Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. oktober 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fyrjtaksstjóri Tíðindi heimanífrá ER tú fastbúgvandi føroyingur í Danmark — og her verður ikki minst hugsað um tey mongu, sum útbúgva seg — so hava føroysku tíðindini í danska útvarpinum verið sera kærkomin. Tey hava verið nak- að, sum tú sá fram til, sum tú gleddi teg til. Einki er sum at frætta nýggj tíðindi heimanífrá. Tað hava so ver- ið tvær tíðindasendingar í danska útvarpinum úr Føroyum um vikuna í mong, mong år. HERFYRI frættist so, at danska út- varpið vegna spariætlanir ynskti at skerja ella gevast við hesum tíð- indasendingunum. Leiðslan í DR helt, at tað nú mátti vera upp til før- oyska útvarpið, um haldast skuldi fram við hesum sendingum. Hetta hevur havt við sær skriving aftur og fram og endin — í letuni — er so tann, at útvarpið hevur gjørt avtalu við DR um at gera eina sending uppá ein hálvan tíma eina ferð um vikuna. Hetta verður so meira ein sending. har greitt verður frá tí, sum farið er fram í vikuni. Tíðindini, sum áður vóru at hoyra hvønn tys- dag og fríggjadag. eru tí sega. TAÐ er einki at siga til, at útisetar Ábyrgdarbisðstjóri. Jan Miller Krisjan Dehi Ljósmyndari: Kaimer Lindenskov eru sera harmir fyri ikki at siga vén- sviknir um umreddu broyting. Hetta kemur til sjóndar í blaðnum hjá útisetum, Oyggjaskeggja. Har verður í forsíðugrein funnist harð- liga at broytingini. Blaðið skrivar, at tað er eitt stórt afturstig, at tað nú bert verður ein sending, og at hon nú verður send á einum sera vána- ligum frekvensi. Blaðið skrivar, at fyrimunurin við útvarpstíðindum í mun til td. tíðindini í blødunum, burdi verið, at hesi eru skjót at gera og fáa fram til lurtaran. Men so er ikki við føroysku tíðindunum í DR. Til demis megnar Tíðindablaðið Sosialurin at bera útisetum tíðindi um hvat er hent í vikuni, fýra ferðir áðrenn ÚF megnar at koma við teimum. Tað er ov vánaligt, skrivar blaðið og vísir á, at útisetar hava ikki brúk fyri detaljeraðum frásggn- um, men høvudslinjum um tað, sum fer fram har heima. Sjálv send- ingin ætlanin er at senda, man óiv- að vera útmerkað, men tað eru tíð- indi, vit vilja hava. Og tíðindi vilja vit hava, meðan tey eru tíðindi, skrivar Oyggjaskeggi. Blaðið vísir at enda á, at avtalan millum ÚF og DR er ikki bara vánalig, men stutt sagt óbrúkilig. OYGGJASKEGGI skjýtur upp at gjørd verður nýggj avtala, har út- gangsstødid má vera fleiri sending- Blaðfólk- Randi Jacobsen - Tórfinn Smith et E í Útgevari: PA Sosialurin Bústaður Uppseting: P/f Sosiafurin Prent: PA Pressan 1981 Telefon ar, tíðindasendingar, annan fre- kvens og betri senditíð. Tað er einki at drála við. Núverandi skipan, sum varð sett í verk 28. september, er makkverk. Í DIMMALÆTTING í gjár vísir út- varpsstjórin atfinningunum aftur og sigur, at tær eru stílaðar til skeiva adressu. Tað er nevniliga ikki ÚF, sum hevur staðið fyri sendingini, men DR. Nidurstøda hansara er, at útvarpið hevur ikki tæka arbeiðs- orku at halda fram við teimum báð- um tíðindasendingunum. Men hev- ur tó boðið sær til at standa fyri tí einu sendingini, sum er ein saman- dráttur av tíðindum og aktuellum tilfari, sum gjørt verður til føroysku lurtararnar heima. Útvarpsstjórin sigur eisini, at tað í prinsippinum ikki er teirra uppgáva at gera send- ingar til føroyingar í útlondum. Og gera teir fyrst sendingar í einum landi, so hava føroyingar í ðrum londum skjótt sama krav mótvegis útvarpinum. Og tí verður hetta mett at vera ein uppgáva hjá DR, sigur útvarpsstjórin. TAÐ er stórt spell, at sparingarnar í DR nú hava rakt føroysku tíðinda- sendingarnar. Neyvan kunnu vit krevja av DR, at teir skulu halda fram við hesum sendingum. Og tá ÚF ikki hevur tøka arbeiðsorku at Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoge 76 Argir 116 Tórshavn 11820 Talefax: 14720 gera tað, so kann ein skilja teirra støðu. Men harvið kann málið ikki vera avgreitt. Okkurt má kunna ger- ast fyri at fáa tíðindasendingarnar aftur á skránna í DR og tá helst eis- ini við fleiri tíðindum. Her mugu bæði DR og ÚF kenna sína ábyrgd. DR móti teimum túsundtals føroy- ingum, sum búgva í Danmark, og ÚF mótvegis teimum mongu føroy- ingum, sum eru farnir burtur at út- búgva seg, men sum skulu koma heimaftur einaferð. TAÐ er eingin ivi um, at peninga- orkan hjá ÚF er avmarkað og ikki minst tá hugsað verður um, at okk- ara politikarar vilja ikki taka stovnin við á fíggjarlógina. Tað hevði eftir okkara tykki verið rætt at sett út- varpið á fíggjarlógina, soleiðis at nakað av peningi kundi verðið sett av til júst hetta eina endamálið, nevniliga føroysku tíðindasending- arnar i DR. Og hver veit um ikki DR hevði viljað hjálpt til, um vit sjálvir tóku spurningin upp og settu pen- ing og fólk av til endamálið! Q - | SÓ sosigaley "27 Hóast hesir báðir arbeiða saman við - ella veldst so um, hvussu Smildra skúlan Hitt "beryktaða forngjilsið" Stuttligur - hasin Edmund - í Dimmalættingini í gjár. Hevur formaður sam- bandsmanna størsta andstødufloksins - ikki annad at triva i, so for- nøjar hann sær vid at skriva um javnadarflokkin og félkaflokkin. Eitt sætt fornøjilsi tykist tad at vera hjå sambandshøvding- anum at skriva, hvussu væl måtstøduflokkar sam- bandsfloksins semjast og einast. Hann skrivar m.a.: Nú er tað komið so vítt, at Atli Dam og Jógvan Sundstein skriva undir blað- greinirnar í felag. Tað kann ikki vara leingi, áðrenn flokkarnir leggja saman. Hetta heyði eisini spart veljaran fyri óenýðugt hóvuðbrýggj til komandi løgtings- val....“ Nei Edmund góðin. oddafiskar flokkanna í samgonguni í mongum málum eru samdir, og at teir duga sær hógv at draga eina og somu línu, tá hetta er neyðugt í einum samarbeiði, so vita tú og allir sambandsmenn, at eru tað nakrir flokkar í Føroyum, sum uttan nakað hóvasták kundu lagt saman, so hava hesir flokkar verið sambands- flokkurin og fólka- flokkurin. So nógv hava hesir báðir flokkar verið líkir hverjum gðrum, bæði tá talan var um samband og um ultra borgarliga konservatismu, at teir einsvæl kundu verið ein flokkur. Men við síðsta val hendi so tað, sum ongantíð er hent áður í føroyskum politikki: at tveir flokkar einsamallir kundu skipa landsstýri. Hetta hildu fólkafloks- menn var vert at royna, og tað hava teir so heldur ikki angrað. Sum tú so rætt endurgevur, so siga toppar fólkafloksins, at tað er sætt forngjilsi at sum tú skrivar - verða stýrdir av javnaðarmonnum. Hatta vil so altíð verða ein tulkingarspurningur, hatta við at verða stýrdir, men ikki kemst uttan um, at tað er javnaðarflokkurin, sum eigur løgmann og harvið hevur um styrisvøl - viod gðrum orðum stýrir. Men hetta er so heldur ikki annað enn náttúrligt, tí javnaðarflokkurin vann síðsta val so dyggiliga og legði fólkaflokkin langt afturum seg. Tá vit her skriva, ai sambandið og fólkaflokk- urin hava passað saman sum ein flokkur sum fótur í hosu, so er tað út frá tí politikki hesir flokkar hava rikið saman seinastu árini. Men nú fólka- flokkurin sá ein møgu- leikan at sleppa at stýra einsamallur saman við javnaðarflokkinum, valdi hann at siga bróðurflokk- inum sambandinum far- væl eina stund. Hvussu leingi vita vit ikki. Tað flokkurin skikkar sær í Tinganesi undir javnað- arleiðslu. Og so leingi hann ber seg at sum ein veruligur samstarvsflokk- ur, og soleingi javnað- arflokkurin góðtekur hann sum slíkan, so leingi verður sambandið tvungið til at bíða. Men hver veii, alt kann jú henda í politikki tað kemur kanska tann dagur, tá báð- ir teir borgarligu flokk- arnir sleppa at forngja sær saman í andstøðu, meðan aðrir åbyrgdarflokkar stýra landinum. Men sum tað sær út til nú, so liggur hetta ikki júst beint fyri framman. Tað veldst tó eisini um, hvussu stavna- maðurin fer at roynast í komandi tíð. Gevst hann ikki við sínum svulstig- heitum móti javnaðarfólki, so fer tolið fyrr ella seinni at vera uppi. Í seinastuni hava vit hoyrt, hvussu trýstið ekist á okkara skúlar. Ein sparing fyri og onnur eftir hóttir við at taka kvørkratak um feroyska fólka- skúlan. Meðan undir- vísingartíðin bara er minkað, við heilum 40% hesi seinastu ár- ini, so verður tað nú á- lagt teimum »stakk- als< skulestjérunum at skera so nógv við spariknivinum, at oll að sundur í smámolar — fer í spenir. Eftir hvat skilst er tað bý- ráðsformaðurin í Havn, sum er upp- havsmaðurin til hesar óhugnaligu og eru panikksparingarnar við teir kommunalu skúlarnar í høvuds- staðnum. Sum demi um hvussu hart spart skipanin verður syndr- verður, so varð upp- hæddin, sum komm- unan tillutaði komm- unuskúlanum í fjør 3,9 mill. kr. Henda verður í komandi ári skorin niður við eini mill. til 2,9 mill. At hetta kem- ur at merkjast kann ein og hver rokna út.