týsdagur 8. oktober 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
uðsfyritreytin fyri góðum
úrslitum er væl virkandi
leiðsla, sum megnar at fáa
venjarar og leiðarar, ið
kunnu brúkast. Her hevur
rættuliga haltað hjá KÍ.
Fótbólturin í Feroyum
mentist ógvusliga seinast
í seksti- og fyrst í sjeyti-
árunum. Til 1966 vóru
bert tríggjar deild, so
komu unglingar og piltar
afturat. T.d. havnafeleg-
ini meldaðu fleiri lið til í
hverji deild, serliga HB,
sum í Johan Nielsen hevði
fyrsta miðvísa ungdéms-
venjaran í landinum.
Her fylgdi KÍ ikki við.
John Reid Bjartalíð legði
frá sær fyrst í sjeyti-
árunum, og felagið fekk
ikki stútta leiðslu aftur
fyrr enn langt upp í áttati-
árini. Starvsnevnd og fót-
bóltsnevnd blivu skiftar
sum onnur skifta hosur.
Venjara- og leiðarapoli-
tikkurin vóru ikki miðvís-
ir. Sum demi kann nevn-
ast, at fólk, sum tóku leið-
araábyrgd á seg fyri fáum
árum síðani, funnu út av,
at eingin KÍ leikari var
skrásettur hjá FSF í langt
áramál. Hetta er nakað,
sum eigur at verða gjørt á
hverjum ári! Undir slíkum
umsteðum er lætt at fáa
góð fótbóltsevni at skifta
til annað ítriv í unglinga-
árunum.
Hetta styrktist av venj-
araútskiftingini. Út-
lendskir venjarar vórðu
settir ár um ár. Onkuntíð
var valið heppið, men líka
ofta var tað minni heppið.
Onkrir av gomlu leikarun-
um royndu seg, uttan at
meira spurdist burturúr.
Ikki vánaligu úrslitini í
yngru deildunum vóru
ongantíð fylgd upp í 1.
deild.
Meira miðvíst
Seinnapartin í áttatiárun-
um tóku persónar við vali
í nevndunum, sum høvdu
miðvísar ætlanir um,
hvussu KÍ skuldi fáast á
fetur. Fleiri tóku av til-
boðnum frá FSF um út-
búgving av venjarum,
sum onnur feleg í fleiri ár
høvdu gjørt sær dælt av,
og klaksvíkingar hava
tikið lut í og sjálvir skipað
fyri leiðaraútbúgvingum.
Í ár hevur venjingin í
ellum deildum verið væl
skipað. Vellurin verður
nýttur hvert sekund
gjøgnum vikuna, og
hugurin hjá øllum frá
minsta pilti og pinku til
elsta mann í vaksna-
mannadeildunum hevur
verið fantastiskur.
Úrslitið sæst á stóra
heiðursmerkjatalinum. Og
vit kunnu vænta meira:
Karmarnir eru í hvussu so
er til staðar fyri úrslitum,
sum kunnu fáa okkum at
minnast aftur á fimti- og
sekstiárini, tá ávikavist
seks og fimm meistara-
heiti vórðu vunnin. Kapp-
ast verður við fleiri felog
nú enn tá, so ikki kann
rokast við meistaraheit-
um nógv ár upp í slag,
men heilt víst er, at KÍ
verður millum tey fremstu
allan fyrra helming av
nítiárunum.
-nn-
I. deild menn
på
Urslit;
MB-B68 1-1
VB-Sumba 4-0
B36-HB 1-1
GI-KI 2-1
NSI-TB 1-2
18
18
18
18
18
18
18
18
18
18
10
10
10
10
9
7
4
6
4
2
jet då ON LD 9 da da
pot pt
7 21 a
Nr. 185 — 8. oktober 1991
KÍ aftur á trúnuni
1000 klaksvíkingar sóu í Gøtu gott undirhald, hóast lítið tespi-
ligt landsynningsillveður gjørdi umstødurnar vånaligar hjå
leikarum og áskoðarum
Veðrið skikkar sær illa, tå
KÍ og GÍ hittast til avger-
andi dyst í Serpisgerði.
Tað varð aftur staðfest
sunnudagin. Men hóast
trupulleikar við at sleppa
at í Leirvík, nógvan vind
og oysandi regn í Getu-
dali, so fóru klaksvíkingar
í góðum hýri til hús aftur.
KÍ hevði vunnið FM
heitið, og tá stoltleiki
býarinnar á ítróttarliga
ekinum um hálvgum
níggju tíðina legði at á
Stongunum, var alt, sum
krúpa kundi, á steð.
Fremst Klaksvíkar Horn-
orkestur, sum hevði sitið
við útvarpslurtið seinna-
partin.
GÍ omaná
Dysturin móti GÍ var
gloymdur. Nú var tað
samlaða úrslitið, sum
taldi, og í hagtelunum fer
ongantíð at standa, at KÍ
tapti seinasta dystin í
1991, men bara at KÍ
vann FM heitið.
Alt endaði væl hjá
klaksvíkingum, men veru-
leikin er, at tað var um
reppið, at teir gróvu sína
egnu grev í Getu.
KÍ valdi at spæla undan
vindinum, uttan at leggja
trýst á GÍ liðið á teirra
hálvu. Hetta gjerdi, at
getumenn við stórum toli
Eitt av teimum fáu GI-
mistøkunum sunnu-
dagin var hetta.
Magni hevði bóltin,
men Poul Enok
sparkaði hann frá
honum — til ein
KÍ'ara
kundu trilla bóltin millum
sín frammanfyri Trúgva
uttan at verða órógvaðir
av KÍ áleyparunum.
Teir hevdu fingið boð
um at vísa varsemi og ikki
seta GÍ uppspælið undir
trýst, fyrr enn á miðjuni.
FM heitið var tryggjað
við javnleiki, og tí skuldu
eingir meguleikar takast.
Hetta vísti seg at vera
skeivur taktikkur. GÍ
hevði bóltin mest móti
vindinum, teir megnaðu
meira skipað uppspæl,
serliga Erland og Jarn-
skorarnir á miðvellinum
og ein sjáldsama kon-
struktiv miðverja. Hjá KÍ
tyktust fleiri av yngru
monnunum tyngdir av
nervum og hevdu bóltin
upp frá, soleiðis at vindur-
in fór avstað við honum.
Møguleikarnir vóru fáir
fyri steðgin. Arnhold
tevdi hálvt sekund ov
leingi og bleiv taklaður í
skotroynd, og í hinum
endanum bleiv mál koll-
demt fyri rangsteðu:
Eftir meistarligt upp-
spæl úr egnum brotsteigi
gerst vælleikandi Magni
leysur í hegru. Komin inn
í brotsteigin velur hann at
leggja innfyri til rang-
staddan Símun Petur,
sum skorar. Meira upp-
lagt hjá Magna í ti støduni
hevði verið at verið sjálv-
søkin, drigið móti målin-
um og roynt sjálvur ella
fingið brotsspark á hála
undirlagnum.
Størri ferð
Móti vindinum fór at
verða strevið hjá KÍ at
halda tern, og tað bleiv
uppaftur strævnari, tá
Rúni úr stuttari fjarstødu
í fyrsta min. fekk hol á eft-
ir langt innkast, sum Sím-
un Petur snittaði víðari.
KÍ mátti fram, og talan
bleiv um frálíkan dyst, tá
hugsað verður um um-
steðurnar. Teir vóru nær
við og næstan einar tvær
ferðir, og miðskeiðis í
hálvleikinum eydnaðist.
Jan (góður afturtrektur
miðvallari) leggur horna
úr vinstru, bólturin stekk-
ur út frá og Todi (ikki so
eyðsýndur sum í seinastu
dystunum) fær við forkøl-
aðum skoti javnað.
HB á odda í Gundadali,
javnleikur í Getu og stór
frei á klaksvíkingum, men