týsdagur 8. oktober 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 185 — 8. oktober 1991
tíðindablaðið
Síða 9
Skútan aftur á rættari kos
Eftir drúgt áramál sum tongul í brimi, hevur KÍ aftur stúttleika
og styrki til at vera við í oddastríðnum á hvørjum ári
Eina ferð miðskeiðis í
sjeytiárunum vórðu fleiri
av okkara kendastu fót-
bóltsleikarum í sambandi
við samkmu spurdir,
hvørji feløg, teir mettu
fóru at vera millum tey
mest vinnandi í áttati-
árunum. Fleiri boð vórðu
givin, men felags fyri teir
flestu var, at teir væntaðu
sær nógv av KÍ.
Tí er væl skiljandi, at
fólk í stórum undrast, at
felagið við flestu og mest
trúfastu áskoðarunum
mátti bíða í 19 ár og 33
dagar frá meistaraheitin-
um, sum varð vunnið við
1—1 javnleikinum móti
HB í Gundadali 3. sep-
tember 1972, og til FM
heitið 1991, sum kom til
høldar = í Serpisgerði
sunnudagin.
Drúgva tíðarskeiðið
hevur borið tvinni fót-
bóltsættarlið í sær, sum
ongantíð náddu ovasta
plássinum. Men tað er
ikki so, sum fótbóltsprátið
ofta ber boð um, at klaks-
víkingar einki hava gjørt
um seg hesi árini. Heldur
er talan um lítið stútt úr-
slitið.
Fleiri av 66 liðnum góv-
ust í 1974, men teir, sum
vóru eftir, náddu saman
við nekrum teirra, ið
vunnu unglingadeildina í
1973, 2. plássið í 1974 og
1975. HB var einaráðandi
hesi árini.
Í 1976 vann TB meist-
araheitið, HB gjerdist
næstovast og KÍ endaði á
triðja plássi. Men klaks-
víkingar sótu við góðum
FM meguleika, tá TB
fyrsta vikuskiftið í sep-
tember mánaða kom norð-
ur. Dysturin endaði 1—1,
og tað kendist dyggur
smeitur, at tríggir av
grundstuðlunum vóru
farnir uttanlands í lestrar-
erindum vikuna framman-
undan. Teir vóru Mikkjal
og Jákup Mikkelsen og
Jógvan Norðbúð.
Hetta fyribrigdið, at
unglingarnir fóru av
bygdini, hevur kenst
meint fyri KÍ. Fyrr var
tað bert skipslívið og út-
róðurin, sum heilt ella
partvíst nervaðu fótbólt-
in, men til miðskeiðis í
áttatiárunum vóru út-
búgvingarstovnarnir
sannar plágur. At HF
skeiðið kom í Klaksvík,
studentaskúlin við Getu-
gjógv og handilsskúlin á
Kambsdali hevur borið í
sær, at sannliki er okt fyri
at dreingirnir steðast
longri við hús.
Upp og niður
Seinastu sjeytiárini
munnu vera fótbóltsliga
rakasta tíðarskeiðið hjá
KÍ, síðani farið varð undir
kappingina. Okkurt árið
Her er Erland
Tvørfoss frammanfyri
Allan Mørkøre. Men tå
heiðursmerkini vóru
útbýtt, vóru teir bláu
tvey pláss frammanfyri
teir gulu, sum høvdu
fingið silvur og ikki
bronsu, vann HB í
Havn á B36. Mynd:
Eyðfinn Guttesen
vóru teir við, men so riðu
teir aftur um niðurflyting-
arstrikuna.
Fyrst í áttatiárunum
restaði lítið í við Jorgen
Marcussen og Peter
Kordt sum venjarum. Ikki
minst i 1983, sum vit hava
hoyrt so nógv um. Liðið
var bygt kring teir, ið
fé rð
ser
vóru eftir frå 1974-76
(Jógvan Linklett, Petur
Andreassen, Jákup Mikk-
elsen) og so teir, ið vunnu
smádreingjadeildina í
Ein dýggjvátt KI-lið
men fóroyameistarar
kortini. Fyri fyrstu
síðani 1972
eydnaðist søgurika KÍ
at vinna
meistaraheiti
eill
hornorkestrid
Hleppa at
Mynd
1976 og unglingadeildina í
1979 (m.a. Beinur Poul-
sen, Oddbjern Joensen,
Markus Tummas Jacob-
sen, Lassin Isaksen, Bent
Baldvinsson, Absalon
Østerø)j.
Annars var tað svart i
svart, og allar myrkast sá
tað út í 1987. Ein lítil
sponn manglaði í 2. deild,
tá NSÍ í allar síðstu letu í
seinasta dystinum í
Klaksvík stútaði á tver-
træið.
Fótaðu sær ov seint
Men hví bleiv KÍ íkki
stútt í toppinum, sum
teir, ið høvdu skil fyri tí,
spáddu miðskeiðis í sjeyti-
árunum, er kanska undr-
unarvert. Tilfarið tyktist
vera til staðar, men eitt ár
vóru teir frammi í oddin
x
um, og næsta árið vóru
somu leikarar nær ið
niðurflyting
Tå ikki nóg n ð fek