mikudagur 9. oktober 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
VÍF seint i gongd
Dysturin KÍF-VÍF sunnukvøldid gjørdist sum væntað
ein spennandi lokaluppgerð, sum tó misti spenningin
síðstu tíggju minuttirnar, tá VIF sleit seg leyst
KÍF-VÍF 17-25 (12-11)
KÍF: Vagnur Johannesen
7 (2), Hanus Joensen 4,
Fríðrik Joensen 3, Petur
Martin Joensen 2 og Jákup
Dam 1. Tvær ávaringar og
tvær útvísingar.
VIF: Ingi Olsen 8 (1),
Rógvi Nielsen 7 (3), Jóan
Pauli Olsen 3, John
Wilhelmsen 3, Sjúrður
Holm 2, Harald Bjørgvin
1 og Neil Blåhamar 1. Ein
ávaring og ein útvísing.
Dysturin millum granna-
feløgini bæði, KIF og VIF,
skuldi upprunaliga verða
spældur sunnudagin kl.
16, men endaspurturin í
Gøtu millum GI og KI,
umframt B36 og HB i
Havn, mundi fara at taka
négvar av åskodarunum,
so dysturin varð tiskil
fluttur til kl. 20 sunnu-
kvøldid.
Hetta førdi t6 ikki vid
sær, at tað nógva fólkið
kom at hyggja, ti í høllini
á Skála var tómligari, enn
vanligt er til slíkar granna-
uppgerðir.
Fyrri hálvleikur var
javnur, og tað tóktist, sum
VIF ikki rættiliga fekk
gongd á. Vestmenningar
vóru annars frammanfyri
við einum og tveimum
málum meginpartin av tí-
ðini, men móti hálv-
leikinum mentu kollfirð-
ingar seg og vóru framm-
anfyri 12-11 í hálvleiks-
steðginum.
»Hoppadur av« til VIF
VIF hevur til kappingina
í vetur styrkt sær um liðið
við besta kollfirðinginum
Jóan Paula Olsen, sum
helst hevur sæð stórri av-
bjóðing í at >hoppa av<,
enn at vera við í heim-
bygdarfelagnum, sum
undan kappingini ljóðaði
at vera illa mannað — held-
ur ikki Jens Martin Knud-
sen er við í ár.
Hinvegin er Hanus Joen-
Nr. 186 — 9. oktober 1991
sen við sum fastur maður,
og hóast hann hevur gjørt
meira um seg fyrr, er tað
avgjørt ikki verri fyri liðið
at hava »veteranin« við.
Í seinna hálvleiki hildu
kollfirðingar stand í eitt
gott korter, og liðini fylgd-
ust upp til 16-16.
Men tað tóktist, sum
meira var í vestmenning-
um enn ein javnleikur, og
frá hesi javnleiksstødu
gjørdu teir bart sjey ferðir,
uttan at heimaliðið so
mikið sum einaferð fekk
ViIF-netið at rørast.
Hervið var dysturin av-
gjørdur, og vestmenningar
fingu síni fyrstu stig og
oddasessin higartil í fyrsta
umfarinum.
hj.
Jóan Pauli Olsen er
>hoppaður av< KIF-
liðnum, og sunnukvøld-
ið spældi hann vid VIF
móti sínum fyrrverandi
liðfelógum úr Kolla-
firði. Mynd: Hilmar Jan
1. deild kvinnur
Vánalig
reklama
Kyndil-NSI
12-10 (6-3)
Kyndil: Andrea Arge 4
(4), Conny Poulsen, Sólva
Sørensen og Súsanna Ol-
sen 2, Randi Kúrberg og
Ann Hansen 1
NSI: Laila Davidsen 4,
Oydis Jacobsen 3, Hildur
Jacobsen, Anja Poulsen (1)
og Turid Miller 1
Kyndil og NSÍ góvu
kvinnuhondbóltinum sera
vánaligt PR í dystinum
uppi á Hálsi leygardagin.
Verður hetta lagið, so
verða færri enn nakrantíð
sitandi eftir, tá menninir
hava spælt.
Lítil leikferð og lítið
hugflog gjørdi dystin til
eina parodi av einum
hondbóltsdysti. Tað var
rárasta hending, at leik-
ararnir vóru førir fyri at
gera nakað, ið kom óvart á
mótstøðuliðið.
Tískil líktust allar fintur
Eyðkend dystarmynd.
Randi Kúrberg, Kyndil,
verður tikin í gjógnum-
brotsroynd av Oydis
Jac-obsen og Anju Poul-
sen
og fríspælingar brugdu-
vendingum, ið gav ríkiligt
av tíð til at leggja upp fyri.
Mest vanligt var, at leik-
ararnir vóru tiknir í gjøgn-
%
umbrotsroynd og fingu frí-
kast og soom igen...
Kortini vóru eysturoyar-
kvinnurnar ov seinar í
fleiri fórum í fyrra hálv-
leiki, og tað gav Tullu
Arge høvi til at leggja botn
í kyndlasigurin við trimum
brotskastamálum.
Havnarliðið hevði eisini
einstaklingarnar, ið hugsa
hondbólt (Sólva Sørensen,
Conny Poulsen og Sús-
anna Olsen) og tora at
royna nakað, meðan t.d.
Turid Miiller, Mona Han-
sen og Oydis Jacobsen
vístu alt ov lítið í mun til
teirra evni.
ówh