hósdagur 10. oktober 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller
Fólkaskúlin
TAÐ eru ikki mjúk orð og vending-
ar, sum skúlastjórarnir í Havn í løt-
uni brúka um sparipolitikkin hjá
Tórshavnar Býráð. Og tað er mín
sann heldur ikki so legið. Teir
kenna seg meira kroystar og
trongdar upp í ein krók enn nakran-
tíð fyrr. Orsgkin eru framhaldandi
sparikrøvini, sum serliga kommun-
an setur; skúlastjórunum og øllum
tí, sum viðvíkur kommunalu skúl-
unum í Havn.
SO ålvarslig er stødan, at ein av
skúlunum i Havn, Kommunuskúlin,
í vikuni $kipadi fyri fundi saman við
foreldrum at øllum børnum úr
fyrsta til sjeynda flokk. Á fundinum
greiddi skúlastjórin frá støduni.
Hann tosaði um skyldur, sum land
og kommuna hava mótvegis skúl-
anum, og hann nevndi, hvussu
sparingarnar raka. Skúlastjórin
segði sum var, at skúlin longu hev-
ur spart tað, hann er førur fyri og
væl tað. Trupult fyri ikki at siga vón-
leyst er at liva við fleiri skerjingum,
sum nú tykjast vera í umbúnað.
Hann vísti á, at meðan skúlin í ár
fær tillutað 3,9 mill. kr., fer hann
næsta ár at verða skorin niður til 2,9
mill. Skúlastjórin sigur við Sosialin í
gjár, at égjørligt er at planleggja
ME sosigaley
Heldur fram á
Jústínus Eidesgaard
nakað sum helst, tí alla tíðina koma
boð um broytingar — nýggjar skerj-
ingar.
SKÚLASTJÓRIN sigur tingini sum
tey eru, og tað er soleiðis tað skal
vera. Vit mugu koma burtur frá
einaræðisandanum, sum hevur eyð-
kent Tórshavnar Kommunu nú í alt
ov mong ár, har ovasta leiðslan í bý-
ráðnum noktar embætismonnum
0.g., sum starvast í kommununi, at
úttala seg. Hetta førir til tað reina
diktatur, og úrslitið verður, at eitt
nú fjølmiðlarnir mugu brúka leysa-
tíðindi og gitingar sum keldu. Tí er
tað rætt, at eitt nú skúlastjórar út-
tala seg um støðuna.
OG íúttalilsini hjá stjóranum á
Kommunuskúlunum eru einki
minni enn skelkandi. Hann sigur, at
skúlin kryplast sum tíðin líður. Alt
fundamentið undir skúlanum, sum
vit hava verið við til at byggja nú í
eitt mannaminni, verður brádliga
skrætt undan skúlanum, og tað fær
sera álvarsligar avleiðingar fyri
bæði børn, foreldur og lærarar, ja,
fyri samfelagið alt. Vit fáa at vita, at
undirvísingartíðin hjá næmingun-
um í fólkaskúlanum er minkað við
útvið 40% síðani 1972. Og hetta
eiga politikararnir at leggja sær í
geyma, sigur skúlastjórin.
MEN gera teir nú tað, kundi verðið
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Utgevari: P/f Sosialurin Bústaður:
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/{ Pressan 1981 Telefon:
spurt. Hetta er teirra skylda. Nú er
tað bara so, at leiðslan í Tórshavnar
Býráð við harðari hond megnar at
gjøgnumføra tað hon hevur sett
sær fyri, uttan mun til avleiðingar-
nar. Men skúlaverkið er tá ikki bara
eitt kommunalt anliggjandi. Tað átti
at verið so, at skúlaverkið var lands-
politiskt mál, at Føroya land sum so
hevði ein felags skúlapolitikk. Tað
kann ikki vera rætt, at ein einstøk
kommuna skal kunna skerja skúlar-
nar í kommununi so nógv, at skúlin
syndrast sundur og næmingarnir —
komandi ættarliðið — dettur niðurí-
millum. Her mugu vit hava ein fe-
lags skúlapolitikk og felags karm
og innihald. Hvussu so býtið av út-
reiðslunum til sama skúla skal vera,
er nakað, sum okkara politikarar
mugu finna út av. Tað skal bara ikki
verða loyvt eini kommunu uttan
víðari einsæris at skarva so nógv
burtur av skúlaverkinum, at tað als
ikki stendur í mát við tann heildar
skúlapolitikk, sum løgting og lands-
stýri ynskja fyri okkara land.
HVAT nyttar tað at seta nevndir og
arbeiðsbólkar at betra um innihald-
ið í fólkaskúlanum, og hvat nyttar
tað við lovorðum og avgerðum á
løgtingi og í landsstyri um at geva
fólkaskúlanum betri umstødur og
kor at virka undir, tå hetta alt endar
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
14720
Argjavegur 26
Argii
11820 Teletax:
vid, at myndugleikarnir kortini stig
fyri stig skerja møguleikarnar hjå
sama fólkaskúla!
ØLL eiga vit at vera tilreiðar at
spara og sjálvandi skulu skúlarnir
tað eisini, har hetta ber til. Men
máti skal vera við. Ein hevur hug til
at gita, at hesi nógvu krøvini um
skerjingar innan skúlagátt, sum ser-
liga borgarligir politikarar standa á
odda fyri, í veruleikanum ikki eru so
akuttar og tilvildarligar, sum tær í
fyrstu atløgu kunnu síggja út til.
Bæði í Íslandi og í Bretlandi arbeiða
bróðurflokkarnir, teir konservativu,
við ætlanum um at seta í verk brúk-
aragjald í skúlunum og at privati-
sera skúlaverkið. Rætt og slætt at
seta í gildi kaldan og kyniskan
marknaðarbúskap í skúlaverkinum,
har eirindaleys kapping skal avgera
gongdina. Er tað hetta, borgarstjór-
in í Havn nú leggur lunnar undir og
— um hann skal í Tinganes — fer at
føra víðari á landsplani! Tað verður
so neyvan saman við javnaðar-
flokkinum.
EIN verður noyddur til at gita, tí síð-
ani sami maður tók við leiðsluni í
býráðnum, hevur tað valdað dika-
torisk tøgn í kommununi: eingin
hevur loyvi at úttala seg uttan bý-
ráðsformaðurin. Nú vóru vit so vitni
til, at ein av skúlastjórunum ikki
kundi tiga longur og segði sum var.
fólkatingi
Fyrrverandi stavnamaður
fólkafloksins kann ikki
lata vera. Eitthvørt høvi
skal brúkast til at langa út
eftir javnaðarflokkinum.
Hevur hann ikki umstødur
til tess á løgtingi ella í
málgagninum, so ber til á
åtivølli. Hesaferð í fólka-
tinginum. Tað er einki
nýtt í tí, at hesin fólka-
tingsmaðurin, ið var við at
dumpa til síðsta val, brúk-
ar danska fólkatingið sum
leikpall fyri forfylging
síni av vinstrahallum,
sosialistum,
javnadarmonnum 0.ø. Nú
um dagarnar helt hann
rødu á íólkatingi, og var
hon sum ikki einaferd ein
niðurgerð av javnað-
arflokkinum. Fyrst rósar
hann javnaðarflokkinum
fyri at reka borgarligan
fólkaflokspolitik í Tinga-
nesi, fyri síðani at alla
sama javnaðarflokki alla
skyldina fyri ringu stød-
una í landinum. Hann
skrivar m.a.
"Efter valget bejlede
dets sejrherre, Sosiui-
demókrnticr til Folka-
flokken. Disse to partier
har til fælles den nød-
vendige vilje til magt.
De er sindet til at lægge
uenigheder på hylden
og samarbejde om
genopretning af Færøer-
nes medtagne økonomi.”
Og sidani snarar hann
snildisliga penninum 180
stig. Nú tå ólukkurnar
skulu nevnast er tad
bråddliga bara javnadar-
flokkurin, sum styrir.
Hann sigur:
"Siden Sosialdemo-
kratiets tiltræden ved
nytår er ledigheden 3-
doblet”
Smart vil onkur halda.
Rein og sker mani-
pulatión við orðum
sigur onkur. Fyri at gera
myndina fullkomna sig-
ur fólkafloksmaðurin á
fólkatingi, at javnaðar-
flokkurin er gingin við
til at fremja flestu av
borgarligu ynskimálu-
num hjá
fólkaflokkinum, ja entá
at javnaðarflokkurin
hevur adopterað mong
og góð fólkafloksmál.
Nú er tað ikki hvort orð
tú skal svara til. Og megu
javnaðarmenn halda seg
ul hesa meginreglu, tá
tað snýr seg um skriving
og talur hjá Óla
Breckmann. Betri er at
tiga hann í hel verður
sagt. Kann vera. Men
máti skal vera við. Nú
hesi orðini aftur og aftur
verða endurtíkin í
málgagni fólkafloksins og
nú eisini í fólkatinginum -
fara fólk so spakuliga at
Spyrja, um tað veruliga er
so, at tað bara er fólka-
flokspolitikkur, sum rikin
verður i Tinganesi. Well,
eydnast tad
tingmanninum at sannføra
øll tey, sum valdu
fólkaflokkin við síðsta val
og onnur aftrat, at so er, tá
er grundarlag skapt fyri
einum góðum vali
komandi fyri fólka-
flokkin. Og siktid við
skrivingini og talunum
eyndast.
Tað hevði einki gjørt,
um javnaðarpolitikarar nú
og tá tóku seg saman og
skrivaðu ella fyri tað
talaðu um hesi viðurskifti.
Vístu aftur pástandinum
um, at tað bara verður
ríkin folkaflokspolitikkur
i Tinganes, og at tað bara
er javnadarflokkurin
sum hevur skylduna av ar-
beidsloysinum. Hetta er
ikki so - ella! Hvussu
leingi fara javnadarting-
menn og landsstyrismenn
at finna seg i at vera
hunddålkadar av einum
samgongufelaga og at
verda skyrdir borgarligir
um somu tid sum teir fåa
skyldina fyri allar
landsins ólukkur! Er tað
ikki uppá tíðina, at
javnaðarpolitikarar
markera seg og greiða
fólki frá, hvat tað er fyri
politikkur landsstýrið rek-
ur - reint borgarligur
politikkur ella bæði jav-
naðar- og borgarligur
politikkur. Hetta kann
tykjast nyttuleyst í tykk-
ara eygum, men tað er
ikki vist, at so er í veljar-
ans oyrum. Sum heild má
SIgaSt, at tað hoyrist ov
lítið til tingmenn javnað-
arfloksins, og serliga nú
fólkafloksdemagogurin
sleppur eini fyri og aðrari
eftir - av sínum manipula-
tionsgreinum út millum
fólk.
Vetrarítróttin
Nú fótbóltskappingin er
av byrjar vetrarítróttin
aftur. Her er talan um
ein hóp av ítróttar-
greinum - alt frá hond-
bólti, svimjing, borð-
tennis, badminton, flog-
bólti omo. til dart. Jú
her verður sanniliga
nógv at tríva í - eitt nú
hjá fjølmidlunum. Nú
hevur Sosialurin dekkað
fótbóltin væl í summar.
Ynski okkara er at
fylgja eins væl við
vetraritróttini, men tað
setir stór krøv til
manning, nú talan er um
so mangar
ítróttargreinar, sum
bráddliga rakna við úr
dvalanum síðani
Seinasta vetur.
Sosialurin vil eftir
førimun dekka vetrar-
ítróttin, men uttan hjálp
frá sersambondunum í
ISF, teimum einstøku
feløgunum og. verður
hetta ikki fullgjørt. Vit
fara tí at heita á tær
ymsu deildirnar í ISF
um í góðari tíð at lata
okkum yvirlit yvir
kappingamar í vetur og
annars at lata okkum fáa
úrslit og stødur frá
kappingunum, sum hetta
liggur fyri. Eftir vanliga
arbeiðstíð ber altíð at
tala boð ella úrslit inn á
bandupttakaran á telf.
11820. Latið okkum nú
royna at gera vetrar-
ítróttina eins spennandi
og áhugaverda sum fót-
bóltin í summar. Í felag
røkka vit langt.