Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. oktober 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 186 — 9. oktober 1991 Høgni Debes Joensen, landslækni: Halcion verður enn å marknadinum —Eg havi verid i samband vid Sundhedsstyrelsen i Danmark og fekk av vita, at enn eru ongar ætlanir um at steðga søluni av soviheilivåginum Halcion, sigur landslæknin Heilivágsdeildin hjá donsku heilsumynduleik- unum, Sundhedsstyrelsen heldur, at tað er forsvarligt at nýta soviheilivágin Halcion, í teim nøgdum, sum verða tilråddar í Dan- mark. -- --Tað er nøgdin, sum er avgerandi. Dosering- arnar í Føroyum eru frå 0,125 milligram til 0,25 milligram. Og hetta meta heilsumynduleikarnir verða forsvarligt. Men eg veit um lond kring okk- um, har nggdin liggur frá 0,5 mg til 1,0 mg og tað er helst her at hjáárinini síggjast, sigur Høgni Debes Joensen, lands- lækni. EEC-fundur --Eg havi fingið upp- lýst úr Sundhedsstyrelsen, at ein fundur verður í C.P.M.P. , sum er skrá- setingarmynduleikin fyri heilivág í felagsmarkn- aðinum. Hesin fundur verður í november og skal snúgva seg um virkna evnið í Halcion, triam- zolam. Urslitid av hesum fundi fer helst at avgerða hvussu halcion verður nýtt í framtíðini innan felagsmarknaðin, sigur Høgni Debes Joensen. Landslæknin sigur at næstan allur heilivågur hevur mótindikatiónir, tað vil siga, at hann ikki kann nýtast í teimum og teim- um førunum. Í Læge- middelkataloget 91 stendur eisini upplýst, at halcion kann føra til vánaligt minni og illsinni, tað kann eisini fýra til høvudpinu og vaml. --Persónliga havi eg ongantíð ordinerað Hal- cion. Eg haldi meg til tað vælkenda Nitrazepam, sum millum annað er virkna evnið í Stesolid, sigur Høgni Debes Joensen. Thalidomid --Tað er ikki óvanligt, at heilivágur verður tíkin aftur, ofta bert í eitt tíðarskeið, tí illgruni er um hjáárin. Tað kemur eisini ofta fyri, at sami heilivágur kemur aftur á marknaðin, aftaná drúgvt og kostnaðarmikið kann- ingararbeiði. Og tá er ofta neyvari útgreinað, hvat heilivágurin kann nýtast ímóti, sigur landslæknin. --Eitt tað grovasta dómi eg veit um hendi í fimtiárunum. Tá kom ein heilivágur á marknaðin, sum varð nevndur Thali- domid. Hetta var ein sera góður heilivágur móti vaml. Tí nýttu nógvar kvinnur, sum vóru við barn hendan heilivágin. Men heiliágurin hevði óhugnaliga ávirkan á fostrini, børn vórðu fødd £ 7 7 uttan armar og bein, sigur Høgni Debes Joensen. justinus Sida 3 Høgni Debes Joensen, landslækni Bretland steðgað søluni av Halcion --Og í Bretland verður soviheilivågurin seldur somu dosering- Ótti, tungsinni og ringt minni eru kendastu árinini ein kann fáa av at nýta Halcion Ótti, rastloysi, illsinni, tungsinni og ringt minni, hetta eru tey vanligastu hjáárinini, sum fólk klaga um, tá tey nýta sovi- heilivágin, Halcion. Týsdagin í seinastu viku avgjørdu bretsku heilsumynduleikarnir at steðga allari sólu av Hal- cion beinanvegin. Nýggj vitan um hjáárin við doseringum frá 0,125-0,25 milligram, (tað sama sum í Før- oyum.red) fekk Commi- tee on Safety of Medicines at tilråda heil- sumynduleikunum at stedga søluni. --Vandin vid virkna evninum í Halcion, triam- zolam, er størri enn fyri- munirnir, sigur formad- um sum i Føroyum, nevniliga frå 0,125 mg til 0,25 mg urin í kommiteini, A.W. Asscher i einum telefaxi til norsku heilsumyndu- leikarnir, skrivar nosrka blaðið VG. -Triazolam hevur nógv stórri sálarlig árin Ilo Grundberg saman við sakfóraranum Neal Pope. Fríkend fyri dråp I 1988 skjeyt 60 åra gamla Ilo Grundberg 83 ára gomlu móðir sína. Eitt ár seinni varð hon fríkend í rættinum, tí hon hevði nýtt heilivágin Halcion, sum hevði gjørt hana øra i høvdinum. Aftanå frikenningina stevndi hon heilivågs- fyritøkuni Upjohn eftir 21 milliónum dollarum. Mål- ið endáði við einari semju, skrivar VG jústinus enn annar soviheilivágur, siga bretsku heilsumyndu- leikarnir. I Noregi er eisini boðað frá hjáárinum. Hjáárinsnevndin hjá norsku heilsumynduleik- unum hevur skrásett 40 tilfelli av sálarligum hjá- árini av hesum heilivági. Stjórin fyri Statens Lægemiddelkontroll i Noregi, Ola Westbye sigur, at tað í longri tíð hevur verið kent í Noreg, at hjáárin kunnu fáast av Halcion. -Men vit hava fyribils valt ikki at taka heilivágin aftur av marknaðinum. Yvir 100.000 norðmenn halda, at hetta er ein sera góður heilivágur, sigur Ola Westbye við VG. Halcion kom fyrstu- ferð á marknaðin í Usa í 1972. Tíggju ár seinni kom heilivágurin til norðurlond. jústinus