlag er væl hóskandi > umskipingar- havn. Her er nakad av peningi at vinna, og tað er alt í lagi við tí, men tað hevði nú onki gjørt, um vit onkursvegna hevdu víst okkum sum tey blíðu fólk, vit halda okkum vera. Hví ikki halda býar- ella bygdarveitslur fyri teimum? Hví ikki leika vinardyst ímóti liði av russisku skipunum? Hví ikki lata teir fela, at teir eru vælkomnir her? Her hava teir verið í skjótt 40 ár. Tá ið eg loksins hugsi um, at vit eru heimsins sterstu skuldarreyvar, og kanska minni enn so eru komin niður á botn í bú- skaparliga óferi okkara, at Handilshøli å Skålatrød Um nóg stórur áhugi er, verður farið undir at byggja eigaraíbúðir á Skålatrød. Í nidastu hædd eru handilshøli í støddunum 92 m?, 124 m? og 190 m? ella vid adrari vidd, um åhugi er fyri ti. Hesi handilshøli eru til sølu. Åhugad kunnu venda sær til okkara: Advokatarnir Kári D. Petersen - Turið Debes Hentze Sjúrður Rasmussen N. Winthersgota 7, tlf. 11066 sa 15 vit kanska koma at vera nógv verri fyri, enn vit eru í dag, og longu nú eymka vit okkum, tá kanska fara vit at skilja russarnar bet- ur. Fast taki okkum. Vinarliga og tekk fyri upptekuna Annfinnur Skaale ÆÐI = TILL. El-trukkar 1-4 tons Diesel trukkar El-stáplarar Lyftivognar Utgerð, eykalutir og tænasta »Kaj Andreasen | Akranesgeta 5 Tlf. 15600