Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 28. mars 2003 25 Framsýning í Runavík Dráttur kappingin Hjá næstbestu kvinnunum gjørdist Fleyr vinnari framman fyri Mjønir og Dráttur Mjølnir úr Klaksvík endaði framman fyri SÍ og liðið hjá Formula í kappingin hjá 2. deild kvinnur 45 lið tóku lut, tá seinata flogbóltskappingin hjá teimum vaksnu varð leitk um vikuskiftið. Hetta fór sum vant fram í Giljanesi, har tað í nógv ár hevur verið siður, at flogbóltsleikarar siga kappingarárinum farvæl. Niðanfyri prenta vit myndir av vinnarunum í ymsu bólkunum Menninir hjá ÍF tóku sær eisin iav seinasta gullmerkinum á árinum, sum teir vunnu framman fyri SÍ og Mjølnir Eftir hópin av silvurmerkjum gjøgnum árið, eydnaðist tað loksins kvinnum hjá Mjølni at vinna gull. Tær endaðu framman fyri ÍF og Fleyr Eisini næst bestu menninir hjá Fleyr vunnu sín bólk. Royndu harrarnir vunnu framman fyri Fleyr B og SÍ Sørvingar vunnu 2. deild hjá monnum. Her gjørdist Nøvan nummar tvey, meðan Fram vann triðja plássið Bæði leygar- og sunnudagin fer Støkk at hava fim- leikaframsýningar í Runavík FIMLEIKUR Tíðindaskriv Komandi vikuskifti verða árligu framsýningarnar hjá fimleikafelagnum Støkk í ítróttarhøllini í Runavík. Á skránni eru, umframt vanligu liðini hjá Støkk, fýra rútmisk fimleikalið, sum øll luttóku í Stór- kappingini í ítróttarhøllini á Kambsdali, og harafturat reiðskapsfimleikur á høg- um støði. Fimleikararnir hava vant allan vetur og eru tí sera spentir at vísa síni kynstur fram. Framsýningarnar hjá Støkk hava altíð verið væl vitjaðar, og er áhugin vaksin seinastu árini. Tí hevur nevndin hjá Støkk gjørt av at hava tvær sýn- ingar í ár. Hin fyrra verður leygardagin 29. mars kl. 16.00 og tann seinna sunnudagin 30. mars kl. 16.00. Nálir og ídnisprógv verða handað sunnudagin. Meðan framsýningar- nar eru, verður stórt páska- tombola í gongini, har ymiskt páskaprýði og páskaegg verða at vinna. Møguleiki verður eisini at ogna sær tær væl umtóktu støkktaskurnar, sum tað enn eru nakrar eftir av. Fimleikaframsýningin sunnudagin verður tikin upp á sjónband, og tá framsýnginin er, verður eisini møguleiki at bí- leggja sær eitt av hesum. Fimleikararnir gleða seg til framsýningarnar, og vóna øll í Støkk at síggja systkin, foreldur, ommur og abbar, vinir og kenn- ingar, umframt øll onnur fimleikaáhugað í ítróttar- høllini í Runavík 29. og 30. mars. Á myndini síggja tit fimleikarar úr Støkk kýta seg til fimleikafagnaðin, sum Støkk vann í Norðurlandahúsinum í november 2002. 25 24 Nr. 61 - 28. mars 2003 Árligu framsýning- arnar hjá Havnar Fimleikafelag verða tríggjar í tali. Felagið hevur valgt at kalla tær Framsýningin fyri BØRN, fyri UNG og fyri VAKSIN. Fyri BØRN og UNG verða leygardagin 29. mars ávikavist kl. 14.30 og kl. 18.00 og fyri VAKSIN mána- dagin 31. mars kl. 19.00. Allar í høllini á Nabb FIMLEIKUR Tíðindaskriv Havnar Fimleikafelag hevur aftur í ár havt eitt innihaldsríkt fimleikaár. Liðini hjá felagnum eru full sett, tiltøkini sum fe- lagið hevur skipað fyri, eru væl vitjaði bæði av fimleikarum og á- skoðarum, Stórkapping- arliðini vunnu 3 gull og 1 silvur av 4 møguligum og kvinnurnar skulu til Danmarkar, at royna seg í DM í rútmiskum fim- leiki. Í stuttum eitt hend- ingaríkt ár. FM í amboðs- fimleik Hóast árligu framsýn- ingarnar verða nú, so er fimleikaárið ikki heilt liðugt, tí enn mangla FM kappingarnar í amboðs- fimleiki. Hesar verða fyri yngru deildirnar 3 og 4 mai og eldru deild- irnar 9 til 11 mai. Spennandi verður at síggja, hvussu hildnast har. Summarfimleikur. Felagið liggur ikki heilt stilt, hóast vanligu liðini fara í summarsteðg. Fe- lagið hevur í fleiri ár, havt summarfimleik fyri vaskin og verður einki undantak í ár. Summar- fimleikur - Kom í form — verður hvørt mána- kvøld og mikukvøld báðar dagar kl. 18.00 — 19.15. Kostnaður er kr. 30,- fyri hvørja ferð og er ikki neyðugt at melda seg til áðrenn, ein møtur bara upp. Byrjað verður mikudagin 23. apríl og seinasta venjing verður mikudagin 4. juni. Ætlanin var eisini at hava summarfimleik fyri børnum, men av ymiskum orsøkum er hetta ikki komið í rætt- lag enn. Um so verður, verður lýst við hesum seinni. 3 framsýningar í ár Eins og onnur feløg í Havnini hava staðfest, so er umráðandi at stytta um árligu framsýningar- nar, soleiðis at hesar gerast meira áskoðara- vinarligar og ikki minst styttri fyri fimleikarar- nar. Hetta hevur verið ynski í longri tíð og hava vit í ár valgt at royna 3 framsýningar ístaðin fyri tær vanligu 2. Sum sagt eru hesar býttar upp soleiðis at framsýningin fyri Børn verður leygardagin 29 mars kl. 14.30 og er aldurin 1 1/2 ár til 2 fl. Framsýningin fyri Ung verður leygardagin kl. 18.00 og er aldurin tá 2. fl. — 6 fl. Til seinast verður framsýningin fyri Vaksin mánakvøldið kl. 19.00 og eru tað tá 7.fl. og eldri sum vísa ein part av tí tey hava vant í vetur. Stuðlar Til seinast vil felagið nýta høvið, at takka øll- um sum á ein hvønn hátt hava stuðlað felagnum, uttan tykkara stuðul bar als ikki til at reka fealgið, sum vit gera í dag. Takk fyri øll somul. Nevndin Um vikuskiftið skipar Flogbóltssambandið fyri FM-kapping fyri yngru flogbóltsleikararnar. Kappingin verður hildin í Tórshavn, og hava í alt eini 95 lið boðað frá luttøku, og er hetta størsta tal av liðum, sum nakran tíð hevur boðað frá luttøku til kappingina. At talið av liðum er so- mikið stórt, setir sjálvandi eisini krøv til umstøðurnar. Til samans skulu á leið 250 dystir leikast, áðrenn vinn- ararnir eru funnir, og verða dystirnir leiktir í Hoy- víkarhøllini, Gundadals- høllini og í Eysturskúlanum. Kappast verður leygar- og sunnudagin, og tá øll úrslitini eru greið, fáa fremstu liðini í ymsu ald- ursbólkunum steyp og skreytlutir frá høvuðsstuðl- inum hjá FBF, Sparikass- anum. -jm Árligu fimleikafram- sýningarnar hjá Havnar Fimleikafelag Tey yngstu skulu kappast Hoyvíkingar tykjast fullkomuliga at hava mist luftina, og miku- kvøldið kundi talan verið um satt sorl, hevði Kyndil ómakað sær eitt lítið sindur MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Grannauppgerð var í ítrótt- arhøllin á Hálsi mikukvøld- ið, tá H71 vitjaði Kyndil. Mangan hava dystirnir millum hesi liðini verið ein sonn ímynd av lokalupp- gerðum, har leikarar hava ofrað seg fult og heilt í royndunum at knógva hvørjum øðrum. Men so var ikki miku- kvøldið. Langt ífrá. Lætt spæl Frá fyrsta bríksli var nevn- liga greitt, at her fór talan at gerast um greiðan Kyndils- sigur. Ikki endliga tí at teri grønu vístu so øgiliga nógv, men heldur tí hoyvíkingar vístu so ræðuliga lítið. Ikki so mikið sum stríðsviljin, ið annars ofta hevur eyð- kent liðið, var at síggja. Tað tóktist ikki, sum um nakar av leikarunum vildi nakað, og spælið var av slíkum óskipaðum slag, at teir heldur ikki megnaðu nak- að. Og hetta gjørdi Kyndil sær dælt av. Eina mest tí liðið er samansett av so- mikið sterkum individual- istum. Óskipaða hoyvíks- verjan gav gott rásarúm til hesar, og hóast Levi Nybo hevði fleiri góðar bjarg- ingar, so fekk hann ikki gjørt stórvegis til tess at bjarga liðnum nakað sum helst. Eftir vild Sum dysturin leið, so tókt- ist størsti áhugin í høllini at snúgva seg um, hvussu mundi gangast á Skála og í Vestmanna, har ávíkavist StÍF og VÍF bæði vóru aftan fyri eina løtu. Helst mundu leikararnir hjá Kyndli eisini hava hetta í huga, og í øllum førum fóru teir heilt niður á sama gear sum hoyvíkingarnir í senna hálvleiki. Eitt langt skifti sluppu hoyvíkingar eisini at minka um munin, og hjá nøkrum hómaðist kanska ein vón um stig, tá teir eftir níggju minuttum høvdu minkað úr 26-12 til 27-21, men so gekk tað heldur ikki longur. Fyri líka sum at seta alt upp á pláss, skifti Kyndil aftur gear, og var leyst og liðugt. Dýrir stigamissir Meðan greiða tapið - og hátturin hetta kom uppá – helst avspeglar støðuna hjá H71, nú teir mest sum einki hava at spæla fyri, so man støðan kennast nakað øðr- vísi hjá Kyndli. Einki er at ivast í, at bæði leikarar og viðhaldsfólk kunnu vera fegin um góðu úrslitini í endaspælinum, men hin- vegin munnu tey samstund- is iðra seg um grundspælið. Her tapti Kyndil fleiri stig av slagnum, sum van- liga verða rópt óneyðug, og hesi kunnu helst vísa seg at gerast dýr. Men hinvegin, so er gull í steypakapping og eitt heiðursmerki í landskappingini nokk ikki at forkasta. Og slettis ikki, soleiðis sum tað annars sá út hjá Kyndli fyri bara trimum mánaðum síðani. Dysturin í tølum Kyndil-H71 35-23 (17-6) Málskjúttar: Kyndil: Janus Einar Søren- sen 8(3), Finnur Hansson 7, Hans Áki Dal-Christiansen 6, Høgni Klein 5, Josef Abrahamsen 4, Ken Zachariasen 2, Rúni Mohr 1(1), Leif Mikkelsen 1, Jacob Jónsson 1 H71: Niels Viggo Niclasen 10(1), Johnny durhuus 5, Halgir Dahl Olesen 4, Uni Wardum 2, Kristian Eli Zachariasen 1, Brandur Johannesen 1 Brotskøst: Kyndil 6, H71 3 Útvísingar: Kyndil 3, H71 5 Diskvalifikatión: H71 1 (3X2 minuttir) Dómarar úr Tjaldri: Hart- vig Joensen og Kári Han- sen. Høvdu ikki stórvegis at gera. Kyndil-H71 35-23 (17-6): Leikandi lætt hjá Kyndli Høgni Klein og liðfelagarnir úr Kyndli høvdu lætt spæl, tá teir mikukvøldið høvdu vitjan úr Hoyvíkini Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24