mikudagur 9. oktober 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 186 — 9. oktober 1991
Sørvingar nýggjan veli 8
Leygardagin kundu sør-
vingar endiliga taka
nýggja graslikisvøllin i
nýtslu. Og hetta varð sera
hóskandi gjørt við seinasta
dystinum í árinum móti
SÍF. ;
Undan dystinum helt SI-
formadurin Egin
Simonsen rødu, og tveir
av teimum elstu SI-
arunum, Hjalgrim
Davidsen og Hjalmar Gås-
dal skutu fyrstu skotini å
nýggja vøllinum. Hóast
aldur, so sást, at teir hava
verið kønir í leiki fyrr.
Hornorkestrið spældi
eisini. Nógvir áskoðarar
vóru til dystin — eini 6-700
fólk, meta sørvingar.
Dysturin endaði annars
við sigri til gestirnar, sum
vunnu 2-1. Hålvleiksstød-
an var 1-1. ,
Fyrst kom SÍF á odda
vid vgkrum máli, ið
Hegga Samuelsen at kalla
einsamallur stóð fyri, men
so javnaðu sørvingar út, tá
Eyðfinn Davidsen legðin
ein góðan bólt innfyri,
sum Jens Olesen stútaði
inn.
Avgerðin í dystinum fall
í yvirtíðini, tá Ari Thoma-
sen fekk bóltin av einum
SI-verjuspælara og sendi
hann innfyri til Torkil
Nielsen, ið trygt setti hann
í netið til 2-1.
Annars frættist, at sør-
vingar ikki stóðu aftanfyri
komandi 1. deildarliðið úr
Sandavági, tá talan er um
gott spæl, hóast SI ikki
vann dystin.
Á myndini til høgru sæst
elsti SI-arin, Hjalmar Gás-
dal við bóltinum, og niðri-
undir stóru myndini síggj-
ast faðir og sonur, Heini
og Hjalgrím Davidsen, og
á myndini við síðuna av er
tað SI-formadurin Egin Si-
monsen, ið heldur réðu.
hj.
Myndir: Eyðfinn Davidsen
frigg jakøldid.
undirhalda Gentiemen
Frá Wild West