Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 61 - 28. mars 2003 Nr. 61 - 28. mars 2003 27 Góð ábyrgdaravalluttøka Til ábyrgdaravalið hjá Norðoya Sparikassa, sum júst hevur verið, var valluttøkan á góðari leið ÁBYRGDARAVAL Solby A. Eliasen Klaksvík: Norðoya Sparikassi hevur umleið 1.850 ábyrgdarar. Harav er ein partur undir 18 ár, og tey hava so ikki val- rætt. Men av teimum, sum hava valrætt, vóru tað beint oman fyri 50 %, sum valdu at gera nýtslu av teirra atkvøðurætti. Og tað er á eini góðari leið, verður sagt frá Sparikassanum. Umleið ein triðingur av limunum í umboðsráðnum vórðu skift út eftir hetta valið. Umboðsráðið er býtt upp í fýra øki. Økið eystan Múla, Kunoy og Kallsoy, Leirvík og Føroyar annars og Klaksvíkar kommuna og útlond. Seks verða vald fyri økið eystan Múla, tvey fyri Kunoy og Kallsoy, níggju fyri Leirvík og Føroyar annars og 22 fyri Klaks- víkar kommunu og útlond. Tey 22, sum vórðu vald fyri Klaksvíkar kommunu og útlond eru øll búsitandi í Klaksvík í dag. Fyri økið eystan Múla er ein úr Fugloy, ein úr Svínoy og restin av Viðoynni. Sjey av teimum níggju í økinum fyri Leirvík og Føroyar annars eru búsitandi í ávíkavist Tórshavn, Runa- vík, Signabø, á Toftum og í Svínáum. Eitt ábyrgdarafæ kostar minst 1.000 krónur. Tó ber ikki til at hava meira enn 10.000 krónur í ábyrgdara- fæi. Ein ábyrgdari fær eina atkvøðu fyri hvørjar 1.000 krónurnar. Umboðsráðið, sum so- statt verður valt av við- skiftafólkum, kemur saman tvær ferðir um árið. Eina- ferð í samband við aðal- fundin, tá tveir nevndar- limir skulu veljast. Og einaferð til hálvársrokn- skapin hjá peningastovnin- um. Hetta plagar ofta at vera í august mánaði. Til henda kunnandi fundin um støðuna, er eisini ofta ein fyrilestur á skránni, har fyrilestrarhaldarin tekur okkurt evni fram, sum er aktuelt. Bygnaðurin í Norðoya Sparikassa er sostatt hesin: Viðskiftafólk velja um- boðsráðið, sum telur 39 fólk. Hesi velja so nevndar- limirnar, sum setur stjóran, sum so aftur setur starvs- fólkið. Ábyrgdaraval er annað- hvørt ár. Valúrslitið verður altíð almannakunngjørt á ábyrgdarafundi Norðoya Sparikassans Mynd: Jens K. Vang – Løgmaður fer nú at kanna hørðu atfinn- ingarnar hjá Føroya Banki ímóti lands- stýrinum. Men hann sigur, at hann veit, hvat býr undir ATFINNINGAR Áki Bertholdsen Løgmaður fer nú at kanna tær lemjandi atfinningar- nar, sum Føroya Banki setti fram ímóti landsstýrinum á aðalfundinum mikudagin og sum vit greiða frá í aðr- ari grein í blaðnum. Tað sigur Anfinn Kalls- berg við Sosialin í stuttari viðmerking til málið. Tá ið vit tosaðu við hann í gjáramorgunin, hevði hann ikki lisið frágreiðing- ina hjá bankanum og tí vildi hann ikki fara í smá- lutir enn, fyrrenn hann hev- ur sett seg inn í málið. Men tað ætlar hann eisini at gera fyri at vita, hvat hald er í atfinningunum frá bankanum, ella ikki. Men hann sigur, at veit longu, hvat býr undir at- finngingunum. – Bankin er ónøgdur við, at Elektron hevur verið noytt at gjalda 40 mió. í mvg. – Tað, sum bankin fýlist á, at at Landsstýrið ikki treytaleyst gevur seg undir tað, sum bankin vil. – Men við mvg málinum mugu vit eisini staðfesta, at Føroya Banki hevur tapt í Landsrættinum, men sum hann síðani hevur skotið málið inn fyri hægstarætt. Anfinn Kallsberg sigur, at eftir hansara tykki hevur Landsstýrið víst góðan vilja til at loysa tað ósemjuna, men at Føroya Banki eftir øllum at døma ikki er nøgd- ur við loysnina, sum lands- stýrið hevur skotið upp. Hvør loysnin er, kann hann ikki siga nakað um, tí hann vil ikki fara í smálutir, fyrrenn hann hevur sæð frágreiðingina. Skilir ikki atfinning- arnar Men Løgmaður skilir als ikki atfinngingarnar hjá Føroya Banka og skuldset- ingina um, at politikarar brúka eitthvørt høvi til at fara illa við peningastov- unum. – Bankin er at kalla allur sum hann er ogn hjá fígging- argrunninum, sum aftur er ogn hjá landskassanum og sostatt skattaborgarunum. – Sostatt er tað landsstýr- ismaðurin í fíggjarmálum, sum velur nevndina í fígg- ingargrunninum og tað er landsstýrið sum er størsti partaeigari í bankanum. – Og eg skilji slett ikki, hvussu partaeigarin skal hava nakran sum helst áhuga í at vera tykta sítt egna barn. Løgmaður sigur, at í hvussu so er dugir hann ikki at síggja ,at landsstýrið beinleiðis hevur miðvísar ætlanir um at um forða bankanum í at virka, ella nakað ávíst politiskt ynski um at seta fót fyri bankan. Vit hava heldur ikki gjørt nakra sum helst lóggávu, sum forðar bankunum í ar virka, heldur tvørturímóti. Løgmaður veit væl, at tað hava verið nøkur sakarmál ímillum bankan og Lands- stýrið. Men eru tað hesi stríðs- málini, sum síggjar aftur í frágreiðingini, hóvar tað honum lítið. – Tað plagar at vera so, at tøgn valdar ímeðan rætturin talar og summi av hesum sakarmálum eru ikki liðug enn. Harafturat liggur málið um persónsupplýsingar og samstarvið við PBS í løg- tingfinginum. – Málið hevur verið fyri í Løgtinginum einaferð og Landsstýrið kann ikki gera øðrvísi enn Løgtingið vil. – Men nú er tað so komið hartil, at Løgtingið fær høvi at taka avgerð í málinum einaferð afturat og tað avgerðina mugu vit rætta okkum eftir, sigur Anfinn Kallsberg. Les eisini síðu 11. Løgmaður: Ongan áhuga í at tykta okkara egna barn Løgmaður skilir ikki hørðu atfinningarnar frá Føroya Banka ímóti Landsstýrinum, men hann fer nú at seta seg inn í málið Samstundis sum Televarpið víðkar um úrvalið við rásum hjá Viasat, kunnu klaks- víkingar og eysturoy- ingar eisini tekna seg sum kundar SJÓNVARP Jákup Mørk Tað hevur í eina tíð verið møguligt hjá Televarps- kundum at síggja TV3, har eitt nú Robinson sendingarnar eru. Sum ein roynd varð í fyrsta umfarið avtalað, at hyggj- ararnir fingu hesa rás ókeypis fram til 1. apríl, og nú hevur Televarpið gjørt av, hvat hendir eftir hesa dagfesting. Talan verður um eina nýggja samanseting av pakkum, har hyggjararnir kunnu velja ímillum fýra ymsar pakkar, umframt at møguleiki so eisini er at keypa sær atgongd til Canal+ rásirnar. Alt eftir, hvussu samansetingin í pakkunum er, verður kostnaðurin úr 129 upp í 488 kr. um mánaðin. Um- framt TV3, fer úrvalið frá Viasat eisini at fevna um 3+, Viasat Sport, Viasat Action, Viasat Nature og Viasat Explorer. Samstundis, sum nýggju pakkarnir verða marknaðarførdir, verður sendinetið hjá Televarp- inum víðkað. Higartil hava tað bert verið gomlu hyggjararnir hjá Rás Tórshavn, sum hava havt møguleika at taka myndirnar hjá Tele- varpinum, men eisini hetta verður nú broytt. Týsdagin komandi verður sendarin á Brúnaskarði tendraður, soleiðis at sendinetið røkkur til klaksvíkingar, og dagin eftir er tað so ein stórur partur av Eysturoynni sum eigur tørn, tá sendar- in á Støðlafjallið verður tendraður. Televarpið víðkar sendinet og úrval Eigarafelagið Eystan Gil Ársaðalfundur verður í Hoyvíkar skúla hósdagin 10. apríl 2003 kl. 19.00. Skrá sambært lógum felagsins. Nevndin www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 27 26