mikudagur 9. oktober 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Neyðin er stór millum teir,
sum koyra lastbil. Tað
hevur Landsverkfrøding-
urin sannað. Dag og dag-
liga verða lokalu vegfor-
menninir ringdir upp av
lastbilaeigarum, sum
bjóða seg fram til at koyra
eitt og annað, sum teir
vita, stendur fyri.
- Vit hava broytt numr-
ini á fartelefonunum hjá
gllum vegformonnunum,
upplýsir Álvi Olsen á
vegadeildini hjá Lands-
verkfrødinginum.
- Strong bod eru givin
um, at numrini skulu ikki
latast út av húsinum, legg-
ur vegaumsjónarmaðurin
aftrat.
Leggur trýst á
Álvi Olsen sigur, at hetta
leggur eitt trýst á veg-
formenninar, ið er Ógvu-
liga darvandi. Hann sigur,
at vegformenninir hava
fingið at vita, at teir skulu
nýta lokalar lastbilar 0.a.,
sum er fyri neyðini, í so
stóran mun sum gjørligt.
- Tá krubban er tóm, so
bítast hestarnir, so trong-
staddir lastbilaeigarar
síggja stórt uppá hetta og
royna at fáa tað, teir
kunna, at koyra, sigur Alvi
Olsen.
Upplýsingartænastan
verður darvað
Álvi Olsen sigur, at slíkar
uppringingar blokera fyri,
at telefonin verður brúkt
til tað, hon er ætlað til,
serliga upplýsingar um
koyrilíkindi, so eisini av
teirri orsøk var neyðugt at
minka um møguleikan at
ringja vegformenninar
upp.
ówh
Tað hevur verið í heilum,
at lastbilaeigarar hava
plágað vegformenn hjá
Landsverkfrødinginum
telefonina
Magnus S. Petersen mukkar ikki um Heygadrang
Eg sigi einki um málið
Magnus S. Petersen, advok-
atur, er ein av teimum (fyri-
bils) fýra, sum eru åkærdir í
málinum um Heygadrang.
Dimmalætting hevði her-
fyri eina grein um málið. Í
greinini, ið var skrivað av
Gdm. (Grækarisi Magnus-
sen), verður m.a. sagt, af
»løgfrødingar meta, at hvørki
hann (t.e. Magnus S. Peter-
sen) ella hinir ákærdu sleppa
undan revsing<. Altso: teir á-
kærdu eru sekir.
- Eg úttali meg als ikki um
málið, fyrrenn tað er avgreitt
í rættinum, sigur ein av-
gjørdur, men fåligur Magnus
S. Petersen i hinum endan-
um, tå vit spyrja, um hann
ætlar at stevna Dimmuni fyri
at hava 'dømt' hann sekan,
áðrenn rætturin hevur tikið
stóðu til spurningin.
ówh
Landsverkfróðingurin móður av lastbilaeigarum
Hevur broytt
nummarið hja
vegformonnum
Nytt tif.-numar í bilin
Í summar var ovboðið, og
á Landsverkfrødinginum
hava tey tikið avleiðing-
arnar av hesum.
Nr. 186 — 9. oktober 1991
Viðoyingar aftur á beinari leið
Rerportrið sett I
byrgingina í dag
Í einar fjúrtan dagar hevur
tað verið longri at ferðast
um byrgingina um
Hvannasund. Grivið er av
fyri einum rørportri, og ti
hevur verið neyðugt at
føra koyribreytina í einum
hálvbugi uttanum.
So kom stígur í, og tað
hevur sæð út, sum um
Landsverkfrødingurin er
gingin frå hålvgjørdum
arbeidi. Tad eru tey
sundafólk, ið hava argast
inn á, at ikki meira er
hent.
- Nú tað er farið at
myrkjast kann tað koma
óvart á hann, sum ikki
veit um tað, og fyri alt tað
skuldi arbeiðið verið
skjótt avgreitt, sigur ein
sundamaður.
Dánjal Syderbø á
Landsverkfrødinginum
sigur, at maðurin, ið
skuldi gera sjálvt portrið,
hevði forroknað seg við
arbeiðnum, hann hevði
frammanundan, og tí er
arbeiðið við portrinum
drigið nakað út.
- Men nú hevur hann so
verið í holt við tað og tað
verður helst sett í miku-
dagin (t.e. í dag, blm. ),
Handilshøli
å Skålatrød
Um nog stórur áhugi er, verður farið undir at
byggja eigaraíbúðir á Skålatrød. Í niðastu hædd
eru handilshøli í støddunum 92 m?, 124 m? og
190 m? ella við aðrari vídd, um áhugi er fyri tí. Hesi
handilshøli eru til sølu.
Áhugað kunnu venda sær til okkara:
Advokatarnir
Kári D. Petersen - Turið Debes Hentze
Sjúrður Rasmussen
N. Winthersgøta 7, tlf. 11066
sigur Dånjal Syderbø.
Hann sigur, at orsøkin
fyri, at portrið er sett í nú,
er lógin, ið skal forða fyri,
at m.a. seyður sleppur úr
oyggj í aðra, so vandin
fyri ridluskriða kann
minkast.
ówh